hósdagur 22. august 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 159 - 22. august 2002
Nr. 159 - 22. august 2002
7
– Kann ein móður-
hjálparbólkur geva
okkum upplýsingarn-
ar, er tað ein nógv
einfaldari loysn, sigur
Bill Justinussen,
Landsstýrismaður
FOSTURTØKU-
KANNING
Áki Bertholdsen
Ætlanin at gera eina kann-
ing fyri at vita, hví føroysk-
ar kvinnur fáa fosturtøku,
verður ikki sett í verk beint
nú.
Bill Justinussen, lands-
stýrismaður í heilsumálum,
sigur, at hann fyribils hevur
gjørt av at bíða við nógv
umstríddu kanningina, har
ætlanin var at gjøgnum-
ganga sjúkradagbøkur hjá
kvinnum, sum hava framt
fosturtøkur, fyri at vita,
hvør orsøkin var til, at tær
tóku hetta stigið.
Hetta merkir kortini ikki,
at hann hevur slept royndini
at fáa talið á fosturtøkum
niður.
Tað merkir heldur ikki, at
hann hevur slept ætlanini at
fáa tilfar til vega sum lýsa,
hví kvinnur vilja hava
fosturtøku.
– Sjálv kanningin var
ikki nakað endamál í sær
sjálvum. Endamálið er at
fáa til vega almenn hagtøl
sum vísa, hví føroyskar
kvinnur fáa fosturtøku og í
tí sambandi var ein kanning
nevnt sum ein møguleiki
fyri at fáa hesi hagtølini til
vega.
Men
hann
sigur,
at
kanska ber tað til at fáa
hesar upplýsingar til vega á
ein lættari og smidligari
hátt enn tað er at kanna
sjálvar sjúkradagbøkurnar.
Í
samgonguskjalinum
stendur, at arbeiðast skal
fyri at avmarka talið á fost-
urtøkum og hann er longu
farin at fyrireika, sum skulu
avmarka talið á fosturtøk-
um.
– Eg havi givið umsiting-
ini í Trivnaðarmálaráðnum
nakrar arbeiðsuppgávur á
fosturtøkuøkið, sum umsit-
ingin er farin í holt við og
arbeiðir við.
Hann sigur, at talan er um
at kanna møguleikarnar
fyri at seta ein móðurhjálp-
arbólk á stovn. Umsitingin
skal eisini kanna, hvussu
ein slíkur bólkur skal vera
mannaður og um nakrar
lógfrøðiligar forðingar eru
fyri at seta ein slíkan bólk.
– Samstundis skal umsit-
ingin kanna eftir, hvar lóg-
gávumyndugleikin á hesum
øki liggur. Hetta er ein
gomul lóg og tað er ein
spurningur um myndug-
leikin liggur í Føroyum,
ella um vit mugu ígjøgnum
Fólkatingið.
Fáa hagtøl til vega
Bill Justinussen sigur, at
fáa vit skipað ein móður-
hjálparbólk, sum kemur
uppí málið, hvørja ferð ein
kvinna biður um fostur-
tøku, ber væl til at fáa upp-
lýsingar um orsøkirnar tann
vegin.
– Kunnu vit fáa somu
upplýsingar um orsøkirnar
til fosturtøku ígjøgnum ein
móðurhjálparbólk, sum vit
annars kundu fingið í eini
kanning, er tað ein nógv
einfaldari loysn.
– Hetta er ikki ein møgu-
leiki, sum er komin mær til
hugs fyrr, men ber tað til, er
tað ein spurningur um,
hvussu neyðugt tað er at
gera eina afturlítandi kann-
ing.
Hann sigur, at móður-
hjálparbólkurin kann savna
upplýsdingar saman til
nøkur almenn hagtøl sum
kunnu geva okkum ábend-
ingar um, hvørji stuðulstil-
tøk, vit eiga at seta í verk
fyri at fáa talið at fella, sig-
ur Bill Justinussen.
