Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-08-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. august 1981síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Er SOSIALURIN Sosialrådgevi settur fyri Eysturoynna Landsstýrið hevur fylgt tilmælinum frá Almannastovuni og sett Jóngerð Bert- helsen úr Fuglafirði í starvið sum sosial- ráðgevari í Eystur- oynni. Fýra umsøkj- arar vóru. Jóngerð Berthelsen hevur seinastu tíðina starvast á Kriminalforsorgini í Havn. Fyrstu mánaðirnar í nýggja starvinum skal hon vera á Almannastov- uni, áðrenn hon fer inn í Eysturoynna. Hølis- og aðrir praktisk- ir spurningar í sambandi við starvið eru ikki av- greiddir enn, upplýsir Eilif Samuelsen, landsstýris- maður. Ætlanin er, at sosialráð- gevarin skal ferðast mill- um bygdirnar. Og tá heilsumið- steðirnar í oynni eru bygd- ar, fær sosialráðgevarin innivist har Onki svar úr Klaksvík Tá starvið varð lýst leyst, varð sekt eftir sosialráð- gevara antin til Eystur- oynna ella Norðuroyggjar. Hetta dámdi klaksvíking- um illa. Teir meintu, teir hevdu fyrsta rætt til sosi- alráðgevaran, tí byrådid longu í 1979 skrivaði til landsstýrið og bað um at fáa ein sosialráðgevara settan í Klaksvík. Hóast mótmæli frá Klaksvíkar býráð, avgjerdi lands- stýrið at seta starvið í Eysturoynni. M. a. tí, at í Eysturoynni búgva nærum dupult so nógv fólk sum í Norður- oyggjum. Klaksvíkin bleiv kortini ikki heilt skúgvað til viks. Landsstýrið skrivaði til býráðið og skjeyt upp, at ein sosialráðgevari verður settur hálva tíð við sjúkra- húsið og hálva tíð við sosi- alu deild býráðsins. Hvat sjúkrahúsinum viðvíkur er peningur tekur til hetta. Landsstýrið hevur ikki enn fingið svar úr Klaksvík, upplýsir Eilif Samuelsen. Sosialurin ringdi norður mánadagin, men býráðið er í summar- feriu, so tað bar ikki til at fáa at vita, um tað hevur tikið steðu til uppskot landsstýrisins. Almannastovan hevur nú tríggjar sosialráðgev- arar, ein í Havn, ein á Tveroyri og so tann, sum nú er settur fyri Eystur- oynna. Men tað er onki at ivast í, at til næstu fíggjarlóg kemur tilmæli frá Almannastovuni um at út- byggja skipanina, sigur Eilif Samuelsen, lands- stýrismaður. Íslendskt/Fgroyskt ferðamannaskip: Skipafelagið váttar: vit eru við Skipafelagið Feroyar vátt- ar tíðindini, sum Útvarpið hevði úr Íslandi ólavseku- dag um, at Skipafelagið og íslendsku feløgini Hafskip og Eimskipafélag Íslands meguliga í felag fara at keypa og reka eitt millum- landa ferðamannaskip. Enn eru tó ongar íteki- ligar ætlanir og serligar ílegur gjerdar, leggur Árni Joensen á Skipafel- agnum dent á. Tað, sum nú er hent, er, at ein ís- lendingur, Ágúst Ágústs- son, er settur at samskipa tað tilfar, sum longu fyri- liggur, og útvega nýtt til- far. Burturúr hesum skal hann so gera eina frágreið- ing til tey trý skipafelog- ini. Ein skitsa skal vera % ra ii Á A. SR > Fo 3 > Søe 5 P fe PE RT HDDUUNIR Em klår um tveir månadir, sigur Årni Joensen. Hann upplysir, at tey try feløgini hvørt sær hava gjørt kanningar. Ur- slitið av hesum kann- ingum er tó ikki serliga positivt, upplýsir Arni Joensen. Ikki nerva farma- siglingina Bæði Skipafelagið (Tjald- ur) og Einskipafélagið (Gullfoss) hava fyrr flutt ferðafólk millum londini í Norðuratlantshavi. Arni Joensen sigur, at á Skipafelagnum hava teir ongantíð heilt slept unun hugsanini at gera meira við ferðafólkaflutningin. Men tað er trupult fíggjar- liga. Tað er vónleyst at fáa slíkan flutning at bera seg, skal hann vera alt árið. Árni Joensen sigur, at tey trý skipafelegini hvert sær hesi seinastu árini hava fylgt við tí, sum er hent á hesum eki. Tey eru so komin eftir tí, at hini hevdu tað sama í kvitt- anum og blivu skjótt samd um, at tað er ikki grundarlag fyri fleiri skip- um. Tey avgjørdu tí at samarbeiða í staðin