Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. august 2002síða 19

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 156 - 17. august 2002 Nr. 156 - 17. august 2002 37 90 ÁR Í dag, 17. august verður Hans Jacob Justesen, Klaks- vík, 90 ár. Dagurin verður hildin á Sjómansskúlan- um frá kl. 18.00. TILTØK FØÐINGAR Sarita Sofía Nielsen og Martin Domino hava fingið ein son. Hann var 50,5 cm. og vigaði 3455 gr. 4. august fingu Súsanna Køtlum og Darlington Akpotene, Keypmannahavn, ein son. Hann var 53 cm. og vigaði 3450 gr. 6. august fingu Heidi og Bog Næs, Hvalba, eina dóttur. Hon var 55 cm. og vigaði 3950 gr. 7. august fingu Leigh og Jan Hjaltalin, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm. og vigaði 3900 gr. 7. august fingu Poula úr Gørðum og Alexander Jespersen, Skopun, ein son. Hann var 52 cm. og vigaði 3555 gr. 9. august fingu Maria Bovbjerg og Fróði Hansen, Tórs- havn, ein son. Hann var 53 cm. og vigaði 3600 gr. 10. august fingu Súsanna Sondum og Oddur F. Rasm- ussen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. og vigaði 4720 gr. 10. august fingu Sonja og Allan Norðgerð, Leirvík, ein son. Hann var 54 cm. og vigaði 3750 gr. 11. august fingu Anita í Dali og Sigmund Sørensen, Tórs- havn, eina dóttur. Hon var 53 cm. og vigaði 3725 gr. 11. august fingu Anna og Joen David Norðoy, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. og vigaði 3800 gr. 13. august fingu Annika Vilhelm og Tummas Andreassen, Kunoy, eina dóttur. Hon var 53 cm. og vigaði 3200 gr. 13. august fingu Sólvá Eystberg og Geir Wardum, Klaks- vík, ein son. Hann var 61 cm. og vigaði 4900 gr. 14. august fingu Aslaug Jensen og Rúni Poulsen, Tórs- havn, eina dóttur. Hon var 49 cm. og vigaði 2900 gr. 14. august fingu Inna Sigvardsen og Petur Elias Petersen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. og vigaði 3800 gr. Gudstænastur 12. sunnud. e. trinitatis Havnar kirkja: Sonja Klein Vesturkirkjan: kl. 11, Heri Joensen Kvívík: kl. 12, altar.g, Marjun Bæk Haldarsvík: kl. 11 altarg., Povl Bendix Knudsen Gjógv: kl. 12 messa, Emil Olsen Norðskála: kl. 17 altarg., Peter O. K. Olofson, kirkjukaffi aftaná Fríðrikskirkjan: kl. 11, Martin R. Jacobsen Elduvík: kl. 12, altarg., Hellurnar: kl. 17, altarg., Uni Næs Svínoy: kl. 12 altarg., Elsa Funding Sandavágur: kl. 11 altarg., David Johannesen Skopun: kl. 12, altarg., Jákup R. Hansen Hvalba: kl. 12.30 Ólavur Rasmussen Sandvík: kl. 14 Ólavur Rasmussen Fámjin: kl. 12 altarg., talvan gongur fyri sjómans- missiónina Øravík: kl. 17 altarg., Jónsvein Bech Vágur: kl. 11 altarg., Marianne Telling Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Mor- gunmøti, kl. 18 Evangelisku fundirnir sunnukvøldið byrja aftur. Sunnudagsskúlin byrjar 25. august. Frelsunarherurin, Tórshavn Sunnudagin kl. 11 Møti, Palli Petersen talar. Kl. 18 Møti, Niels Edvard Olsen talar. Øll eru vælkomin. Katólska Kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Messa í Kerit. Leygardag kl. 11.30 Messa í Kerit. Sunnudagin kl. 11 Hámessa og barnadópur v/ Jacques Adams í Mariukirkjuni. Aftaná verður kirkjukaffi. Kirkju- og Missiónshúsið á Argjum Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli og Juniormøti. Meinigheitshúsið Sunnukvøldið kl. 18 Møti við Snorra Brend. Ebenezer Sunnudagin kl. 10 Breyð- bróting, kl. 18 Evangeliskt møti, kl. 21 Útimøti. Mikukvøldið kl. 20 