Tó leggur landsstýris-
maðurin afturat, at hevur
ein
granskingarstovnur
áhuga fyri at granska
spurningin og at gera eina
afturlítandi kanning, fer
hann sjálvsagt at arbeiða
við vælvild saman við
stovninum um tað, tí spurn-
ingurin er áhugaverdur.
Bill Justinussen,
landsstýrismaður í
heilsumálum, fer at
kanna umstøðurnar á
sjúklingahotellinum
Tórshavn í
Keypmannahavn
SJÚKLINGAHOTELLIÐ
Áki Bertholdsen
Nú skulu ávísar umstøð-
urnar á sjúklingahotellinum
Tórshavn í Keypmanna-
havn, kannast.
Tað hevur nýggi lands-
stýrismaðurin í heilsumál-
um, Bill Justinussen, sett
sær fyri.
Hann sigur, at hann hevur
staðfest, at tað er rættiliga
stór ónøgd við ymisk viður-
skifti á hotellinum og tað
hevur hann tikið til eftir-
tektar.
Bill Justinussen sigur, at
sjálvur hevur hann ikki ver-
ið á hotellinum og tí hevur
hann bara frágreiðingar frá
øðrum at halda seg til.
Sjálvur er hann rættiliga
nýggjur í starvi sum lands-
stýrismaður í heilsumálum,
so tað er ikki fyrrenn nú um
dagarnar, at hann hevur
frætt um summar av trupul-
leikunum, sum eru á hotell-
inum.
Og tað skilst, at trupul-
leikarnir
á
hotellinum
kunnu býtast í tvey, tí í
fyrra lagi er talan um
heilsuligar trupulleikar og í
øðrum lagi er talan um
trivnaðartrupulleikar.
Og hvat teimum heilsu-
ligu trupulleikunum við-
víkur, er tað serliga vandin
fyri smittu av legionella-
bakterium í tí heita vatnin-
um í húsinum, sum hotellið
heldur til í, sum hevur verið
frammi seinstu dagarnar.
Men fólk hava eisini ampa
av, at svampur er í summ-
um av kømrunum.
Hesir trupulleikar hava
ført við sær, at nøkur aftra
seg við at vera á hotellinum
og tað eru eisini dømi um
fólk, sum eru rýmd av
hotellinum.
– Akkurát hesir trupul-
leikarnir eru nýggir fyri
mær. Men tað kann undir
ongum umstøðum góðtak-
ast, at allar minsti ivi um, at
heilsuvandi kann standast
av at vera á hotellinum, tí
minsta kravið er, at fólk
kenna seg púra trygg at
vera á hotellinum.
Fyri
at
beina
allan
ótryggleika av vegnum, gav
landsstýrismaðurin tískil
týsmorgunin umsitingini í
trivnaðarmálaráðnum boð
um at seta eina nevnd, sum
skal kanna tær heilsuligu
umstøðurnar á hotellinum.
Bill Justinussen leggur
dent á, at talan skal vera um
eina
skjóttarbeiðandi
nevnd, fyri at koma ótrygg-
leikanum til lívs sum
skjótast.
Hann sigur, m.a. at em-
bætislæknin í Keypmanna-
havn hevur víst á, at svamp-
urin, sum er á hotellinum er
púra vandaleysur fyri fólk.
– Men er hetta ein spurn-
ingur, sum framvegis elvir
til ampa, vil eg hava trupul-
leikarnar
kannaðar
av
nýggjum av eini nevnd, har
eisini føroyingar eru uppi í,
tí tað kann ikki góðtakast,
at fólk skulu hava minsta
ampa av at vera á hotellin-
um.
Arbeiða alla tíðina
Hvat trupulleikunum við
trivnaðinum á hotellinum
viðvíkur, er tað hinvegin
eitt mál, sum tey mugu
arbeiða við alla tíðina,
sigur Bill Justinussen.
