hósdagur 22. august 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 161 - 24. august 2002
Nr. 161 - 24. august 2002
5
VITJAN
Orð og myndir: Heri á
Rógvi
Hesi stóru skipini eru javn-
an at síggja á Havnini um
summarið. Tað er kortini
okkurt serligt við hesum.
Skipið kallast The World, og
navnið riggar væl til hendan
flótandi heimin av luksus.
Skipið er 43.000 brutto-
tons. Longdin er 196 m og
breiddin 29,8 m. Skipið
hevur tólv dekk og kann
sigla 18,5 knob. Hetta er tað
størsta, sum hevur á Havn-
ini, verri enn so, men hetta
er tað fyrsta av sínum slag.
Konseptið hjá The World
er, at skipið hevur íbúðir,
sum fólk kunnu keypa, so-
leiðis at tey kunnu hava
egnan bústað umborð. 110
íbúðir eru umborð, og tær
verða seldar til privatfólk.
40 % av íbúgvunum eru
amerikumenn og kvinnur,
góð 40 prosent eru evrope-
arar og hini 20 % er ógvu-
liga blandað. Afturat teim-
um “fast” búgvandi eru so
tey, ið leiga sær eina suitu
ella íbúð til ávísar ferðir.
Í mesta lagi eru 320
ferðafólk við skipinum, og
manningin telur eins nógv.
Tað er ymiskt, hvussu nógv
fólk eru við, tí eigararnir av
íbúðum koma og fara, sum
teir sjálvir vilja.
Skipið er spildurnýtt. Tað
sigldi sín fyrsta túr í mars.
Skipið ferðast víða og legg-
ur seg eftir at vitja støð so
ofta sum gjørligt. Vanliga
er steðgurin nakrar dagar,
men í Føroyum er steðgurin
bert tólv tímar. Skipið hev-
ur áður verið í Duplin, áðr-
enn tað kom til Føroya. Tá
lagt verður frá bryggju í
Havn, fer skipið til Reykja-
víkar, har steðgað verður
góðar tveir dagar, áðrenn
leiðin gongur vesturum hav
til USA. Skipið verður ikki
aftur á okkara leiðum fyrr
enn í 2004. Næsta summar
verður siglt mest í Suður
Amerika.
Skipið
siglir
størstan partin av árinum
og leggur eisini hetta yms-
um kappingum og hend-
ingum, eitt nú filmsfesti-
valurin í Cannes og Formel
1 koyringin í Monako.
Miðalaldurin á teimum
ferðandi er 55 ár. Gestirnir,
tú hittir, eru eldri, ið øll,
eins og manningin, eru
óvanliga smílandi og frynt-
lig at hitta.
Kvinnan, sum hevur fing-
ið til uppgáva at fylgja mær,
runt, sigur, at teirra gestir
fyri tað nógv bert vilja
slappa av og nýta lívið um-
borð. Møguleikararnir eru
óteljandi, og gestirnir kunnu
fáa alt, teir treingja. Nevnast
kann nú, at skipið hevur
egið bønarstað. Bert á
tveimum støðum á skipin-
um er loyvt at roykja, og
allastaðni er tænastan í topp.
– Vit eru tey bestu av
teimum bestu starvsfólkun-
um, greiðir Angela Jensen,
guest manager, frá.
Tað er heldur ikki so
langt av leið.
Alt
Beianvegin, tú kemur um-
borð, er tað greitt, at talan
er um flótandi luksus. Alt
skínur í øllum endum og
kantum. Meðan tey ferð-
andi eru umborð er hópin
av møguleikum. Matstovur,
barrir og kaffistovur er ein
long røð av. Allur matur
kann fáast. Skipið hevur
egnar handlar, sum mest
selja kend designara vørur.
Skipið hevur egið Kasino,
egnan náttklub, egið bóka-
savn, egnan tennisvøll, alla
heilsuviðgerð og ítróttar-
venjing
við
tveimum
svimjihylum. Ikki minst
eru tey errin av sínum golf
klubba, sum fyllir tað
mesta av ovasta dekkinum.
Skipið hevur egna kyk-
myndahøll og fyrilestar-
høli. Áðrenn vitjanina í
Føroyum
var
Jonhard
Mikkelsen
umborð
og
greiddi teimum frá um
Føroyar. Fyrilesturin varð
bandaður og vístur aftur
hvønn tíma, so øll kundu
hoyra hann.
Tað vildi tikið alla síðuni at
greitt frá øllum umborð, tí
talan er um óendaliga nógv
luksus. Sum í øðrum heimi.
Úr øðrum heimi
– Ein vitjan umborð á The World
4037: Fríggdagin lá The World við bryggju í Havn. Smábáturin við síðurnar av er stranfarskipið Ritan. The World er 196 metrar langt.
