Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-10-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. oktober 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Norðmenn leggja stóran dent á fiskaalingina: Ætla at ala 25.000 tons av sílum og laksi í 1985 Seguiiga bakgrundin Hóast fiskaaling í handils- ligum týdningi er av rela- tivum nýggjum uppruna í Noregi, kunnu fyrstu royndir at byrja aling skrivast aftur til beint fyri 1900. Ávirkanin kom uttanífrá, og serliga vóru tað danir og týskarar, sum vístu á leiðina. Aftaná ár 1900 var framvegis áhugi fyri aling og fleiri nýggir hættir at ala uppá komu fram. Tann vanliga alisteðin í 1950- unum var tað ein nevndi kombineraðar steðir, har ell framleiðslan av smolt til lidnan matfisk fór fram. Hesar steðir fingu vatn frå áum ella åarløkum. Tær vórðu bygdar sum jerðbrunnar, oftani klædd- ar innan við jarnklossum, trætilfari ella sum betong- hyljar. , Fleiri alistaðir ynsktu heldur at nýta sjógv. Sjógvurin varð pumpaður upp í hyljarnar. Sum kent veksur ælabogasíl betri í sjógvi enn í feskvatni. Ut á sjogv Sum tíðin leið gjørdist meira vanligt at leggja ali- steðirnar á sjónum, í byrjanini var mest gjørt av at steingja sjógvar ella sund báðumegir.. Seinni kom útvikling- urin so at ganga tann vegin, at brúktir vóru hyljar, sum liggja í sjónum, har hver hylur er umleið 500 m' til støddar. Ílegurnar í bygging av hesum seinnu alistød- unum vóru minni í mun til framleiðsluorkuna sam- — aldu 7000 tons í 1980 mett við steðir á landi bygdar úr betong ella eðrum tilfari. Tekniski útviklingurin tey seinnu árini við ali- steðum, streymsetarum, eftirlitsskipanum, fóður- tólum stavar frá teirri stóri menning sum fiska- aling hevur verið fyri tev seinastu 10 til 12 árini. Ein kombinatión har tað ikki hevði verið miðjað móti tekniskum ábótum í sterri ídnaðarligum máti saman við eini vinnu sum við tíðini gjerdist kappingarfer og lenandi — gjerdi, at fleiri felag ynsktu at koma inn á henda nýggja marknaðin. At hesin útviklingurin hevur stóran áhuga í Noregi varð m.a. víst á á stinastu framsýningini um aling sum varð hildin í Trondheimi í august í ár. Talið á alistødum Við tí útviklinginum, sum her er víst á innan fiska- aling í Noregi, skilur ein væl, at áhugin fyri fiska- aling er vaksin nógv sein- astu árini. Frá 45 alistød- um við eini regluligari framleiðslu og úr 150 til 200 minni steðum við óregluligari framleiðslu í 1966 hendir ein minni vekstur í talinum av ali- steðum til í 1970. Higartil hevði taian mest verið um aling av ælabogasílum. Í 1971 vóru tað bert fimm steðir, sum framleiddu laks. Men í 1970-unum vaks áhugin fyri fiskaaling steðugt, serliga í seinastu helvt á 70-unum. Í 1975 vóru soleiðis 45 alisteðir, sum aldu laks og 120, sum aldu Norska royndarsteðin á sjónum í Avergj ælabogasil. Nakrar av støåunum hevdu bæði framleiðslu av laksi og ælabogasílum. Ikki fleiri loyvi til aling Árini aftaná 1975 steðgaði veksturin á alistødum til ælabogasíl, meðan útvik- lingurin innan laksaaling vaks stødugt. Á heysti 1977 varð settur steðgur fyri at geva nýggjum alarum loyvi at fara í gongd. Tá vóru 115 alisteðir til aling av laksi. Steðgurin at geva loyvi (konsessión) vardi til juli 1981. At fiskaaling í Noregi í dag hevur ovurhonds stóran áhuga sást íkki minst tá steðgurin varð settur. Tá komu meira enn 800 umsóknir inn um at sleppa í gongd við at ala. Framleiðslan av laksi og ælabogasílum er í tíðar- skeiðnum frá 1971 til 1980, vaksin úr 100 tons- um av laksi til 4000 tons í 1980 og av ælabogasílum úr 400 tonsum til 3000 tons. Prognosurnar næstu Sosialurin hevur biðið tveir norðmenn við kunn- leika til aling í Noregi um