hósdagur 22. august 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 161 - 24. august 2002
Nr. 161 - 24. august 2002
11
Tað hevur í nógv ár verið ein borgarligur tvangs-
tanki, at vegaíløgur hja landinum skulu loysa seg
rakstrarbúskaparliga. Hesin tankin er blóðskeivur, tí
infrastrukturur er ikki bert um handil og vinnu. Tað
snýr seg eisini um eina tænastu til einstaka
borgaran, og síðst, men avgjørt ikki minst, um trygd.
Man hevur aðrastaðni gjørt partafeløg, ið skulu eiga
og reka tunnlar og brúgvar, men misjavnt er, hvussu
gingist hevur við hesum.
Í Føroyum eiga vit at hava eina prinsipiella
diskussión um vit yvirhøvur vilja hava landsvega-
stubbar við brúkaragjaldi. Hetta er ógvuliga prinsip-
ielt, tí um fólk skulu gjalda brúkaragjald fyri at
koma ígjøgnum ein tunnil til Vágarnar, hví skal man
so kunna koyra yvirum brúnna við Streymin fyri
einki? Skulu allir tunlar framyvir fíggjast við brúk-
aragjaldi?
Hvussu so víkir og vendir, so er tað landið, ið
stendur við endan. So er spurningurin, um fólk vilja
hava eitt alment felag, ið lítið annað skal gera enn at
krevja fyri billettir. Kann vera, at onkur heldur hetta
vera eitt gott hugskot í dag. Hvussu verður um 10
ár? Her eiga vit aftur at hava brúnna um Streymin í
huganum. Eingin kundi ímyndað sær, at man skuldi
steðgað við ein bumm og betalt við eina lúku fyri at
koyra av Streymoynni á Eysturoynna. Hví skal tað
verða øðrvísi, tá man skal av Streymoynni á Vág-
oynna, ella av Eysturoynni til Norðoyggjar? Landið
og harvið skattgjaldarin eiga og gjalda tunlarnar so
ella so. Við brúkaragjaldi verða tað so teir skatt-
gjaldarar, ið ferðast yvir flogvøllin og til Vágarnar,
ið koma at taka ein eitt sindur størri part, men hví
skulu teir tað, tá allir aðrir landsvegastubbar verða
fíggjaðir yvir skattin? Hvat fer skatturin til, um hann
ikki kann gjalda fyri vegir longur?
Um brúkaragjald skal verða normurin hereftir, so
má man verða konsekventur, og tað ynskja føroying-
ar neyvan. Spurningurin er, um man ikki bert burdi
avtikið P/F Vágatunnilin, tá tunnilin er liðugur, og
handað Landsverkfrøðinginum tunnilin at umsita,
eins og hesir umsita allar aðrar tunlar í landinum.
Føroyingar eru vanir at koyra millum oyggjar fyri
einki. At stovna eitt eyka alment felag, ið, um man
trekkir spilltíðsskapandi innkrevjingarfunktiónina
frá, bert skal gera tað sum Landsverkfrøðingurin ger
frammanundan, tykist ørskapur, serliga í hesum tíð-
um, har man tosar um ein ov stóran almennan
sektor.
Allir føroyingar áttu at koyrt ein túr tvørturum
Streymin og steðgað á, og hugsað um billetlúkur og
gjald er nakað, sum føroyingar vilja hava á sínum
landsvegum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Brúkaragjald
á landsvegum?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari: Jústinus
Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hergeir Nielsen
Stórt hóvasták verður gjørt
burturúr, at formaðurin í
uttanlandsnevndini
hevur
borið fram skeiv tíðindi fyri
fjølmiðlunum.
Soleiðis er ikki, og niðan-
fyri er prenta avrit av mínum
tíðindum, sum greidliga
lýsir, hvat fráboðað varð.
»Uttanlandsnevndin
er
vorðin samd um ikki at við-
mæla, at løgmaður gevur
NATO boð um at fara undir
hesa ætlan sína, og nevndin
hevur sent løgmanni eitt
skriv, har sagt verður frá, at:
Vísandi til hernaðarsam-
tyktirnar, sum eru gjørdar í
tinginum, er nevndin samd
um, at hon fer ikki at siga
sína hugsan um málið, fyrr
enn eftir at eitt aðalorðaskifti
hevur verið um framtíðar-
støðu Føroya á verjupolitiska
økinum.
