Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 159 - 22. august 2002 Nr. 159 - 22. august 2002 9 UTTAN ÚR HEIMI Amerikanska uttan- ríkisráðið almanna- kunngjørdi í gjár skjøl, sum prógva harðrendu framferð- ina hjá hernaðarstýri- num, sum ráddi í Argentina frá 1976 til 1983 ARGENTINA Árni Joenen Tað var fyrrverandi ameri- kanski uttanríkisráðharrin, Madeleine Albright, sum undir einari vitjan í Argen- tina lovaði at útvega øll skjøl, sum kundu avdúka ta sera harðrentu framferðina, sum argentinska hernaðar- stýrið nýtti ímóti politisk- um andstøðufólki í árunum frá 1976 til 1983. Í gjár helt uttanríkisráðið í Washington lyftið hennara og almannakunngjørdi 4.677 skjøl, sum snúgva seg um brot á mannarætt- indini í Argentina undir hernaðarstýrinum. Ein serlig nevnd hjá amerikanska skjalasavni- num hevur kannað skjølini, ið m. a. vísa, hvussu tað serliga deyðsliðið hjá her- naðarstýrinum, Deild 601, var skipað. Skjølini av- dúka, at leiðslan í deyðs- deildini hevði beinleiðis samband við táverandi argentinska forsetan, Leo- polde Galtieri. Galtieri varð tikin fyri trimum mánaðum síðani og skuldsettur fyri brot á al- tjóða mannarættindini. M.a. er hann skuldsettur fyri at hava givið Deild 601 boð um at burturflyta andstøðu- fólk undir einum átaki, sum forsetin setti í verk í 1976. Tey næstu árini vórðu fleiri túsund argentinar settir í fongsul, píndir og síðani myrdir, meðan onnur hvurvu. Amerikanska sendi- stovan í Argentina fór undir at skráseta framferðina hjá hernaðarstýrinum longu í 1977, og sagt verður, at í skjølunum verða meiri enn 10.000 brot á mannarætt- indini umrødd. Millum teirra, sum her- naðarstýrið beindi fyri, vóru fakfelagsleiðarar, prestar, mannarættindafólk, vísindamenn, læknar og leiðarar í teimum politisku a n d s t ø ð u f l o k k u n u m . Óheftir bólkar vilja vera við, at umleið 20.000 fólk vórðu fyribeind tey sjey ár- ini, hernaðarstýrið sat við valdið. Flestu bretar halda, at Ian Huntley og Maxine Carr eiga at fáa deyðarevsing, verða tey funnin sek í at hava myrt tær báð- ar tíggju ára gomlu Jessicu Chapman og Holly Wells SOHAM-MORÐINI Árni Joensen Týskvøldið boðaði bretska ákæruvaldið frá, at tað hevði formliga skuldsett tann 28 ára gamla Ian Huntley fyri at hava beint fyri teimum báðum gent- unum, og tríggjar tímar seinni kunngjørdi ákæru- valdið, at 25 ára Maxine Carr eisini var skuldsett - ikki fyri morðini, men fyri at hava givið løgregluni skeiva frágreiðing. Seinastu dagarnar hava tíðindi gingið um, at Ian Huntley er sálarliga sjúkur, og hann møguliga ikki kann ákærast og revsast fyri morðini, er hann sekur, men fremstu sálarfrøðing- arnir í Bretlandi søgdu týs- kvøldið, at eftir teirra tykki er einki, sum bendir á, at Ian Huntley ikki kann ákærast og revsast, verður hann funnin sekur. Í gjár var eisini ivi um, um løgreglan í Soham hev- ur nóg góð prógv ímóti tí 28 ára gamla skúlatænara- num. Rættarfundur skuldi ætlandi vera í gjár, men tað var kortini ivasamt, um hann kundi haldast, tí Ian Huntley lá tá á einum sálar- sjúkrahúsi. Kundi løgregl- an ikki sannføra rættin, kundi rætturin ikki gera annað enn at lata mannin leysan, men samstundis varð sagt, at verður hann latin leysur, er stórur vandi fyri, at fólk fara at taka lóg- ina í egnar hendur. Krevja deyðarevsing Fleiri av teimum stóru bret- sku bløðunum hava sein- astu dagarnar mælt til, at deyðarevsing verður sett aftur