mikudagur 7. oktober 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- im telf. 14720. 11820
s0stalurin box 76, 3800 Torshavn
Utgevari:
Fyritaks-
og bladstjøri:
Blaðmenn:
p/f sosialurin
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Árni Joensen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Prísansari í vanda?
Í KOMANDI viku hevur landsins
stórsti felagsskapur, Føroya Keyps-
samtøka við sínum 7.500 limum, sín
árliga aðalfund, og vanligt er, at hesin
fundur, eins og virksemi samtøk-
unnar alt, hevur stóran almennan
áhuga.
IKKI LØGID. Hetta er ikki bert ein
vanlig fyritøka, sum vit annars hava í
hópatali av, men ein félkarørsla, sum
er ein nátúrligur partur av samlaðu
arbeidararørsluni, so væl her heima
sum aðrastaðni.
HÓAST MIKLAN mótburð úr ymsum
ættum hevur keypssamtøkurørslan
vunnið sær rættiligt fótafesti síðani
hon byrjaði i Føroyum fyrst í fimti-
árunum. Frá teirri lítlu kjallarakram-
búðini til í dag, við sínum fimm deild-
um og einum samlaðum umsetningi
uppá 50 miljónir krónur.
MEN HÓAST peningaliga framgongd
og hóast nýggjar og stásiligar kram-
búðir við hópin av dygdargóðum
verum, hevur hetta seinasta rokn-
skaparárið samtøkunnar ikki verið
eins gott og ynskiligt var. Hetta
heldur vánaliga fíggjarúrslit, sum
verður lagt fyri aðalfundin nú ber
eisini í sær, at tær útbyggingarætlan-
ir m.a. í Klaksvík og Suðri, mugu
leggjast til viks. Spell; tí um fram-
burður skal vera, er neyðugt við
hesum útbyggingum.
SAMANUMTIKIÐ kann sigast, at
hesi heldur døpru tøl koma dátt við.
Ikki minst av teirri orsøk, at um
keypssamtøkan ikki longur kann haa
ein týðandi leiklut í vørusøluni sum
heild, verður torført hjá henni at
fremja eitt tað stórsta endamál sítt,
nevniliga sum prístálmandi tátturin í
øllum handilsvirkseminum, hon
higartil hevur megnað.
VIT VÓNA, at hetta gevur onkrum
okkurt at hugsa um,tí ein so effek-
tivan prisansara sum keypssam-
tøkuna, kunnu vit ikki vera fyriuttan.
1981 stendur:
Avreidda uttanlands-
siglingin skúladomi um
borgarligan politikk
Teir, sum hildu seg vinna við at darva og stoðga uttanlandssiglingini hjá Smyrli
verða ivaleyst í seinasta endanum teir stóru tapararnir saman við foroyska sam-
felagnum, skrivar Axel Skoubo m.a. í viðmerkingunum í dag:
Uttanlandssiglingin hjá
Smyrli er nú av á hesum
sinni, aftaná bestu
rakstrarúrslit nakrantíð,
og er hann nú lagdur fyri
teym. Men áðrenn hann
varð lagdur, kom í land
ein skari uppá 60 virkis-
fús og dugandi fólk við
koyggisekkinum á bak-
inum og uppsegnini í
reyvalummanum. Í tali
eru hesi fólk so mong
sum eitt úr hverjum húsi
í eini bygd sum Skála-
vík. Eitt er, at øll hesi
fólk verða send út í
vinnuloysi við ringum
útliti til at finna sær
annað arbeiði aftur í
bræði, annað, at tað sum
hevur eyðkent nýggja
sambandslandsstýrið, er
hugsjónarligt fátækra-
domi, tá tað snýr seg um
at skapa virkis- og
vinnumeguleikar.
Tá ein ikki tekur við
teir burturlorkaðu
meguleikarnar fyri at
nera um føroyskt vinnu-
liv og neyðuga alterna-
tiva vinnu, so er uttan-
landssiglingin eitt skúla-
dømi um, hvussu b
orgarlig hugsan mótveg-
is socialistiskari hugsan,
eirindaleyst kveistrar
burtur alt umhugsni fyri
áhugamálinum hjá
teimum mongu til frama
fyri áhugamálini hjá
nekrum fáum makt-
miklum einstaklingum.
Gongdin í málinum
um uttanlandasigling
hevur verið tugd so
oftani, og skal hon ikki
verða endurtugd her,
men bert vísast á, at
Sosialinum 26. sept.
Annars
hevur fíggjarnevndin av-
gjørt, at Perlan skal takst
nidur næsta år.
Hetta er eitt mål, sum
byrådid og ikki figgjar-
nevndin eigur at avgera.
Annars stendur skrivad
í Reglugerð um fyrisiting-
ina av kommunalu vidur-
skiftunum i Térshavnar
kommunu í $ 26, 2. petti:
Hendir tað, at ein nevnd
hugsar um at fremja
ætlanir, ið beinleiðis nerta
við arbeiðseki hjá aðrari
nevnd, verða samráðingar
at fara fram við hesa
nevnd, áðrenn ætlaninar
verða settar í verk, og
í $ 31, 3. petti: byggi- og
býarskipanarnevndin
stjórnar øllum ognum
kommununnar — tað veri
seg jarðarognir ella bygn-
hóast beiska mótsteðu
frá privatum skipafel-
øgum saman við ti borg-
arligu fylkingina, eyd-
nadist tad framskygdum
politiskum flokkum
saman við Strand-
ferðsluni at seta skjetil á
eitt nýtt og vanrekt eki
innan føroyskt vinnuliv.