Hildið verður, at tástani
hevur
uttanlandsnevndin
fingið eitt haldgott grundar-
lag at halda seg til, áðrenn
hon setur sær føri fyri at
ráðgeva løgmanni í hesum
máli.«
Væl og virðiliga er grund-
givið, hví uttanlandsnevndin
ikki gevur nakað viðmælið,
og væl og virðiliga verður
tikið uppaftur til seinast í
sama skrivi, at:
»Ein samd nevnd heldur,
at vit eiga at geva okkum ta
tíð, ið rímilig er til eitt so
stórt og avgerandi mál sum
framtíðarstøðu Føroya á
trygdarpolitiska økinum er.
Semja er um, at Føroya
Løgting tekur hetta álvars-
mál til umrøðu fyrst, og síð-
ani setur uttanlandsnevnd
løgtingsins seg aftur at
viðgera málið, áðrenn hon
fer at ráðføra seg við
løgmann um hansara leiklut í
hesum samanhangi.«
Hóast hesi 100% korrektu
tíðindi og klokkukláru talu,
so fer Jógvan við Keldu í
útvarpið, tekur eina orðing
burturúr sínum samanhangi,
og sigur meg hava sagt ósatt.
Eg vænti at Jógvan við
Keldu er so frægur maður, at
hann umhugsar skuldseting-
ar sínar, og fær tær út av
verðini.
Katrin Dahl Jakobsen
løgtingskvinna
Uttanlandsnevndin
hevur
fingið slíkt skot fyri bógvin
av óseriøsa tíðindaskrivinum
og samrøðuni, sum Hergeir
Nielsen hevði við Útvarpið
viðvíkjandi Natoverkætlan-
ini á Eiði, at ringt verður at
sessast aftur við fundarborð-
ið við honum sum formanni.
Tí hvussu kunnu vit líta á ein
formann í eini nevnd, sum
ikki er førur fyri at bera fram
niðurstøðurnar rætt, sum
nevndin er komin til?
Løgmaður bíðar
Tað var ein samd Uttan-
landsnevnd, sum fór av fundi
týsdagin í farnu viku. Nevn-
din helt, at løgmaður skuldi
bíða við síni støðutakan
mótvegis ríkismyndugleik-
unum, til Løgtingið hevur
havt eitt aðalorðaskifti um
verjustøðu Føroya. Hvør
fólkaskúlanæmingur hevði
megnað at borið hesi boð
víðari. Her varð hvørki mælt
frá ella til! Einki partapolit-
iskt kegl, men heldur ein
vilji til framyvir at finna fel-
ags stev, havandi í huga áður
viðtiknar hernaðarsamtyktir.
Særdir nevndarlimir
Men ikki kundi hann bara
sær, formaðurin. Hevur helst
innantanna sitið og meddað í
nevndarrúgvuna við síni
altíð kláru tjóðveldisløðing,
meðan vit umrøddu málið í
tí álvara tað krevur. Eru Før-
oyar ikki útgjørdar til krígs-
førðslu, ver vís í, at Uttan-
landsnevndarformaðurin er.
Sum so ein hóskilig nevnd
fyri slíkar fjepparar. Og
skotið varð so beint í rúgv-
una við hesum tíðindaskrivi
og samrøðu, sum eingin
kendist við. Tað sveið. So
mikið dygt, at flestu nevnd-
arlimir kendu seg liggja
eftirá, um somu tíð, sum
telefonirnar
sínámillum
kimaðu seg hásar.
Ákoyringar á nevndina
Hergeir Nielsensa privata
niðurstøða er, at nevndin
ikki viðmælir, at løgmaður
gevur Nato boð um at fara
undir hesa verkætlan, um-
framt allar hansara partapol-
itisku klíningar, sum hann
dúgliga smyr uppá. So naiv-
ar, at ikki er vert at taka upp
aftur. Og hetta vantar hann,
at nevndin góðtekur. Tá hon
ikki ger tað, ákærir hann
nevndarlimirnar fyri at hava
fingið kaldar føtur, nú Fogh
hevur verið her. Sjúkligt!
Einaferð formaður, altíð
formaður
Er tað nakar, sum hevur
fingið fótakulda, so er tað
formaðurin sjálvur. Soleiðis
skilti eg tað, tá Jógvan við
Keldu var so heppin, at hann
fekk sagt sína hugsan við
Útvarpið hósdagin. Hann
helt, at »formaðurin hekk í
einum klønum tráði«. Men
at skifta formannin út, nei
tað bar ikki til. Nú er man
partur av eini samgongu og
tað skal nógv til og alt hatta
har…
So Hergeir Nielsen kann
tryggur løða av nýggjum, so
mikið styrktur, sum tráðurin
nú gjørdist.