í gildi í Bretlandi í sambandi við barnamorðini í Soham. Ein meiningakanning í Daily Mail vísti mánadag- in, at 56 prosent av teimum spurdu tóku undir við, at fólk, sum myrða sakleys børn, eiga at fáa deyðarevs- ing. Sama kanning vísti, at flestu bretar halda, at fólk, sum misnýta børn kynsliga, fáa alt ov lítla revsing. Einstakir politikarar siga seg eisini vera sinnaðar at seta deyðarevsingina aftur í gildi í sambandi við barna- morð. John Whittingdale og Nigel Evans úr kon- servativa flokkinum siga, at politikararnir eiga at taka spurningin upp í næstum. Seinast bretska undirhús- ið viðgjørdi eitt uppskot um at seta deyðarevsingina aftur í gildi var í 1994. Tá atkvøddu 159 fyri deyða- revsing, meðan 403 ting- limir atkvøddu ímóti. Ein teirra, sum atkvøddi fyri, var núverandi formaðurin í konservativa flokkinum, Iain Duncan Smith. Oljan dýrkar Fyri fyrstu ferð í 15 mánaðir fór oljuprísurin upp um 30 dollarar fyri tunnuna týsdagin, og sambært ser- frøðingum er tað ósemjan millum USA og Irak, sum hevur trýst prísin uppeftir. Í New York fór olja, sum skal latast í september, fyri 30,32 dollarar fyri tunnuna, og meðalprísurin var 30,11 dollarar. Olja, sum skal latast í oktober, lá beint oman fyri 29 dollarar fyri tunnuna, men prísurin er fallin nakað síðani. Marknaðarserfrøðingar siga, at fer oljuprísurin upp um 30 dollarar, kann tað lættliga órógva búskapin í teimum londum í vesturheiminum, sum nýta nógva olju. Nýggjan kirkjuleiðara Leiðslan í katólsku kirkjuni í Avstralia er komin sam- an at velja nýggjan kirkjuleiðara, eftir at erkabiskup- urin George Pell hevur lagt frá sær. Tað gjørdi hann, eftir at hann var vorðin skuldsettur kynsliga misnýt- slu. George Pell heldur uppá, at hann er ósekur, og hann hevur eisini boðið sæt til at hjálpa kirkjumyndugleik- unum at greiða málið. Samstundis er komið fram, at maðurin, sum kom við skuldsetingini ímóti erka- biskupinum, hevur eina rættiliga kriminella fortíð. George Pell hevur ikki verið serliga væl umtóktur, síðani hann gjørdist leiðari í katólsku kirkjuni í Av- stralia í fjør. M. a. elvdi tað til nógv orðaskifti, tá hann segði, at fosturtøka er eitt størri brotsverk enn tað at misnýta børn og ung kynsliga. Umfarssótt ger um seg Ein sera vandamikil umfarssótt hevur gjørt um seg á oynni Madagaskar teir báðar seinastu mánaðarnar, og sambært heilsumyndugleikunum hevur sóttin kravt 479 mannalív. Læknarnir siga, at sóttin er ikki lívshættislig, um fólk fara nóg tíðliga til læknan, men trupulleikin er, at tað er langt ímillum læknamiðstøðirnar á Madagaskar. Harafturat er trot á starvsfólki í heilsuverkinum. Ta fyrstu tíðina gjørdi umfarssóttin bara um seg har suðuri á oynni, men í seinastuni eru eisini fleiri fólk har norðuri vorðin sjúk. Ta seinastu vikuna eru átta fólk deyð í norðara partinum av oynni, sum er serliga illa fyri, hvat heilsurøkt viðvíkir. 1,2 mia. í lummapengum Fahd kongur í Saudiarabia kemur neyvan í penga- neyð, nú hann er farin til Spania at halda summarfrí. Við sær hevur hann 1,2 milliard krónur í lummapeng- um. Tann 81 ára gamli kongurin kom mánadagin til Mar- bella, har hann skal halda summarfrí í frítíðarhús- unum Mar-Mar, sum er ein fullkomin eftirgerð av Hvítu Húsunum í Washington. Kongur eigur sjálvur húsini. Sum rímiligt er, er kongurin ikki einsamallur, nú hann heldur summarfrí. Við í fylginum til Spania vóru meiri enn 500 starvsfólk og