Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 161 - 24. august 2002 Nr. 161 - 24. august 2002 9 Maersk Air boðar frá nýggjum tilboð- um á flogrutunum millum Føroyar og Danmark FLOGFERÐSLA Maersk Air fer í heyst at lata feðrafólki bíligari ferðaseðlar millum Før- oyar og Danmark. Tilboð- ið er galdandi fram til hálvan oktober. Í nýggja tilboðnum frá Maersk Air til føroysk flogferðafólk kostar ferðaseðilin til Keyp- mannahavnar kr. 2.165,- meðan kostnaðurin til Billund verður 2.203,-. Íroknað eru tá øll avgjøld. Í samband við ferðing til og frá Billund er møguleiki fyri at flúgva viðari til Århus, Aalborg ella Odense. Tó móti eykagjaldi. Maersk Air sigur i tíð- indaskrivi, at galdandi er, at seinasta freist fyri at koma aftur til Føroya er 15. oktober. Ferðaseðlar- nir skulu keypast minst sjey dagar, áðrenn frá- ferð, og teir verða ikki endurgoldnir. Í minsta lagi tvey fólk skulu vera i ferðalagnum. Annað kann vera barn millum tvey og ellivu ár. Gald- andi er, at tey ferðandi eru burtur í hvussu er náttina millum leygardag og sunnudag, og ferðin kann í mesta lagi vara ein mánaða. Ymiski barnafrádráttir verða givnir. Børn mill- um tvey og ellivu ár gjalda hálvan ferðaseðla- prís. Er barnið yngri enn eittt á og hevur egið setur, verður eisini hálvur prís- ur goldin, meðan barn undir eitt ár, sum ikki hevur egið setur, rindar 10% av ferðaseðlakostn- aðinum, sigur Maersk Air í tíðindaskrivinum. ej Heysttilboð frá Maersk Air Flogfør á Netinum Á heimasíðuni hjá Vága Floghavn ber til at síggja myndir av flogførum, sum lenda á flogvøllinum í Vágum FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Ymisk eru flogførini, sum vitja flogvøllin í Vágum. Varaleiðarin á flogvøllinum plagar at taka myndir av teimum, og leggur regluliga út á Internetið. Jákup Persson, varaleið- ari á flogvøllinum í Vágum, sigur, at hann fór undir hetta ítriv fyri umleið ein- um ári síðan. Mestsum til stuttleika. Men tað hevur víst seg at hava áhuga ymsastaðni. Tað kemur javnan fyri, at fólk ringir og spyr eftir myndum av ávísum flog- førum, sum hava verið i Vágum. Ofta fólk, sum við privatflogfari hava verið framvið og vilja hava eitt- hvørt ferðaminni at vísa á. –Tað eru summi, ið koma hendanveg, sum fegin vilja hava eitthvørt minni. So ein mynd, sum vísir, at flogfar teirra stendur á vøllinum, er altíð kærkomin, sigur Ják- up Persson. Sum rímiligt er, verða ikki øll flogfør, sum koma á vøllin, avmyndað. Tað er bara, um tað kemur eitt flogfar av slíkum slagi, sum ikki hevur verið fyrr, greið- ir Jákup Persson frá. Tað er hampiliga nógv ferðsla um flogvøllin í Vág- um við smáum privatflog- førum. Serliga um summar- ið.Tað eru fólk, sum hava ymisk ørindi, sigur Jákup Persson, varaleiðari á flog- vøllinum i Vágum. Nógv millumlenda her á ferð víð- ari. Til Íslands fara nógv, og onkur fer so víðari. Onkur er bara og vendir, líkasum á eini útferð her norðanfyri, meðan upp aftur onnur beinleiðs koma til Føroya við egnum flogfari at halda frí. Okkurt flogfar hevur staðið upp í einar fimm dagar, meðan fólk hava ferðast í Føroyum, greiðir hann frá. Jákup Persson greiðir frá, at hann herfyri tosaði við eini sveisisk hjún, sum steðgaðu á her á veg til Ís- lands við egnum flogfari. Tey greiddu frá, at tey fyri 30 árum síðan hittust í Ís- landi, og vóru nú á veg hagar aftur fyri líkasum at minnast aftur á aftur. Á vegum vitjaðu tey so í Før- oyum, sum tey annars ong- antíð høvdu komið til, greiðir varaleiðarin hjá Statens Luftfartsvæsen í Vágum frá. Til ber at síggja myndir- nar av flogførunum við at fara á heimasíðuna www.slv.dk/vagar og síðan leita undir tíðindi. Flogfør av nógvum ymsum sløgum lenda í Vágum millum ár og dag. Hetta hevði propell bæði aftan og framman Mynd: Jákup Persson Teir hava sett meira ferð á boringina í Gásadalstunlinum. Arbeitt verður nú í tveimum skiftum, og komið verður ígjøgn- um fyri jól, sigur landsverkfrøðingurin TUNNILSGERÐ Edvard Joensen Tað gongur skjótt við bor- ingini í Gásadalstunlinum. Ferðin er tvífaldað, síðan summarfrítíðin hjá lands- verkfrøðinginum endaði, og komið verður ígjøgnum til jólar. Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur sigur, at teir eru farnir undir at bora í tveimum vaktum í Gása- dalstunlinum nú efitr summarfrítíðina. Nú liðugt er at bora og gera vendipláss í Norð- skálatunlinum, er manning- in haðani farin vestur í Vágar at bora. –Tað hevur alla tíðina verið liður í ætlanini, sigur Oyvindur Brimnes. Pengar eru settir av til boring í ár, og teir verða eisini brúktir, sigur hann. Tá arbeitt verður við full- ari styrki, og alt annars gongur væl, rokna teir við at kunna bora einar 50 metrar um vikuna, sigur landsverkfrøðingurin. Hósdagin vóru teir komnir inn á júst 800 metr- ar, so einir 600 metrar eru eftir. Tunnilin er fluttur nakað inn í landið i mun til fyrstu ætlanina. Tá var longdin sett til 1.700 metrar, men við flytingini er tunnilin styttur einar 300 metrar. Fjallið er sera gott at bora ígjøgnum, sigur Oyvindur Brimnes. Fjallið er kanska enn betri, enn væntað var. Tað verður lítið at tryggja undir loftinum, og eisini er sera turt í tunlinum. Gjørdar vórðu seismiskar kanningar og royndarbor- ingar, sum gjørdu, at teir fluttu tunnilin. Teir vistu av, sigur landsverkfrøðingurin, at tað var gosmyrja eina- staðni á vegnum, men hon vísti seg at vera undir tunn- ilslinjuni, og har eru teir komnir tvørtur um nú, so vónir eru fyri, at góða lend- ið fer at halda sær, til kom- ið er ígjøgnum, sigur lands- verkfrøðingurin. Gásadalstunnilin verður líkur Kunoyartunlinum í hædd og breidd. Hálvtann- að spor kalla teir hann, sig- ur landsverkfrøðingurin. Hann fær ikki ljós og tele- fonkaðalar, sum eitt nú Norðskálatunnilin nú fer at fáa, tí tey krøvini eru ikki sett til tunlar av tí slagnum, sum Gásadalstunnilin er, sigur Oyvindur Brimnes. Tað er ferðslan gjøgnum tunnilin, sum avger tað, sigur hann. Við dupultari ferð til Gásadals Tá tunnilin er komin, verða túrarnir um Skarði færri Mynd: Edvard Joensen Í vár byrjaði foreldra- bólkurin aftanfyri Kom og dansa fyri ung upp á dans í Plat- form. Her skuldu tey ungu fáa høvi at dansa í einum rús- og roykfríum umhvørvi UNDIRHALD Ingrid Bjarnastein Fyri at bøta um vánaligu dansiumstøðurnar hjá ung- um í Tórshavn, tók for- eldrabólkurin aftanfyri Kom og dansa fyri ung stig til at skipa fyri dansikvøld- ið í Platform mánakvøld einaferð um mánaðan. Dentur verður lagdur á, at hesin dansur er bæði rús- og roykfríur, so tey ungu sleppa at uppliva eitt rús- frítt umhvørvi. Hetta tilboðið er ætlað ungum millum 13 og 17 ár. Tað vil siga, at hetta er til teirra, ið ganga í 7.- 10. flokki ella fyrsta ári á mið- námsskúlunum. Nú hevur summarfrítíðin júst verið, og tí hevur ongin dansur verið á skránni, men nú verður byrjað aftur í stórum stíli. Mánadagin 2. september verður aftur dansað í Plat- form. Byrjað verður klokk- an 19.30, og dansað verður í tveir tímar. Dansifrøi hev- ur eisini verið við fyri at leggja lag á. Foreldrabólkurin hevur eisini skipað fyri dansi- skeiði, har undirvíst hevur verið í rock ´n roll, linju- dansi og øðrum, og er tón- leikastílurin sera fjølbroytt- ur. Alt frá diskotektónleiki til rock ´n roll verður spælt. Byrjað varð uppá hetta tiltakið í mars mánaða, og síðani var Anna Kirstin av Tvøroyri og undirvísti í Losjuni í apríl mánaða. Skipað var tá eisini fyri breakdansi við kapping. Fyri at vera við kostar tað 40 krónur, og tá er eisini møgligt at keypa sær okkurt leskiligt. Lýst verð- ur hvørja ferð dansað verð- ur í bløðunum. Eisini eru uppsløg á skúlum og ymsa aðrastaðni í Havn. Í heyst verður eisini vitjan av íslendingum, sum fara at koma til Føroya at dansa. Um tú hevur hug at vera við í rús- og roykfríum um- hvørvi saman við øðrum ungum á tínum aldri, er at leita á fjórðu hædd í Havn- ar Klubba, har Platform liggur. Mánakvøldið verður fyrsti dansurin aftaná summarsteðgin. Nú verður aftur dansað rúsfrítt Rús- og roykfríi dansurin í Platform byrjar nú aftur. Mánakvøldið verður dansað aftur fyri fyrstu ferð aftaná summarsteðgin Savnsmynd RÁÐSTEVNA Ingrid Bjarnastein 10 ár eru liðin síðani Agenda 21 og Rio Yvirlýsingin vórðu sam- tykt. Og í ár verður ein ST heimsráðstevna í Johannesburg í Suðurafrika um burðardygga menning. Henda ráðstevnan verður í Suðurafrika frá 26. august – 4. sep- tember. Heitið á ráð- stevnuni er formliga World Summit on Sustainable Develope- ment, og hon verður hildin í sambandi við, at í ár eru 10 ár liðin síðani seinasta ST fundin. Eisini umboð fyri Før- oyar verða við á Jo- hannesburg. Tað verða Eyðun Elttør, landsstýr- ismaður í olju- og um- hvørvismálum, Hergeir Nielsen, formaður í løg- tingsins uttanlands- nevnd og Kate Sander- son, fulltrúi á uttanríkis- deildini hjá Løgmans- skrivstovuni. Føroyar og burðardygg menning C M Y K 9 8