Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 159 - 22. august 2002 Nr. 159 - 22. august 2002 11 Líkt er til, at rumbulspolitikarin úr Eysturoynni um stutta tíð ikki fer at skapa samgonguni og serstakliga løgmanni ella fyri tað sínum egna flokki eins stórar trupulleikar og higartil. Eftir miklu orrustuna, sum íkom eftir grein í bløðunum, tykist nú friðsælan aftur at valda í samgongunui. Men soleingi Torbjørn Jacob- sen framvegis er 17. maður, er einki vist. Tó so – for- maður hansara hevur í seinastuni givið nøkur signal um, at ein einsamallur tingmaður skal ikki sleppa at seta alla samgonguna og harvið maktstøðuna hjá Tjóð- veldisflokkinum uppá spæl. Nú fáa vit so at síggja. Fíggjarlógin stendur í durunum, og hon kann geva miklan gang. Men leikluturin hjá glyvramanninum sum 17. maður í samgonguni kann skjótt gerast søga. Í hvussu er fyri eina tíð. Danska fólkatingið, ið hann er ein partur av, fer skjótt aftur til arbeiðis. Tá er ikki óvanligt, at næst- valdu koma á ting fyri fólkatingsumboð. Í samrøðu við blaðið ger fólkatingsmaðurin og tingmaðurin Torbjørn Jacobsen greitt, at alt eftir hvussu stór arbeiðsbyrðan verður, fer hann at gera av, um og nær hann skal lata partafelaga sín úr Fuglafirði koma á ting. Tað er eingin ivi um, at henda støðan er kærkomin ikki bert fyri løgmann men ikki minst fyri Tjóðveldisflokk- in, tí hóast tingfólkini har uttan iva fegnast um at hava ein millum tey, sum kann gera tað »neyðuga« skitna ar- beiðið fyri at markera flokkin, so hugsa tey sum pol- itikarar flest um at verða sitandi við valdinum so leingi tilber. Tað var um reppið, at Torbjørn Jacobsen forkom teimum hetta sama vald. Og tað skal ikki henda aftur. Tí kemur tað væl við, at hann í næstum setir beina kós móti Christiansborg og helst verður verandi har fyri eina tíð. Tað er tí líkt til, at samgongan hevur megnað at sigla millum fyrstu skerini. Áhugavert verður tó at síggja, hvussu leingi aftrat løgmaður fer at finna seg út fram- haldandi at verða fyri lemjandi atfinningum frá tjóð- veldismonnum. Ella fjalir her seg ein gummimaður , sum teknarin á baksíðuni á sinni gjørdi vart við! Hann hevur neyvan gloymt herferðina hjá Hesuferð og niður- gerðingina av sær á Vaglinum á sinni. Spurningurinm er tí eisini, hvussu tað fer at eydnast formanni Tjóð- veldisfloksins at temja sínar egnu í eini tíð, har flest øll vita, at løgmaður og hansara ikki fara at halda seg aftur at leggja fótonglar fyri sínar samgongufelagar, ið hava ilt við at gloyma, at løgmaður steðgaði teirra fullveldis- dreymum. Tjóðveldisflokkurin skal skjótt upp til roynd. Man tað eydnast løgmanni at fáa Tjóðveldisflokkin til at venda gomlu løgtingssamtyktunum um, at Føroyar skulu vera uttanfyri herðnaðarligar samgongur, bakið! Og hvussu við fíggjarlógini, nú flokkarnir hava skarvað 360 mill. av blokkinum við einum høggi, um somu tíð, sum teirra fólk vilja játta pengar til síni øki! Andstøðan hevur sum heild verið alt ov spøk eftir val- ið. Demokratiið krevur av henni, at hon kennir sína vitjunartíð. Uppgáva hennara er at geva landsstýrinum eitt mótspæl t.v.s. bæði sjálv at koma við ítøkiligum uppskotum og at krittiskt at viðgera tað landsstýrið leggur fram. DAGSINS MEINING Sosialurin 17. maðurin Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Árið 1995 var frukta- gott á Viðareiði, tí mánadagin byrjaðu 11 næmingar í 1. flokki. Seinnu árini hevur bara ein annar árgangur verið so stórur; tað eru tey, sum nú ganga í 7. flokki SKÚLI Rúna Sivertsen Mánamorgunin kl. 10.30 møtti 1. flokkur í skúlanum við Løkjuna á Viðareiði. Í ár eru tey heili 11 í tali, og tað er nógv í einum so lítlum skúla. Týsdagin byrjaði so rættiliga skúlagongdin aftur hjá teimum 56 næm- ingunum, sum í ár skulu ganga í skúla á Viðareiði. Seinasta skúlaár gingu 54 næmingar í skúlanum við Løkjuna; 9 teirra fóru í framhaldsdeild í Klaksvík, har tey ganga í 8. flokki á Ziskatrøð. Skúlin á Viðareiði gjørd- ist sum so mangir aðrir skúlar ov