Líknandi mál var jú eisini
í seinastu tingsetu við sama
formanni og sama roki.
Action í trúnaði
Og hetta er spælið. Tá ein tíð
er fráliðin, so hava samgon-
gulimir einki sagt, einki sæð
og einki hoyrt. Sicilienskir
tilstandir. Allir vita, at í
hvørjum leirinum eru fleiri,
sum eru farnir so mikið upp
í límingini, at gera tit hatta,
so gera vit hitt, tí annars
missa vit valdið.( løgmaður,
Jørgin, Tobbi osv. Signar á
Brúnni varð ekspederaður av
hansara egnu í besta Corle-
one stíli. Eingin visti hví).
So hóast kalda kríggið er av,
so herjar tað javnt og samt
inni í sjálvari samgonguni.
Action í trúnaði, líkasum.
Samgongan
fram
um
sannleikan
So eg kann bara siga meg so
sára samda við Kjartani
Hoydal, tá eg las røðuna hjá
honum í blaðnum, sum hann
helt Hinaferð á Doktara-
grund, at tá partapolitikkur,
stakmál og persónar eru
fremst í øllum lutum, kann
vera ilt at leggja kósina
frameftir. Tað er júst tað,
sum dálkaði og órógvaði
hetta málið. Heldur enn at
vera talsmaður fyri samda
nevnd, fór Hergeir Nielsen í
sín
partapolitiska
búna.
Heldur enn at seta sær fyri
sum politiskt vørumerki at
vera sannur, hevur sam-
gongan sett sær fyri at verja
persónar. Samgongan fram
um sannleikan.
Hvat bagir nú fólkafloksmonnum?
Kalda kríggi í samgonguni
Grát mítt elskaða land!
Eru vit komin á botn í
moralska og etiska
forfallinum hjá hesi
landsstýrissamgongu,
har alt verður ofrað
fyri maktina, í annars
eini púrasta hugsjón-
arleysari heimastýris-
samgongu?
Johan Samuelsen
Allir føroyingar hava verið
vitni til ein politiskan leik
fyri opnum leiktjøldum
seinasta mánaðin, sum av
røttum órógvar okkum al-
mikið. Virðingin fyri okk-
ara fólkavaldu politikkara
um er ikki tann sama í dag,
sum bert fyri fáum vikum
síðani. Vit hava bæði sæð
og hoyrt, hvussu logið
verður fyri opnari mikro-
fon,
hvussu
tjóvalyndi
valdar í Tinganesi, hvussu
menn sum ikki duga at gera
mun á eins egna og annara
dusa sær í landsins fremstu
"álitissessum", sum øll
hampa fólk her á landi
halda vera so púrasta ósam-
bærlig við alla virðiliga
mannahugsan.
Hvussu
langt kann ein fara, tá tað
snýr seg um brot á so
grundleggjandi greinir í
skrivaðu og óskrivaðu lóg-
um okkara? Og ringast av
øllum er, hvussu tignin um
løgmansembætið
verður
niðurbrotin, fyrst og fremst
av løgmanni sjálvum, ikki
fyri tí sum hendi í Norð-
depli fyri 20 árum síðani,
men heldur har hann fleiri
ferðir sigur ósatt fyri opnari
mikrofon um fyrningar-
freistina, fráboðanina av
henni o.s.fr., uttan hetta fær
avleiðingar fyri tey sum
vara av okkara parlament-
arisku skipan – her dugir
als ikki at fara oman í dóm-
kirkjuna ólavsøkudag í før-
oyskum klæðum og spæla
góður og álitisvekjandi, tá
ein og hvør føroyingur veit,
at fals býr undir fríðum
skinni, og onkur er bank-
aður uppá pláss eitt korter
undan
kirkjugongd
av
øðrum, sum fyri einhvønn
prís vilja bjarga sær ein
landsstýris- ella løgtings-
sess!
