Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-10-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 1981síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ER | i i Á A — SOSIALURIN Ohugnaligt kanningarúrslit: Billakkarar seta heilsuna í vaða — Annar hvor illa vard- ur móti skaðiligum evnum — Nógvir hava sjúkueyðkenni. Hava ongantíð sæð Ar- Pengaviðurskifti stórri tydning enn trygg- beiðseftirlitið. leikin Bert helvtin av teimum, sum lakka bilar í Feroyum, arbeiða undir viður- skiftum, sum Ar- beiðseftirlitið góð- kennir. Hinir anda í seg organisk upp- loysingarevni, sum eru heilsuskaðilig. Hetta vísir ein kanning, sum fýra næmingar á Sjúkrasystraskúlanum gjørdu í summar. Tær fýra, Ása Højsted, Katrin Isfeld, Olga Mag- nussen og Ása Róin, hava tosað við 65 billakkarar, ella 64% av teimum, sum hava hetta starv. Hinir vóru í summarfríi, tá kanningin bleiv gjerd. Ur- slitið av kanningini er, at einans 13 av hesum 65 brúka dygdargóða vernd móti upploysingarevn- unum. Hesir 13 brúka trýstluftsmasku. 43 brúka kolfiltursmasku, 5 dust- masku og 4 hava onki fyri andlitið, meðan teir lakka bilar. Kolfilturmaskur eru um arbeitt verður minni enn tríggjar tímar um dagin. Kanningin vísir, at 23 av teimum 43, sum brúka kolfiltursmasku, lakka bilar í meira enn tríggjar tímar um dagin. Tað vil siga, teir fylgja ikki arbeiðaraverndarlóg- ini. Teir eru ikki nóg væl vardir móti teimum skaði- ligu evnunum í lakkinum. 25 av teimum 65 lakka bilar í einum rúmi ella kabinu. Men eitt tílíkt rúm er ikki nóg góð vernd í sær sjálvum. Tann, ið lakkar, má eisini hava masku fyri at verja seg móti upploysingar- evnunum. Fleiri sjúkueyð- kenni Samanumtikið: 33 av 65 eru nóg væl vardir. Men er so tosið unt tey skaðiligu, heilsuspillandi evnini, annað enn tos? Hetta kannaðu sjúkrasystra- næmingarnir eisini. Og úr- slitið talar fyri seg: 39% av teimum, sum arbeiða yvir tríggjar tímar um dagin við kolfilturmasku, t.v.s. longur enn arbeið- góðkend vernd. Men bert, araverndarlógin loyvir, Ongi sjúkueyðkenni Eitt ella tvey Við kabinu 6 (50%) 3 (25%) Uttan kabinu = 8(26%) 15 (48%) serligum - hava tvey ella fleiri sjúku- eyðkenni. Men einans 15% av teimum, sum fylgja lógini. Heili 45% av teim- um, sum fylgja lógini um teir tríggjar tímarnar, hava ongi sjúkueyðkenni. Men bert 22% av hinum. Men, verður lagt afturat í viðmerkingunum til kanningarúrslitið, um teir, sum arbeiða minni enn tríggjar tímar, og hóast hetta hava nekur sjúku- tekin, er at siga, at teir kenna seg illa upplagdar og eru trongir, har trongd ikki er eitt eitrandi sjúku- eyðkenni. Misnegdir við eftirlitið Bæði lógir og reglugerðir eru fyri at verja teir, sum arbeiða á bilverksteð- unum, móti heilsuvanda. Men eftirlitið við, at hesar verða fylgdar, er alt ov vánaligt, fingu tær fýra at vita á ferð síni kring land- ið. Misnegdin við hetta er stór. >Vit hava ongantíð sæð Arbeiðseftirlitið her« var svarið, tær fingu. Men, tað er ikki tí, Ar- beiðseftirlitið ikki vil. Orsøkin er manningartrot. Fleiri enn tvey í alt 3 (25%) 12 8 (26%) 31 Bert hálvt triðja fólk er sett at ansa eftir, at ar- beiðaraverndarlógin verð- ur fylgd. Og, sum sjúkra- systranæmingarnir siga, tey hava nóg mikið at kanna viðurskifti á teim- um stóru arbeiðspláss- unum og góðkenna nýggj virki. Arbeiðseftirlitið noyðist tí at seta fremst til dømis flakavirkini. Tað hevur hverki tíð ella orku til so lítil arbeiðspláss sum bilverksteð. Í niðursteðini av kann- ingini verður sagt, at teir, sum lakka bilar, meira enn so vita um heilsuvandan, sum kann standast av vánaligari vernd. Men ofta stríða åhugamålini hjá arbeiðsgevara og sveinum hvert móti eðrum. Fíggjarviðurskift- ini hava ofta meira at siga fyri verksteðini enn trygg- leikin. Men hetta hevur helst samband við, at