mikudagur 21. oktober 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
telf. 14720. 11820
box 76, 3800 Torshavn
p/f sosialurin
Utgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Árni Joensen
Sosialurin
Dimmalætting
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Tað lýsir á landi
Aftan á at grikska fólkið við ræðuligum ofrum
hevði gjørt sítt til at berja nazismuna niður í 1945,
hevði einki verið rímuligari enn, at hetta fólk eins
og onnur, ið høvdu knógvað undir okinum, slapp
at njóta síni demokratisku rættindi. Men so var
sum kunnugt ikki. Høgrakreftirnar vendu sær við
bretskari og ameriskari hjálp og vid Stalins væl-
signilsi ímóti fólkinum. Demokratiid varð niður
bart, tað korrupta kongahúsið varðveitti sítt vald
og herurin var fullur av fascistiskum yvirmonnum.
Undir slíkum umstødum varð eitt eiti av poli
tiskum frælsi sett á stovn — eitt frælsi, sum mest
var ætlað borgaraskapi og góðseigarastættini.
Men sjálvt undir hesum viðurskiftum eydnaðist
tað í sekstiárunum hjá teimum demokratisku
kreftunum at vinna valdið. Centrumssamgongan
hjá Georg Pappandreou vann meirilutan. Hon fór
alt fyri eitt undir at umskapa Grikkaland til eitt
vælferðarsamfelag. Hetta toldu hegrakreftirnar
sjálvandi ikki og hernaðarkvett varð úrslitið.
Men aftur sigraðu frælsiskreftirnar. Herovastarnir
stýrdu so út av lagið illa, at teir spældu ein part av
Cypros yvir í hendurnar á Turkalandi, fólkið reisti
seg og herurin læt valdið uppí hendurnar á tí
gamla konservativa revinum frá fimtiárunum
Karamanlis. Á henda hátt vildi hann tryggja sær,
at afturhaldslinjan varð hildin. Og tað var hon
Karamanlis og hansara skutilsveinur Rallis góvu
landið upp í hendurnar á EF á ein hátt, so øll onnur
uttan grikkar høvdu fyrimunir av hesum lima
skapi
Í hesari støduni hevur sosialistiski og demokra-
tiski flokkurin vunnið stórsigur, og hann stendur
fyri stórum avbjóðingum, um hann annars fær frið
at virka fyri herinum og Karamanlisklikuni: Høv-
uðsuppgávan er at fáa skil á búskapin og peninga-
viðurskiftini, sum konservativa stjórnin hevur
vavt upp í ein ellibita við eini inflatión upp á 25%
og rekordarbeiðsloysi, alt framt eftir respeptini
hjá Friedmann og øðrum vælkendum konserva-
tivum økonomum.
Onnur uppgåvan verdur at fåa ein verdugan sått-
måla vid EF, ti burturår sleppst ikki. Tad hevur
Karamanlis longu forðað.
Somuleiðis ferð Papandreou at beta um tey
sosialu viðurskiftini, útbúgvingarviðurskiftini og
bústaðarviðurskiftini, sum øll eru á u-landsstødi
eftir 35 ára høgrastyri.
Fyri Nato fær demokratiski valsigurin álvarsamar
fylgjur: Higartil hevur Nato kunnað billað grikkum
og sær sjálvum inn, at hóttanin móti Grikkalandi
kom frá Warzawasamgonguni. Papandreou og
meirlutin av griksku veljarunum hava gjøgnum-
skoðað, at hóttanin kemur frá tí fascistiska Nato-
landinum Turkíinum. Hetta kemur at noyða Nato-
leiðsluna at taka Grikkaland sum ein javnlíka og
ikki sum ein triðjaflokks skutilssvein.
Samanumtikið er valið í Grikkalandi eitt tekin um,
at tað nú tykist at lýsna aftur ikki bert í tí landi,
har demokratiið sá dagsins ljós, men eisini fyri
demokratiinum í Europa. Fyrst Frakland, so
Grikkaland — tvær tryggar hegraborgir. Fram-
vegis hava vit Eysturríki, Vesturtýskland, Dan-
mark, Noreg, Svíaríki, Finland og Bretland — alt
lond við javnaðarstýri ella sterkum javnaðar-
flokkum í andstødu. Kanska hevur høgrabylgjan
lagt seg. kanska var hegrasigurin í Noregi bert
tann bakslátturin, sum altíð kemur aftur á eitt
stórt brot.
Kanska hava pappúlvarnir glett seg ov tíðliga!
„Fleiri gerðir, færri orð“, harra
Tormóður Dahl, idnadarrådgevari
Eg loyvi mær vegna nevn-
dina fyri Interkommunala
Renovatiónsfelagsskapin
at átala tað undirmeting
nevndin og Feroya
kommunalpolitikarar stan-
da fyri av ídnaðarráðgev-
aranum, Tormóður Dahl,
sum má skiljast av mál-
burði hansara, sum hesir
lata seg blóðsúgva av
ávísum, sum verða kall-
aðir »iglar«. Hetta í sam-
band við fyrireikingar til
byggjan av brennisteð.