lítil, tá nýggja fólkaskúlalógin, við øðrvísi krøvum til undirvísing, varð sett í verk. – Vit eru noydd at nýta bókasavnið til undirvísing, og teldurnar hava vit í standandi í ganginum, sigur Anita Køtlum Peter- sen, 1. lærari á Viðareiði. – Vit hava heldur onga stovu til serundirvísing, so tað mugu vit nýta lærara- stovuna til, sigur hon. Anita sigur, at tey eisini royna at loysa plásstrotið við forskotnari skúlatíð, t.d. hava vit flutt tónleikaundir- vísingina til eftir skúlatíð. Sosialurin hevur fingið hendur á einari mynd av teimum 11 næmingunum í 1. flokki á Viðareiði. Fleiri teirra eru í nýggjum heima- bundnum troyggjum. Í mynstrið í troyggjuni hjá Høgna er bundið: Høgni fer í skúla, – júst sum í lesi- bókini, tey nú fara at terpa seg ígjøgnum. Góður árgangur á Viðareiði Í skúlanum við Løkjuna á Viðareiði byrjaðu 11 næmingar í 1. flokki mánamorgunin. Hetta er ein rættiligur dreingjaflokkur, 8 dreingir og bert 3 gentur. Aftara rað frá vinstru: Kári, Absalon, Sørin, Eivindur, Ólavur, Olivur, Høgni. Fremra rað frá vinstru: Jóanes, Rakul, Óluvá, Malan og flokslærarin, Jensebeth Absalonsen. Mynd Gudny Benjaminsdóttir DANSUR Tíðindaskriv Leygarkvøldið komandi verður Lunnadansur (Túna- dansur) við Kappróðrar- neystið á Bakka á Glyvr- um. Nógvur góður tónleik- ur verður at hoyra hetta kvøldið. Til dansin spæla Kim Hansen, James Ol- sen, Jens Marni Hansen og Pauli Magnussen. Harumframt verður harmonikutónleikur við lokalum tónleikarum. Undir dansinum verður eisini høvi at keypa sær ein tallerk við fiskasúp- an. Dansurin byrjar kl. 23 og viðrar ikki, verður dansurin inni í Kappróð- rarneystinum. Kappróðrarfelagið NSÍ bjóðar øllum vælkom- num til eitt stuttligt dansikvøld við Kappróð- rarneystið á Bakka á Glyvrum. Leygardagin verður skipað fyri útitiltøk- um í bátahylinum á Glyvrum í sambandið við, at atløgubryggjan alment verður tikin í nýtslu ÚTITILTAK Tíðindaskriv Leygardagin 24. august verður atløgubryggjan í bátahylinum á Bakka á Glyvrum alment tikin í nýt- slu. Í hesum sambandi skipar Bátafelagið fyri ym- iskum tiltøkum. Byrjað verður kl. 15 við, at havnarnevndin í Runa- víkar Kommunu kemur rógvandi inn í bátahylin og leggur at bryggju. Kári P. Højgaard, formaður í havn- arnevndini, heldur røðu. Seinni verður m. a. barnasangur við Duritu og fleiri, hestaríðing og rógv- ing. Harumframt verður høvi at keypa grillaðar pils- ur og sodavatn. Kaffi og okkurt gott afturvið verður eisini til keyps. Peningurin, ið inn kemur, fer til felagshús. Bátafelag- ið bjóðar øllum til ein hugnaligan dag í bátahýri. Lunnadansur á Glyvrum Hugnaligur leygardagur í bátahýri ÚTSØLAN ÚTSØLAN Heldur fram Heldur fram Við hesum rimmar tilboðum Electrolux ER 6645 Køliskáp Hædd: 82/85 cm Breidd: 55 cm Djúbd: 60 cm 0,41 kWh pr. døgn fyrr 3.890,- SPAR 895,- SPAR 895,- 2.995,- 2.995,- Lágorka klassi A Lágorka klassi A Lágorka klassi A Lágorka klassi A AEG 40210u Uppvaskimaskina Hædd: 82 cm Breidd: 60 cm Djúbd: 60 cm fyrr 7.280,- SPAR 1.385,- SPAR 1.385,- 5.895,- 5.895,- *12 IEC* *standardkuvertar* goymt hitalikam SMS – Tel. 319697 · Saltangará – Tel. 449697 · Klaksvík – Tel. 479697 Samsung CW-28C75VS8 28" sjónvarp fyrr 9.950,- SPAR 1.951,- 7.999,- 7.999,- 100 Hz (Føroya mest selda) Zanussi F1002V Vaskimaskina fyrr 4.790,- 3.990,- 3.990,- Valfríður temperaturður · Centrifugering: Max 1000 o/min Trykkknappar til skolistop og start/stop 60° normalprogramm/bumull 5 kg: 58 ltr / 1,15 kWh/130 min SPAR 800,- SPAR 800,- Orkuklassi A SPAR 1.191,- SPAR 1.191,- Minidisk avspælari og upptakari fyrr 3.690,- 2.499,- 2.499,- Sharp MD MT 180 Braun CombiMax K 600 fyrr 990,- SPAR 141,- SPAR 141,- 849,- 849,- BOmann Kaffimaskina fyrr 220,- 149,- 149,- BOmann Hárklippusett fyrr 179,- SPAR 81,- SPAR 81,- 98,- 98,- 979,- 979,- SPAR 231,- SPAR 231,- Electrolux Dustsúgvari model Z1020 fyrr 1.210,- 1400 Watt 1400 Watt SPAR 521,- SPAR 521,- 2.799,- 2.799,- JVC Boomblaster RV-B99 fyrr 3.320,- SPAR 71,- SPAR 71,- C M Y K 11 10