leygardagur 5. september 1981síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Framhald av síðu 12
teir fåa frå Fiskaaling.
Higartil hava teir fingið
munandi minni, enn ta
hevur verið biðið um.
Hetta er galdandi fyri
allar alararnar.
Hyljar gjørdir i
Kaldbak
Hvat viðvíkur hyljunum
so verða teir ikki innfluttir
lidnir úr Noregi eins og
aðrir hyljar. Haraftur-
ímóti innflyta teir plast-
slangurnar úr Noregi og
gera hyljarnar lidna; í
Kaldbak. Hetta ger tað
nakað bíligari.
Hyljarnir hava víst seg
at halda væl og eru væl
egnaðir til endamálið.
Varnir
— Men Óli, hvussu metir
tú samanumtikið hetta
fyrsta royndarárið hjá
Salmo?
— Tað hevur gingið eftir
ætlan. Vit hava vilja verið
varnir og ikki útbygt
meira enn neyðugt. Tað
vísir seg, at aling á sjón-
um í Feroyum ber til. Vit
hava mált hitan í sjónum
javnan, og har vísir tað
seg, at hann sjáldan fer
niður um 3 stig. Tí eru tað
bert fáir dagar um vet-
urin, at fiskurin ikki veks-
ur. Sostatt má sigast, at
hvat hitanum i sjó-um
viðvíkur, so liggja vit
betri fyri enn norðmenn, tí
teir hava kaldari vetur enn
vit.
Alistgðin á myndini omanfyri er bygd upp o
við 14 hyljum, 7 hvørju megin eina flóti-
brugv. Hyljarnir eru 10 X 15 metrar hvør.
— Hvat viðvíkur
vekstrinum er at siga, at
hann hevur verið góður.
T.d. kann sigast, at
vit hava ein fóðurfaktor,
tá vit brúka turrfóður
sum liggur niðanfyri 2,
tvs., at til at ala eitt kilo
av fiski brúka vit minni
enn 2 kilo av fóðuri. Hjá
norðmonnum liggur hesin
faktorur millum 1,50 og
2,50, so hetta vísir eitt
gott úrslit hjá okkum.
Men vit skulu sjálvandi
ikki vera alt ov bjart-
skygdir longu, tí enn hava
vit bert lítið at byggja
hetta á. Men tað gongur
tann rætta vegin kortini,
vil eg meta.
Yvirskot og
arbeiðspláss
fiskinum
Vit spurdu nú Óla, um
hann heldur,at vit kunnu
fáa eins nógv burtur úr
alingini, sum norðmenn
hava fingið. Til hetta
sigur hann, at norðmenn
longu hava skúmað fletan
í alivinnuni. Feroyingar
eru longu fleiri ár aftan-
fyri norðmenn, men tað er
einki at ivast í, at vit her
kunnu hava eina vinnu,
sum fer at geva yvirskot
umframt fleiri avbeiðs-
pláss.
— Nú er tervur á laksa-
smolt í Feroyum. Heldur
tú, at vit eiga at innflyta
íslendskt smolt?
— Eg haldi vit eiga at
vera varnir og ansa eftir
ikki at fáa sjúkur inn í
landið. Higartil hava vit
sera lætt at hava umsjón við
* møguleiki fyri rasjonellari fóð-
ring
Hesa skipan hevur Mathiesen-Eidsvold
Værk útbygt í fleiri ár í samstarvi við .
royndar fiskaalarar. Urslit okkara nøktar
hesi krøv:
p
skjótt at reinsa og skifta nót
* tolir nógvan vind og ringan
sjógv
* skipanin kann lættliga út-
byggjast
Skipan okkara er eisini væl egnað til
smoltalistødir i
feskvatni.
Væl egnad
stødd å hyljum til hetta endamål er 5 X 5
metrar.
MATHIESEN-
EIDSVOLD VÆRK
Avd. Hurdal Treindustri -
Tlf. (02) 98 75 75 - 2090 HURDAL - NORGE
ATRESESESSRESSES FESU,
- Send mær brosjuru
Teir kryvra laksin fyri at vita um hann er kynsbúgvin.
Hjá hesum eru tekin til, at hann er kynsbúgvin, men tað
vil als ikki siga, at allir laksarnir verða tað í ár
ongar sjúkur havt við fisk-
inum, men eitt sindur av
lýs, sum er horvið, tá áar-
feri hevur verið. Men nú er
Fiskaaling við at byggja
út til smolt, so eg meti, at
tað skuldi verið nóg mikið
smolt til einar 10 til 15
alarar komandi ár, sjál-
vandi alt eftir, hvat kemur
undan.
Síggja lítið til
politikkararnar
Vit hoyra vanliga poli-
tikkararnar taka til orða,
at nú má alingin stuðlast
Hava tit merkt nógv til
stuðul frá politikarunum?
— Vit hav ikki sett
okkum í samband við
politikararnar og teir hava
heldur ikki sett seg í sam-
band við okkum.
— Hvussu metir tú
figgjarmeguleikarnar vera
hjá alarunum?
— Teir eru ikki alt og
góðir, okkara lán eru
rættiliga dýr.
— Hvat nú um lsnds-
stýrið fer at fera tann poli-
tik, at eginpeningurin, í
alisteðir skal vera lutvíst
hegur, verða tað so fleiri,
sum ikki sleppa í gongd.
— Eg haldi ikki, at
landsstýrið ella
politikararnir mugu seta
ov heg krev til eginpen-
ingin, so tað bert vera teir,
sum eiga nógvar pengar
frammanundan, sum
sleppa í gongd. Tað eigur í
fyrsta lagi at verða hugs-
að um fólk, sum hevur
kunnleika á ekinum og
áhuga.
— Nú tosaðu vit um
smolt framleiðslu. Talan
er um at byggja smolt-
steðir í Feroyum. Hvat
heldur tú um tað?
— Tað er tað einasta
rætta, men eg haldi ikki
vit eiga at byggja tær ov
stórar. Heldur flei
enn nakrar heilt stór
Ikki ov stórar
alisteðir
Vit spurdu nú Ola MIkkel-
sen, hvussu stórar alisteð-
ir vit eiga at byggja?
Til tað sigur hann, at
tær eiga ikki at vera ov
stórar, men heldur eiga vit
at brúka norska mynstrið,
har teir heldur byggja
fleiri smáar steðir. Tað
kann eisini vera vanda-
mikið við eini stórari steð,
um t.d. sjúka kemur í. So
er vandi fyri, at alt fer.
Óli sigur at enda, at tað
hevur eisini stóran týd-
ning at vit fáa í gongd
fóðurframleiðslu til aling-
ina. Henda og aðrar
vinnur, sum koma at hava
tilknýti til aling, kunnu
geva okkum fleiri arbeiðs-
pláss, og tað er vert at
hava í huganum.
Smolt
Norsk fyritøka, ið hevur ætlanir um
at fara undir framleiðslu av laksa-
smolti í Føroyum, ynskir samarbeiðs-
felagar til hetta endamål.
Vit hava drúgvar royndir
innan
framleidslu av laksasmolti.
Bill. mrk.