Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-10-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. oktober 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— 1 5 ø— 2 telf. 147 20. 11820 box 76, 3800 Tórshavn p/f sosialurin Útgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Árni Joensen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Til: Vinir og kenningar Frá: Olafi og Paula — SUM Á JÓLUM. Tá er vanligt, at vinir og kenningar hittast, og ikki er sjáldsamt, at gávur verða lætnar. Í so máta er hetta eitt rættuliga jólalands- stýri, vit hava fingið. Tó skal hetta skiljast soleiðis, at tefr vinir og kenn- ingar, sum vanliga hittast á jólum og lata hvør øðrum gávur, lata hesar fyri at gleða onnur, men ikki samstundis taka frá øðrum og tá serliga ikki í berum hevndarhugi og øvundsjuku. MEN SOLEIÐIS er tíverri við hesum báðum, Olafi Olsen og Paula Ellefsen. At teir lata gávurnar í bestu meining til sínar vinir og kenningar (vanliga kalla vina- og kenningapolitikkur), er einki at ivast í, men hinvegin er verri statt við teimum, sum tikið verður frá. HER HUGSAÐ VIT um seinastu gáv- una, hesir báðir vegna landsstýrið hava latið, ikki bert einum privatum skipafelagi í Føroyum, men so sanni- liga eisini útlendskum feløgum. Og gávan er frá Føroya fólki og eitur: Uttanlandsdeildin hjá Strand- ferðsluni. Eitt liðugtpakkað ferða- skipaprojekt, bygt upp av Føroya fólki. Í ODDAGREIN her í blaðnum nurtu vit herfyri við Smyrlaspurningin og funnust at, at hesin bátur, hesin stovnur, hesin tankin, soleiðis varð jarðlagdur. Fólk beind til hús o.s.fr. At tankin við hesi jarðlegging var so fúlur, sum nú er komið í ljósmálan, mundi fáur væntað. Alt tað, sum vit føroyingar hava bygt upp á siglingar- gkinum millum lond, skal nú avreið- ast. Ikki bert vetrarsiglingin, men so sanniliga eisini summarsføjlingin. Nú skal Skipafelag Føroya og tey út- lendsk feløg, sum teir eru agentar fyri, heystað av royndum strand- ferðslunnar, so leigast kann eitt luxusskip til at sigla somu rutu, sum Smyril hevur røkt. NÚ ER VENT í holuni hjá samband- inum og fólkaflokkinum. Nú er einki ófort við millumlandaskipi. Tað mátti bert ikki vera føroyskt og fyri alt í verðini ikki alment tiltak. SOSIALURIN Pauli Ellefsen, løgmadur: Besti såttmålin hig- artil vid Sovjet- samveldið Nakað soleiðis fullu orð løgmans, tå hann gjøgnum útvarpið slongdi út tíðindini og uttanumtosið, hví hann nú hevur samráðst um ein sáttmála, sum hann segði verða forderviligan fyri føroysku fólkasál- ina, tá Atli Dam var løgmadur. Nu hann sum sam- bandsløgmadur vitjar vinirnar i Moskva og fær i lag ein såttmåla, sum ber i sær at russar skulu fáa 15.000 tons meira úr føroyskum sjógvi, sýnist alt at vera í fínasta ordan. Nú er tað einki skeivt at geva kommu- nistum sterri ræsarúm í føroyskum sjogvi, heldur ikki forderviligt at veida kommunista- reyðar toskar — og i fin- asta lagi, einki um sosia- lismuforderv, kommu- nistabasillur, heidinskap og tramanskap. Agnar Nielsen kann himla, Johannes Martin Olsen kann framvegis præ- dika, men nú um herlig- heitina úr Moskva undir Paulasa veingjaskjóli. Ja ein herligur hesna- garður. Tað vóru tó tær mest fantastisku umber- ingar legmaður legði aftrat, hví hann gjerdi so og so. Eitt herligt hemskifti av sambandinum. Gud viti hvat Dimmalætting nú fer at lúgva fyri sínum trúgvu lesarum um landoddarnar. Sjón- leikarkynstrið er ikki sum verst at eiga. Og nú er brúk fyri tí. Tað skiltist á ellum bregdum at Pauli Ellefsen vildi leggja sær allan heiðurin til fyri tað >góða úrslit< og samstundis trýsta landsstýrismannin í fiskivinnumálum niður í ein krók, hóast tann veruligi sannleikin er tann øvugti. Men hóast alt, tillukku við úrslitinum. Men fast takið tykkum, etið nú tað tit hava spýð niður í Feroya fólk — væl gag- nist, hóast rákin man vera í so beiskur. Fast takið tykkum. Sanniliga Pauli Ellefsen hálovar >russara-sáttmálanum: við- merkingar er brúk fyri sterri nøgdum, serliga nú tit hava lagt okurstoll — og skatt á meiniga mannin og samstundis vart tey ríku móti at fáa skatta- hækking. Tað er vorðið sum, men ikki at samvitskan rerist, ikki at teir eiga evnini at rodna. Heldur ikki nú hjálpin má koma úr sjálvum