mikudagur 19. august 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 147 20. 118 20
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Útgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Árni Joensen
Sosialurin
Dimmalætting
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Svikaligt alternativ
TYRLA flýgur ikki í dag vegna veður.
Tyrla flýgur ikki í dag vegna maskin-
brek. Í dag er ferðaætlanin hjá Tyrlu
útsett í triggjar tímar vegna...
HESAR útvarpskunngerðirnar eru við
at vera dagligur kostur. Og tá vit so
hugsa um, at nú er summar, hvussu
verður so ikki í vetur? Tað er tó
hvorki Tyrla ella hennara manning,
sum eiga at fáa ábreiðslur. Sjálvandi
kann eitt tílíkt tól fáa maskinbrek og
sjálvandi er veðrið ein týdningarmikil
faktorur, serliga tá talan er um
flúgving.
MEN HETTA áttu teir, sum settu
hesa flúgving í verk, at vita. At teir
settu hesa flúgving í verk og ætlaðu
hana sum eitt alternativ til sam-
ferðslupolitikk seinasta landsstýri-
sins, mugu teir sjálvir helst nú
sanna at vera eitt heldur svikaligt
alternativ.
SUM KUNNUGT legði seinasta
landsstýrið stóra orku í at útbyggja
samferðsluna bygdanna og
oyggjanna millum. Strandferðslan
var nógv útbygd og ikki var smávegis
av orku løgd í vega- og bergholsgerð,
sum serliga kom smærru plássunum
til góða. Hesin politikkur birti aftur
lív í har mangastaðni var um at vera
øskukalt. Hetta vóru skilagóðar
ílegur. lløgur av varðandi virði. Íløgur,
sum framdu tryggan flutning og trygt
samband.
MEN SO KOM borgarliga alterna-
tivið. Sparilandsstýrið. Landsstýrið
við teimum liðugtskornu idealloysn-
unum uppá eitthvørt mál. Lands-
stýrið sum segði seg kunna spara
okkum burtur úr øllum trupulleikum.
Og vit fingu m.a. alternativið til
strandferðsluútbyggingina: Ein heli-
koptara.
EITT SERA svikaligt alternativ må
hetta sigast at vera. Her må sigast at
vera talan um LUFTKASTELLIR.
+
Leiðir til Ragnarok
Tad er einki at undrast
yvir, at Oli Breckmann i
Dagblaðnum fegnast um
neutronbumbuna og
kallar hana eitt frálíkt
verjuvápn. Tað er jú
eftirhondini so vanligt.
at alt sum hamapfólk
venda sær frá í and-
stygd, tað verður fagnað
av Dagblaðnum og
stavnamanni fólkaflokk-
sins. Tað er heldur einki
nýtt, ella undrunnarvert,
at tað, sum skal ganga
fyri upplýsingar ella sak-
lig tíðindi í greinum
stavamannsins, er
skeivt — ofta beinleiðis
ósatt. Heldur vildi tað
umvenda verið at und-
rast á. Og tey flestu
hava, tykir tað, langt
síðan uppgivið at rætta
allar teir skeivleikar,
sum spræna frá stavna-
mannsins ótroyttiliga
penni
Í hesum feri snýr tað
seg sum nevnt um neut-
ronbumbuna. I Dagblað-
num hin 12. august
skrivar Oli Breckmann,
at neutronbumban er
eitt frålikt verjuvåpn, av
ti at hon er nógv veikari
enn ein vanlig atom- ella
brintbumba. Geislingar-
nar vara stutt og fáa ikki
eftirvirkningar Tær
smildra ikki hús og fast-
ar ognir (hetta síðsta er
týðandi fyri fólkafloks-
menn!) og fólk, sum
halda seg í bumbu-
skýlum sleppa við lív-
inum. Neutronbumban
er serliga vælegnað sum
vápn ímóti stríðsvagn-
um og stríðsvagnaálopið
á vestureuropa úr Sovjet
er jú marran hjá Nato.