ser- liga teir kronisku skað- arnir eru nakað, ein bert hevur lisið um og heldur, at einans onnur fáa. Eisini má hugsast um, at billakk- ing ikki hevur nógv ár á baki her í landinum, endar niðursteðan av kanning- ini. 43 billakkarar av teimum 65, sum kanningin umfatar, brúka kolfiltursmasku. Av teimum arbeiða 12 í kabinu, sum ger trygdina betri. Kortini hava 6 teirra sjúkueyðkenni. Men allir 6, uttan ein, arbeiða longur enn tríggjar tímar um dagin. Ongi sjúkueyðkenni Eitt ella tvey Undir3tímar = 45% 40% Yvir 3 tímar 22% 39% Fleiri enn tvey 15% 39% Her sæst væl, hvussi úrslitið blívur, tá markið, tríggir tímar, ikki verður hildið. Monica och Mor- gonstjárnan farin á ferð Barnabókin | >Monica oca Morgonstjårnan«, sum Ebba Hentze hevur skrivað, skal nú eisini lesast upp í finska útvarpinum. Finska útvarpið hevur vent sær til rit- hevundan, og spurt, um tað kann fáa loyvi at lesa seguna upp í seks pørtum í desem- ber mánað, er okkum upplýst. Fyri stuttum spurdi svenska útvarpið um tað sama. Í svenska út- varpinum skal segan um Moniku og Mor- gunstjørnuna lesast i november. Barnabókin er higar- til bert komin út á svenskum, men kemur í heyst og í vetur á donskum og foroyskum. Timburhandil har elverkið var SEV hevur selt ogn sína, eitt 650 m* stórt grundstykki og ein el- verksbygning, á Sandi. Bygdarráðið hevur keypt hana fyri 70.000 kr. Bygdarådsfor- maðurin á Sandi, Jákup Birgir Mohr, upplýsir, at ætlanin er at útleiga ognina. Sam- ráðingar eru í letuni við Havnar Timburhandil um leigumál og miðað verður móti at tað skal koma í lag i. november. Tad eru nå nøkur år sidani, at motorarnir å elverkinum á Sandi vórðu steðgaðir. Sand- oyggin fær streym úr Vestmanna. Ætlanin er at leggja eina linju afturat úr Vestmanna yvir Hest í Sandoynna. Í samband við keypið átók bygdarráð- ið sær at útvega SEV eitt annað eki í oynni. Jákup Birgir Mohr sigur, at hetta er eyd- nast. Bygdarráðið hevur keypt eitt 1000 m” stórt eki frá priv- atfólki í Skopunar kommunu, norðanfyri Hálsavetnini. A —8——IiI"/I—— "aj Framhald av síðu Í sáttmála, var samgongu- fundur í Tinganesi, hvar ein maður kom og bresti hurðina aftur i fundarhøl- inum og stóð uttanfyri og bannaði um nakrar mot- orar, sum keypast skuldu. Hesin maður var Óli Breckmann. Sagt verður, at ætlanin er at niðurleggja Starvs- mannafelagið. Aftur kemur — ynskidreymurin fram um av øllum alvi at knasa ein felagsskap, ið roynir at vinna limunum tær bestu sømdir, eins og at fåa skipad vidurskifti millum felag og arbeiðs- gevara. At vit eru á rettu leið, ber besta prógvið tann umtala, hetta felag fær í Dagblaðnum. Vit kenna ongar ætlanir um stovnan av nekrum nýggjum felagi, og Dag- blaðið er ikki tað rætta forumið til at taka eina slíka avgerð. Fert verður eisini fram, at limir eru ónegdir við limagjaldið, sum er 2% av bruttolønini. A hverjum årsadalfundi verður limagjaldið ásett, og er tað limirnir, ið gera hetta. Óli fær tvær ferðir starvsmannalen Endamálið við hesi grein kann sostatt bert vera eittans: At skapa esing við at ganga uttanum veruleikan og ikki seta seg inn í viðurskiftini. Men hver er hesin maður, sum ferir ein slík- an penn? Jú, hesin sami Oli Breckmann fær eftir einum donskum sáttmála 2 íerðir ta løn, ið eitt starvsfólk fær. Alt við at fotokopiera ein danskan sáttmála. Og hver betalir hesa len- ina? Jú, tann feroyski landskassin. Her kemur einki tjóð- skaparsinni fram, tá tað er um egin viðurskifti, og her er heldur ikki talan um at mergsúgva tann feroyska landskassan, tá ein sjálv- ur krevur danska len fyri at arbeiða í sínum egna landi. At enda skal bert verða viðmerkt, at eg ikki ætli mær út í nakað blaðtjak við Óla Breckmann um viðurskifti viðvíkjandi Starvsmannafelagnum, tá hesin felagsskapur hevur onnur forum til hetta endamál.