Harra Tormóður Dahl.
Tygara óhóskandi mål-
burð skal eg ikki skifta
mær av, tað burdu tygum
nú verið vaksin til at
dugað at skynað á, av
starvsmanni í allmennum
starvi at vera. Men tá ein
við at lesa blaðskriving
tygara, fær hesa uppfatan
av tygara persøni, at
tygum ikki vita, hver
tygum eru, loyvi eg mær
her at siga tygum tað.
»Tygum eru við evnum
og vitan mettur so høgt av
monnum, at tygum eru
settur at ráðgeva eðrum
monnum, sum við teirra
vitan stoyta ímóti ein-
hverjum ivaspurningi, so
tygum skuldu vanda tyg-
um meira um veruleikan,
tá tygum koma so harð-
liga og persónliga fram í
blødini um eina ætlan,
sum tygum meta til 120
milliónir krónur, har ávís-
ir: 1. privatur feroyskur
juristur, 2. privatir før-
oyskir ráðgevarar. 3.
donsk ráðgevandi felog,
skúma róman av hesi
ætlan.
Viðvíkjandi at skúma
róman, skal eg upplýsa, at
avtalur eru gjørdar um
samsýning fyri ráðgeving
og projektering, men tað
man vera eindømi í dag, at
kunna hava lagt loft í hes-
ari samsýning vidvikj-
andi. Tað er gjørt við
skrivligari avtalu.
Tað samsvarar, sum
tygum frambera, at ætlan-
in í 1980 telum, er mett til
26 milliónir krónur, við
kølileidingi + hitaveks-
lara 5 milliónir. Her aftur-
at kemur so dýrtíðin, sum
metist 10% árliga.
Hetta er so ætlan okk-
ara, sum kommunurnar
koma at bera byrðarnar av
og svara skyldu til. Men
ikki at gloyma: Hervið
hesum kølileidingi til 5
mill. í mun til luftkeling til
2 mill., halda vit megu-
leikan opnan fyri at kunna
útnytta hitan, sum, um
hann verður útnyttaður,
ikki verður hesum okkara
limakommunum til byrðu,
heldur tverturímóti.
Harra ídnaðarráðgevari,
høgt hevjaður yvir høgum
monnum. Bert eina áminn-
ing í ábyrgdarmikla
arbeiði tygara, við orðum
skaldsins: >Fleiri gerðir,
færri orð, leggi knørr við
knarraborð<.
Í Vestmanna,
okt. 1981.
hin il.
Vegna nevnd I.R.F.
Hjallgrímur Janusarsson
form.
PENGAR
Sjáldan hevur Óli Breck-
mann skrivað nakað so
vitugt, sum tá hann her-
fyri í svari til íðnaðarráð-
gevan lovprísti pengunum
og teirra nyttu, tí teir eru
eitt „felags býtisvirði í
mun til aðrar vørur« ella
hvussu var tað hann tók
til. Eisini Marx gamli
hevði henda einfalda sann-
leika sum nakað grund-
leggjandi fyri alt bú-
skaparfreðiliga arbeiði
sítt. Tað er praktiskt at
hava eina felags býtis-
veru, í staðin fyri at rokna
út hvussu nógv kilo av
mjeli tú fært fyri tveir
toskar, ella hvussu nógv
dagbleð fyri hvussu nógv-
ar ulkur osfr.
Men í okkara samfelag
er tað eins og pengarnir
eru farnir út um hesa reint
praktisku uppgávu. Teir
eru ikki longur bert ein fel-
ags býtisvera á mark-
naðinum fyri materiellar
lutir. Tað er eins og vent
er í holuni. Pengarnir í
kapitalistiska samfel-
agnum eru ikki longur
einans praktiskt amboð
hjá fólki í teirra samskifti
av lutum. Tá pengarnir
hópa seg til kapital, og alt
samfelagslívið skal laga
seg eftir kapitalistiskum
búskaparlógum, tá fáa
pengarnir eins og egið
vald á samfelagsskipanini,
og tá eru tað fólk, sum
gerast amboð hjá peng-
unum. Politiska lívið er í
dag minni ein spurningur
um hvussu vit skulu skipa
samfelag okkara, so at vit
kunnu liva sum best, meiri
ein spurningur um hvussu
vit skulu laga okkum eftir
teim búskaparligu >krev-
unum«, sum tað »frælsa
peningalívið< setur. Tvs.
vit hugsa meir um hvat
»loysir seg« enn hvat vit
hava hug til.