Bønar- og uppbyggingarmøti. Heimasíðan: www.ebenezer.fo Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17 Landsbøn. Í morgin kl. 11 Morgunmøti v/ Jastrid og Paula Høj, kl. 18 Kvøldmøti við Regin við Skipá. Mánakv. kl. 20 Bønarskúlin. Møtiskráin hjá Filadelfia sæst á heimasíðu okkara: www.filadelfia.fo Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13 Sunnudagssskúli, kl. 17 Møti. Konfirmatión í Havnar kirkju Heystkonfirmatiónirnar 2002 verða 6. oktober og 13. oktober. Konfirmantarnir skulu møta í Havnar kirkju mikudagin 21. august kl. 15.00. Markið millum Suðurstreymoyar eystara og vestara prestagjald er Tróndargøta, Varðagøta og Villingardalsvegur. Heimamissiónin hevur útimøti leygardagin í Saksun kl. 17 og í Hvalvík kl. 19. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 17.30 Bøn og lovsangur. Kl. 18 Møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 Opið hús við Anju og fleiri. Sunnudagin kl. 17 Møti við Jan og Elsebet. Bønarmøti hvørt mánakvøld kl. 20-21. Tú ert vælkomin í Kelduna www.keldan.fo Lívsins Orð Onki møti verður sunnudagin vegna legu. Samkoman Getsemane, Klaksvík Mikukvøldið kl. 20 Bønar- møti. Fríggjakvøldið kl. 20 Ung- dómsmøti. Sunnudagin kl. 18 Møti. Tú ert hjartaliga vælkomin. Soli Deo Gloria Sunnudagin kl. 18 Møti. Mánadagin kl. 20 Bønarmøti. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnukvøldið kl. 18 Møti við Johan Thomasen. Bønarmøti verður hálvan tíma áðrenn møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Vági Sunnudagin kl. 18 Møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Frelsunarherurin, Vágur Leygarkvøldið kl. 20 Útimøti við Glasstovuna á Tvøroyri um viðrar. Sunnudagin kl. 18 Evangel. møti. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 Breyðbrót- ing, kl. 18 Evangel. fundur, kl. 21 Útifundur, um viðrar. Ónsdagin kl. 20 Bønar- og uppbyggingarfundur. Felagið Tórshavn – gongutúrur Sunnudagin 18. august verður farið niðan á Slættaratind. Farið verður av Kunningar- stovuni kl. 9.30. Havið heit og góð gonguklæði og matpakka við. Túrurin er miðal tungur. Tilmelding. Eldrafelagið Nón: ÚTFERÐ Vit fara útferð til Elduvíkar sunnudagin 25. aug. Farið verður frá Sjómansheiminum í Runavík kl. 11.00. Eisini gera vit ein túr til Sands 30.8. til 1.9. Nærri boð ring 447718 ella 447242 áðrenn týsdagin 20.8. Eldrafelagið Nón Frá felagnum Pinkubarnadeyði Vit hittast 2. leygardag í hvørjum mánað í Jákupsstovu í J. Patursonargøtu 24 í Havn. Nærri fæst at vita frá Annvør Nielsen tlf. 317261 ella Sólgerð Foldbo, tlf. 422184. ANDLÁT 07. august Nicodemus Rasmussen, vanliga nevndur Demmus uppi í Gerði, av Strondum, 90 ár. 08. august Poula Sólrun Toftum, fødd Vestueið, í Vági, 60 ár. 09. august Jutina Vilhelm í Vági 81 ár. 10. august Elsebeth Malena Rasmussen, Argir, Elspelena, 76 ár. 11. august Jóhannus Jacobsen, inni í Rók, Saltnes, 92 ár. Hjalti Hjaltason, Skála, 69 ár. Jógvan Olsen, Toftir, 52 ár 12. august Palma Jensen á Tvøryri, 84 ár. 14. august Maria Jespersen, fødd Petersen, ættað úr Tórshavn, bús. Hirtshals, 77 ár 80 ÁR Sunnudagin 18. august fyllir Tolina Højgaard, Vest- manna, 80 ár. Dagurin verður hildin hjá soninum Hans Højgaard, Marinargøta 28, 188 Hoyvík frá kl. 16.00. