Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-08-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. august 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SNARHJÁLP 11905 — svarar alt samdegrið Vit gera allar umvælingar í samband við uppsteðgan. Vit sleipa og dyrka lås upp. Eykalutir til flest øll bilmerki. Gisli Rasmussen Aut. mek., telefon 11905 Klippið út ! Skrivstovufólk Vit søkja eftir einum búnum skrivstovufólki til deild okkara á Eiði. Talan er um hálvdags arbeiði og at byrja 1. oktober 1981. Skrivlig umsókn at senda til Foroya Sparikassa, Tórshavn. FØROYA SPARIKASSA - fólksins peningastovn Broyting í ferðaætlanini hjá Bygdaleiðum á Sandoynni galdandi frá 17. august 1981 til vetrarferðaætlanin kemur í gildi. Leið 601 er broytt soleiðis: mánadag-fríggjadag: túrurin 7.05 úr Dali verður koyrdur til Meginskúlan, og túrurin 14.20 av Sandi verður koyrdur frá Meginskúlanum. Leið 602 er óbroytt Leið 603 verður broytt soleiðis: månadag-friggjadag: av Sandi 7.00 og hendan túrin til Meginskúlan, seinna túrin frá Meginskúlanum mánadag-mikudag 14.25 og hósdag-fríggjadag 13.30. Leið 604 verður broytt soleiðis: friggjådag av Sandi 15.35 og 20.05. Leið 605 er óbroytt. Bygdaleiðir Landssjúkrahúsið 3800 Tórshavn sekir avloysara fyri narkosusjúkra- systir í 5 mánaðir frá 1. oktober 1981 til 28. februar 1982. Serútbúgving sum narkosusjúkra- systir krevst. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til fyristødukvinn- una fyri sjúkrargktini. Ávaring og leiðbeining til teirra, ið fara at sláa náta Nátasjúkan er enn víða hvar í Feroyum. Seinastu 10 árini hava verið tilsamans 21 skrásettir tilburðir av smittaðum fólki. Nátasjúkan er ein hættislig sjúka, og tí er best at vera fyrivarin og royna at verja seg fyri smittu so frægt tað ber til. Eins og árini frammanundan verða fólki løgd hesi ráð: 1) Teir, ið sláa náta, eiga at vera í olju- klæðum og at tváa tey og øll klædnapløgg, teir hava verið i, væl, tå ið veidan er av. 2) Ungar, ið eru rak og ússaligir, eiga ikki at verða tiknir. Eingin kann kortini líta á, at fuglur, sum tykist vera heilt frískur, ikki smittar. 3) Umráðandi er at tváa hendurnar væl undir veiðuni og aftaná, áðrenn farið verður at fáa sær, festa sær í o.s.fr. Best er at skola hendurnar í kloraminvatni, ið fæst við at loysa upp 5 kloramintablettir ella eina súpu- skeið av kloraminpulvuri fyri hvønn litur av vatni (tablettir og pulvur fæst á apotek- inum). Tað hendir ikki so sjáldan, at gløs við tab- lettum reka á land í mølini, og børn verða funnin við tablettum í munninum. Kloramin er eiturevni, man vanliga ger tað ikki skaða. Tó hava bern verið í lívsvanda, sum bert hava etið eina tablett. — Menn verða tí inni- liga bidnir um ikki at blaka fyri borð gles við loki á ella proppi í. Vilja tit forkoma tí, sum eftir er í glasinum, so ansið eftir, at glasið sekkur. 4) Í 1930-árunum vóru 7 ferðir so nógv konu- fólk sum mannfólk, ið fingu sjúkuna, og av teimum, sum vóru við barr, doyðu 80%. Tí verður mælt frá, at konufólk — og tá serliga tey, sum eru við barn — fáast við nátungar, fyrr enn teir eru saltaðir. Arbeiðið við fuglunum eigur at fara fram í neystum ella eðrum húsum burturi frá sethúsum. 5) Alt, ið vit enn vita um smittuna, bendir á, at ungarnir eiga altíð at verða skoldaðir og ikki royttir. 6) Fjarðar o.t. eigur helst at verða grivið niður ella brent. Nógvar klagur hava verið seinastu árini, tí menn lata fjarðarnar liggja og rekast við lendingarnar. 7) Heldur nakar seg hava fingið sjúkuna, ið vanliga byrjar 4—14 dagar eftir smittuna, verða tey biðin um beinanvegin at venda sær til lækna. Tí góð hjálp er í flestu forum í onkrum — tetrasyklinevni. Men hesir heilivágir kunnu svíkja, so vit eiga ikki bara at líta á teir, men eisini royna sum frægast at verja okkum fyri smittu. Landslæknin SOSIALURIN EST