Eitt er, at løgmansfylgið
er heldur lagghallað, men
verri er, at politiska skipan
okkara, sum vird demo-
kratisk tjóð í altjóðasamfel-
agnum er komin í álvars-
saman vanda, men eftir øll-
um at døma, so kennir
maktgirndin
hjá
øllum
flokkum í samgonguni ongi
mørk – flokkarnir hálsfevn-
ast í villastu maktgirnd, frá
høgru til vinstru! Tey ungu
og vællærdu innan samfel-
agsfrøðina, sum vita, at her
er farið út um alt mark, lát-
ast ikki um vón, sita kúrr og
bína, og vilja fyri alt í
verðini ikki frásiga sær
møguleikan um ein feitan
nevndarsess her ella ein
góðan válgarsbita har – og
velja tí at tiga, og er hetta
stórt spell fyri demokratisku
skipan okkara – her er lítil
fakligur stoltleiki at hóma
hjá okkara intellektuella og
vælútbúna unga fólki – og
hvør uttan tey skuldu staðið
í fremstu røð at vart fólka-
ræðiskipan okkara? Men
eisini tey velja at tiga, og
hugsa heldur um komandi
gloypibitan í onkrum ráði
ella stýri! Hvar er bitri
brandur ungdómsins, ella
verður bert hugsað um
"villa, vovse og Volvo"?? .
Og hann sum vit væntaðu
fór at standa sum verji móti
rotinskapinum innan ting-
gátt, hann bakkaði eisini, tá
á stóð! Og allur stórorðaði
retorikkurin er onki annað
enn sum Shakespeare segði
á sinni: words, words,
words. Maðurin er raskastur
omanfyri hálsvølin, alt sum
kemur frá hasum "fýrinum"
frá nú av, verður at rokna
sum vátt leysakrút, meiri er
ikki um hann at siga. Og við
hjálp frá Anfinni og Jørgini
hevur Tobbi megnað, uttan
hjálp aðrastaðni frá, at út-
rópt okkara land til eina
sjálvgjørda bananrepublikk,
tað bleiv so tað nærmasta
Tobbi kom republikkini!
Fremsta
uppgávan
hjá
Høgna Hoydal, floksfor-
manni, hevur í seinastuni
verið at biðið umskylda –
ein løgin uppgáva at hava
hjá einum (nógv viknað-
um?) formanni.
Eisini varð løgmaður
bakkaður upp av teimum,
sum siga seg at byggja á
kristnu grundsjónarmiðini -
roynt verður at læra hvørt
skúlabarn "Tú mást ikki
stjala", men Jenis og Bill
eru hevjaðir langt upp um
Móses og profetarnar
At hjálpa Óla Breckman
at verja løgmann, hvussu
"fantastiskur" hann er, so
loypa teir báðir til, Føroya
samfelagsrevsari
nr.
1
gjøgnum fleiri ár, Jóanes
Nielsen, og honum sjølk-
andi á baki Vagnur Michel-
sen, at henda samgongan
hon man vera longst sum
best, tí løgmaður er so "fitt-
ur", og fólk eru so evindiliga
troytt at hoyra um hesi
viðurskifti, sambært Vagni!
Hvør skuldi trú tí, at hesir
tríggir garparnir endaðu
sum felags verjar fyri svart-
asta afturhaldi og óreglu-
semi í nýggjari føroyskari
søgu!? Onkuntíð bardist
tjóðveldisflokkurin
fyri
rættvísiskrøvum fiskimanna
og ímóti "smákoruptión í
stórum stíli" í Tórshavnar
býráð – ein flokkur á vinstra
vonginum sum virðing stóð
um. Nú er hann vorðin eitt
akademiskt,
intellektuelt
samanrenn,
sum
hevur
eittans endamál: at halda
fast við valdið. Ei undur í,
at tjóðveldisfólk spyrja, var
hetta endamálið við full-
veldisøsingini?
Illa
fór
flokkur Erlends.
Enn sum áður, sannleikin
er illa lýddur. Og so fer
Vagnur so langt sum at
harmast tíðindaflutningin
um Tobbamálið. Tað er júst
tvørturímóti, fyri einaferð
skyld livdi SvF og ÚF upp
til teirra skyldu sum krit-
iska, demokratiska røddin í
fjórðu statsmaktini, og vóru
tað serliga teir báðir, Øssur
Winthereig og Helgi Jacob-
sen sum stóðu sum klettar –
tøkk fyri tit báðir – vit fáa,
tíverri, ikki gingið fyri
"mikrofonhaldarum" í tíð-
indaverð okkara, men tað er
onki at siga til, tá vit hoyra,
hvussu løgmálaráðharrin,
ið vera skal, finnur uppá
ferð eftir ferð at ringja til
Jústines L: Eidesgaard, tíð-
indastjóra à Sosialinum, og
blandar seg uppí, hvat skal
koma í blaðið og ikki –
óhoyrt fyri ein hvønn løg-
málaráðharra á okkara leið-
um – hetta er í besta komm-
unistiska stíli, og er tað
hetta vit kunnu vænta okk-
um í einum fullveldis Før-
oyum? Og so hann sjálvur
løgmaður, sum beinleiðis
fer í telefonina og hóttir
frælsi í SvF at leggja eina
óhefta, redaktionella linju,
sum er fremsta skylda tíð-
indafólksins – hetta skulu
eitast at vera garantarnir í
demokratisku skipan okk-
ara fyri skrivi- og talifræls-
inum, løgmaður er enntá
verji pressurnar, sum leggja
á tíðindastovnarnar, sum
m.a. júst hava hesa skyldu
at vísa á, at rot er komið í
samfelagsskipan okkara –
men málið varð meistarliga
snarað frá fólkaflokssíðu
frá kjarnuni í málinum um
stuldur, yvir til tignina (!!)
