mikudagur 19. august 1981síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
TB—GÍ 1. deild 1—0 (0—0):
Mål — 5 minuttir aftan á
vanliga
leiktið
Dysturin millum GÍ og TB var avbera spenn-
andi.
Leikurin var undirhaldandi,
men
gjørdist ov harður orsakað av einum ov linum
dómara. Haraftrat vilja nógv vera við, at
longda leiktíðin, tá avgerandi málið varð
skotið, var alt ov long
Dysturin millum TB og
GÍ nr. 3 og 1 í 1. deild var
sera týdningarmikil fyri
bæði liðini.
Um TB skuldi gera sær
nakrar vónir um at vinna
foroyameistaraheitið, mát-
tu teir vinna dystin,
meðan GÍ fyri at varð-
veita oddasessin mátti
vinna ella hava javnleik.
Tí um GÍ tapti, og HB
samstundis vann sín dyst
móti ÍF, vildi HB koma
eitt stig fram um Gl, og
kundu getumenn tá ikki
sjálvir avgera, um teir
skuldu vinna meistara-
heitið, ið teir stíla beint
fram á, tá teir longu hava
leikt báðar landskapping-
ardystirnar móti HB í ár.
Sostatt má okkurt annað
felag hjálpa til fyri at taka
stig frá HB, um GÍ skal
gerast meistarar.
At dysturin var týd-
ningarmikil sást eisini
skilligt á leikarunum. Teir
tóktist heldur »nervøsir« í
dystarbyrjanini og
ávirkaði hetta sjálsagt
spælið. Kanska høvdu teir
tann avbera góða og
spennandi dystin í Getu í
fyrru helvt av landskapp-
ingini í ár í huga — ein
dyst ið TB vann við einum
máli móti ongum, men
sum eins væl kundi verið
endaður við javnleiki ella
Gisigri.
GI, sum hendan dystin
restaði ein av stórstuðl-
unum, Jógvan Gregersen,
kom fyrst fyri seg, og
høvdu teir fyrstu 15 min-
uttirnar rættiliga yvirvág
í leiki. Fleiri væl uppbygd
álop vóru fingin í lag, me
tá komið var inn í TB-
brotsteigin var eins og
okkurt restaði. Bólturin
fekst ikki í málið, og um
miðjan hálvleik var tað
TB, sum vann sær yvir-
vág, men eins og hjá GÍ
restaði teimum okkurt, tá
komið var inn í brotsteigin
og heldur ikki teimum
eydnaðist at fáa mál.
Sum hálvleikurin leið,
gjerdist dysturin meira og
meira spennandi — men tí-
verri eisini nakað harður.
Alopini skiftu úr einum
endanum av vellinum í
annan, men hvergum av
liðinum eydnaðist tó at
fáa »hol å« so støda, tá
farið var til hálvleiks-
steðg, var javnleikur 0—0.
I seinra hálvleiki helt
sama gongdin fram. Leik-
urin skifti millum liðini.
Bæði liðini bygdu fleiri gð
álop upp, men hóast mal-
meguleikarnir vóru nógv-
ir, eydnaðist ikki at fáa
bóltin í mál. Partvíst var
hetta orsakað av góðum
málmannsleiki, Páll Guð-
laugsson í GÍ-málinum
royndist GÍ avbera góður
hendan dystin, — partvíst
av tveimum, ið dugdu at
sparka bóltin fram á
vellin, og partvíst av
at framherjarnir hjá
báðum liðunum vóru
heldur óhepnir hendan
dystin.
Leikurin skifti úr einum
máli í annað, og flestu
væntaðu, at sama leik-
gongdin kundi ikki halda
fram, uttan at annað av
liðunum fekk bóltin í netið
hjá mótsteðumonnunum.
Men hetta hendi ikki og
hetta sá út til at øsa fleiri
av leikarunum, ið gjørdust
heitari og heitari.
Óregluligar | hendingar
— sambært fótbóltslógini
— vóru alt fleiri og fleiri at
síggja, og tá dómarin, ið
dømdi alt ov lint, ikki
gjørdi tekin til at nýta
myndugleiak sín og geva
eikarunum tey gulu kort-
ini — tað vóru ikki so heilt
fáar ávaringar, ið áttu at
verið givnar í hesum dysti
— og teir høvdu uppiborið,
harðnaði spælið meira og
meira. Leikarar tóku í
hvenn annan á vellinum,
grýttu sand og eyr eftir
hverjum eðrum alt, uttan
at dómarin lætst um vón,
og móti endanum av dyst-
inum vóru atfinningarnar
frå einstøkum leikarum
móti dómaranum vorðnar
so harðmæltar, at tað er
óskiljandi, at dómarin —
uttan at gera nakað við
tað — lat tamarhaldið —
leiðsluna — av dystinum
gleppa sær av hondum.
