Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-09-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. september 1981síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 SOSIALURIN Framsynararnir The Export Council of Norway Hesin stendu r karl rams Koden …… 3 Seasalter Shell- fish Ltd. Bret- land Framleiðir Saganet A/L Fiskernes Reds- skapsfabrikk. Noreg Framleiðir hvyljar Plymouth Polytechnic, Bretland Útb fiskaaling £ ig g Safi Plastic Valves, Bretland y ymsa útgerð til fiska- Norskir heiisufrødingar: Kelda: Norska bladid Fiskaren Etið meira fisk Norðmenn eta ov lítið av fiski. Neyðugt við munandi betri upplýsing og marknadarføring Í 1980 át hver norðmaður 29,9 kilo av fiski. Hetta sæst av eini kanning, sum tað almenna matveruráðið almannakunngjerdi her- fyri. Frammanundan varð mett, at nýtslan fór at vera væl sterri, men tað tykist ganga heldur strilt- ið at fáa norðmenn at eta nóg mikið av fiski. Mat- veruráðið hevur t.d. ásett nýtsluna til 40 kilo í 1991, men sambært kanningini fyri 1980 er tað ivasamt, um hetta kemur at halda. Meðan nýtslan av fiski ikki veksur nóg skjótt, so bendir alt á, at nýtslan av kjøti veksur so mikið skjótari. Og hetta halda serfreðingarnir vera heldur óheppið. Teir vísa á, at framleiðslan av kjeti er ikki nóg stór til eftir- spurningin, og at tað tí er neyðugt við innflutningi, meðan nóg mikið er av fiskavørum å mark- nadinum. Sterri eftir- spurningur eftir fiska- verum hevði eisini komið sjálvari fiskivinnuni til gagns, verður sagt. Fiskur betri matur Spurningurin um at eta fisk heldur enn kjet er eisini ein beinleiðis heilsu- ligur spurningur. Í eini frágreiðing, sum almenna heilsuráðið = hevur — al- mannakunngjert, verður sagt, at ynskið hjá mynd- ugleikunum um eina ekta nýtslu av fiski sum mat- veru hevur fyrst og fremst samband við fitiinnihaldið í dagliga kostinum. Hetta Tá borgarstjórin í Brighton bjóðaði vælkomin á alimessuni fyrr í ár varð eisini ein biti at fáa. Og sjálvsagt var har eisini fiskur av ellum slag. Her síggjast tveir av feroying- unum royna fiska rættirnar ger seg serliga galdandi hjá fólki, sum hava hjarta- ella æðrasjúkur, og heilsu- ráðið er ikki í iva um, at okt nýtsla av fiski vildi bett munandi um steðuna á hesum eki. Fitiinni- haldið í fiski er relativt lítið, og samansetingin av mineralum, vitaminum og proteinum er væl betri enn í kjøti, tá talan er um hesar báðar verur sum - orkukeldur hjá likamin- um, stendur í frágreiðing- ini hjá heilsuráðnum. Hví eta fólk so ikki meira fisk, verður sjál- vandi spurt. Skrivstovu- stjórin í matveruráðnum, Arne Lechen, sigur, at marknaðarferingin av fiskaverum stendur langt aftan fyri marknaðarfer- ingina av kjeti og kjøt- verum. Og í hesum liggur ein partur av svarinum. Í eini kanning, sum Marketing Link A/S hevur gjørt, sæst eisini, at tað er serliga marknadarføringin av feskum fiski, ið treingir til munandi ábetur. »Fiskarutur« Kanningin hjå Marketing Link A/S visir eisini, at brúkarin í nógvum førum als ikki hevur meguleikar at fáa fatur á feskum fiski. Eisini verður víst á, at upplýsingararbeiðið um fitiinnihaldið í fiski mót- vegis kjeti er alt og vána- ligt, og tí eru tað alt ov fá, sum vita um hendan mun. Eisini verður nevnt, at tey flestu meta fisk sum Um fólk ótu meira av fiski ístaðin fyri kjøt, so hevði hetta bøtt um heilsusteðuna hvønndagskost, medan kjøt verður mett eitt sindur hægri. Norsku myndugleik- arnir eru samdir um, at tað má gerast okkurt fyri at beta um hesi viður- skifti. Ætlanin tykist vera, at tað skal vera so lætt hjá fólki at fáa fatur á feskum fiski sum yvir- hevur gjørligt, uttan mun til um tey búgva við havið ella inni í landinum. M.a. verður tosað nógv um »fiskabilar«e og »fiska- rutur«, sum skulu koyra fiskin til plåss, hadani brukarin kann fåa fatur å vøruni so høgliga sum møguligt. Men marknadarføringin treingir til åbøtur, og tað er ivaleyst har, ið byrjast skal, siga norðmenn.