Higartil hava vit ikki
kunnað brúkt vanlig
atomvápn, tí tey høvdu
beint fyri okkum sjál-
vum, samstundis sum
tey beindu fyri ellum
russarunum. Men nú er
tað so heppið, at neu-
tronbumban á ein ella
annan undurfullan hátt
kann nýtast í tí tættfólk-
aða Vestureuropa. tí hon
„bert ger enda á figgind-
anum, men eirir fólk-
inum í álopna landin-
um<(cit.). Ikki eiti á
vápn!
Í somu grein verður
sjálvandi undirstrikað,
at øll, sum eru ímóti
hesum våpni, eru »ørin-
dasveinar Kremls« og
heitt verður á almenn-
ingin um at bakka USA
upp í hesum spurningi.
Hver er so sannleikin
um hetta frálíka verju-
vápn og hvat sigur sak-
kunnleikin t.v.s. atom-
fysikararnir um hesa
bumbu Atomfysik-
ararnir siga tað sama,
sum vanlig fridarelsk-
andi fólk alla tíðina hava
sagt: Neutronbumban er
í veruleikanum einki
ødrvisid enn vanlig
kjarnorkuvåpn.
Tann vidagitni danski
atomvisindamadurin Ove
Nathan er ein av teim-
um, sum hevur vist å
vandan vid neutronbum-
buni.
Nathan byggir å leid-
andi amerikanskar atom-
fysikarar t.d. Panofsky,
professara, sum stendur
å odda fyri kjarnorku-
deildini å Stanforduni-
versitetinum. Panofsky
hevur verið ein av næstu
ráðgevarum hjá fleiri
amerikanskum forsetum
í kjarnorkuspurningum
og kann á ongan hátt
verða settur í básin hjá
»ørindasveinum Kremls«
Ove Nathan visir å, at
ein l-kiloton neutron-
bumba framleiðir somu
geislinganegd ella styrki
sum ein »vanlig« 10-kilo-
tons atombumba.
Spreingistyrkin í einari
I-kilotons neutron-
bumbu svarar til 1000
tons TNT og vil hetta
siga, at hon er sterkari
enn nekur vanlig bumba,
sum varð nýtt undir
seinna heimsbardaga.
Okið ella víddin har neu-
trongeislingin er drep-
andi, er skiftandi alt
eftir sum lendið er til. Til
tess at beina fyri mann-
ingini á einari stríðs-
vagnadeild er neyðugt at
nýta eina geislingar-
mongd, ið er 20 ferðir
størri enu tann styrki, ið
má setast sum drepandi.
Hervið kemur tann, sum
nýtir neutronbumbuna
at beina fyri ellum teim-
um civilfólkum og ellum
livandi í heila tikið, sum
finnst í umráðnum, har
bardagarnir eru.
Tað hevur verið ført
fram, at tað »henta« við
neutronbumbuni er, at
tað nú ber til at brúka
neutronbumbuna í bar-
daga, uttan at hetta fer
at føra til tað totala og
oyðdrepandi atom-
kríggið. Panofsky vísir
á, at oll tílík tala er uttan
meining eftirsum, at
eingin munur í roynd og
veru er á neutronbum-
buni og vanligum kjarn-
orkuvápnum. Eisini
vísir Panofsky á hetta,
at eingin effektiv verja
finst móti neutronbum-
buni heldur ikki tey
SOSIALURIN
vid-
merkingar
bumbuskyli, sum onkur
vil vera vid kunnu
bjarga heimafólkinum
undir einum bardaga,
har tann álopni partur
nýtir neutronbumbuna
móti einum inntreingj-
andi fígginda.
Panofsky og aðrir
skilamenn hava eisini
undirstrikað, at neutron-
bumban minkar um
trygdina í heiminum
heldur enn at økja hana.
