leygardagur 18. juli 1981síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Síða 11
Ása og maðurin
flúgvandi jarnfuglinum og
kennda á sær at ein spaku-
liga flutti seg, ikki alt ov
høgt uppi yvir oyggj-
unum. Henda helikoptara-
flúgvingin var av sonnum
hugnalig.
Tá tú fleyg nakrar fáar
metrar omanfyri fjalla-
tromuna og hoyrdi dunka-
nina frá motorinum, so
var tað sum at síggja eitt
av hesum gomlu lokomo-
tivunum koyra niðan eftir
eini brættari brekku —
»tøffandi« avstað — róliga
og trygt flytur ein seg og
undir sær hevur ein oyggj-
arnar og havið.
Skal eg gera mína
meting av helikoptara-
flúgvingini út frá hesum
eina túrinum, so má eg
siga, at tað at flúgva við
helikoptaranum er eitt
sætt upplivilsi og avgjert
ikki nakað, ein eigur at
vera bangin fyri. Tú situr
trygt og kennir teg væl.
Nú skal tó sigast, at
veðrið var av tí besta
henda dagin. Lufthol
vórðu eingi, og tey kunnu
vera rættiliga ótespilig.
Tað er greitt, at við hesi
flúgving kunnu fólk í út-
oyggjunum koma til og
frá lættari og skótari enn
vanligt, men samstundis
eisini dýrari. Skal tú í dag
fara úr Svínoy til Havnar
fyrst við báti og so yvir
land, so kostar hetta einar
55 kr. og tekur túrurin
millum 3 og 4 tímar. Við
helikoptaranum kann túr-
urin gerast uppá einar 20
minuttir, men kostar tá
280 kr.
Vil tú tó bert ferðast til
Klaksvíkar, og sama er
galdandi frá hinum út-
oyggjaplássunum til
næsta sterri pláss, so
kostar ferðaseðilin 60 kr.
Endamálið er, at tað skal
vera lutvíst bíligari at
koma frá ein útoyggj til
nærmasta sterri pláss og
síðani dýrari aftur at ferð-
ast millum tey sterri pláss-
ini, so sum Klaksvík og
Havnina og Tveroyri og
Havnina.
Um túrin úr Koltri til
Havnar er at siga, at hann
tók góðar 5 minuttir og er
prísurin eisini her 60 kr.
Við Rituni tekur túrurin 5
korterð, og ferðaseðilin
kostar 15 kr. So er veðrið
gott — hevur ein ikki
orsek at skunda sær, og
hevur ein ikki ov nógv av
peningi, so velur ein uttan
iva at fara við skipi heldur
enn við helikoptara.
Mest neyðugt
um veturin
Viðvíkjandi farmaflutn-
ingi kann her vera talan
um ein stóran fyrimun,
serliga fyri ávísan farm, ið
skal flytast í skundi.
Samanumtikið kann sig-
ast, at helikoptaraflúgv-
ingin gevur fólkum á út-
oyggjunum ein betri
meguleika at koma til og
frá stórplássunum. Men
tað er greitt, at verður tað
ikki meguligt at flúgva
um veturin eisini, so er
lítil dugur í eini helikopt-
araflúgving, skulu vit
hugsa um tey fólk, ið
búgva á útoyggjunum.
Tað er so m. a. hetta sum
royndarflúgvingin skal
geva okkum eina metan
av.
Ebba og maðurin
16 pláss
Aftaná flúgvitúrin mána-
dagin var ein tíðinda-
fundur hildin á Hotel
Hafnia við umboðum fyri
m. a. Mærsk Air, og
Samferðslunevndina.
Atli Jensen segði vegna
Samferðslunevndina, at
royndarflúgving við heli-
koptara hevði givið so góð
úrslit at landsstýrið vendi
sær til Samferdslunevnd-
ina og álegði henni at
standa fyri fyrireiking til
eina royndarflúgving.
Jón Rasmussen frá
Strandferðsluni, sum
hevur arbeitt nógv við
hesum málinum, greiddi
frá sjálvari ætlanini. Hann
nevndi m. a. at landsstýrið
hevur fingið tilboð frá
Mærsk Air at leiga heli-
koptaran i triggjar
månadir. Medan flogskip-
ararnir hjå Mærsk Air
skulu gera tær neydugu
kanningarnar i samband
vid sjålva fhigvingina,skal
Strandferðslan hava
umsitingina um hendi.
Royndarflúgvingin er
mett at kosta 2,6 mill. kr. í
Í inntøkum er flúgvingin
mett at geva íalt 700.000
kr. soleiðis at hallið hesar
tríggjar mánaðirnar
verður 1,6 mill. kr. Hetta
er við einum belegningi
uppá 30%.