Kreml. Hvat man Wurmbrandt nú siga? Hvussu við at traðka omaná neyðar- dýrunum í fangatyppun- um. Men alt tað fer Johs. Martin væl at fortelja okkum — ella Agnar. J. Lindenskov Men nú tegir Dimmalætting Síðani eg fekk aldur til at velja í 1950, havi eg valt Javnaðarflokkin, men til seinasta løgtingsval 1980, lat eg meg yvirtala at velja Sambandsflokkin, og vil eg her siga frå, hvi eg gjørdi tad. Soleiðis sum gongdin var í fiskiveiðimeguleik- um okkara í sjeytiárunum, har fiskimenn vórðu riknir burtur av teim gomlu leið- unum og ferdi til, at tá- verandi landsstýri við Javnaðarflokkinum á odda, gjerdi fiskiveiðu- sáttmála við Rusland, og eg var, satt at siga, eitt sindur ræddur fyri, at før- oyingar gjerdu sáttmálar við eitt kommunistiskt land. Men tá eg so hoyrdi sambandsmenn og las Dimmalætting, sum alla tíðina vísti á vandan í hesum, og helst tá ið eg hoyrdi formannin í Sam- bandsflokkinum, Paula Ellefsen, sum eg hevði eitt sindur av tiltrúgv til, altíð ávara ímóti at gera fiski- veiðiavtalur við Rusland, tí hetta var eitt kommu- nistiskt land, so fór eg so smátt at ivast í, um tað var rætt. Tað, sum so fekk meg at taka eina avgjørda steðu fyri Sambandsflokk- inum, var ávirkanin av tí snilda framferdarhått- inum, sum sambands- menn ryltu uppundir val- id i 1980. Tað var nevniliga soleið- is í okkara bygd, at teir hevdu nekur ávís fólk til at ringja og persónliga tosa við okkum, hvussu ræðuligt og kommunis- tiskt tað var, at Javnaðar- flokkurin var við til at gera fiskivinnuavtalur við kommunistiska Rusland. Hetta hevði aldri hent, um Sambandsflokkurin ráddi. Eg veit, at tað vórunógv fólk við mær sum lótu seg yvirtala av hesum følsku” sambandsprofetunum og lupu frá Javnaðarflokkin- um. Orsekin til at eg skrivi hesar reglur er ser- liga tað, sum er hent her á landi, eftir at formaður Sambandsfloksins, Pauli Ellefsen, er blivin løg- maður, tí nú er sanniliga vent í holuni. Tá eg nú um dagarnar hoyrdi útvarpið siga frá, at okkara nýggi sam- bandslegmaður skuldi til Moskva at samráðast við russar, so vildi eg illa trúgva hesum. Men seinasta leygardag visti útvarpið at bera tíðindi frá okkara legmanni, sum júst var staddur í kommu- nistisku háborgini, Moskva, at hann, sam- bandslegmaðurin hevði gjørt tann besta fiski- veiðusáttmálan við kommunistarnar. Og hes- in ber í sær, at russar nú sleppa at veiða fleiri túsund tons meira hjá okkum enn framman- undan, av tí fiski, sum fyri okkara fiskimenn núhevur umleið sama seluvirði sum toskur. Tá so útvarpið hevði samreðu við legmann, so mól hann sum hundur um heitan greyt, og lat okkum fáa ein slutur fyri ein slat- ur sum altíð. Jú sanniliga var tað gott, at ein slíkur svíkjari kom í ljósið, tí nú stendur hann nakin, men eg lati meg ikki lumpa fleiri ferðir. Annars vil eg skoyra uppí, at ongantíð í Føroya segu hevur so nógv kommunistisk ávirkan verið í Føroyum, sum nú tað seinasta hálva árið. Meginpartin av árinum hevur eitt russiskt risa- skip ligið á reduni í Havn og eygleitt skipaferðsluni til og av Havnini. Í summ- ar var stórsligin kommu- nistisk vitjar av dansi-og sjónleikarabólki úr Mur- mansk og herfyri vitjaði eitt ståsiliga kommunis: tiskt skúlaskip í Havn. Og sanniliga hava okkara egnu landsmenn gjert hópferð til Ruslands, um- framt tey mongu kommu- nistisku herskipini, sum leingi hava ligið upp á lúr í foroyskum sjógvi, og so nú sjálvur løgmadur, sum hálsfevnist við kommu- nistarnar. So ikki kann sigast annað, enn at vit eru fluttir eitt rættiligt lop eysturyvir síðani Sam- bandsflokkurin fekk løg- mannin, og verður hetta gongdin undir sambands- leiðsluni, so verða vit gloyptir av kommunis- muni, áðrenn nakar var- nast, men nú tegir Dimmalætting, og tað av góðum grundum. Ein vónsvikin Sovandi Sanferðslunevnd Síðan Skopunar havn varð stongd, er ferðasambandið higar til oynna av góðum grundum versnað frá dag til dag og verður sjálvandi verri alt sum líður út á árið. Men um nakað skil var á teim ráðandi norðuri í Havn nýttist ikki so at verið. Vit hava jú eina sam- ferdslunevnd ið saman við landsstýrinum fyri dýran pening og mikið undirskot leigar ein helikoptara Ærá donsku rkmannafyf ek uni A.P. Meller/Í hesi høgravendu vargøld Framhald å sidu Sr