Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 159 - 22. august 2002 Nr. 159 - 22. august 2002 5 Skipaeftirlitið flutt Skipaeftirlitið er nú endaliga flutt til Miðvágs. Móttøka var seinnapartin týsdagin í nýinn- rættaðu hølunum í Gomlu Smiðju í Miðvági MÓTTØKA Edvard Joensen Miðvági: Væl av fólki hevði leitað sær til mót- tøkuna hjá Skipaeftirliti- num í Miðvági seinna- partin týsdagin. Fólk vóru í góðum lag og ynsktu Eftirlitinum góðan byr, nú flutt er út á bygd. Heta er fyrsti al- menni stovnur, sum hevur høvuðsskrivstovu uttan fyri Havnina, vildi stjór- in, Óla Hans Hammer Ol- sen, vera við. Eftir at hava heilsað upp á fólk og tikið í móti heilsanum og gávum til stovnin, beyð stjórin al- ment vælkomin í stuttari talu, hann helt fyri sam- komuni. Óla Hans takk- aði starvsfólkinum fyri gott samstarv og Smiðj- uni í Miðvági fyri sera góð høli. Eisini Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, helt røðu, har hann millum annað fegnaðist um, at stovnurin nú er fluttur vestur í Vágar. Tá klokkan var farin gott og væl av trý, fóru fólk so smátt at órógvast, tí tey skuldu aftur um Vestmannasund, og nú var ikki so leingi, til ferj- an fór av Oyrargjógv. Og meðan streymurin av bil- um tók til niðan av bryggjuni í Miðvági, stóðu vágafólk bara og nikkaðu. –Jú,hatta kenna vit til, helt onkur, sum eftir stóð. Óla Hans Hammer Olsen, stjóri á Skipaeftirlitinum, á nýggju skrivstovu síni á Skipaeftirlitinum Jørgen Niclasen var møttur við familjuni. Skrivarin í Reiðarafelagnum og stjórin á Skipaeftirlitinum lurta eftir Jørgeni Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum, stakk eisini inn á gólvið Borgarstjórin í Miðvági, h.m., ynskir vælkomin og tillukku við hølunum Stjórin á Skipaeftirlitinum og komandi sendimaður Føroya í London, John Rajani Borgarstjórin í Sandavági heilsaði eisini upp á stjóran á Skipaeftirlitinum og landsstýrismannin Ríkisfundur í Miðvági Týsdagin og miku- dagin var ríkisfundur í Vágum. RÍKISFUNDUR Edvard Joensen & Heri á Rógvi Fløggini vóru vundin á stong í Miðvági, tí ríkis- fundur skuldi vera í bygd- ini. Luttakararnir til ríkis- fundin, sum koma skuldu uttaneftir, komu í Vágar klokkan knapt fimm seinnapartin týsdagin. Við flogfarinum hjá Atlantsflog vóru saman við Andersi Fogh Rasmussen, forsætis- ráðharra, eisini Jonathan Motzfeld, grønlendskur landsstýrisformaður, og fylgi teirra. Forsætisráðharrin kom fyrstur úr flogfarinum. Hann gekk eftir fremru landgongini. Aftaru megin kom grøn- lendski landsstýrisformað- urin. Hann løgdu tey fæstu merki til, tí øll stúgvaðust um forsætisráðharran. Men Jonathan er ikki dottin burturímillum, so hann varð skjótt miðdepulin, tá hann blandaði seg í tosið. Løgmaður var á flog- vøllinum og tók í móti gest- unum, eins og ríkisumboðð eisini var. Fylgið varð við bussi koyrt niðan á Hotel Vágar, har tey skulu búgva í nátt, og beint eftir varð farið til Miðvágs. Nýliga yvirtikna Skipa- eftirlitið var karmur um ríkisfundin. Skipaeftirlitið er júst flutt í nýggj høli í Miðvági. Har heilsaðu teir uppá borgarstjóran í Mið- vági, stjóran á Skipaeftir- litinum og Jørgen Niclasen, landsstýrismann. Jørgen Niclasen greiddi m.a. frá, at teir vóru í holt við at um- skipa seg, eftir júst at hava yvirtikið málsøkið og farin í nýggj høli. Eisini nevndi hann, at teir í hesum døgum stríðast við at sleppa av teimum sokallaðu svørtu listunum yvir skip í sigla í altjóða sjógvi. Anders Fogh nýtti eisini høvið til at spyrja eitt sind- ur um forvitnisligu húsini, ið Skipaeftirlitið húsast í. Eftir nakrir spurningar og ein lítlan rundtúr, var klárt at sessast við búgvið borð til árliga ríkisfundin. Eftir ríkisfund og tíðinda- fund varð farið til Sørvágs, har døgurði var fyri leiðar- um og embætisfólki í høl- unum hjá Sørvágs Hús- møðrafelagi. Mikumorgunin vóru fundir í Bø. Hesir eru um- røddir aðrastaðni í blað- num. Næsta vitjanin Hetta er aðru ferð, at And- ers Fogh Rasmussen er í Føroyum sum danskur for- sætisráðharri. Hann var í januar mánaði á arbeiðs- vitjan í Føroyum, har hann hitti landsstýrið og Løg- tingið. Eisini hevði hann ein fund saman við Sam- bandsflokkinum, sum er bróður flokkur hjá Venstre, ið Anders Fogh Rasmussen umboðar. Anders Fogh kom tá til landið við teimum ørindum sum nýggjur forsætisráð- harri