hósdagur 22. august 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 159 - 22. august 2002
Nr. 159 - 22. august 2002
3
– Vit hava als ikki tos-
að um nakran møgu-
ligan húsagang, segði
stjórin í Pan Fish,
Arne Nore, tá hann
týsdagin hitti tídinda-
fólk í Oslo. Men Pan
Fish hevur ongar
pengar á bók, og nú
eru tað bankarnir
sum stýra skútuni
BÚSKAPUR
Jógvan Hugo Gardar, Oslo
Pan Fish bjóðaði til tíðinda-
fund týsdagin á ríkmanna-
gistingarhúsinum Continent-
al, hinumegin vegin fyri
Nationaltheatret í hjarta-
num av Oslo. Á skránni eru
roknskapartølini fyri annan
kvartal í ár.
Pan Fish kom sum eitt
skot inn í alivinnuna fyri
fáum árum síðani. Keypti
seg inn í ein stóran part av
norsku alivinnuni. Tá hesin
marknaðurin gjørdist ov
lítil, fóru teir út í heim og
keyptu seg inn í fleiri lond-
um. Millum annað inn í
føroyskar alifyritøkur.
Søgurnar um støðuna hjá
Pan Fish java gingið heitar
seinastu vikurnar. Virðið á
partabrøvunum er fallið
nógv í summar – frá 15-20
krónur partabrævið til um-
leið fimm krónur. Týsdagin
var virðið umleið krónur
3,50. Hetta kann samanber-
ast við at miðalvirðið sein-
astu árið hevur ligið millum
40 og 50 krónur.
Á tíðindafundinum – har
góður matur í mongdum
verður bjóðaður fram til
meklarar, analytikarar og
tíðindafólk – sigur Arne
Nore, at Pan Fish í heyst
má hava hendur á umleið
600 milliónum ferskum
krónum
til
fyritøkuna.
Virðið á Pan Fish er í dag
umleið 550 milliónir krón-
ur. Hetta kann so saman-
berast við, at fyritøkan fyri
bert stuttari tíð síðani stóð
at hava eitt virði uppá fleiri
tíggjutals milliardir.
Arne Nore avvísir, at teir
umhugsa at selja Pan Pe-
lagic ella partar av Pan Pe-
lagic – undirfyritøkan sum
skuldi tryggja Pan Fish at-
gongd til fiskamjøl, tá hetta
um nøkur ár gerst mangul-
vøra og trupul at fáa hendur
á hjá alarum. Harafturímóti
váttar hann, at teir hava selt
rættindini í nøkrum fiski-
skipum, og at fleiri verða
seld um rætti prísurin fæst
fyri tey.
Men Arne Nore sigur
sjálvur, at hóast støðan í
løtuni er dekan ov lak, so
hevur hann góðar vónir um
framtíðina.
– Alivinnan bara veksur.
Fólk vilja hava meir fisk.
Tað ger at fleiri trúgva uppá
alivinnuna, sigur Nore.
Hann vísir á, at støðan var
meir hættislig í 1991, tá
fleiri alifyritøkur fóru á
heysin.
– Higartil hava vit ikki
sæð, at nakar er farin á
húsagang, sigur Arne Nore,
sum sjálvur ætlar sær at
seta pengar í fyritøkuna, tá
leitað verður eftir feskum
pengum til Pan Fish seinni í
heyst.
Bankin hevur
um endan
Á
virðisbrævamarknaði-
num spyrja fleiri seg, hvus-
su Pan Fish-leiðslan kundi
lata skútuna sigla so leingi,
uttan at biðja um neyðugt
viðlíkahald. Álitið á Arne
Nore og restina av Pan-
leiðsluni er í løtuni sera
lítið.
Eingin torir heilt at siga,
um Pan Fish fær hendur á
umleið
600
milliónum
krónum seinni í heyst. Tað
er ivasamt, hvør vil seta
pengar í fyritøkuna í dag.
Orsøkin til, at feskir pengar
mugu inn í fyritøkuna er
eitt krav frá bankunum um,
at eginognin skal økjast frá
15 til 25 prosent. Hetta skal
vera upp á pláss seinast
komandi summar.
Tað eru meklaraúsini
DnB Markets, First Securi-
ties, Nordea Securities og
Pareto
Securities,
sum
skulu leita eftir teimum,
sum vilja seta pengar í Pan
Fish.
1. juli var skuldin í Pan
Fish umleið seks milliardir
krónur. Skuldin er nú
endurfíggjað við einum
láni upp á knappar 4,5
milliardir krónur í DnB og
Nordea. Hetta lánið skal
vera goldið innan fimm ár.
Sum støðan er, so hevur
Pan Fish ongar pengar á
bók. Fyritøkan má hava
umleið eina milliard krónur
fyri at rinda lán og til at
halda alibrúkini við líka.
