mikudagur 14. oktober 1981síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
SOSIALURIN
Tveir SU-arar
sum eru å
sosialistiskum
háskúla
Okkara frælsi og demokrati
røkkur longur enn tað borgarliga -
— Vit kunnu avgjørt ráða øðrum ungsosia-
listum at fara á ein slíkan háskúla, siga
Katrina Joensen og Marita Dalsgaard í
samrødu við Sosialin
Vit hava kanska ikki
fingið so nógv politiskt
burtur úr háskúlaskeiðn-
um, men vit hava fingið
nógv sosialt burturúr tí og
vit hava fingið nógv at
vita um organisatións-
viðurskifti, siga Katrina
og Marita.
Bæði Katrina og
Marita, sum eru virknir
SU-arar, eru í heyst á há-
skúlaskeiði á Solhavegár-
den í Espegærde, norðan
fyri Keypmannahavn. Sol-
havegárden er ein av há-
skúlunum hjá donsku ar-
beiðararrersluni og hevur
serligt knýti til DSU, Dan-
marks Socialdemokra-
tiske Ungdom.
Sjálvur háskúlin er trý
ára gamal, men Solhave-
gárden hevur virkað sum
skeiðmiðsteð í 25 ár, í
hesum mánaðinum
Háskúlaskeiðið, sum er
keypis fyri DSU-arar
rjaði ni og endar
er. Hvussu fr
næ 1garnir í stóran mu
sjálvir. Ein fest grundskrá
løgd við ávísum greinum,
men hvat innihaldið er, og
hvussu tað skal skipast,
leggja luttakararnir sjálv-
ir til rættis einaferð um
vikuna saman við skeið-
leiðarunum.
Arbeiðararerslan
er grundarlagið
Grundarlagið á háskúl-
unum er sosialdemokrat-
iska arbeiðararerslan, í
Danmark og internatio-
nalt, teir samfelagsstættir
arbeiðararrerslan leggur
dent á at arbeiða í og fyri,
tí sum arbeiðararerslan
stendur fyri og um fakfel-
agspolitikk yvirhevur.
— Men tað er avgjert
ikki soleiðis, at meiningar
verða potaðar niður í
okkum. Tað er lagt upp til,
at vit eru á skeiðnum fyri
at læra at læra. Vit koma
ikki av háskúlaskeiðnum
sum »purtisoldatar«, siga
Katrina og Marita
Ein skeiðleiðari ella
fyrilestrarhaldari sigur
ikki, at soleiðis og soleiðis
skal t.d. ØD
ØKON
miskt demokrati — ella
samfelagið skipast ella
vera.
Aftur ímóti verður lagt
upp til orðaskifti, til ana-
lysur av teimum ymisku
tættunum, um hverjar
okkara meiningar eru um
tey ymisku viðurskiftini
og hvussu vit kundu hugs-
að okkum at skipað fyri
grundað á demokratisku
sosialistisku hugsjónina.
— Kanska høvdu vit
fingið meira ítekiliga
vitan, um frálæran var
sum í einum skúla, men ta
vitanina tilognar tú tær
ikki sjálvur. Hon verður
potað niður í teg, og tú
hevur ikki gjert tær far
ella sjálvsteðugar tankar
um evnið, tú fæst við.
Liberala frísinnið
er ikki frælsi
— Av somu orsek fer nógv
av tíðini til at kjakast um
hvat sosialisma er og hvat
liggur aftanfyri t.d. hug-
takið »frælsi«.
Tey borgarligu siga
jú, at tey eru frísinnað
Men teirra liberala frælsi,
Ía frígi
ella ir1s1
i, skapar frælsi
fyri ein, meðan tað av-
car frælsi fyri ein
i kunnu taka friu
marknadarkreftirnar sum
dømi. Tær skapa frælsi
fyri tey, sum sita við kapi-
talinum, meðan tey, sum
virdisøkja hendan kapi-
talin, ikki eru fræls
menniskju.
— Tey hava ofta einki at
skula sagt so eila so, “tí í
privata vinnulívinum, og
undir teimum fríu mark-
naðarkreftunum rekkur
demokratiið stutt. Av-
gerðirnar verða ikki tiknar
á demokratiskum
grundarlagi. Tær verða
tiknar yvir hevdið á fólk-
inum, á teimum sum
starvast í vinnulívinum.
Og hædd verður ikki tikin
fyri, hvat gagnar fólkinum
og samfelagnum sum
heild.
Okkara frælsi og
demokrati rekkur
víðari
Mótvegis tí liberala fræls-
inum stendur okkara
frælsi og okkara hugsjón.
I tí dagliga eigur tað at
merkjast soleiðis, at frá
byrjan av skulu allar hurð-
ar standa opnar fyri
øllum. ØI skulu hava
javnbjóðis meguleikar
óansæð fíggjarliga stoðu.
Og í vinnulívinum
kann bert fult frælsi skap-
ast, um samfelagið er
skipað sum ein felags-
skapur, har avgerðir, sum
bæði hava við tann dag-
liga dagin at gera, og av-
gerðir sum ílegur og aðrar
dispositiónir, verða tiknar
á demokratiskum grund-
arlagi. Soleiðis vilja tær
best gagna samfelagnum
og tí eisini tí einstaka hvar
hann so býr.
Gjerdu námsferð
til EF
Men alt skeiðið á háskúl-
anum er ikki kjak. Ei held-
ur kunnu luttakararnir
velja sær alt sjálvir. Av
teimum fýra mánaðunum
er tann fyrsti og triðji
settur av til steðisvitan,
meðan annar og fjórði
mánaðin kunnu
luttakarnir velja sær evni
at arbeiða við.
Tann grundleggjandi
frálæran fevnir um arbeið-
ararersluna, søguliga,
hugsjónarliga og tær
internationalu organisati-
ónirnar, fakrersluna og
sáttmálar hennara, sam-
felag og demokrati, felags-
organisatión, audiovisu-
ellur teknikkur, frásegu-
og arbeiðshættir, verðins-
seguna eftir 1945 eins og
eina námsferð
— Hana gjerdu vit til
EF. Tað var eitt stórt upp-
livilsi. Vit vitjaðu bæði
EF-tingið í Strassbourg
og EF-ráðsbygningin í
Brysell. Her fingu vit hevi
at spyrja embætismenn
um fiskivinnupolitikk hjá
EF og Feroyum. Vit
kunnu ikki siga annað,
enn at teir dugdu at svara
fyri seg, uttan at vit fingu
nakað at vita, vísa
Katrina og Marita á."
Ráða eðrum at fara
Hinar báðar mánaðirnar
hav luttakararnir hevi at
velja sær evni. Tey fevna
vítt: íbúðarmál, umhver-
vis-, útbúgvingar-, frí-
tíðar-, vinnu-, orkumál og
teknologi. Í november
verður kommunuval hildið
í Danmark og arbeitt
verður eisini við, hvussu
eitt valstríð kann leggjast
til rættis.
Spurdar, um tær kunnu
ráða eðrum til at fara á ein
slíkan háskúla siga
Katrina og Marita:
— Tað er heilt vist. Vit
hava fingið eina grund-
leggjandi vitan og hug-
sjónarliga eru vit sterkari.
Vit hava sæð og lært,
hvussu eitt felag kann og
Framhald á síðu 12
m