Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 161 - 24. august 2002 Nr. 161 - 24. august 2002 7 Kommunur, sum hava bygt ov nógv út í ár, verða skerdar tey næstu árini KOMMUNALAR ÚTBYGGINGINGA Áki Bertholdsen Næsta ár tær føroysku kommunurnar byggja út fyri 160 milliónir. Tað hava Landsstýrið og tey bæði kommunufeløgini avtalað. Tó skal Føroya Komm- unufelag hava stýrisfund um málið, áðrenn tað vil skrivað undir, men hitt kommunufelagið, Komm- unusamskipan Førooya, KSF, hevur góðtikið av- taluna. Avtalan um, hvussu nógv kommunurnar kunnu byggja út fyri, er gjørd fyri forða fyri ótálmaðum út- byggingum hjá tí almenna og landsstýrið og komm- unufeløgini eru samd um, at tað er betri at gera eina avtalu um at tálma útbygg- ingunum, heldur enn at gera tað við lóg. Samstundis hava tey bæði kommunufeløgini váttað fyri landsstýrinum, at tey vilja virka fyri, at komm- unur halda hesa semju. Tey eru eisini samd við landsstýrið, at verður tað staðfest, at ein kommuna ikki heldur avtaluna, kann út- byggingarkvota hennara verða skerd í komandi árum. Hinvegin kann ein kommuna, ið brúkar minni enn ásettu kvotuna, fáa avlopið flutt til árið eftir. Eftir fólkatalinum Útbyggingarkvotan hjá kommununum verður lutað sundur ímillum tær ymsu kommunurnar eftir fólkatalinum Men kommunurnar í sama øki kunnu lána kvotu ímillum sín, soleiðis at kommunur, ið ikki brúka alla sína kvotu, fáa flutt avlopið til komandi ár, samstundis sum kommunur, ið hava tørv á størri kvotu, kunnu lána avlopið til at byggja út fyri, men avleiðingin kann vera, at tær afturfyri verða skerdar árið eftir. Harafturat hava komm- unurnar og landsstýrið av- talað, at gera kommunrnar í einum øki ítøkiligar stað- bundnar verklagsætlanir, kann útbyggingarkvotan hækkast í mesta lagi 30 mió. kr. – Fæst ikki semja í økin- um, kunnu tær kommunur, ið ikki vilja verða við eini felags semju, haldast uttan- fyri, men so fáa hesar kommunur kvotu sum um ongin avtala var. Hildnar uttanfyri Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá Kommunufelagn- um, at tær smærru komm- unurnar verða hildnar utt- anfyri avtaluna. Avtalan um útbyggingar- kvotuna er tískil ikki galdandi fyri Fugloyar-, Svínoyar-, Mikladals-, Húsa-, Hest-, Nólsoyar-, Mykinesar- og Skúvoyar kommunu. Annars siga landsstýrið og kommunurnar, at kommunur, ið ikki hava brúkt útbyggingarkvotuna fyri fíggjarárið 2001, fáa avlopið flutt til 2003, men yvirhøvur kann óbrúkt kvota í mesta lagi flytast yvir 5 ár. Annars er semja um, at tær kommunur, ið bróta avtaluna, verða skerdar áirini eftir. Tað verður gjørt við, at kvotan í 2004 verður skerd við meirnýtsluni í 2002, men skerjingin kann eisini verða býtt sundur ímillum tey trý komandi árini. Telja bara helvtina Umframt hetta er avtalan, at útbyggingarkvotan skal lagast til fyri ikki at leggja kommununum alt ov stórar forðingar í vegin. Eitt nú verður bara helvt- in av útreiðslurnum til havnaútbyggingar taldar við upp í kvotuna. Ell kann kommunan heldur gera av, at taka tað størstu einstøku útbyggingina og lata helvt- ina