– Men talan er um rætti-
liga umfatandi spurningar,
sum tað tekur tíð at loysa
og hóast ónøgd er við
hotellið, fáa vit eisini at
vita, at umstøðurnar á hes-
um hotellinum eru mun-
andi betri enn á tí gamla.
Hann sigur, at ikki slepst
undan, at umstøðurnar á
Hotel Tórshavn vera sam-
anbornar við umstøðurnar á
tí danska sjúklingahotellin-
um og tað er onki yvir at
dylja, at í tí samanberingini
er tað føroyska sjúklinga-
hotellið eftirbátur.
Tó ásannar hann, at trivn-
aðurin hevur rættiliga stór-
an týdning á einum sjúkl-
ingahotelli og hann sigur, at
arbeitt verður við málinum,
men enn er ongin niður-
støða tikin um, hvat kann
gerast.
Hinvegin vísir hann eis-
ini á, at tað er ein spurning-
ur, hvat vit kunnu gera við
tí fíggjarliga karmi, vit
hava, tí tað slepst heldur
ikki undan, at útreiðslurnar
til serviðgerð uttanlands er
vaksin
ómetaliga
nógv
seinastu árini og hon er nú
uppi á 80 milliónum um
árið-
hóast
hann
ikki
heldur, at sjúka kann gerast
upp í pengum.
– Tað vil so aftur siga, at
hóast mett var, at hetta
nýggja hotellið nøktaði
tørvin, tá ið tað varð leigað,
er tað ikki vist, at tað nøktar
tørvin nú.
Vit spurdu eisini lands-
stýrismannin, um talan ikki
var um vánaliga tilrættis-
legging, um tað er so, at
hotellið longu blivið ov lít-
ið eftir bara trimum árum.
Men hann vil ikki gera
viðmerkingar til tað, sum er
gjørt, men hann sigur, at
nýggir
viðgerðarhættir
hava ført við sær, at rætti-
liga nógv fleiri føroyingar
verða sendir niður nú, enn
tað vóru fyri bara nøkrum
fáum árum síðani.
Ein spurningur, sum hev-
ur verið leyðsliga umrødd-
ur, er at leiga eina hædd aft-
urat í sama húsið fyri at
gera hotellið størri.
– Men er húsið í ringum
standi, og umstøðurnar
annars vánaligar, er tað
ongin loysn at bara at gera
hotellið størri. Hinvegin
liggur hotellið sera væl fyri
og tað hevur esini týdning
fyri trivnaðin, so har eru
ymisk viðurskifti at seta
upp ímóti hvørjum øðrum
og enn er ongin niðurstøða,
sigur Bill Justinussen.
Umstrídd kanning um fosturtøkur skal bíða
Fer at seta kanning í verk á Hotel Tórshavn
At fáa hagtøl til vega sum lýsa orsøkirnar til fosturtøkur er
framvegis ein ætlan hjá Bill Justinussen fyri at fáa at vita,
hvussu stuðulstiltøk kunnu setast í verk. Men hann nú fer
hann at vita um tað ikki ber til, uttan at gera nógv umstríddu
kanningina
–Tað skal ongin ivi vera um, at ongin heilsuvandi stendst av at
vera á Hotel Tórshavn og tí fer Bill Justinussen, landsstýrismað-
ur at seta eina skjóttarbeiðandi nevnd at kanna heilsuligu við-
urskiftini á hotellinum
Politiskur meiriluti at broyta hernaðarsamtyktirnar
Eftir at Uttanlands-
nevndin hjá Løgtingi-
num er komin til ta
niðurstøðu, at hon
kann ikki taka støðu
til radaraútbygging-
arnar, sum NATO ætl-
ar at gera á Eiði, tí vit
hava nakrar løgtings-
samtyktir, sum siga,
at Føroyar skulu vera
leysar av øllum hern-
aðarvirksemi, eru
stóru flokkarnir á
løgtingi samdir um,
at gomlu hernaðar-
samtyktirnar eiga at
broytast
NATO
Jón Brian Hvidtfeldt
Spurningurin um hernaðar-
ligu støðu Føroya í heims-
samfelagnum skal takast
upp av nýggjum. Orsøkin
er ítøkiliga ætlanin hjá
NATO at útbyggja radara-
samskiftiskervið í Norður-
atlantshavi, tann sonevnda
SSSB-FAR ætlanin.