Jón Rasmussen segði
annars, at tað er sera tor-
ført at meta um inntøk-
urnar nú. Hann vísti tó
eisini á, at fyri samfelagið
kann flúgvingin koma at
spara m. a. rakstrarút-
reiðslur hjá Strand-
ferðsluni, við tað at skip
meguliga verða legt ella
+
Irena Joensen,
bert brukt sum eyka.
Royndarflúgvingin við
Tyrlu, sum helikoptarin
eitur, fevnir um tilsaman
17 pláss: Havnina,
Klaksvík, Múla, Mikladal,
Trellanes, Hattarvík, Sví-
noy, Hest, Koltur, Flog-
vellin í Vágum, Gásadal,
Mykines, Sand, Skúvoy,
Dímun, Tveroyri og
Kunoy.
Flogið verður hvenn
dag uttan hósdag. Ferða-
seðlar skulu bíleggjast
dagin frammanundan á
telefon 16450 og skulu av-
heintast á avgreiðslunum.
Eisini skulu ferðafólk og
farmur vigast dagin fyri.
Viðvíkjandi ferðaseðl-
unum kann sigast, at av-
sláttur verður givin til
pensionistar. Bern undir 7
gjalda einki. Tað ber eisini
til at leiga helikoptaran.
Tað kostar 3000 fyri fimt-
an minuttir ella 12.000 kr.
um tíman.
rr
Eg haldi Føroyar eru
egnadar til
helikoptaraflúgving.
Hesir tríggir mán-
aðirnir skulu vísa, um
flúgvast kann millum
oyggjarnar við heli-
koptara. Hesin heli-
koptarin er so vælút-
gjørdur og royndur, at
kunnu vit ikki klåra at
fligva vid hesum heli
koptaranum rutuflúgv-
ing í Feroyum, so er
tað rætt og slætt
| eingin annar, sum kann
gera tað.
Soleiðis segði Svend
stak væl
Jergensen, fyrri flog-
skiparin á Mærsk Air
helikoptaranum í sam-
reðu við blaðmannin á
Sosialinum seinasta
mánadag. Svend, sum
er maður um meðal
| aldur við konu og
| bernum, hevur
| ongantíð vitjað í Fer
oyum fyrr. Nú hann
stendur fyri royndar-
flúgvingini hevur hann
havt meguleika at
síggja flestu oyggjarn-
ar og er hann heilt hug-
tikin av náttúruni.
Eg trúði als ikki, at tað
kundi vera so vakurt
her uppi hjá tykkum,
sigur hann og leggur
aftrat, at hann longu
hevur sent boð eftir
familjuni. Tey skulu
ikki vera hetta uppliv-
ilsi fyriuttan.
Svend Jergensen er
hann, sum stendur fyri
flúgvingini. Umframt
hann eru eisini tveir
aðrir flogskiparar
Teirra millum er Kurt
Johansen, sum nú í
fleiri ár hevur flogið
helikoptaran hjá
donsku sjóverjuni í
| Feroyum.
Svend Jørgensen, flogskipari:
| Tit fáa ikki
betri
helikoptara
— hevur ein motor eyka
Sp meðan Kurt hevur
royndir a ugva
ir Svend
Føroyum kenni
Jørgensen nyggja
rutuhelikoptaran
enn nakar annar
betri
Hann
hevur verid flogskipari
å helikoptara av hesum
slagnum nógv ár
Hann hevur flogið heli
oljubori
koptara til
pallar uttanfyri
Malaysia, frå Esbjerg
Norå-
sjónum og harumframt
|
til boripallar
koptara til
flúgvingina enn
IKKI
Tað sigi eg ikki fyri at
reklamera
slagið fáa vit
fyri Mærsk |
Air, men hesin BELL-
helikoptarin er upp-
runaliga ein stríðsheli-
koptari,
kanarar útviklaðu
undir Vietnamkrign-
um. Hann er tí útgjerd-
ur til at klára seg betri
enn nakar annar heli-
koptari. Er vælútgjerd-
hevur tveir
sum
amerl-
ur og
motorar
Tann eini
motorurin
er eyka, so steðgar - |
1 Í
annar, er bert at seta |
|
hir otorin Hel |
útgjerdur at
á sjónum. Umfran
bjargingarvestar, gum
mibát verður eitt hylki
blást upp rundan um
flúgvaran, tá hann
setur seg á Ssjógvin,
soleiðis at hann virkar
sum ein bátur og tá
kann sigla við hjálp av
motorunum