Pan Fish stýrir í løtuni á
eini knívsegg. Bankarnir
gera alt fyri at bjarga fyri-
tøkuni. Um tað miseydnast,
so missa bankarnir milli-
ardir, og tað vilja teir gera
nógv fyri at sleppa undan.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at elskaði
maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Karl Højsted
Funningur
andaðist í heiminum 19. august, 88 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr heiminum
hósdagin 22. august kl. 14.00.
Fyri tey avvarðandi
Hansa
Tey, ið ynskja at senda blómur ella krans, kunnu ístaðin geva eina
peningagávu á konto í peningastovnunum til Neyðhjálp Fólkakirkjurnar.
Kunnagjørt verður, at okkara elskaða mamma,
vermamma, omma og langomma
Morentsa Petersen
Runavík
ættað úr Horni í Sandavági,
andaðist sunnudagin 18. august á Eysturoyar
Ellis- og Røktarheimið, 85 ára gomul.
Jarðarferðin verður
úr Glyvra kirkju hósdagin kl. 14.00.
Børnini
Tey, sum vilja minnast Morentsu við blómum ella kransum, kunnu
ístaðin lata Eysturoyar Ellis- og Røktarheimið eina peningagávu.
At kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Herborg Petersen
andaðist leygardagin 17. august á Lágargarði
verður kunngjørt fyri ætt og vinum.
Kistan fer av Lágargarði hósdagin
tann 22. august kl. 18.00, oman í Havnar kirkju.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
fríggjadagin tann 23. august kl. 13.00.
Vegna tey avvarðandi
Noomi,Vigdis, Bibi og Carlo
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í
vinnumálum, fer
hósdagin á fund við
danska búskapar-
og vinnumálaráð-
harran. Teir skulu
tosa um yvirtøkur
av ymsum vinnulig-
um málsøkjum
RÁÐHARRAFUNDUR
Tíðindaskriv
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður, skal á fundi
í Keypmannahavn hós-
dagin hitta danska bú-
skapar- og vinnumála-
ráðharran, Bendt Bendt-
sen. Evni á fundinum
verður føroysk yvirtøka
av ymiskum vinnuligum
málsøkjum, herímillum
vinnufelagsrættinum,
patent-, vørumerkja og
mynsturrættinum.
Bjarni Djurholm heitti
longu í oktober í fjør á tá-
verandi danska vinnu-
málaráðharran, Ole Sta-
vad, um ein fund um
yvirtøku av nevndu máls-
økjum, men orsakað av
fólkatingsvalinum
og
stjórnarskiftinum í Dan-
mark í fjør og løgtings-
valinum í vár hevur ikki
borið pørtunum til at
hitst fyrr enn nú.
Pan Fish ikki á húsagang
– í fyrstu atløgu
Bjarni Djurholm á
fund við Bendt
Bendtsen
Norska Pan-Fish hevur eisini nógv áhugamál í Føroyum, og eru teir partaeigarar í fleiri
alibrúkum, m. a. í Oyndarfirði
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum
og kenningum, at kæri maður, pápi,
verfaðir, abbi og langabbi okkara
Carl Weihe
ættaður av Norðskála
og búsitandi í Havn
andaðist á Landssjúkrahúsinum 20. aug.,
88 ára gamal.
Komið verður í Norðskála kirkju
fríggjakvøldið kl. 19.00.
Jarðarferðin verður úr Norðskála kirkju
leygardagin kl. 14.00.
Gretha, Ruth, Johan og Marjun v/ fam.
Tey, ið vilja minnast Carl, kunnu lata eina peningagávu til KFUK,
konto í peningastovnunum
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt gjørdu
okkum gullbrúdleypsdagin 27. juli ógloymandi og
hugnaligan.
Ebba og Petur Müller
»Problemer er der
ikke nogen af«, segði
forsætisráðharrin
eftir fundin við løg-
mann í skúlanum í Bø
í gjár. Teir høvdu tos-
að um ymisk mál,
sum viðgjørd verða
Danmarkar og Føroy-
ar ímillum, og for-
sætisráðharrin tykist
nøgdur við støðuna í
ríkisfelagsskapinum
RÍKISFUNDUR
Edvard Joensen
Bø: Tað stendur bara væl til
í ríkisfelagsskapinum sam-
bært danska forsætisráð-
harranum. Týsdagin segð
hann, at ríkisfelagsskapurin
blómar, og mikudagin metti
hann, at tað vóru eingir
trupulleikar í samstarvi-
num.