Tað er ikki einans í být-
inum av deyðum lutum, at
pengarnir í dag hava sítt
vald. So at siga alt verður
av borgarligt hugsandi
fólki mett í pengum. Hug-
takið »nytta« er vorðið tað
sama sum „hvat fekst tú
fyri tað í pengum«. At
„ganga fyri onki« merkir
ikki at ganga og gleða út í
tóman heim, nei, tað merk-
ir bert at tú ikki fært
pengar fyri tað tú gert.
Hugtakið »dovinskapur«
merkir at tú ikki tjenar
nógv. Um tú situr á tíni
flotu, hartil innrættaðu,
og tjenar milliónir vegna
onkrar ílegur tú hevur
gjørt av t.d. niðurarvaðum
kapitali, so ert tú ein >góð-
ur samfelagsborgari<. Ein
sum situr ein dag og til
dømis skrivar eina grein í
eitt blað uttan at fáa pen-
ing fyri tað, hann hevur so
at siga »spilt« dagin,
hevur „onki gjert til
nyttu< ella er beinleiðis
»dovin«. Men situr hann á
einum blaðstjórnarsessi
og skrivar fyri len, so
hevur hann gjert sín dag-
liga gerning. (Blaðstjóri
Dagblaðsins hevur skriv-
að, at hann onki fær fyri
sítt starv, — um tað nú er
av skattatekniskum or-
sekum ella av tí at fólka-
floksmenn eru so fátækir
skal eg ikki svara her —
men eftir borgarligari
vanahugsan, so ger
maðurin onki til »nyttu«
meðan hann skrivar
blaðið).
Í veruleikanum fram-
leiðir arbeiðaraklassin í
teim framkomnu lond-
unum so mikið av materi-
ellum virðum, at um hesi
virði vóru rættvíst býtt
(og ikki fóru m.a. í bankar
í Sveits ella luksus-hús við
Rivieraina hjá kapitaleiga-
runum) so høvdu vit havt
ivaleyst »råd« til bædi eitt
og annad, sum vit hava
hug til, uttan at tad »loys-
ir seg« beinleidis i peng-
um. Millum annað at
royna nyggjar vinnuvegir,
sum fólki dámar at fåast
við. Men hetta krevur
sjálvandi at vit velja poli-
tikarar, sum hava annað
enn pengar millum oyruni.
Eg rokni við, at Tor-
móður Dahl er líka nógv
hugsjónarmaður og huma-
nistur sum pengaspeku-
lantur. Tað er kanska tí at
roynt verður so ofta at
gera spott burtur úr han-
sara hugsanum. Tí er tað
jú fullkomiliga láturligt at
2 beiða við ætlanum, har
møguleiki er fyri at fólk
fer at fáast við virki sum
ikki beinleiðis gevur pro-
fitt av sær í fyrstu atløgu.
Ti ein gerst einans veru-
ligt samfelagsmenniskja
vid at selja sina arbeids-
megi til kapitalin. Og
smærri alistødir ella vind-
megi osfr., hvat er tað
annað enn fjas, um ikki
onkur ríkmaður knappliga
pumpar nakrar milliónir
inn í eitt risaprojekt og
fær tað at >mala runt< —
ja tá skal tað helst fara at
mala runt inni millum
oyruni á borgarligum poli-
tikarum eisini.
Nei, Tormóður, feroy-
ingurin er meira »finna
seg ímenniskjaK enn
»finna-upp-å-menniskja«.
Ikki veit eg hvat fyri
grundarlag tit hava' fyri
virðismetingum av inn-
komnum hugskotum í
kapping tykkara, um tað
er meting av meguleika
fyri profitti, ella um tað er
ein annar formur fyri
»nyttu«, nevniliga skapan
av arbeiðsmeguleikum
sum geva fólki møguleika
fyri menniskjaligum
trivnaði og vælveru. Ikki
so — tað kundi gott verið
bæði. Hetta vóru so bert
nakrir ósekir hugamolar í
einum fríkorteri.
Human-Action-Minded-
Man
Ps. Túr Tormóður, viðvík-
jandi hasum um, at ein
maður sum ríður so niðar-
liga ikki er í vanda fyri at
falla, hatta er eitt sindur
ivasamt. OK við Newtons
lóg, men Einstein hevur
livað, og nógv er relativt,
so tað kann vera at hann
dettur upp í loft.
H.A.M.M.
Framhald av síðu 2
í seg. Nei, ikki heldur tú
rodnar av skomm. Alt tit
mólu sum hundur um heit-
an greyt av ferðum undan-
farna landsstýrisins og
tað serliga av legmanni,
Atla Dams, ferðum til hesi
kommunistisku lond.
Hesi somu lond hevur tú,
Pauli Ellefsen, glaðbeint-
ur tikið í tín favn fyri
politiskan vinning ella?
Pauli sigur alt er í ordan á
brúnni. Flemming rópar á
samgongunikkudukkurn-
ar. Sjálvur ger hann eitt
nikk av og á.
arbeiðandi á Polarfrost
UNS
F
|
£
*
É
UN
A