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagin 19. august: kl. 10 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 14-18 Kortspæl, telving, bobspæl, dart og onnur spøl Tilmelding til døugrðan mikudagin tlf. 316491 Týsdagin 20. august: kl. 10-12 Vit baka kl. 10-11.30 Vit syngja, Óli Vang. Øll eru hjartaliga vælkomin. kl. 15 Smáar gerandislýsingar fyri 600 árum síðani og frameftir. Ásmundur V. Johannesen Mikudagin 21. august: kl. 10-13 Matgerð kl. 12 Døgurði kl. 15 Túrur. Sjá skránna í bløðunum Hósdagin 22. august: kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 14-17 Telduprát, Brandur Petersen Fríggjadagin 23. august: kl. 10-17 Opið hús Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 212380. Kennir tú føroying í Keypmannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórshavn tlf. 319630/61655400. Heilaskaðaráðgeving Spyr um alt innan heilaskaða. Fyri bæði heilaskadd, avvarð- andi og tey, ið arbeiða við afturvenjing. Sendið okkum eitt meyl til neozone@neozone.dk NeuroPlan, Vingetoften 18, DK 2730 Herlev Tú kanst eisini ringja til: tlf. 4484 2665 (Jón) mobil: 2443 0903 (Jón) www.neozone.dk AA-fundir í Havn Reinsaríið, Tórsgøta 5: Roykfríur fundur í morgun kl. 9-10. Fundur verður í kvøld kl. 17-18 og sunnudagin kl. 11-12. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ ACA (Adult children anonymous). Fundur fyri tilkomin, ið eru uppvaksin í alkoholiskum ella dysfunktionellum familjum er hvørt leygarkvøld kl. 20.00- 21.30 í Reinsaríinum, Tórsgøta 5, Tórshavn. Opin roykfríur fundur fyri øll áhugaði er hvønn sunnudag kl. 16.00-17.00, í Mariukirkjuni, Varðagøta 16. Náttarravnarnir í Tórshavn Tín stuðul ger mun! Blív lim- ur ella gang ein royndartúr. Ringið Carl 215570, Guðrið 220019, Hans Jákup 217818, Tone 261165, Ella 316261, Arni 222552 AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygar- kvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi hjá alkoholikarum er hvørt týs- kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu lækna- miðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19.00 og sunnudag kl. 15.00. AA-Suðuroy/Vágur AA-fundur verður í Vágs skúla hvønn leygardag kl. 19. Blái Krossur – Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur – Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losj- uni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Føroya Heimavirkisfelag Postboks 1209 - 110 Tórs- havn. Teldupostur: fhf@craft.fo Heimasíða: www.craft.fo Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband við felagið fæst við at ringja til formannin: Nigro Hermansen tlf. 314304 / fartlf. 288304. LFÚ-skrivstovan hevur opið mánadag og mikudag millum kl. 12 og 16 og týsdag kl. 16-18. LFÚ-ráðgevingin hevur opið týsdag og hósdag frá kl. 16- 18. LISA skrivstovan hjá Listafólka- sambandi Føroya í Dj. í Geils- gøtu 1 er opin allar gerandis- dagar frá kl. 9.00-12.00. Telefon: 310197. Teldupostadressa: lisa@lisa.fo – heimasíða www.lisa.fo MÁF (Meginfelag Áhugaleikara Føroya) heldur til í húsum Hans Andrias Djurhuusar undir Pisuvarða 2, Tórshavn Tlf. 315624, Faks 315924, e-mail: maf@maf.fo Heimasíða: www.maf.fo Opið er: má. og tý. kl. 10-15, mi. kl. 13-18, hó. og fr. kl. 10-15. Endamál felagsins er at stuðla áhugaleiklist og menna hesa mentunargrein í Føroyum. 16 sjónleikarafeløg eru limir í MÁF. Formaður: Hilmar Joensen, Nólsoy. Dagl. leiðari: Malan Matras Joensen. Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200. Skrivstovan er opin frá kl. 10 til 17, og hósdagar til kl. 21. Ráðgevingin er hós- kvøld eftir avtalu. Amnesty International, Føroya deild Tinghúsvegur 18, 4. hædd Tlf. 315816 Í august er skrivstovan bert opin mikudagar frá kl. 16- 18. Heimasíðan: www.amnesty.fo Teldupost: Amnesty-Amnesty.fo Føroyskir fiskimenn uttanlands tlf. 21 04 95. Felagið fyri føroyskar fiski- menn í Canada, Svøríki, Dan- mark, Íslandi og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. Giktafelag Føroya Íslandsvegur 10 C 100 Tórshavn Skrivstovan er stongd í summarfrítíðini. Opið verður aftur týsdagin 20. august 2002. Parkinsonfelagið MBF-húsið, Íslandsvegur 10C Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband fæst við felagið hjá Tórhild, e-mail: torhildm@post.olivant.fo Hildebjørg, tlf. 313897, e-mail: jwimport@post.olivant.fo Nakað av bókum eru til láns hjá felagnum. Lymfødemfelagið Box 2113, FO 165 Argir Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð. Samband fæst við felagið á tlf. 448454, Fía í Túni, ella tlf. 313424, Arnhild Johannesen. MBF – Meginfelag teirra brekaðu Skrivstovan er opin allar gerandisdagar millum kl. 09.00 og 16.00. Íslandsvegur 10C, FO-100 Tórshavn. Tlf. 317373. Fartlf. 264839. Faks: 310813. t-postur: mbf@post.olivant.fo Heimasíða: www.mbf.fo Alzheimerfelagið Tórsbyrgi 16 100 Tórshavn Heimasíða: www.alzheimer.fo t-postur: sigmo@post.olivant.fo Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband fæst við felagið á tlf. 313102. Demenslinjan er telefonráð- geving í øllum viðvíkjandi demens. Tlf. 313102 svarar týsdag kl. 18–20. TILTØK Í dag, leygardagin kl. 14.00 giftast í Saron á Viðareiði Monica Kunoy Høgnesen, Klaksvík og Timothy Sharp, USA. Móttøka verður aftaná vígsluna, har øll eru hjartaliga vælkomin. Í dag, leygardagin kl. 14.00 giftast í Viby Kirke Elin Suzann Lassen úr Havn og Bennie Gandry Andersen úr Århus. Brúdleypið verður hildið á Tranbjærg Kro, Hovedgaden 37, DK- 8310 Tranbjerg-Århus. Í dag, leygardagin kl. 15.00 giftast í Fuglafjarðar kirkju Simona Blábjørg, Fuglafjørður og Jóannes Poulsen, Lamba. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Í dag, leygardagin kl. 15.00 giftast í Dragør kirkju Randi Hansen Dall, dóttir Jenny Hansen Dall sálu, Klaksvík og Kim Beinthin, Dragør. Adr.: Stationsvej 4, tv, 2791 Dragør. Í dag, leygardagin kl. 16.00 giftast í Christianskirkjuni Hanna Vágsheyg og Birgir Ingolf Sigurðsson, bæði úr Klaksvík. Veitslan verður hildin í Skálanum kl. 19.00 fyri innbodnum. Í dag, kl. 16.00 giftast í Vesturkirkjuni Rannvá Sólheim, Saltangará og Egon Jeonsen, Sandavágur. Brúdleypsadressan er HB-húsið. Leygardagin 24. august giftast í Elim í Søldarfirði Joan Miðberg, Saltangará og Eddie Mikkelsen, Søldarfjørður. Veitslan verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða biðin at siga frá á tlf. 448695 ella 441130 innan 17. august. Leygardagin 24. august kl. 13.00 giftast í Býráðssalinum í Klaksvík Osla Jacobsen og Jan Joensen, bæði úr Klaksvík. Tey, ið vilja heilsa uppá brúðarparið eru vælkomin í húsið hjá húsmøðrunum í Bøgøtu frá kl. 18.00. Leygardagin 31. august kl. 15.00 giftast í Christianskirkjuni Maiken Sundsskarð og Leif Hjørleifsson Waag Høgnesen, bæði úr Klaksvík. Døgurði verður fyri innbodnum. Vælkoma verður á Mylnugøta 13 kl. 20.00. Leygardagin 31. august kl. 17.00 giftast Jonna í Nýggjustovu, Sørvágur og Óla Jákup Lindberg, Trongisvágur. Veitslan verður fyri innbodnum. Leygardagin 7. september kl. 16.00 giftast í Norðskála kirkju Jonna Dahl og Heðin Debes, Oyri. Veitslan verður í Eydnuni á Oyrarbakka kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 422734, 422234 ella 422220 í seinasta lagi 21. august. Leygardagin 7. september kl. 14.00 giftast í Hebron í Leirvík, Hjørdis Janusardóttir Jacobsen, Klaksvík og Holgar Johannesen, Leirvík. