leygardagur 19. september 1981síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Sida 11
Tað er bara at brúka hugflogið — eisini tå talan er um at góðska fiskaverur. Her síggja vit nakrar av teimum
pakningum, sum bretsk feleg leggja stóran dent á
— I Bretlandi hava
mjólkarframleiðararnir
teir somu trupulleikarnar
sum fiskaframleiðararnir.
Øll vita, at mjólk er sunn-
ur kostur, eins og tey vita,
at fiskur er sunnur. Pris-
hækkingin á mjólk gjørdi,
at eftirspurningurin kom í
vanda. Tá varð byrjað við
eini reklamukampagnu
undir heitinum „Setið
mjólk á 1. plássið<. Re-
klaman hevði eitt rætti-
liga kensluborið innihald,
sum fekk húsmóðrina at
halda, at hon gjerdi ikki
tað besta móti familju
síni, um hon ikki keypti
nokk av mjólk.
Eini onnur ráð eru at
appelera til positivar
kenslur hjá fólki. Skulu
vit brúka tað innan fiska-
framleiðsluna merkir tað,
at ein húsmóður tænir síni
familju best, tá hon gevir
teimum fisk til degurða.
Positiva psyko-
logiska uppliving
Michael Parker greiddi
eisini frá, hvussu fyritøk-
an McDonalds hevur
marknaðarfert sínar ver-
ur. Í dag eru McDonald-
matstovur í teimum flestu
vestureuropeisku londu-
num.- McDonalds selur
vanliga mest hamburgar-
ar. Í byrjanini ætlaði Mc-
Donalds bert at handla við
„ teimum yngru. Matstov-
urnar eru innrættaðar á
ein slíkan hátt, sum ung-
dómurin dámar best.
Kann ein tá venja bern og
ung til at eta hamburgar-
ar, so verður tað ein mat-
vani, sum tey fara at
halda fram við, eisini tá
tey eru vorðin vaksin.
Michael Parker greiddi
síðani frå, at fyritøkan eis-
ini hevði luttikið i markn-
aðarfering av feskum kjøti
og høsnarungum i USA.
Tað var fyri fyritøkuna
Swift. Ætlanin var at
geva brúkarunum eina
positiva psykologiska
uppliving. Við hesum í
huga framleiddi Swift fyri-
tøkan eina veru við navni-
num »smørkulu kalkun«
t.v.s., at tey løgdu smør-
kúlur i magan á kalkun-
uni. Tað er jú her ein
byrjar at skera, tá ein skal
hava kalkun til degurða.
Ein turr kalkun er ein van-
lukka. Við at hava smer í
maganum tryggjar ein
sær, at kalkunin altíð sær
sevjumikil út, tá hon skal
setast á borðið. Hetta gev-
ur húsmóðrini eina posi-
tiva psykologiska uppliv-
ing, sum Michael Parker
orðaði tað.
Fiskur
Í Týsklandi eru gjørdar
»Cafeterias sell on eye appeal« stendur á hesi talvuni í fyrilestrarsalinum i Brighton.
Fyrilestrarhaldarin vísti á, at tað liggja stórur meguleikar at selja meira fisk í mat-
stovum
nógvar kanningar viðvíkj-
andi áskoðanini hjá fólki
til fisk. Í eini kanning kom
fram, at fólk, sum oftani
keypa fisk og fólk, sum
sjáldan keypa fisk, hava
júst somu áskoðan um
eginleikarnar hjá fiski-
num.
Tá talan er um smakkin
á fiski verður hann góðtik-
in av fólki, sum oftani
eta fisk, men ikki av teim-
um, sum sjáldan eta fisk.
Hetta er rættiliga náttúr-
ligt.
Men tá talan er um lukt-
in av fiski verður hann
líka lítið góðtikin av teim-
um sum eta og teimum
sum als ikki eta fisk. Mun-
urin er sjálvandi tann, at
teimum, sum dámar at eta
fisk, hava vant seg til
luktin. Tey flestu vita, at
fiskur er týðandi fødsla,
tað eru bæði tey, sum eta
og tey, sum ikki eta fisk,
samd um. Tí kann ein ikki
brúka „týðandi og sunn
fødi« sum próvgrund und-
ir eini lýsing fyri fiski, tí
øll vita tað frammanund-
an.
Michael Parker meinti
ikki, at vit eiga at selja
fisk á sama hátt, sum vit í
dag selja Coca Cola, smer-
kúlu kalkun ella mjólk.
At enda segði Michael
Parker, at hann vónaði, at
fiskiidnaðurin fór at brúka
nakrar av arbeiðsháttu-
num hjá lysingarfyritøku-
num innan marknaðarfer-
ingina av fiski.
Sjálvur var hann ikki
forur fyri at siga nakað á-
vist um, hvat skal gerast,
tå ein vil marknadarføra
fisk. Ein er noyddur at
gera någreiniliga brúkara-
kanningar, áðrenn ein
kann leggja til rættis
munagóða marknaðarfer-
ing.
Framsýnararnir
í Brighton
Irish Sea Fisheries Board/Irish Aquaculture
Åss.
| stu fram ymisk ald fiskaslog gjord klár t bruk
aran framleidd i Island
JaMek Industri as, Noreg
Kames Fish Farming Ltd. Scotland
Framleiðir
hyljar til fiskaaling
Kingfisher Tanks Ltd. Bretland
Ráðgevandi tænasta umframt framleiðsla a
korum til fiskaaling. Ymisk elektrisk útgerð í
samband vid oxydi ring, avaringarskipan a að-
stød osfr
W & J Knox Ltd. Scotland
Framleidir net og nótir til fiskaaling. Verður m.a
brúkt til at verja hyljar móti fugli og kóp
Marine Aquaculture Ltd. Scotland
Framleiðir flótihyljar til fiskaaling
Mathiesen —Eidsvold Vaerk Avd Hurdal,
Noreg
Framleiðir flótibrýr til alistoðir
McConnell Salmon, Scotland
Alistød sum framleiðir ymsar alivørur.
Mc a0pol Maling — og Lakkindustri AS,
Noreg
Norsenet Ltd. Noreg