Løgmaður varð kunnaður
um málið, sum annars stav-
ar heilt aftur frá 1984, fyri
góðum hálvum øðrum ári
síðan, og hevur síðan biðið
Uttanlandsnevndina
hjá
løgtinginum um sítt til-
mæli. Men Uttanlands-
nevndin hevur víst máli-
num frá sær við tí grund-
geving, at løgtingið tilsam-
ans fýra ferðir, seinast í
1984, hevur samtykt, at
Føroyar skulu ikki vera við
í nøkrum hernaðarligum
samskifti.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður, hevur síðan boðað
frá, at spurningurin skal
takast upp í einum aðal-
orðaskifti í løgtinginum, og
síðan skal løgtingið taka
støðu til hernaðarsamtykt-
irnar.
Men longu nú tykist
meiriluti vera fyri at broyta
gomlu hernaðarsamtyktir-
nar. Tjóðveldisflokkurin,
Fólkaflokkurin og Sam-
bandsflokkurin siga seg all-
ar vera fyri at fremja broyt-
ingar, meðan Javnaðar-
flokkurin enn ikki hevur
tikið støðu til málið.
Hergeir Nielsen, tinglim-
ur fyri Tjóðveldisflokkin,
sum eisini er formaður í
Uttanlandsnevndini, metir,
at illa ber til at halda fast
við hernaðarsamtyktirnar.
- Tað ber illa til at halda
fast við samtyktirnar, nú
kalda kríggið er av, og her-
naðarliga myndin av heimi-
num er so nógv broytt, sig-
ur Hergeir Nielsen, og vísir
á, at løgtingið eigur at við-
gera málið í hesum ljósi.
Óli Breckmann, formað-
ur í tingbólkinum hjá
Fólkaflokkinum, sigur, at
Fólkaflokkurin hevur eina
greiða støðu í hesum mál,
og vil gera alt fyri at varð-
veita friðin í okkara parti av
heiminum. Hann metir tí, at
ítøkiliga
NATO-ætlanin,
sum nú liggur á borðinum,
er eitt gylt høvi hjá Føroy-
um at fáa ein virknari lut í
altjóða politikki. Hann vísir
á, at føroyingar alt ov leingi
hava stungið høvdið í sand-
in og hava ikki viljað tikið
støðu til mál av tílíkum
slag.
- Sjálvur havi eg altíð
hildið, at tað hevur verið
ein óvani við hesum her-
naðarsamtyktunum, sigur
Óli Breckmann, og leggur
afturat, at principielt hevur
Fólkaflokkurin einki ímóti
at broyta hernaðarsamtykt-
irnar.
Johan Dahl, tinglimur
fyri Sambandsflokkin og
limur í Uttanlandsnevndini,
sigur, at Sambandsflokkur-
in sær ongan trupulleika í at
broyta hernaðarsamtyktir-
nar.
- Vit noyðast at tillaga
okkum nútíðina. Vit eru jú
vard av NATO, skuldi okk-
urt borist á, og tí eiga vit
eisini at vera við, sigur Jo-
han Dahl. Persónliga heldur
Johan Dahl, at tað ikki eig-
ur at vera nakar trupulleiki
fyri Føroyar at lata NATO
sleppa at seta upp radar-
mastrar á Eiði.
Katrin Dahl Jacobsen,
tinglimur fyri Javnaðar-
flokkin og limur í Uttan-
landsnevndini, heldur eis-
ini, at løgtingið eigur at
taka støðu til hernaðarsam-
tyktirnar av nýggjum. Hon
sigur, at enn hevur Javnað-
arflokkurin ikki tikið enda-
liga støðu til, hvørt hernað-
arsamtyktirnar
eiga
at
broytast ella ikki, men mál-
ið verður tikið upp í flokki-
num. Katrin Dahl Jacobsen
metir, at NATO-málið hev-
ur noytt føroyskar politikar
at taka viðgera hernaðar-
ligu støðu Føroya av nýggj-
um, og at løgtingið eftir eitt
aðalorðaskifti hevur skyldu
at hava eina støðu til spurn-
ingin.