av henni telja við í kvot- uni. Talan kann t.d. verða um ein barnagarð. Keypa kommunur byggi- lendi, verður tað ikki talt upp í kvotuna, men, men útreiðslurnar til byggibúgv- inga skal kortini teljast upp í. Og at enda hava komm- unufeløgini og Landsstýrið avtalað, at ikki kann farast uttan um karmin við at lata tað privata ella aðrar mynd- ugleikar byggja út, og so lata kommununar langtíð- arleiga verklagið. Ei heldur skal tað bera til hjá kommununum at seta á stovn sjálvsognarstovnar, sum tær veghalda fyri. Heldur ikki er loyvt kommununum at bóka út- byggingar sum rakstrarút- reiðslur. Útreiðslur, ið stava frá slíkum virksemi, verða at rokna sum íløguútreiðslur. Kunnu byggja út fyri 160 milliónir næsta ár Hendan talvan vísir, hvussu nógv høvr kommuna kann byggja út fyri komandi ár Í døgunum 11. til 13. oktober verður skip- að fyri Suðuroyar Gospelfestivali, har øll kunnu luttaka, ung sum eldri úr øll- um landinum. Tveir dagar verður sang- venjing og endað verður við stórari gallakonsert. Ætlanin er, at hetta skal vera afturvendandi tiltak TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Í vikuskiftinum áðrenn heystfritíðina, frá 11. til 13. oktober, verður stórur gospelfestivalur í skúlanum í Trongisvági. Hetta er fyrsta ferðin, at skipað verður fyri Suðuroy- ar Gospelfestivali, men fyrireikararnir vóna, at undirtøkan verður góð, so hetta ikki verður síðsti festivalurin av sínum slag. Øll kunnu luttaka, ung og eldri úr øllum landinum. Ongar fortreytir skulu lúk- ast, bert skal sanggleði verða til staðar. Um ein hevur sungið fyrr, ella dug- ir nótar ella ikki, hevur ongan týdning. 11 sangir eru á skránni. Skipað verður so fyri, at í tveir dagar verða sangir vandir og endabrestur er so við framførslu. Hetta verð- ur stór gallakonsert, har góðir tónleikarar taka lut. Solistar koma úr Føroyum og Danmark. Orkestrið verður úr Danmark, har tað eru tónleikarar, ið lesa á Det Fynske Musikkonservator- inum, og fólk, ið hava lokið útbúgving har í ár. Festivalurin skal gerast staðið, har fólk úr øllum landinum koma saman at syngja gospel, siga fyri- reikararnir. Tað er Jens Knudsen, ið er stigtakari. Hann starvast sum tónleikalærari í Suður- oynni, leiður Tvøroyrar Hornorkestur, og hevur eisini sett á stovn Suður- oyar Gospel Choir. Kórið hevur verið til í eitt ár og hevði fyri stuttum væleydnaða og stórfingna konsert. Havnarmaður Jens Knud- sen starvaðist sum entre- prenørur, áðrenn hann fór til Danmarkar at lesa tónleik. Í Nyborg setti hann á stovn gospelkór, ið er til enn. Jens hevur arbeitt við fyrireikingunum til gospel- festivalin í longri tíð og vónar, at minst eini 200 fólk tekna seg at taka lut. Nógv er lagt fyri við tøkni og tónleikarum, og eisini er syrgt fyri, at hugaligt og lætt er at gista og líknandi. Síðsta freist at boða frá luttøku er tann 4. septem- ber. Hetta gerst hjá Jens Knudsen, FO-800 Tvør- oyri. Eisini kann ringjast 372026 ella 22 3056. Skriv- ast kann eisini teldubræv til jknudsen@post.olivant.fo. Suðuroyar Gospelfestivalur hevur eisini heimasíðu. Men