Ikki nógmikið við ti, at
tað eydnaðist at seta
skjøtil á, royndin bleiv
við einum útlendskum
orði einki minni enn ein
succes. Og har aftrat
kom fram í ljósmála, at í
Feroyum eiga vit fólk,
sum hvat djarvari hugs-
an og organisatoriskum
evnum viðvíkur eru
langt frammanfyri
grannar okkara.
Í roynd og veru vóru
tað framskygdir feroy-
ingar, sum fyrstir av
ollum sóu teir perspek-
tivu meguleikar, ið eru í
ferðamanna- og farma-
sigling í Norðuratlants-
havinum og Norðsjón-
um.á
Men í Feroyum sum
aðrastaðni við eru nekur
sum byggja upp meðan
onnur bróta niður, nøkur
hugsa djarvt, samfelags-
gagnligt og hyggja fram-
eftir nýggjum, óroynd-
um meguleikum, meðan
onnur onki síggja, halda
seg og sítt vera heimsins
nalva, royna at forða eðr-
um í royndum teirra at
gera samfelagið rúmari,
liviligari og vinnuliga
fjølbroyttari. Millum hesi
seinnu eru teir, sum við
ingar — sum ikki sambært
hesi reglugerð ella ser-
stakari byråds-vidtøku eru
lagdan undir adra fyri-
siting. Og í-$ 31, 5 petti:
byggi- og býarskipanar-
nevndin sendir býráðnum
tilráðing um keyp av
fostum ognum og um selu
ella burturleigu av teim-
um ognum, sum nevndin
stjórnar. Eisini sendir hon
tilmæli viðvíkjandi umsit-
ing av ognunum.
Her skal ikki vera tikin
steða til, um Perlan skal
rívast niður ella ikki, men
vil eg bert mæla fíggjar-
nevnd Tórshavnar býráðs
til at lata Tórshavnar
býráð taka hesa avgerð,
eftir tilráðing frá byggi-
og býarskipanarnevndini.
Eliesar Arge, formaður í
byggi- og býarksipanar-
nevnd Tórshavnar býráðs
alskyns stuðli og vælvild
róku millumlandasigling
við ferðafólki, men sum
ikki sóu seg føran fyri at
halda fram. Ístaðin hava
teir og aðrir elt hvenn
annan í hugsan og sig-
lingarleiðum uttan hug-
skot um nýskapan og
øktar møguleikar. Og tá
so framskygdir politikk-
arar saman við Strand-
ferðsluni vístu á, at á
siglingarøkinum vóru
ótaldir meguleikar fyri
at bróta upp úr nýggj-
um, fóru teir í hernað
móti hesum nýggja
vinnuliga tiltaki, og við
sínum politisku vinum
og einum Skipafelags-
stjóra sum landsstýris-
manni hava teir klárað
at steðga allari skilagóð-
ari útbygging og fram-
haldandi uttanlandssig-
ling.
Grundgevingin hjá
teimum privatu skipafel-
egunum og politisku er-
indasveinum teirra var,
at teir orkaðu ikki at
kappast móti einum
ferðamannaskipi, sum
Strandfaraskip = Land-
sins skuldi reka. Men
hyggja vit eitt sindur
gjøllari at hesum borg-
arliga óttanum fyri
kapping, skilja vit, hví
lítil og ongin framburður
hevur verið seinastu
mongu árini innan ferða-
og framasigling, tí teir
sum skipa fyri eru tað,
sum onkur plagdi at
nevna, stubbateinkjarar.
Hevdu privatu skipa-
feløgini sýnt positivan
vilja til eitt samarbeiði
Verður Perlan niðurrivin
SOSIALURIN
vid-
merkingar
við Strandferðsluna um
millumlandasiglingina, tá
tað stóð teimum í boði,
vildu tey havt
meguleika til at sam-
skipa og ávirka gongd-
ina og menningina innan
ferða- og farmaflutning í
Norðuratlandshavinum
og Norðsjónum, og vit
hevdu tá eisini havt eina
rakstrareind, sum hevði
kunna vart tað vunna á
hesum leiðum og klárað
seg í kappingini við kapi-
talsterku skipafeløgini,
sum í dag síggja stórar
meguleikar í at yvirtaka
Smyrlasiglingina og
víðka hana til sterri oki
við meira hóskandi
skipum. Í dag eru tey
privatu skipafeløgini
uttan ávirkan, uttan
neyðugan kapital og
neyðugar royndir prís-
givin í einari fríari kapp-
ing móti t.d. Bergenske
og DFDS o.ø. útlendsk-
um skipafeløgum.
Teir sum hildu seg
vinna vid at darva og
steðga uttanlandasigl-
ingini hjá Smyrli verða
ivaleyst í seinasta end-
anum teir stóru taparnir .
saman við feroyska sam-
felagnum.
Hvat fólka- og sam-
bandsflokkurin = halda
seg hava vunnið, við at
leggja Smyril og forða
fyri víðari meguleikum
og framtíðarmenning
innan millumlandasigl-
ing, er helst ein torgitt
gáta, sum einans teir
sjálvir kunnu svara, um
teir yvirhevur kunna.
Tess stytri lesarabrøvini
eru — tess fleiri er pláss
fyri
Fólkaflokkurin
og solidarinosc
Fólkaflokkurin er igjøgn-
um málgagnið Dagblaðið
vorðin svorin hálovari av
fakligari organisatión og
at fakfeløg skulu hava
sterkt politiskt vald yvir
samfelagnum. Hvat er nú
hetta. Nei, dettið ikki úr
songini, tað er ikki før-
oysku fakfeløgini hann
sipar til, men fakfelags-
rørsluna »Solidarinosc« i
Pólandi. Og Dagblaðið
hevur enntá birt stóra
mynd av leiðaranum Lech
Walésa og valt hann til
»årsins mann< — ein, ið
sigur seg vera sosialist
a T