Mikumorgunin byrjaði
vitjan forsætisráðharrans
við fundi í skúlanum í Bø,
har løgmaður og danski
forsætisráðharrin
tosaðu
saman um mál, sum høvdu
við Føroyar og Danmars at
gera, segði Anders Fogh
Rasmussen,
forsætisráð-
harri, eftir fundin.
– Tað hevur verið rætti-
liga lætt at tosa saman,
segði forsætisráðharrin, tí
trupulleikar eru eingir.Vit
hava trosa eitt sindur meira
um einstøk mál og hvussu
tey kunnu loysast hvørt á
sín hátt, segði Anders Fogh
Rasmussen, tá vit fingu orð
á hann eftir fundin við løg-
mann í Bíggjar skúla. Ar-
beitt verður eftir føstum
leisti, og vit hava viðgjørt
nøkur ávís ting, sum skulu
fáa
samráðingarnar
at
ganga betri, segði hann.
Spurdur um uttanríkis-
mál høvdu verið á skránni á
Bíggjarfundinum,
segði
forsætisráðharrin, at tað
høvdu tey ikki. Tey vórðu
viðgjørd á ríkisfundinum í
Miðvági týskvøldið.
Fundurin í Bø var mest
nýttur til at viðgera, hvussu
til ber mál fyri mál hjá før-
oyingum at yvirtaka máls-
øki frá ríkisfelagsskapi-
num.
Varin um ES
Forsætisráðharrin er sera
varin at siga nakað um
viðurskifti Føroya og Grøn-
lands við ES. Heldur ikki
eftir fundin í Bø vildi hann
siga nakað ítøkiligt um,
hvussu hann helt hesi
viðurskifti eiga at vera í
framtíðini.
– Tá eg ikki vil siga naka
um hasi viðurskiftini, er tað
tí, at eg virði rætt føroyinga
og grønlendinga til sjálvir
av gera av, um tit vilja vera
limir í ES ella ikki, segði
Anders Fogh Rasmussen,
forsætisráðharri.
Hann legði tó dent á, at
tað skuldi eingin ivi vera
um, at hann heldur tað vera
ein fyrimun at vera limur í
ES, og hann vildi sum virk-
andi ES-formaður arbeiða
fyri, at bæði Føroyar og
Grønland fáa best møgulig-
ar avtalur ið felagsskapin,
segði danski forsætisráð-
harrin.
Hann tók aftur í aftur, at
tað var fyri Danmark, hann
metti tað sum ein avgjørdan
fyrimun at vea limur í EU.
Eisini vísti hann á, at
grønlendingar
hava
í
hyggju at víðka sína avtalu
við ES.
– Tað vísir, at grønlend-
ingar eru hugaðir at betra
samstarvið við ES, og tað
skal ikki undra meg, um
eisini føroyingar eisini
einaferð fara at fáa sama
hugskot og vilja arbeiða
tættari saman við ES, segði
forsætisráðharrin.
Aftur næsta ár
Vitjanin í Føroyum hesa-
ferð var stutt. Forsætisráð-
harrin kom seinnapartin
týsdagin og fór longu av-
stað aftur fyrrapartin miku-
dagin.
Men hann væntaði at
koma aftur, segði hann.
Løgmaður hevur boðið
honum saman við konuni á
almenna vitjan komandi
summar. Tann vitjanin skal
eftir ætlan vara í fleiri dag-
ar, upplýsti Anders Fogh
Rasmussen,
forsætisráð-
harri, sum segði seg gleða
seg til at sleppa at síggja
meira av Føroyum, enn
hann higartil hevur gjørt.
At tað ikki hevur borið til
í ár, er av praktiskum or-
søkum, segði hann. Løg-
tingsvalið og tann drúgva
tíðin, tað tók at skipa lands-
stýri, hava forða fyri tí, helt
forsætisráðharrin, eins og
hann sjálvur er rættiliga
upptikin av ES formans-
skapinum.
Beint eftir at fundurin
millum løgmann og for-
sætisráðharran var liðugur,
kom grønlendski lands-
stýrisformaðurin eisini til
Bíggjar, og teir tríggir fóru
á ein stuttan felagsfund í
skúlanum í Bø.
Jonathan Mozfeldt fór
síðan til Havnar, har hann
skal luttaka á útnorður-
fundinum, sum verður hild-
in í Føroyum, meðan løg-
maður fylgdi forsætisráð-
harranum aftur á flogvøllin,
haðani hann fór aftur til
Danmarkar við flogfarinum
hjá Atlantsflog.
Tað eru eingir trupulleikar
Grønlendski landsstýrisfor-
maðuri kom til Bíggjar at
siga forsætisráðharranum
farvæl, áðrenn hann fór aftur
til Danmarkar
Mynd: Edvard Joensen
Forsætisráðharrin nýtti høvi at spáka og hyggja seg um í Bø
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
3
2