leygardagur 19. september 1981síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
F
g
|
SOSIALURIN
sjónarmið
Robert
Poulsen,
stjóri á
Føroya Fiska-
sølu skrivar:
Serstakliga síðani okkara
rásarúm á fjarleiðunum er
vorðið meira skert, hevur
verið tosað nógv um og
gjørt nógv við fiskaaling í
Feroyum. Serkenir meta
meguleikarnar at vera
góðar í Feroyum fyri slík-
ari vinnu og hava vit
sjálvir, ikki minst
gjøgnum tað arbeiði,
sum er gjert av felagnum
Fiskaaling, fingið góðan
kunnleika til hesa vinnu.
Felagsskapurin Havbún-
aður er eitt annað demi
um hendan áhuga.
Fiskaaling kom reiðiliga
fyri seg á okkara leiðum,
tá danir fyri umleið 30
árum síðani fóru undir at
framleiða ælabogasíl, so-
nevndan portionsfisk
t.v.s. fisk, sum i stødd
svarar til tað, sum ein per-
sónur etur og hava teir nú
í nógv ár framleitt útivið
20.000 tons pr. ár. Ein av
fyrimununum við fiska-
aling er tann, at ein er
harri yvir, hvussu stórur
fiskurin er, tá hann verður
slaktaður og harvið hevur
ein betur meguleikar fyri
at koma avtakaraynskjum
á meti. Hesin fyrimunur
kemur ógvuliga tíðiliga til
Í dag:
Altjóða
framsýningin
og ráðstevnan
um fiskaaling
sum varð hild-
in í Bretlandi
fyrr í ár
sjóndar við portiónssíl-
unum. Góðskan verður
eisini meira eins, av tí at
blóðging og kryvjing
gongur fyri seg undir kon-
troleraðum viðurskiftum
og harvið á eins hátt.
Royndir hava verið
gjerdar í útvið 10 ár fyri
at skapa keypshúg fyri
føroyskum ælabogasilum.
Steddirnar hava ligið
ímillum eini 700 g og
2.500 g. Fyrsta reaktiónin
hevur verið, a tey eru ov
stór sum portiónssíl, sum
eru 200—300 g. og at tey
hinvegin eru ov smá fyri
at kunna uppfatast sum
ein erstatningur fyri laks,
sjálvt um fiskurin í síl-
unum vegna tilsetan av
varotenum hevur laksalit,
men sílini hava hinvegin
verið mett sum verandi
ógvuliga góð.
Nú sær tað kortini út til,
at tað áhaldandi selu-
arbeiði, sum hevur verið
gjert, byrjar at bera
åvøkstur.
Tað er í letuni nóg so
stórur áhugi fyri ta stødd
og tí góðsku av sílum, sum
verða framleidd í Feroy-
um. Selumeguleikarnir
fyri síl í steddini
Síða 7
Søla av aldum fiski
Orðaskifti
um fiska-
aling og
havbúnað
700—1.700 g. sær út til at
liggja í småsølulidinum,
sum vacuumpakkaður
heilur reinsaður fiskur við
hevdi.
Steddirnar omanfyri
1.700 g. verða flakaskorn-
ar og pakkaðar í vacuum
sum heil fløk. Tad sær
eisini út til at vera nóg so
stórur keyphugur fyri
royktum fløkum burturúr
teimum stóru sílunum,
serliga í USA, og byrjar
framleiðsla av hesum í
næstum.
Viðvíkjandi laksinum so
síggja roykjaríini ein fyri-
mun í at nýta aldan laks
framum villan, vegna
javnari stedd, og við tað
at hann er eins í holdum,
og verður vanliga goldin
ein hægri prísur fyri slíka
veru.
Tá talan er um at útbyggja marknaðarfering og selu av
fiskaverum ræður fyrst og fremst um ikki at missa
mótið, men áhaldandi at arbeiða fyri at finna nýggjar
keyparar. Vit hildu hesa greinina, sum stóð í Sosialinum
fyri skjótt tveimum árum síðani, vera týðuligt demi um,
hvussu nógv í veruleikanum kann gerast, um arbeitt
verður fyri at selja eina veru (blaðm.)
Tvey kend nevn innan fiskaaling í Noregi nýttu hevi at tosa við feroyingar, sum vóru
á framsýningini. Teir royndu eisini at lesa feroyskt. Her er tað grein um aling í
Noregi. Teir báðir eru Olav Hanssen (tv.), sum er blaðstjóri á norska blaðnum »Norsk
Fiskeoppdrett« og Arne Kittelsen, sum er leiðari á eini týðandi royndarstød
Ein annar fyrimunur við
aldum fiski er, at ein
frammanundan veit,
hvussu nógv verður fram-
leiðtt. Hetta lættir í sjál
um sær um seluarbeiði í
mun til vanligan fiski-
skap, har negdirnar eru
ógvuliga svingandi.
Sostatt kann sigast, at
meguleikarnir fyri selu av
aldum laksafiski eru reiði-
liga góðir
Ein eigur í hesum sam
bandi at hava í huga, at
lond sum t.d. USA og
Canada hava ógvuliga
strangar reglur fyri sjúku
t.d. kann Danmark ikki út-
flyta síl ti Norður
og skeljadjórum
Amerika vegna tað so
má ansast ógvuliga væl
eftir, at okkara síl og
laksur verður hildin fríur
fyri slíkum selutarnandi
fyribrigdum
Tær royndir, sum hava
verið gjørdar við at ala
krækling, hava víst, at tað
ber væl til
væl til at selja slíka veru
Spurningurin er, hvat
kræklingurin kostar í
framleiðslu, og hvat hann
kann seljast fyri, við
eðrum orðum er ikki greitt
enn, um fíggjarligt steði
er fyri einari slíkari fram-
leiðslu
Tað ber eisini
Næstu ferð:
Í ískoytinum um aling næsta leygar-
dag hava vit samreðu við formannin
,
í Feroya
Krosstein.
Tormóður
Sílaveiðufelag,
Harumframt
Dahl,
Svend
skrivar
ídnaðarráðgevi
sjónarmið. Andreas Reinert leiðari
av royndarsteðini Fiskaaling greiðir
frá arbeiðinum hjá hesum felag.
Svend Krosstein, form. í Síðaveiðufelagnum her
við einum stórum laksi, sum teir hava fingið í
Kaldbaksfirði