Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 161 - 24. august 2002 Nr. 161 - 24. august 2002 3 Frá 1. september 2002 verður rentan hjá Føroya Lívstrygging lækkað úr 5,75% p.a. í 4,5% p.a. RENTULÆKKING Tíðindaskriv Roknað fyri alt árið 2002 verður rentan 5,3% p.a. – Orsøkin til hesa broyt- ing er gongdin á altjóða partabrævamarknaðinum. Tá rentan við ársbyrjan varð sett til 5,75% p.a., varð hetta gjørt við atliti til eitt søguliga stórt fall á partabrævamarknaðinum í 2001. Í hesum sambandi varð hædd tikin fyri, at rentan kundi lækkast í árinum, sigur Føroya Lív- strygging í tíðindaskrivi. Felagið sigur, at vænt- andi var, at partabræva- marknaðurin fór at rætta seg upp aftur í hesum árin- um. Fram til byrjan av mai mánað vóru ikki tær stóru broytingarnar. Men frá mai mánað og fram til seinnu helvt av juli fall parta- brævamarknaðurin rætti- liga nógv. Føroya Lívstrygging hevði við ársbyrjan 14% av íløgunum í partabrøvum og hevur nú 7% av íløgunum í partabrøvum. Higartil í ár er á leið ein triðingur av partabrøvunum seld fyri at minka um kursvágan. Marknaðurin skal rætta seg munandi upp aftur í hesum árinum, um fallið fyrr í ár skal javnast út. Hetta er ikki serliga sann- líkt. Uttan iva kemur tað at taka drúgva tíð, áðrenn partabrævamarknaðurin er komin á tað støði, hann var við ársbyrjan. Tí er avgerð tikin um at seta rentuna niður. Anette Wang doyði 20 juli 90 ára gomul. Hon var gløgg og og vælorienterað í øllum samfelagsviðurskiftum næstan til tað seinasta. Men nú var hon troytt og merkt av sjúku og aldursbrekum. Anette Wang var fødd í 1911 í Helsingør. Hon var útbúgvin farmaceutur og kom til Føroyar at arbeiða í 1945 á Tjaldurs Apoteki. Har var hon til hon fór frá fyri aldur í 1981. Hon var gift við Knút Wang, blaðstjóra á Dagblaðnum, og tey høvdu sonin Sverra. Anette ferðaðist ofta til Danmarkar og hevði allatíðina tætt samband við familjuna niðri, serliga við tvíburðarsystr- ina Birgitte. Seinastu árini tá hon kendi seg einsamalla og ikki longur fekk gingið runt í Havnini, sum hon plagdi, tosaði hon onkuntíð um at fara niður aftur, men helt kortini, at tað var her, hon hoyrdi til. Anette er serliga kend fyri sítt stóra mannarættinda- arbeiði. Hon var við í Amnesty International, Føroya deild frá byrjan og var ein av berandi kreftunum í arbeiðinum til fyri fáum árum síðani. Hon var eisini formaður fyri deildini í mong ár. Anette gekk upp í hetta arbeiði við lív og sál. Hon var altíð fremst í mynd- ini, tá okkara egnu politikkarar og myndugleikar vístu arbeiðinum sín stuðul við at skriva undir á áheitanir og skjøl, sum Amnesty International skipaði fyri. Somu- leiðis var hon eisini mitt í rokinum, tá Amnesty hevði síni tiltøk í býnum, bæði fyri at savna pengar og fyri at upplýsa um arbeiðið. Hon sat eisini á lítlu skrivstovuni niðri í Vágsbotn og las og kommenteraði stóran part av internationala postinum. Hjartamálið hjá Anette í Amnesty arbeiðinum var at skriva brøv til myndugleikar runt um í heiminum. Til fyri fáum árum síðini stóð hon fyri »Urgent Actions«, tað eru snarbrøv, ið verða skrivaði til myndugleikar um ávísar fangar, har tað er umráðandi at bera skjótt at. Flestu brøvini skrivaði Anette sjálv á síni gomlu skrivi- maskinu inni í stovuni hjá sær. Hon skrivaði meira enn 2000 brøv. Hon sendi avrit av øllum brøvunum til høvuðsskrivstovuna í London, har fólk úr meira enn 50 ymiskum londum arbeiða. Anette Wang var tí eisini internationalt kend, sum tann persónurin, ið hevði skrivað flest snarbrøv í Amnesty International. Tá hon fylti 80 ár fekk hon persónliga heilsan og tøkk fyri sítt arbeiði frá øllum starvsfólkunum á altjóða skrivstovuni. Hon tordi eisini alment at standa fram og finnast at órættvísi. Mangan skrivaði hon persónliga til fram- standandi persónar fyri at vísa á, at hon var ónøgd, tað veri seg bæði her heima og uttanlands. Hon var eisini klár til at vísa sína nøgd, tá hon helt, at onkur gjørdi ella segði okkurt, hon helt vera rætt. Mong munu hava fingið eina heilsan frá henni aftaná onkra almenna røðu ella politiska støðutakan. Í 1992 lat Blaðmannafelagið Anette Wang »ársins rós«. Saman við rósinum fekk hon eina mynd av Edvard Fuglø, sum hongur mitt í stovuni hjá henni. Tað var henni ein stórur heiður. Anette hevði persónligt samband við onkran av teim- um fangunum, sum hon hevði stríðst fyri. Hon skrivaði í mong ár um ein politiskan fanga í Suðurafrika. Meðan maðurin sat fangi á Robben Island, skrivaði hon saman við