tænarar av ymsum slagi. Deyðsliðini í Argentina verða nú avdúkað Krevja deyðarevsing fyri barnadráp Seinastu dagarnar hava nógv fólk og serliga børn lagt blómur nærhendis staðnum, har líkini av teimum báðum gentunum vórðu funnin Tórbjørn Jacobsen fer helst at biðja næst- valdu í Eysturoynni, Hallbjørg Hansen, taka sæti á tingi fyri seg, tá arbeiðið á fólkatingi verður uppafturtikið í oktober POLITIKKUR Jan Müller Hóast løgtingið ikki er saman í løtuni, og heldur ikki fólkatingið, so bendir alt á, at bæði hesi háttvirdu ting um ikki so langa tíð fara at hava úr at gera. Ein teirra, sum merkir hetta, er tingmaður og fólkatings- maður Tjóðveldisfloksins, Tórbjørn Jacobsen. Fólka- tingið er í summarfrí og kemur ikki saman aftur fyrr enn fyrst í oktober. Tá verða helst boð eftir føroy- sku fólkatingsumboðunum. Um somu tíð verða helst eisini boð eftir øllum ting- fólkunum at arbeiða við fíggjarlógini og øðrum málum á tingi. Eftir øllum at døma fer 17. maðurin hjá samgongu- ni ikki at verða Torbjørn Jacobsen til ta tíð. Sjálvur sigur hann við Sosialin, at tað fer vanligt, at f ø r oy s k u fólkatings- menninir, um nógv arbeiði er bæði á tingi og á fólkatingi, lata eykafólkini koma á ting. Hetta er eisini nakað, sum Tórbjørn Jacobsen um- hugsar í løtuni. – Tá tað krevst, at eykamaðurin kemur inn, so verður tað gjørt sigur hann og vísir til, at tað verður so fyrrverandi borgarstjórin í Fuglafirði, Hallbjørg Hansen, sum tá kemur á ting fyri fyrstu ferð. Uppá fyrispurning um tað ikki er eitt ynski frá leiðsluni í Tjóðveldis- flokkinum eisini, at hann letur tingsessin til næst- valda í Eysturoynni fyri at skapa frið í samgonguni eftir tað nógva rumbuli í seinastuni sigur Tórbjørn Jacobsen, at tað verður bara hann sjálvur, sum fer at gera av, nær eykamaðurin kemur inn. – Tað er fult og heilt mín avgerð, um og tá tað hendir. Tingfólk eru jú suveren, so tað er teirra fulli rættur sjálvi at gera hetta av sigur hann. Tingmaðurin, sum her- fyri gjørdi ein ordans vørr í samgongunmi og var um at forkoma henni, ger púra greitt, at hann ætlar fram- haldandi at brúka sín rætt til at luttaka í almenna orðaskiftinum í fjølmiðlu- num og á tingi, soleingi hann hevur sæti har. Hann vísir avgjørdur aftur, letur hann tingsessin til næst- valda, at hetta tá er fyri at skapa ró aftur í samgongu. – Sum fólkatingsmaður fyri ein av samgonguflokku- num hevur tú sjálvandi eis- ini ein leiklut, men eg fari at so at siga mína meining, tá tað er neyðugt. Og okk- urt kundi bent á, at ting- maðurin heldur hetta vera neyðugt longu nú tosað verður um at snikka eina nýggja fíggjarlóg til. Tór- bjørn Jacobsen er annars eitt sindur í iva um, hvussu verður við fíggjarlógini. Hann ber ótta fyri, at ansa vit ikki eftir nú ikki at spen- na bogan ov nógv, so verður galin endi og vit enda aftur í somu støðu sum í 80-unum. Ting- maðurin boðar frá, at hann ætlar sær í aftur bløðini í næstum: tá er evnið heldur einki minni enn fíggjarlóg- in. Sosialurin skilur annars, at tað kunnu koma nógvir brotasjógvar í sambandi við verandi fíggjarlógarviðgerð. Landsstýrisfólkini hava ann- ars verið saman á Viðareiði fyri at leggja fyrstu lunn- arnar undir fíggjar- lógaruppskotið. Tórbjørn Jacobsen neyvan 17. maður leingi aftrat Tórbjørn Jacobsen fer í næstum at gera av, um og nær næstvalda á tjóðveldislistanum í Eysturoynni, Hallbjørg Hansen, skal koma á ting fyri seg C M Y K 9 8