at skriva okkum nakað um menningina innan fiskaaling í Noregi. Teir báðir eru Nils Torsvik, sum gongur á lærda há- skúlanum í fiskivinnu í Tromse og sum nú ger serliga uppgávu innan fiskaaling í Noregi. Hin er Tormod Venvik, ið er lærari á hesum sama skúla og samstundis er skrivari í »Blåskejlludvalget«, sum arbeiðir undir »Fiskeridirektoretet«. Henda nevnd arbeiðir við selu og marknaðarfering av kræklingi. Tað er Nils, sum hevur skrivað allan partin um aling av laksi og sílum, meðan Tormod skrivar um skeljadjóraalingina. árini vilja vera við, at norðmenn í 1985 fara at framleiða 25.000 tons av laksi og ælabogasílum. Framleiðslan av smolt og smáfiski Tað hevur verið ein trupulleiki hjá laksafram- leiðsluni, at ov lítið av laksasmolt hevur verið framleitt. Tíðliga í 1970-unum vóru tað relativt fáir fram- leiðarar av smolt og små- silum — sum arbeiddu vid ti fyri eyga at framleida sjóbúnan fisk. Framleiðslan av smolt fór fram í stóran mun á teimum privatu alisteðun- um, sum fingu stuðul og hjálp frá lokalum frítíðar- fiskifeløgum, sum jú høvdu besta kunnleika viðvíkjandi rognum o.t. Men framleiðslan tá var ov lítil og ynski vóru frammi um at byggja hana út. Í Noregi skal ein eisini hava loyvi at fara undir framleiðslu av smolt eins og tað er galdandi fyri aling av laksi og ælaboga- sílum. Men lógin um loyvi til at fara í gongd við + SOSIALURIN Eisini skeljadjóraalingin er í vøkstri. Hesin kræxling- urin er 18 mánaðar gamal smoltframleiðslu = verður mett meira sum ein skrá- seting — í mun til loyvini til at ala laks og æla- bogasíl, sum verða mett at vera meira restriktiv. Loyvini til smoltsteðir verða givin um persónurin fylgir ávísum treytum, sum m.a., at alisteðirnar eru nóg góðar, at eingin dálking er osfr. Framleiðslan av smolti og eðrum fiski til at seta út var í 1980: 3,8 mill. laksar og 4,2 mill. æla- bogasíl. Umleið 6 mill. laksar verða settir út í ár. Prísurin á smolti úr 20 grammum upp í 50 gram liggur millum 12 og 15 norskar krónur tá tað er latið til stødirnar. Í 1980—81 hevdu steðir, sum ala smolt, eina samlaða orku uppá millum 15 og 20 mill. fiskar. Í dag er gongdin tann, at flestu alarar keypa smolt ístaðin fyri at framleiða hetta sjálvir. Skipan av vinnuni Tað eru fleiri orsekir til, at verulig skipan av vinnuni ikki fekk fot fyri seg fyrr enn í byrjanini av 1970- unum. Tá vóru bert fáar stødir, og tær lógu spjaddar yvir eitt sera stórt umráði. Eisini tí at framleiðslan tá var rættu- liga óreglulig ár undan ári. Men fleiri orsekir vóru eisini til, at neyðugt var við betri samskipan av Royndarsteðin á landi í Sunndalsera fiskaalingini í Noregi. Tá var tað eisini sett forboð fyri at seta á stovn felag - fyri alistoðir við ælaboga- sílum, sum vóru byrjaðar í 1960-unum. Framleiðslan av sílum var tá uppi á umleið 500 tonsum um árið. Sjálvt henda lítla negd var meira enn hvat ein heilt óskip- aður marknaður kundi taka ímóti. Tí byrjaði ein økt innanhýsis kapping millum alarar at sleppa av við fiskin, nakað, sum endaði við prístrýsti og panikkselu. Norsk Ørredsom- sætning Tann almenni grunnurin »Distrikternes Udvik- linggsfond« var so smått byrjaður at fíggja ein part av alistødunum. Fyri at forða fyri teirri oyði- leggjandi kappingini millum alararnar tók hesin grunnur í 1965 stig til at seta eina nevnd av alar- arnum frá teimum trimum táverandi lokalu feløgun- um. Úrslitið av hesum varð, eitt uppskot um eitt samskipað selufelag. Hetta var grundarlagið undir fyrsta samarbeiðs- felagnum, »Norsk Ørreds- omsætninge«. Seinni varð so Norsk Fiskeoppdrætteres Fore- ning stovnað í 1970. Fyrst nú var av álvara farið undir tað arbeiði, sum skuldi tryggja alarunum á