4030: Umborð er ein rúgva av barrum og kaffistovum. Her er
ein teirra, har fólk vanliga drekka te seinnapartar.
Stórur dentur verður lagdur á golf umborð á The World. Á
hesum teldubanannum kanst tú spæla flestar banar í
heiminum, uttan at førka teg stórvegis.
Ovast uppi bert til gera
ymsan ítrótt. Millum annað
ber til at spæla tennis.
- Eg trúgvi neyvan, at
týðandi nøgdir at
høgguslokki hava
staðið á firðum og
sundum seinastu
árini, nú eingin veiða
hevur verið. Nógvur
bátur ferðast aftur og
fram á sjónum. Tað
vildi tí verið undarligt,
um menn ikki høvdu
sæð okkurt, um
nógvur høgguslokkur
hevði verið, sigur
Hjalti í Jákupsstovu.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í grein í Sosialinum í vik-
uni vístu vit á, at heystið er
høgguslokkatíð,
og
at
áhugavert hevði verið, nú
grindir hava lagt beinini,
um menn høvdu gjørt onkr-
ar
royndir
at
veiða
høgguslokk.
Sosialurin hevur spurt
Hjalta í Jákupsstovu, leið-
ara á Fiskirannsóknarstov-
uni, um skrásett hagtøl eru
yvir høgguslokkaveiði inni
á føroysku firðunum.
Hjalti sigur, at Hagstova
Føroya hevur ført tøl yvir
veiðina í fleiri ár, og hesi tøl
vísa, at besta høgguslokka-
árið í nýggjari tíð var árið
1981; tá veiddu vit 2131 tons
inni á firðum og sundum.
Næstbesta árið var 1984, og
tá veiddu vit 1147 tons.
- Tølini vísa annars, at
nakað av høgguslokki fekst
øll árini, frá 1980 til og við
1984. Í 1980 var veiðan
504 tons, 248 tons í 1982
og 200 tons í 1983.
Hjalti sigur, at eftir at
menn høvdu gjørt seg væl
út til at fiska høgguslokk í
1985, hendi tað, at hetta
árið gjørdist eiðasørt; tá
fingu bátarnir bara 2 tons.
- Og síðan er als eingin
høgguslokkur fingin, legg-
ur hann aftrat.
Fiskirannsóknarstovan
hevur eisini hugt í gomul
bløð eftir, hvussu gongdin
annars hevur verið.
- Her síggja vit, at bátar
veiddu eisini høgguslokk í
fimtiárunum, sigur Hjalti.
Nær høgguslokkur er
fingin, er eitt sindur mis-
javnt. Okkurt árið fekst
hann í juli, okkurt árið í
august og uppaftur okkurt
árið í september.
Hjalti sigur, at høgguslokk-
ur er stuttlívaður; hann gerst
bert tvey ára gamal, og
gýtingin
fer
fram
á
Miðatlantsrygginum, helst
suður ímóti Assorunum.
Neyvan nakað mist
Vit spurdu Hjalta, um tað
kann hugsast, at nógvur
høggurslokkur hevur verið
við landið okkurt árið síðan
1984, men at einki er
fingið, tí eingin bátur hevur
roynt.
- Eg trúgvi neyvan, at so
er. Nógvur bátur ferðast
aftur og fram á sjónum - og
ikki minst inni á firðum og
sundum, har høgguslokkur
plagdi at standa. Tí vildi tað
verið undarligt, um menn
ikki høvdu sæð okkurt, um
nógvur høgguslokkur var.
Hann útihýsir tó ikki
møguleikanum
fyri,
at
nakað kann hava verið
okkurt árið uttan, at menn
hava givið sær far um tað.
- Tað hevur altíð víst seg,
at høgguslokkurin fyrst
kemur inn í Sundini norð-
anfyri, tey árini, hann hevur
verið, t.v.s hann kemur
norðaneftir. Síðan fekst
hann á Borðoyarvík, Fugla-
firði, Gøtuvík og at enda
inni á Tangafirði.
Ikki somu ár
Hjalti í Jákupsstovu veit at
siga, at bæði í Íslandi og
Noregi
fáa
teir
eisini
høgguslokk av og á.
- Men tað vísir seg, at
høgguslokkurin er ikki
fingin tey somu árini í
ávikavist Íslandi, Føroyum
og Noregi. Hetta hevur so
aftur nakað við ferða-
mynstrið, streymviðurskift-
ini og búningina at gera,
sigur leiðarin á Fiskirann-
sóknarstovuni.
- Vit fara ikki at mæla
til, at ídnaðarskipini,
sum veiða við botn-
troli, koma innaftur á
grunnin sum áður, tí
veiðitrýstið er iva-
leysa stórt sum er,
sigur leiðarin á Fiski-
rannsóknarstovuni,
Hjalti í Jákupsstovu.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í samrøðu við Sosialin her-
fyri, segði formaðurin í
felagnum Nótaskip, Atli
Hansen, at tað, sum í dag
hendir við ídnaðarskipun-
um, sum veiða við botn-
troli, er, at hesi nú verða
"slúsaði" innaftur á grunnin
gjøgnum bakdyrnar.
