Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-09-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. september 1981síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Salmo í Kaldbaksfirði SOSIALURIN Bíða við spenningi um laksurin verður kynsbugvin í ár — Verður hann tað ikki, so sær bjart út fyri laksaalingina Alternativ føroysk framleiðsla við lít, ein av stóru laksunum hjá Salmo í Kaldbaks- firði vigar her um 2—3 kilo. Teir báðir, Anfinnur Djurhuus og Óli Mikkelsen mugu halda fast, tí laksurin er livandi — teir eru ikki sert ernir Tað er einki at ivast í, at aling er komin fyri at verða. Hetta er ein vinnu- grein, sum fer at geva okkum arbeiðspláss og meguleikan at vinna pen- ing. Fer alingin at bera seg, so er tað í sær sjálv- vert fyri landið. Eisini t at hava tað í hug- royndir anum, at hesar sum vit gera í dag, kunnu fáa týdning fyri framtíð- ini, tá talan kann vera um at ala heilt onnur fiska- sløg. Fyrst å sjonum Soleiðis sigur nevndar- formaðurin í P/F Salmo, Oli Mikkelsen. Salmo er tann alisteðin, sum fyrst Johannesen og Anfinnur Djurhuus byrjaði at ala laks í sjón- um. Hetta var fyri trimum árum síðani, tá teir fingu nakað av íslendskum laksarognum, ið varð klækt her heima og síðani alt upp. Henda fyrsta royndin hjá Salmo, ið var tann fyrsta av sínum slag í Fer- oyum yvirhevur, (roynd > Spentir laksaalarar í Kaldbaksfirði. Frá vinstru: Óli Mikkelsen og sonurin, Leivur verður tó eisini gjørd við Air um somu tíð), prógv- aði at tað ber til at ala laks á sjónum. Orsakað av einum óhappi misti Salmo henda íslendska laksin Nú hevur Salmo so laks av norskum stovni gang andi eins og alisteðirnar í Funningsfirði og í Harald sundi Royndarár Vit hava Mikkelsen um, hvussu úr slitið hevur verið hjá teim- um. Hann sigur, at hig- artil hevur úrslitið verið gott. Hesi fyrstu árini eru royndarár og eru sum so sera avgerandi fyri, hvussu framtíðin verður við laksaaling í Feroyum Við sílunum er tað greitt, at vit kunnu ala síl og fáa góða góðsku. tosað við Ola Spennandi tíð Oli Mikkelsen sigur víðari, at júst henda tíðin, tvs. teir næstu mánaðirnir eru sera spennandi fyri fram- tíðar laksaalingina í Fer- oyum. Tann fyrsti laks- urin, teir fingu frá Fiska- aling, hevur nú gingið í gott og væl eitt ár. Tað er so við laksi, at hann verð- ur antin kynsbúgvin eftir BER einum av hyljunum Oli Mikkelsen við einum av laksunum, sum verður aldur í Kaldbaksfirði einum ella tveimum árum Fyri at fáa sum mest burturúr aling við laksi, skal hann helst ikki blíva kynsbúgvin fyrr enr eftir tveimum árum. Vanliga gýtir laksurin í oktober og november, so tíðin nærkast. Sjálvur heldur Oli ikki við gongd- ini higartil og sum steðan er nú, at laksurin verður kynsbúgvin í år. Men sjál- vandi er torfert at siga nakað við vissu enn. — Tí er greitt, at hetta er ein sera spennandi tíð fyri okkum alarar, leggur hann aftrat. 3—4 kilo-laksur Laksurin teir fingu í fjør var millum 23 og 27 gram. Tann stersti av hesum laksinum er millum 3 og 4 kilo nú, og verður tað eitt hampuliga stórt tal, sum er um tey 3 til 4 kiloini seinni í heyst, verður helst farið at drepa nakað av tí og selja tað. Oli Mikkelsen sigur víð- ari, at tað sjálvsagt ikki er nekur katastrofa, um laks- urin verður kynsbúgvin eftir einum ári. Tá ræður so bert um, at smoltiå alararnir fáa, er um tey 40 rrammini, tí so kann laks- urin gerast hampuliga sjålvt eftir bert einum ári. Hann vónar ti at teir í framtíðini fara at fáa størri smolt at ala víð- ari. 22.000 fiskar Í letuni ganga umleið 15.000 laksar og 7000 síl í teimum sjey hyljunum, ið verða brúktir í letuni. Men fiskurin veksur skjótt, og tí er neyðugt at tynna út. Teir skulu taka einar tríggjar hyljar í nýtslu í heyst aftrat. Uppá fyri- spurning um teir skulu hava nógvar hyljar aftrat næsta ár sigur Óli Mikkel- sen, at tað alt er treytað av, hvussu nógvan fisk Framhald á síðu 13 stórur Anfinnur Djurhuus, sum fóðrar fiskin fyri Salmo, er her í ferð við at taka laks uppúr