at rætta álitið uppaftur millum Føroyar og Dan- mark. Tónin varð vorðin nakað dapur, meðan Poul Nyrup Rasmussen ráddi fyri borgum. Tá Fogh fór avaftur landinum eftir stuttu vitjanina, so var tað við einum betri tóna mill- um Danmark og Føroyar, og allar flokkar vóru á ein- um málið, at Fogh tænir teirra áhugamálum. Danski forsætisráðharri og løgmaður lótu frá sær eina felagsfráboðan, sum undirstrikaði, at báðir part- ar vildu arbeiða víðari við yvirtøkum innanfyri ríkis- felagsskapin. Anders Fogh Rasmussen og Jonathan Motzfeldt komu til landið týsdagin, tá tók Anfinn Kallsberg ímóti teimum. Anders Fogh fór avstað mikumorgunin. Jonathan Motzfeldt verður verandi í Føroyum til Útnorður toppfundin Mynd: Jens Kristian Vang Ríkisfelagsskapurin blómar –Tað gleðir meg at síggja, at ríkisfelags- skapurin blómar, segði Anders Fogh Rasmussen, forsætis- ráðharri á tíðinda- fundi eftir ríkisfundi- nun RÍKISFUNDUR Heri á Rógvi & Edvard Joensen Tað var gott lag á monnum, tá skipað varð fyri tíðinda- fundi eftir ríkisfundin týs- dagin. Teir tríggir, Anders Fogh Rasmussen, Anfinn Kallsberg og Jonathan Motzfeldt, høvdu sitið á fundi nakað yvir tveir tím- ar. Anfinn Kallsberg gjørdi frá byrjan greitt, at teir á fundinum høvdu tosað um yvirordnað mál, sum hann tók til. –Vit hava allir kunnað um búskaparligustøðuna í teimum trimum londunum. Forsætisráðharrin hevur greitt frá, um støðuna og gongdina í ES. Tosað varð eisini um ríkisfelagsskapin, har eg og Jonathan Motz- feldt kunnaðu um sjálvstýr- isgongdina í Føroyum og Grønlandi, segði Anfinn Kallsberg. Hann kallaði fundin fyri sera góðan. Løgmaður sá eisini góðar møguleikar fyri at økja um samstarvið. Sjálvstýrisgongdini í Føroyum varð bert leysliga viðgjørd, og eingin broyt- ing er í teirri felagsfráboð- an um yvirtøkur frá januar mánað. Bæði danir og før- oyingar eru til reiðar at samráðast um hvørja yvir- tøka sær innanfyri ríkisfel- agsskapin. Anfinn Kall- sberg og Anders Fogh Ras- mussen søgdu, at blokk- stuðulin ikki var tikin upp á tungu. Danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, var ikki minni positivur enn løgmaður. Hann slegði fæst, at fundurin hevði ver- ið góður, og ríkisfelags- skapurin hevur tað ógvu- liga gott í hesum døgum. Ríkisfelagsskapurin blóm- ar, segði Anders Fogh Ras- mussen. Hann segði, at partarnir høvdu tosað um ríkisrættar- ligu viðurskiftini og stað- fest, at tað stendur væl til. Um viðurskiftini Dan- markar og Føroya ímillum segði hann, at Heimastýris- lógin er ikki statisk og broytist alla tíðina. –Tað skulu arbeiða uppá, og vit skulu útbyggja og nýmótansgera hana, segði danski forsætisráðharrin. Anders Fogh Rasmussen nevndi eisini, at hann metti tað vera ógvuliga natúrligt, at kjak var millum manna um sjálvstýrisspurningar og indentitet. Hann stuðlar eisini tilgongd, har tað er føroyska og grønlendska fólkið, ið sjálvi taka av- gerðirnar, um ein framtíð- arleiklut innanfyri ella uttanfyri ríkisfelagsskapin. Svarið til flest allar spurningar frá Anders Fogh var, at hann ikki vildi blanda seg í intern føroysk viðurskifti. Eisini spurningurin við- víkjandi ES-limaskapi hjá Føroyum, vildi danski for- sætisráðharrin ikki gera aðra viðmerking til enn, at hetta var ein spurningur, føroyingar sjálvir máttu taka støðu til. Eisini Jonathan Motz- feldt lat væl at fundinum. –Tað er skeivt at isolera seg á ísinum, og vit vilja fegnir samstarva og vísa, at vit eru ein partur av Ev- ropa, segði Jonathan Motz- feldt. Hann umrøddi eisini kvotuspurning millum Grønland og ES. Eisini An- finn Kallsberg hevði før- oysku rækjukvoturnar á orði á ríkisfundinum. NATO Eitt mál, sum seinastu dag- arnar hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum, er spurninginum um støðuna hjá Føroyum viðvíkjandi NATO. Anders Fogh Rasmussen vildi ikki gera nakra serliga viðmerking. Fundurin hevði givið tað úrslit, at føroyingar og danir vóru positivt innstillaðir yvirfyri einum samstarvi viðvíkj- andi verjupolitikkinum. Løgmaður gjørdi greitt, at hann kundi hugsað sær, at føroyingar tóku størri ábyrgd á verjuøkinum. Ríkisfundurin gekk upp á stás, og allir tríggir vóru teir nøgdir Mynd: Jens Kristian Vang –Ríkisfelagsskapurin blómar, segði Anders Fogh Rasmussen Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 5 4