Løgmaður skal útvega
fleiri upplýsingar
Hergeir Nielsen úr Tjóð-
veldisflokkinum sigur, at
Anfinn Kallsberg eigur at
útvega nógv fleiri upplýs-
ingar um hernaðarmálið,
enn tær, sum Uttanlands-
nevndin higartil hevur fing-
ið, áðrenn málið skal til
aðalorðaskifti.
Hergeir
Nielsen metir, at allir við-
komandi spurningar í við-
urskiftunum millum Føroy-
ar og NATO eiga at leggj-
ast á borðið, so til ber at fáa
eitt grundleggjandi orða-
skifti um alt NATO-málið.
- Eitt aðalorðaskifti er í
sær sjálvum ikki nokk.
Sum er hava vit bara fingið
nakrar upplýsingar um hesa
ítøkiligu
ætlanina
hjá
NATO á Eiði, men vit hava
framvegis tørv á upplýsing-
um um búskaparligu av-
leiðingar av virkseminum
hjá NATO í føroyskum øki,
bæði fyrr og eisini í fram-
tíðini, sigur Hergeir Niel-
sen. Hann sigur, at fáast
ikki fleiri upplýsingar á
borðið, so fer hann ikki at
taka undir við at loyva
NATO at byggja út á Eiði.
Málið viðgerast
skjótast gjørligt
Teir fýra stóru flokkarnir
eru samdir um, at løgtingið
eigur at viðgera framtíðar,
hernaðarligu støðu Føroya
skjótast gjørligt, og meta
allir, at aðalskifti eigur at
vera, møguliga longu í
heyst. Formaðurin í Uttan-
landsnevndini hjá løgtingi-
num, Hergeir Nielsen, sig-
ur, at hann, eftir vitjanina
hjá danska verjumálaráð-
harranum, kennir tað sum
um danir vilja hava at vita
føroysku støðuna rímiliga
skjótt.
Stóru flokkarnir á tingi taka
undir við at broyta gomlu
hernaðarsamtyktirnar um
uttanveltaðu støðu Føroya
Savnsmynd
Tá luksus skipið The
World kemur á Havn-
ina fríggjadagin verð-
ur tað við einum før-
oyskum ísletti um-
borð. Per Einar Skaar
er kvartur skálamað-
ur. Hann hevur sent
boð eftir familjuni í
Føroyum, sum kemur
umborð at heilsa
uppá hann, tá skipið
kemur á Havnina
FAMILJUBOND
Heri á Rógvi
Tá stásiliga skipið The
World kemur á Havnina
fríggjadagin, so verður tað
við einum føroyskum ísletti
umborð. Við skipinum er
Per Einar Skaar. Hann eru
væntandi fá, ið kenna, men
hann fær fríggjadagin vitj-
an av umleið 40 familju-
limum.
Søgan er nevniliga tann,
at Per Einar Skaar er kvart-
ur føroyingur. Abbi hansara
var Hans Petur Jacobsen úr
Norðhúsum á Skála.
Hesin Hans Petur Jacob-
sen var bestimaður á Flor-
entz hjá Mortan í Hvanna-
sundi. Teir fóru í januar
mánað í 1920 úr Norra til
Føroya við nýggju Flor-
entz, men tá brast illveður
á. Teir mistu øll seglini utt-
an stórseglini. Skaða kom á
bæði skip og farm, og teir
settu inn móti landi í syðra
endanum av Norra.
Har hitti hann norsku
Emmu, sum var úr býnum
Lyngdal. Hann fór aftur til
Føroya við skipinum, men
hjarta lá so at siga eftir í
Norra, og hann fór skjótt
yviraftur, og hann og
Emma gifust seinni.Tey
fingu eitt barn – Anna
Maria.