Hetta kemur av, at tað
er nógv meira freistandi
at brúka eitt vápn sum
neutronbumbuna enn at
brúka vanlig kjarnorku-
vápn m.a. tí tað er eyd-
nast at billa politikk-
arum inn, at hon er
minni skaðilig. At enda
kann verða lagt afturat,
at hesin sami Panofsky,
sum veit hvat hann talar
um, sigur, at einasta
trygd, ja, kanska einasta
bjarging hjá heiminum
liggur í at finna ein leið
til veruligan avvápnaða
við samráðingum. Tann
leið, sum Reagan og han-
sara sterkt hegravenda
stjórn í USA hava tikið
við ektara kappdubbing
leiðir sambært Panofsky
beinleiðis til ragnarok.
Sæð frá okkara sjónar-
miði kann tað tí ikki vera
beint at bakka USA upp
í hesum spurningi,
heldur eiga vit at styðja
allar avvápnaðarroyndir
og seta alla orku inn upp
á at fáa alla hernaðarút-
gerð av landinum eins og
vit eiga at virka fyri, at
Feroyar gerast heilt
leysar av einari og hver-
jari hernaðarsamgongu.
Jóannes Dalsgaard
Hevur samgongan frá 1974-80
brúkt pengar, hon ikki átti
um li í samgonguni
frá 1974—80 fari eg
heita á gomlu samgongu
felagar mínar úr Fólka
flokkinum og Tjóðveldis
um at kanna
1 við Javnaðarflokk-
nakað hald er í tí
sum stendur á
síðu í Dimma-
lætting nr. 104 fyri 13
pastandi
seinastu
august 1980
Yvirskriftin á greinini
er
»1979 gjerdist eitt vána-
ligt ár fyri Føroyar«
Dimmalætting vísir til
tvær talvur sum skulla
vísa brúkið, og endar hon
greinina við
merkingum
egnu við-
sínum, so-
leiðis
„Hesi turru tel skuldi
verið eitt demi um
hvussu táverandi sam-
gonga hevur brúkt pengar
sínar, ella pengarnir, ið
teir einki áttu i«
Hetta at brúka pengar,
sum ein ikki eigur, er bein-
leiðis at verða skuldsettur
fyri óreiðuligheit
Fíggjarviðurskiftini hjá
táverandi samgongu vóru
góðum hondum. Tey
vóru umsitin av Fólka-
flokkinum.
Teir áttu fíggjarnevnd-
arformannin, ein álitis-
maður burturav.
Royndur í tingarbeiði.
Fíggjarmálaráðharrin, log-
froðingur og eisini gamal í
gari, og sum seinasti
tryggleiki fyri reiðuligheit
í pengaviðurskiftum land-
sins, formaður Fólkaflokk-
Sins, statsviðurkendur
grannskoðari.
Og nú kemur Dimma-
lætting umboðandi SAM-
BANDSFLOKKIN við
einari skuldseting um
brúk av pengum sum vit
ikki áttu. Eg fái ikki hetta
at rugga rætt. Teir fyrr-
nevndu persénar, sum
samgonguflokar okkara fa
settu sum álitismenn í
ålitisstørv. Eg havi fram-
vegis álit á teimum.
Men Fólkaflokkurin er
nú í samgongu við SAM-
BANDSFLOKKINUM.
Fólkaflokkurin er ein av
stuðlunum undir verandi
samgongu. Eg fari at
loyva mær at spyra, um
tit í leiðslu Fólkaflokksins
vilja lata hesa grovu
skuldseting fara fram við
borðinum, fara at lata
hana standa óátalaða.
Tað trúgvi eg ikki.
Dimmalætting, umboð-
andi Sambandsflokkin,
sigur, at tit hava brúkt
pengar tit einki áttu í!
Skuldsetingarnar standa
har til tær eru demdar
deyðar at verða.
Eg fari at heita á gomlu
samgongufelagar mínar
um at svara ikki bara í
blødunum, men eisini at
reisa hetta sum mál á
Framhald á síðu 11