ætlar ein sær at taka lut, so ber til at seta seg í samband við Jens Knudsen og frætta nærri og fáa sendan faldara um tiltakið. Stórur gospelfestivalur fyri øll Í oktober verður skipað fyri Suðuroyar Gospelfestivali. Tað er Jens Knudsen, ið er stigtakari. (Mynd: D. Olsen) 3. Viðareiðis 324 341 1.170 1.389 4. Hvannasunds 448 451 1.547 1.837 5. Klaksvíkar 4.717 4.790 16.433 19.514 6. Kunoyar 135 133 456 542 Norðoyarøki 5.624 5.715 19.606 23.282 9. Oyndarfjarðar 166 172 590 701 11. Fuglafjarðar 1.514 1.580 5.420 6.437 12. Leirvíkar 821 835 2.865 3.402 13. Gøtu 965 1012 3.472 4.123 14. Nes 1.139 1.187 4.072 4.836 15. Runavíkar 2.437 2.525 8.662 10.286 16. Sjóvar 1.008 1.030 3.534 4.196 17. Skála 637 676 2.319 2.754 Eysturoyarøki 8.687 9.017 30.934 36.734 18. Eiðis 694 713 2.446 2.905 19. Sunda 445 468 1.606 1.907 10. Elduvíkar 105 108 371 440 20. Funnings 95 84 288 342 21. Gjáar 59 58 199 236 22. Haldarsvíkar 259 266 913 1.084 23. Saksunar 31 33 113 134 24. Hvalvíkar 343 358 1.228 1.458 25. Hósvíkar 247 267 916 1.088 Sundalagsøki 2.278 2.355 8.079 9.594 49. Tórshavnar 17.543 18.230 62.540 74.266 27. Kvívíkar 575 586 2.010 2.387 28. Vestmanna 1.210 1.254 4.302 5.109 29. Kirkjubøar 208 221 758 900 Streymoyarøki 19.536 20.291 69.610 82.662 32. Sandavágs 684 699 2.398 2.848 33. Miðvágs 958 1032 3.540 4.204 34. Sørvágs 889 939 3.221 3.825 35. Bíggjar 70 80 274 326 Vágaøki 2.601 2.750 9.434 11.203 37. Sands 576 600 2.058 2.444 38. Skopunar 491 494 1.695 2.012 39. Skálavíkar 165 191 655 778 40. Húsavíkar 153 139 477 566 Sandoyarøki 1.385 1.424 4.885 5.801 42. Hvalbiar 775 762 2.614 3.104 43. Tvøroyrar 1.818 1.854 6.360 7.553 44. Fámjins 113 112 384 456 45. Hovs 120 121 415 493 46. Porkeris 360 383 1.314 1.560 47. Vágs 1.403 1.427 4.895 5.813 48. Sumbiar 401 428 1.468 1.744 Suðuroyarøki 4.990 5.087 17.451 20.724 Tilsamans 45.101 46.639 160.000 190.000 Kommunalu íløguætlanir 2003 Bruttoíløgur Túsund kr. Kommunur Fólkatal 01.05.2001 Vektaðaríløgur uttan avtalu Vektaðaríløgur við avtalu Sosialurin - 311820 www.ivan.fo Citroen Xantia 1,9TD stc SX km. 45.000, árg. mars 1999 160.000,- Citroen Xantia 1,8i 16V km. 63.000, árg. okt. 1996 112.000,- Citroen Xsara 1,9TD km. 120.000, árg. aug. 1997 121.000,- Mitsubishi L300 2,5D km. 161.000, árg. juni 1994 70.000,- Mitsubishi Carisma 1,6GL 5h km. 64.000, árg. mars 1997 95.000,- Mitsubishi Carisma 1,6GL km. 81.000, árg. okt. 1996 85.000,- Mitsubishi Lancer 1,5 GLXi 5H km. 145.000, árg. mai 1992 48.000,- Mitsubishi Lancer 1,3 4h km. 28.000, árg. aug. 1998 112.000,- Mitsubishi Galant 1,8 GLSi Sport km. 150.000, árg. juni 1992 37.000,- Mitsubishi Galant 1,8 GLS km. 186.000, árg. des. 1990 42.000,- Ford Sierra 2,0i CLX 4h km. 110.000, árg. nov. 1991 45.000,- Hyundai Accent 1,3 LS 5H km. 65.000, árg. feb. 1999 75.000,- Jeep Cherokee 2,5 TD km. 80.000, árg. juli 1997 135.000,- Mazda Demio 1,3 5h km. 50.000, árg. feb. 1999 87.000,- Mitsubishi Galant 1,8 GLSi km. 150.000, árg. mai 1992 37.000,- Í dag hava vit opið frá kl. 11.00-17.00 Í hesum sambandi