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 220787, 256894 ella 456594, áðrenn 27. august. BRÚDLEYP EITT LJÓS Á GØTU MÍNI »Eg komi skjótt; halt tí fast, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína«. Op.3,11. Tey eru ikki mong, sum verða fødd til at bera ein kongakrúnu. Men nú er tað ikki bara kongakrúnan, sum telur. Krúnurnar kunnu í aðramátar vera so mangar og ymiskar. Vit liva í einum samfelag, har ídni og fram- burður og tey stóru avrikini verða sett hátt. Menniskju verða mangan mett eftir, hvaqt tey kunnu avrika í arbeiði, ítrótti og øðrum. Tess størri dugnasemi og ídni tú kanst vísa, tess hægri upp kemur tú á samfelagsstig- anum. Krúnan á verkinum er ofta hægri og betri lívs- kor. »Halt tí fast, sum tú hevur..«. Tað, vit í hesum sam- bandi mega halda fast við, er tað, sum vit hava eftir, tá alt annað fer. Her verður ikki fyrst av øllum hugsa um tímiligar lutir. Ein og hvør lutur hevur jú sína tíð. Og hóast teir tímiligu lutirnir eru okkum kærkomnir og eisini neyðugir, so stendur lívi ikki í tí, sum tú eigur. Tað kemur ein løta í lívinum, tá vit skulu vera til reiðar at sleppa øllum veraldar krúnum. Men í øllum, sum broytist og fer í okkara heimi, hevur Gud givið okkum hann, sum vit trygt kunnu halda fast við bæði í lívi og deyða, Jesus Kristus. Hansara heið- urskrúna var ein tornakrúna og heiðurssæti ein krossur. Haðani ljóðar boðskapurin: uttan kross eingin krúna. Men hví leita til Jesu kross, um tú kanst vinna lívið við dugnasemi, ídni og peningi, kann vera spurt. Júst her kemur boðskapurin okkum øllum á møti. Við Jesu kross savnar Gud alla mannaættina og rættir okkum lívsins krúnu, hana sum eingin og einki kann taka frá okkum. Við sínum deyða og uppreisn hevur Jesus vunnið okkum fyrgeving syndanna og ævigt lív. Og heldur tú fast í gleðiboðskapinum um Kristus, kemur tú at uppliva, at HANN heldur fast, okkara frelsari og harri, Jesus Kristus. Inga Poulsen Dam, prestur SILVURBRÚDLEYP Mánadagin 2. sept. hava Petur og Andrea Kruse, Eiði, silvur- brúdleyp. Dagurin verður hildin í EB-húsinum leygardagin 14. sept. kl. 19.30. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 423281 ella 313842 áðrenn 1. sept. Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033 Eysturoy: Leygardagin 17. august: Kári Rasmussen, tlf. 447010 Sunnudagin 18. august: Tlf. 441490 Norðoyggjar: Læknavaktin tlf. 458888 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): tlf. 371560 Suðuroy (suður): tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 13-14. Tlf. 314544. LÆKNAVAKTIR C M Y K 37 36 HEILSANIR Góði elskaði abbi og Rannvá Hjartaliga tillukku við 75 og 30 ára føðingardøgunum. Alt gott í framtíðini. Allarbestu heilsanir Herdis og Torkil Góða Kristina og Jonna Hjartaliga tillukku við 5 og 30 ára døgunum 17. august. Heilsan babba Góða elskaða mamma og omma Lukku og gleði á tínum 90 ára degi 18. august, og takk fyri alt tú er fyri okkum. Bestu ynskir fyri framtíðina. Ynskja vit í Kovalág 3