konuni. Tá hon var á kvinnukongress í Kenya, fór hon so ta longu ferðina til Cape Town fyri at vitja fam- iljuna. Maðurin var tá leyslatin. Hann doyði nøkur fá ár seinni. Amnesty International hevði aðalfund í Suðurafrika í 1997. Tá fóru vit sum luttóku á fundinum fyri Føroyar við heilsan frá Anette. Tað var eitt upplivilsi fyri lívið. Øll familjan var samankomin, konan, báðar døturnar og beiggi konuna, sum hevði búð í útlegd øll árini undir Apartheid. Vit fingu at vita um teirra lív. Eisini hvønn týdning Anette Wang og Amnesty International, Føroya deild, hevði havt fyri tey. Anette Wang er farin. Hon var ein spennandi kvinna at kenna. Hon var ein ótroyttiligur íbirtari fyri manna- rættindaarbeiðið og verður saknað av okkum mongu, sum arbeiddu saman við henni. Anette Wang ynskti sjálv, at peningur varð sendur til Amnesty heldur enn blómur til jarðarferðina. Tað takka vit hjartaliga fyri. Okkara samhugi fer til sonin Sverra Wang. Ærað veri minnið um Anette Wang. Amnesty International Føroya deild Minningarorð um Anette Wang So sovnaði Karl, Carl Weihe, ættaður frá Norðskála, búsitandi í Havn, bleiv rættuliga gamal, 88 ár. Nú hann andaðist var hann tó veikur og »ikki tann sami Karl« sum hann sjálvur tók til, tá vit prátaðu saman við døgverðaborðið, tá eg slapp at gista har úti í Purkugerði á Ólavsøku. Eftir situr Greta, kona hansara, ættað av Toftum, fleiri ár yvir 90, hon sum so trúføst hevur fylgt Karl og altíð hevur roynt at fjálga um hansara umstøður (hann varð lamin sum tilkomin). Og eftir sita so mong onnur, sum kendu henda mann, sum bæði kom úr tí nýggju og gomlu tíðini í Føroyum: fylgdi ógvuliga væl við, ikki minst í politikki og las altíð bløðini væl og var væl kunnaður um nógv ymisk mál í samfelagnum, men Sundalagið og uppvøksturin og lívsumstøðurnar tá rúnarbant hann alt lívið. Og við Norðskála skal hann nú hvíla. Jú Karl, eg skal heilsa í Gøtu. Heilsan Sjúrður Hansen Tøkk Eg takki tykkum øllum, sum við gávum, telegramm- um, vitjanum og á annan hátt gleddu meg á 90-ára degnum, og gjørdu mær dagin so hugnaligan. Blíðar heilsanir Erik Mørkøre, Klaksvík Minningarorð um Carl Weihe frá Norðskála Føroya Lívstrygging lækkar rentuna – Tað finst neyvan tann føroyingur, ið ikki er góður við íslendska forsætis- ráðharran, segði borgarstjórin í Vági, tá ið hann beyð Dávíði Oddsyni vælkomnum til Vágs ALMENN VITJAN Áki Bertholdsen Tað var ein hátíðarløta, tá ið íslendski forsætisráð- harrin, Dávíð Oddson, kom til Vágs beint fyri døgverða í gjár. Í fylgi við Løgmanni og øðrum almennum umboð- um úr Føroyum og Íslandi, kom íslendski forsætisráð- harrin til Vágs við Brimli klokkan 11.30 í gjár og tað hevði heilt fitt av fólki leitað sær oman á bryggj- una at taka ímóti í góðveðr- inum. Og vágbingar høvdu fyri- reikað seg væl, til vitjanina, bygdin var flaggskrydd og tað var meiri enn so enn at okkurt íslendskt flagg eisini var at síggja og allur skúlin var komin oman á keiina at taka ímóti við íslendskum og føroyskum fløggum, samstundis sum hornorkestur spældi nøkur løg. Býráðslimir í Vági við makum og borgmeistaran- um, Jógvani Krosslá, sum hevði fingið sær borgar- stjóraketuna um hálsin til hetta høvið, á odda, stóðu fyri gestunum, tá ið teir komu í land og tað var ein fryntligur og vælupplagdur forsætisráðharri, sum heils- aði uppá almenna fylgi úr Vági, men hann gav sær eisini stundir at práta við fólk og at heilsa upp á skúlabørnini, sum vóru møtt upp at vísa honum heiður. Stórur dagur Í vælkomurøðu síni segði Jógvan Krosslá at hetta var ein stórur dagur fyri Vágs- bygd. Hann vísti eisini ísl- endska forsætisráðharran- um á, at suðuroyingar høvdu havt sera nógv og gott samstarv við íslend- ingar upp ígjøgnum tíð- irnar. – Og tað búgva eisini nakrir íslendingar í Vági, sum gott samstarv er við og Vágur hevur eisini vinabýir í Íslandi. Borgarstjórin í Vági segði, at løtur sum hesar eiga at vera virdar. – Tað er neyðugt at kenna hvønn annan, tí tað gevur eitt betri samstev og tað hava vit brúk fyri úti í Atlantshavinum, tí vit skulu liva av tí, vit sjálvi hava, tað vita vit. – Men tað krevur sítt og tað krevur góðarar leiðarar. Og tað er neyvan nakar føroyingur, sum ikki er góður við Dávíð Oddson, segði Jógvan Krosslá og vísti á kvoturnar, vit høvdu fingið frá íslendingum í kreppuárunum í nítiárun- um. Vegan øll fólk í Vági og allar suðuroyingar sum heild, beyð hann sostatt Dávíði Oddsyni at vera vælkomnum til Vágs. Dávíð Oddson vælkomin til Vágs C M Y K 3 2