Hesi skip hava sum er
eina ávísa kvotu undir Før-
oyum, og í loyvinum hjá
eitt nú Norðbúgvanum er
greitt, at svartkjaftur, sum
verður veiddur undir Før-
oyum, skal landast til
matna.
Ikki innaftur
Leiðarin á Fiskirannsókn-
arstovuni, Hjalti í Jákups-
stovu, heldur onga grund
vera til at slúsa ídnaðar-
skipini innaftur á grunnin,
sum formaðurin í Nótaskip
heldur vera í umbúna.
- Vit fara so ikki at mæla
til, at ídnaðarskipini koma
innaftur á grunnin, tí eingin
sum helst orsøk er til tess.
Veiðitrýstið er ivaleysa stórt
sum er, og skuldu skipini
komið innaftur, hevði í
minsta lagi verið neyðugt at
broytt fiskidagaskipanina.
Hjalti vísir á, at ídnaðar-
skipini, sum veiddu hvít-
ingsbróður og annan fisk
undir Føroyum, landaðu
hesa veiði til ídnað.
- Skipini vórðu keypt út av
grunninum miðskeiðis í
nítiárunum, og vit fara ikki
at mæla til, at tey koma inn-
aftur á grunnin, sigur hann.
Leiðarin á Fiskirann-
sóknarstovuni sigur, at eitt
nú hvítingsbróður og smáur
svartkjaftur er føði hjá
toski og upsa.
- Men eg ivist tó í, um
henda veiða hevði nakran
serligan týdning fyri vist-
skipanina, sigur hann.
Matfiskur helvtin av
virðinum
Hjalti vísir á, at Fiskirann-
sóknarstovan gjørdi nakrar
royndir við rist í trolinum hjá
hesum skipum, og tað vísti
seg, at til bar at síla ein fittan
part av tí fiski útaftur, sum tú
ikki vildi hava í trolið.
- Málið við hesum roynd-
um var í fyrsta lagi at fáa
hýsuna burtur úr veiðini, og
hetta eydnaðist rættiliga
væl. Men trupulleikin við
veiðini var serliga hýsan,
sum er størri enn hvítings-
bróður, men kortini er ov
lítil til at kryvja.
Leiðarin vísir á, at tað,
sum hendi hjá ídnaðarskip-
unum, var, at helvtin av
veiðivirðinum at enda fekst
burtur úr matfiskinum, sum
skipini fingu.
- Og tá er skjótt, at enda-
málið við ídnaðarveiðini
dettur á gólvið, sigur Hjalti
í Jákupsstovu.
Eingin høgguslokkur verið síðan 1984
Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, heldur ikki, at nakað er mist, tí eingin
roynd hevur verið eftir høgguslokki síðan 1985.
- Hevði nógvur høgguslokkur staðið við landið, trúgvi eg, at onkur hevði havt givið sær far um
hetta, tí so nógvur bátur ferðast aftur og fram alla tíðina, sigur hann.
Ídnaðarskipini ikki innaftur á
grunnin
- Tá ið ídnaðarskipini
royndu undir Føroyum, kom
helvtin av veiðivirðinum at
enda frá matfiski, sum
skipini fiskaðu, og hesum var
eingin meining í, sigur Hjalti
í Jákupsstovu.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Á Kósini í Klaksvík
hevur ikki verið so
rokasligt,
síðan
tey
byrjaðu aftur at arbeiða
eftir summarsteðgin, ið
var liðugur fyri 14
døgum síðan.
Adrian Dalsá, stjóri á
Kósini, sigur, at tey
hava arbeitt nakað av
upsa hesa vikuna, og
mánadagin
væntar
hann,
at
línuskipið,
Kvik, kemur inn at
landa. Teir royna undir
Føroyum.
Hann veit at siga, at
onkur línuskip hava
verið inni og landað,
men at onnur virkir hava
keypt hendan fiskin.
Nýggir fiskidagar
- Hjá onkrum av teim-
um størru skipunum og
útróðrarbátunum vóru
fiskidagarnir uppi, men
nú eru vit so komin inn í
eitt nýtt fiskiár, sigur
Adrian Dalsá.
Stjórin
á
Kósini
væntar, at verulig gongd
fer á koma á aftur fiska-
arbeiði, sum hevur verið
heldur slakt, nú alt
kemur í rættlag aftur
eftir summarsteðgin, og
skipini
hava
fingið
nýggjar fiskidagar.
Kvik landar
á Kósini
mánadagin
C
M
Y
K
5
4