hava vit nógv góð brúktbilatilboð m.a. hesi Prísirnir eru áðrenn avsláttur C M Y K 7 6 SKÚLAGONGD Ingrid Bjarnastein Um tú ert ein av teimum, sum hevur søkt inn á skúla og ikki slapp inn, ella um tú varð ov seinur at senda umsókn tína avstað, so er møguleikin fyri hægri lestri framvegis til staðar. Tað er nú ein skal søkja um tey tómu pláss- ini, sum eru eftir. Um tú ætlar tær til Danmarkar at lesa, so er listin yvir tey tómu plássini at síggja á heimasíðuni: http://www.ivuc.dk Har skalt tú trýsta á »Optag- else« og síðani á »Led- ige pladser«. Vanligt er, at ein setur seg í sam- band við tey einstøku universitetini og fær at vita, hvussu ein skal gera fyri at søkja. Í Noregi er heima- s í ð a n http://www.samordnaop ptak.no/restetorget/ og tann í Svøríki er http://www.studie- platser.nu Í Onglandi ber til at søkja heilt fram til endan av september og byrjan- ina av oktober ígjøgnum tað, sum eitur »Clear- ing«, um tað eru tóm pláss. Heimasíðuna finnur tú á http://www.ucas.co.uk/c learing/ Eisini ber til at spyrja á Altjóða Skrivstovuni á telduposti ask@ask.fo ella á telefon 322065. Til ber at søkja bæði um tú hevur søkt inn onkrastaðni í ár og eisini um tú ikki hevur søkt. Síðsti møguleiki at sleppa á skúla ROKNISKAPUR Jústinus Leivsson Eidesgaard Hevði Strandferðslan verið eitt privat felag, og hevði Strandferðslan sum privat felag havt sama virksemi sum í dag og sama tænastu- støðið, so hevði tað farið so dundrandi á heysin. Strandferðslan almanna- kunngerð rokniskapin fyri fjør og hann vísir eitt yvir- skot upp á 148.000 krónur. Og hyggja vit eftir inn- tøkusíðuni og útreiðslu- síðuni, so eigur at fara kalt niður eftir rygginum á ein- um og hvørjum vælbjarg- aðum kaptalisti. Inntøkurnar hjá Strand- ferðsluni í fjør vóru 99.5 milliónir, meðan útreiðslur- nar vóru góðar 167.138 milliónir. Játtanin á fíggjar- lógini bjargar muninum á hesum báðum postum. Landskassin spýtir 67.7 milliónir í tóma kassan hjá Strandferðsluni. Hyggja vit eftir útgrein- ingunum av rokniskapin- um, so er tað bara leiðin vestur í Vágar, sum gevur yvirskot, allar hinar geva undirskot. Vesturleiðin gav eitt avlop upp á 1,1 millión. Strandferðslan eigur eitt annað gullegg. Tað er ser- flutningur, sum gav eitt yvirskot upp á eina knappa hálva millión. Strandferðslan rindaði 62,2 milliónir í lønum í fjør. Her av fer Oyggjaleið- irnar, tað eru skipini við helvtini, næst størsti post- urin er Farmaleiðir við 12,6 milliónum og fyrisitingin fekk 10,8 milliónir í løn. Til bussarnar vórðu útgoldnar 3,9 milliónir krónur. Hóast stórt hall, so er politiski viljin í Føroyum, at øll skulu hava møguleika at ferðast frá heimstaðnum og til arbeiðis hvar tað skal vera í landinum. Og meðan vit á hvørjum árið hoyra um hallið hjá Strandferðsl- uni, so hoyra vit einki um fasta sambandið, sum er millum bygdir og sum eisini er rindað yvir skattin úr landskassanum. Strandferðslan eitt lítið yvirskot Tað kostar at halda við líka. Her verður Ritan málað. Ritan sum siglir til Nólsoyar gav eitt hall upp á 3,1 millión í fjør.