leygardagur 18. juli 1981síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
SOSIALURIN
Helikoptaraflúgving — eitt stort framstig:
um tað ikki verður
flogið um veturin
— hetta var nidurstødan bæði í Svínoy og í Koltri
Seinasta týsdag byrjaði so
royndarflúgvingin við
helikoptara millum 16
ymisk pláss í Feroyum. Í
tríggjar | mánaðir skal
hesin vælútgjordi BELL-
helikoptarin hjá danska
felagnum Mærsk Air
flúgva við ferðafólki og
farmi millum oyggjarnar.
Ikki fyrr enn einaferð til
heystar fáa vit at vita, um
henda royndarflúgvingin
verður grundalagið undir
einum framtíðar ferða-
fólka- og farmaflutningi
við helikoptara millum
ymisk pláss í Føroyum.
Seinasta mánadag vóru
blødini, útvarpið og sjón-
varpið øll boðin við á ein
royndartúr til Svínoyar og
út í Koltur og síðani aftur
til Havnar.
Vit 13 tíðindafólk og
nekur umboð fyri Strand-
feråslunevndina umframt
teir báðar donsku flog-
skipararnar fóru av tí lítla
asfalteraða landingar-
plássinum uppi við Veður-
steðina um middagsleitið.
Lættliga lætti helikopt-
arin sær á og setti kósina
móti Svínoynni. Vit fóru
upp i ? metra hædd og
hildu so leiðina norðureftir
— — eystanfyri Eystur-
oynna og síðani inn gjegn-
um Svínoyarfjorð og
lendu í Svínoy bert góðar
10 minuttir seinni.
Irena tók ímóti
Í Svínoy var riðilin av
smábernum komin at taka
ímóti saman við bygda-
ráðsformanninum, lÍrenu
Joensen. Har varð stuttur
fundur í skúlanum, har
Írena svaraði spurning-
um. Hon helt fyri, at hetta
er eitt gott tiltak við heli-
koptaranum. Hon vónaði
tó, at helikoptaraflúgv-
ingin eisini fer at vera um
veturin, tí tað er tá, at
avbygdafólk hevur brúk
fyri hesum so henta
flutningi.
— Tað er so tryggjandi
at vita sær, at ein kann
altíð sleppa til og frá
oynni við helikoptara,
segði Irena Joensen. Hon
helt kortini, at nú ferða-
sambandið við Másanum
er vorðið so gott, so fara
tey flestu helst at ferðast
við báti, tá veðrið er gott,
heldur enn við helikopt-
ara. — Men um veturin
kann vera nóg so buldras-
ligt á sjónum, og so hendir
eisini, at tað er ov nógv
brim hjá báti at leggja at
landi í Svínoy. Tá er gott
at hava helikoptaran at
flyta fólk og farm, segði
hon og legði dent á, at heli-
koptaraflúgvingin verður
eisini stórur fyrimunur
fyri tey, sum skulu hava
mjólk av oynni. Tá verður
tað meira frísk mjólk vit
kunnu fáa til virkið í
Havn.
Fólk fara at steð-
ast betri
Spurd um hon væntaði, at
fólk fara at stødast betri í
oynni, nú helikoptaraflut-
ningur er til oynna segði
Írena, at tað sjálvsagt var
hennara vón, tí nú vóru
eingi hús bygd har hesi
seinastu 25 árini umframt
at helvtin av húsunum í
bygdini í dag standa tóm:
Ur skúlastovuni varð
farið inn á gólvið hjá
bygdaráðsformanninum,
har góður matur og
drekka stóð á borðinum.
Aftaná hesa blíðu letu í
Svínoy fóru vit umborð
aftur á helikoptaran, sum
lætti sær á og setti kós
móti Koltri. Á leiðini
vestur var flogið eystur
við Svínoynni, yvir Arna-
fjørd, Klaksvíkini, Galv-
inum, Pollinum i Fugla-
firdi, yvir Skålafjørdinum,
Tangafirði og Kaldbaks-
firdi og sidani oman gjøgn-
um Nordadal og út til
Koltur.
I Koltri
Stedgurin i Koltri vardi i
eina góða løtu. Ringt var
at sleppa avstað aftur, tí
blíðskapurin var so
nógvur. Tað eru tvey hús í
Koltri, og alt ferðalagið
uppá 15 vitjaði inni í
báðum, har alt gott var at
fáa.
Sosialurin tosadi við
tvær av kvinnunum í
oynni. Ása Joensen hevur
búð í Koltri seinastu 25
árini. Hon helt tað vera
ófert at fáa helikoptara-
flúgving og vónaði, at
henda flúgving var komin
fyri at vera — soleiðis, at
tað eisini verður flogið um
veturin, tá tað kann vera
rættiliga illfýsið at fara av
oynni ella í oynna við báti.
Ása helt fyri, at tað
serliga er gott at vita sær
og tryggjandi aftrat, at
kemur onkur til skaða ella
tílíkt, so slepst til Havnar
uppá nakrar fáar minuttir.
Eisini Ebba Rasmussen,
grannakonan helt tað vera
eitt gott tiltak, sum nú
verður roynt. Hon segði,
at fyri flutning av mjólk
kann helikoptarin koma at
vera serliga hentur.
Annars fór hon at brúka
Rituna heldur enn heli-
koptara til Havnar, tá lík-
indi vóru at fara.
Sæð nógv uppá
stutta tíð
Veðrið var framvegis av tí
allarbesta, tá vit fóru
avstað aftur til Havnar.
Klokkan mundi vera um
3, tá vit lendu við Veður-
steðina. Í minni enn
tríggjar tímar hevdu vit
verið í Svínoy og í Koltri
og flogið yvir einum
stórum parti av oyggjun-
um.
Nú aftaná vil onkur
spyrja, hvussu tað kendist
at sita í einum trongum
helikoptara! Nú er tað
ikki mær fyri at fola ampa
av at vera í luftini, men til
tey, sum hava verið í flog-
fari og sum ikki hava
roynt ein tílíkan helikopt-
ara má eg siga, at her er
ein himmalvíður munur.
Tað var veruliga eitt sætt
upplivilsi at sita í hesum