Hon verður seinni gift og
fær eftirnavnið Skaar. Hans
Petur doyr í 1941, tá skipið,
hann var við, varð søkt av
týskarum.
Annar Maria Skaar flytir
saman við manni sínum,
sum førdi fraktskip til
USA, vesturum hav til
USA, til New York, har hon
búsettist. Tey fingu sonin
Per Einar, sum í dag er um-
leið 61 ára gamal.
Mammam, Anna Maria,
livir enn, og hon arbeiðir
sum lækni í New York. Hon
hevur regluliga samband
við
systkinabarn
sítt,
Oluffa Mikkelsen, á Skála.
Emma, sum jú giftist Hans
Peturi, doyði fyri tveimum
árum síðani. Oluffa og børn
hennara hava verið og vitj-
að Emmu yvir í Norra, og
har hava tey eisini hitt Per
Einar, sum er einabarn.
Til Føroya
Per Einar Skaar er vorðin
múgvandi maður í USA.
Hann hevur starvast sum
sjónleikari, og onkur kann
hava sæð hann í onkrum
filmi. Oluffa minnist at
hava sæð hann í onkrum
filmi, tá hann hevur verið
og ferðast.
Per Einar eigur fleiri hár-
fríðkanarstovur, eina kos-
metikk fabrik og hann hev-
ur eisini sín egna farm
(stóran bóndagarð). Hann
eigur íbúð í New York, har
mamma hansara eisini býr.
Somuleiðis eigur hann eis-
ini eina íbúð umborð á
cruise skipinum The World.
Tað er hetta skipið, sum
fríggjadagin kemur á Havn-
ina.
Sent boð
Per Einar sjálvur sendi
Oluffu eitt bræv. Í brævi-
num boðar hann frá, at
hann kemur til Føroya, og
hann vil ógvuliga fegin
hitta sína føroysku familju.
Familjan hevur fingið
skipað soleiðis fyri, at tey
fara umborð fyri at hitta Per
Einar. Tey vera umleið 40
fólk, ið øll eru í familju ella
gift við onkrum í familjuni
hjá Per Einar. Sum gávu
hava tey fingið gjørt ein
málning av Skála bygd, ið
Bibi Haraldsen hevur mál-
að, og málningurin er av
Skála bygd.
Tey eru sjálsagt øll sera
spent og gleða seg at sleppa
umborð at hitta familjulim-
in, ið ongantíð áður hevur
verið í Føroyum. Bert
mamma
hansara
hevur
einaferð verið í Føroyum.
Skipið
Skipið, The World, ið hesin
kvarti føroyingurin er við,
er ikki bara nakað heilt
vanligt. Talan er um eitt
spildurnýtt luksus cruise,
har fólk kunnu vera fast-
búgvandi í egnari íbúð. Har
eru allar hugsandi – eins og
óhugsandi - hentleikar.
Sambært heimasíðuni hjá
skipinum eru prísirnir á
íbúðunum umborð frá 17
mió til 57 mió! Tað eru 110
eigara íbúðir umborð. Íbúð-
irnar eru – sum kanska eis-
ini kann vænta fyri hasar
pengarnar – tað reina luk-
sus í allar mátar.
Tú kanst eisin leiga eina
suitu umborð. Fyri tann túr-
in, har lagt verður at landi í
Føroyum, skalt tú av við í
minsta lagi einar 75.000
kr., men tað kann eisini ger-
ast rættiliga nógv dýrari. Tá
er alt eisini í roknað. Hesin
túrurin varðar einar tíggju-
tólv dagar.
Gestur umborð á Cruise skipið er av føroyskari ætt:
Vil hitta familjuna í Føroyum
Tað er hetta skipið, The
World, ið Per Einar Skaar er
við, og familja hansara fer
fríggjadagin umborð
C
M
Y
K
7
6