Móti endanum av dyst-
inum gjerdist alt meira og
meira greitt, at úrslitið fór
at vera 0—0, javnleikur og
hetta var eftir leikgongd-
ini eisini rættvísast;
kanska ikki 0—0, tá hugs-
að verður um teir mongu
málmeguleikarnir, = men
javnleikur við 2—3 málum
til hvert liðið.
Tíðin leið. 45 minuttir
vóru farnir av seinra hálv-
leiki, men dómarin bríks-
laði ikki, so roknað var
við, at hann hevði lagt tíð
afturat vanligu leiktíðini
orsakað av drálan í sam-
bandi við frísperk, útskift-
ingar 0. a.
Ein minuttur fór. Tveir
minuttir fóru. Tríggir min-
uttir fóru, men enn var
dysturin ikki bríkslaður
liðugur, og tá leikt var
umleið fimm minuttir
longri enn vanligu leiktíð-
ina, hendi tað, ið ikki var
væntað longur. Annað
liðið, TB fekk mál.
Dómarin demdi beint
uttan fyri høgra brotsteig-
arhornið hjá GÍ fríspark
til TB. Fríði Jensen varð
settur at skjóta. Skot han-
sara, ið ikki var av teim
harðastu, kom eftir jerð
móti málinum og har stóð
ein av tvíburðabreðrunum
hjá TB. Hesin lat bóltin
fara millum beinini á sær,
soleiðis at Páll Guðlaug-
sson ikki sá hann, fyrr enn
hann rullaði fram við
honum og í netið.
Orsakað av, at so langt
var liðið út um vanligu
leiktíðina, mótmælti GÍ
leikararnir og -venjari sjál-
vandi móti hesum máli, og
gjørdist ruduleikin sterri
enn neyðugt, tá
blaðmaðurin hjá Sosi-
alinum í roynd at fáa
1. deild:
HB 10
GI 10
TB 10
iF 10
B68 10
Kl 10
VB 10
B36 10
N NØ DO
N
2. deild:
SÍ 10
LÍF 10
Fram 10
MB 10
NSÍ 10
EB 10
Royn 10
TB 10
3. deild:
Skála 10
HB 10
SÍF 9
B71 10
B68 10
Sumba 10
B36 10
VB 9
ONN LE on OM SO
ON N-
> 00 OCT
Ni
B
mynd av mótmælinum var
meira ella minni inndrigin
í hetta mótmæli.
Aftan á stuttan steðg
var leikurin uppafturtikin,
men ikki eydnaðist GÍ í ta
stuttu letu, ið leikt var
aftrat, at javna, og vunnu
tverámenn sostatt dystin
við einum máli móti
ongum. Ein sigur, ið
kanska ikki var rættvísur,
tá hugsað verður um leik-
gongd og leikdygt í dyst-
inum.
Spell at dysturin, ið var
sera spennandi og undir-
haldandi, skuldu fáa tílík-
an enda. Einahelst, tí
dómarin frá byrjan av var
ov linur í døming síni og tí
misti tamarhaldið á dyst-
inum.
Eisini spell, at dómarin
av einhverjari orsek legið
so nógva tíð aftur at van-
ligu leiktíðini og at avger-
andi málið skuldu vera
skotið júst í hesi »yvir-
tíð<, men enn eru ikki allar
súðir syftar. Aftan á
dystin frættist, at GI
væntandi før at senda
klagu til kappingarnevnd
FSF's um longdu leik-
tíðina, ið teir hildu vera
óneyðuga langa.
J.K.
Gl
=
-
jet = þa þa jod
lær]
5-10 ONNN
oo on
= OO EÐ
<>
DO
av ao OND ÁN Á
TIMB
»VESTMANNA
URHANDIL
PANSERKRYDSEREN
POTEMKIN
Eisensteins berømte
mesterværk
i ny synkroniseret ud-
gave.
Fantastisk spændende.
Forbudt for børn
Ekstra: Tjekhofs groteske farce BÆSTET
Billetsølan byrjar kl. 18.
Bilegging kl. 18,30 å tlf. 12852.
BURT LANCASTER ANTHONY QUALF INGRID THULIN — IRENE PAPAS = LAURENT TERDIEFF
som MOSES
som MIRIAM
som TIPPORAM som MERNEFTA
MED DE
10 BUD I HÅNDEN
REJSTE HAN
SIT FOLK
OG KNUSTE
ET IMPERIE
ANTHONY OUAYLE = INGROTHUUN RENE PAPAS LAURENT TERTEF+
ANTHONY BURGESS
GJANFRANCO DE BOSK
VITTORIO BONKE í
GANFRANCD DE BOSID
ENNIO MORRICONE — …
— VINCENZO í ABELL 2
XN SELTZER
T.O. 12
Í Vestmanna Telefon 24170 — I