fyri. Skipafelagið hevur roynt at fingið hini fer- oysku reiðaríini, Strand- ferðslan undantikin í fyrsta umfari, við í sam- arbeiðið. Men tey hava ikki víst áhuga. Árni Joensen leggur dent á, at ætlanin er ikki at nerva ta farmasigling, sum er millum londini. Skipið, verður tað keypt, skal leigast til »cruise- ferðir“ um veturin. Árni Joensen heldur ikki, tað er at gera ov nógv av at seta eitt ferða- mannaskip í sigling mill- um Feroyar, Ísland og grannalondini. Tað er óvist, hvat blívur av Smyrli og fáir trúgva, at tann ætlaða norður- landaferjan nakrantíð verður bygd, sigur Arni Joensen á Skipafelagnum. Skip sum Winston Churc- hill og størri eru væl egnað til ta sigling. sum tey trý felggini hava í huga, sigur Árni Joensen Færri fólk til fyri- lest # Summa staðni vérður framvegis skorið torv Myndin er tikin í Sandoynni Tað komu í miðal færri fólk til fyrilestrarnar á FróðskaparsetrMum seinasta vetur enn vet- urin frammanundan. Seinasta vetur vóru 21 almennir kveldfyri- lestrar við tilsamans 1465 áhoyrarum, ella gott og væl 70 í miðal til hvenn. Veturin 1979—80 vóru 1270 fólk til 14 fyrilestrar. Tað eru 90 í miðal. Somuleiðis var lutt- ekan á kveldskeiðun- um minni. Veturin 1979—80 vóru innskrivaðir 275 næm- ingar á seks skeiðum. 1980 —81 vóru 235 næmingar á sjey skeið- um Fróðskaparsetrið he- vur givið út skránna fyri komandi vetur. Ur- valið er sum vant fjøl- broytt. Umframt føstu dagundirvisingina ver- ða almenn kveldskeið i føroyskum, gamlari skrift og leidbeining i ættargransking, ensk- um, livsåskodanum, føroyskum hagtelum og urtagarðsrekt. Aftur í vetur verða 21 kveldfyrilestrar. Evnini eru: tubbak og heilsa, brekað bern, manipulatión við arva- eginleikum, Heðin Brú 80 ár, kirkjan, kvæði okkara og samband teirra við Bretland, fer- oysk málrekt, ymist rannsóknararbeiði hjá Steðisútbúgvingini, Suðuroyar sýsla og fuglaveiðan úr vist- freðiligum sjónarmiði. Ritgerðakappingin verður um torvarbeiði. : Um hana verður sagt í skránni: „Fyri 25 árum síðan var torvskurður og torvarbeiði enn ein afturvendandi partur av arbeiðinum í nógv- um bygdum. Torvið hevði framvegis týdn- ing sum brenni. Men umsteðurnar fyri torv- skurði hava verið ymiskar. Summastaðni, lógu torvheiðarnir høg- liga fyri, aðrastaðni sera óhegliga, og torvið mátti ferast við báti Í summu! bygdum var als eingin mógvur, og tær høvdu tá torvskurðarrætt í ødrum bygdum. Eisini ella reiðast var ymist, hvussu mógvurin var at koma til; onkustaðni lá mógvurin beint undir sverðinum, aðrastaðni var avgrevsturin mans- høgur. Hetta saman við frábrigdum í mål- burði, amboðum, nýtslu av amboðum og arbeiðshætti gera torv- skurð og torvarbeiði til eitt sera áhugavert evni, sum Fróðskapar- setrið við hesum lýsir sum ritgerdakapping- arevni fyri 1981 —82. Frásagnirnar eiga sum mest at styðja seg við tann kunnleika, luttakararnir = sjålvir hava til evnið ella kunnu útvega sær frá heimildarfólki. Greitt kann verða frá torv- heiðum, hvussu leitað varð eftir mógvi, torv- skurðinum, hvussu lagt var aftur, og farið varð um hagan, arbeið- inum við at bera burt- ur, seta upp o.s.fr., ella frá tí torvið var skorið, til tað varð borið í krógn ella gróthús: eis- ini tá ið farið varð eftir torvi, hvussu torv varð nýtt, hvussu tað varð drýggjað Alt hetta eru spurningar, sum eru nóg nógv 0.s.fr. eins åhugaverdir. Tad eru sera fåar myndir um torv og torvarbeiði í søvnum okkara. Ti verður latin eykavirðislen til ta rit gerð, sum er best lýst við fotomyndum, ser- liga gomlum myndum. Freistin at senda inn tilfar er sett til 1.11.1982. Dómsnevnd verður sett av seturs- ráðnum at kanna alt til- farið og býta út virðis- lenir fyri bestu úrslit- ini«, Freistin at senda inn tilfar til kappingina 1980—81, hon er um føroyska bygdaskulan til 1950, er sett til 1 november i år.