um løgmansembætið - ikki
eitt orð um sjálvt málið, at
Anfinn og Jørgen ikki duga
at skilja millum sítt egna og
annara, og tí koyrir alt sam-
an víðari, sum um onki var
hent. At hugsa sær til, at
Tony Blair t.d. hevði ringt
til BBC og klagað um tíð-
indaflutningin – hann hevði
rokið sama dagin sum for-
sætisráðharri, men her ber
alt til
Vit hava tolt fleiri bú-
skaparkreppur, og eru tíbet-
ur komin undan kavi aftur
hvørja ferð – henda krepp-
an er av politiskum, mor-
alskum og etiskum slagi,
sum vit koma at dragast við
í fleiri ár framyvir, og fer
hon at kasta myrk skýggj
yvir
føroyska
politiska
landslagið,
tí
álvarslig
svartaspilla hevur sníkt seg
inn í sjálva skipanina, og
moralska kreppan kann
ikki loysast við vøkrum
fíggjartølum, men kann
bert verða bjargað, um pol-
itiskur stirðil er í monnum
– løgmaður átti at vita, at
stórsti sigur ein kann vinna,
er á sjálvum sær, men, tí-
verri, aftur her vann makt-
girndin!
Muran er ring í samgong-
uni – gott tað sama, at Jó-
anes Eidesgaard ikki skal
vera við at skumpa henda
ótespiliga køstin komandi
árini.
Eg sum helt, at eg livdi í
einum demokratii, má nú
ásanna, at rætta orðið er eitt
kleptokrati (tjóvaveldi)!
Grát mítt elskaða land.
VIÐMERKINGAR
Danin Harald Dirks
letur mánadagin upp
framsýning í Smiðj-
uni í Lítluvík. Hann
hevur búð í Føroyum
í tvey ár fyri 40 árum
síðani
LIST
Ingrid Bjarnastein
Smiðjan í Lítluvík verður
frá mánadegnum 26. august
til 29. august karmur um
framsýning av akvarell-
málningum
hjá
Harald
Dirks.
–
Málningarnir
eru
royndir hjá mær at vísa,
hvussu eg síggi oyggjarnar,
sigur Harald Dirks.
– Við á framsýningini
havi eg eisini nakrar fáar
málningar úr Danmark og
Noregi, men er hetta mest
fyri at fáa samanberingina
millum londini fram.
Harald Dirks búði í Før-
oyum frá 1962 – 64. Hann
varð ógvuliga hugtikin av
oyggjunum, og tá tók hann
nógv bíløt og skitseraði
nógv. Men hetta varð lagt á
hyllina tá hann kom aftur til
Danmarkar.
– Nú kom eg so aftur at
vitja, og tá tók eg aftur
pensilin í hond. Næstan
allir málningarnir eru mál-
aðir í Danmark, men eg
máli teir soleiðis, sum eg
minnist teir í høvdinum.
Listamálarin vísir á, at
sjálvt um hann brúkar
akvarell, so roynir hann at
fáa eina oljumálingsdygd
burturúr
málningunum.
Pappírið hann hevur nýtt er
fínt pappír, sum hóskar seg
væl til akvarell máling.
– Tá eg byrji upp á ein
málning, veit eg ongantíð
hvørjum tað endar við.
Sjálvsagt havi eg eina
mynd í høvdinum, og havi
eina hugsan um, hvussu tað
sær út, men tað kann væl
vera, at tað, sum eg ætlaði
skuldi verða ein vetrar-
málningur verður til ein
vármálning.
Framsýningin hjá Harald
Dirks letur upp mánadagin
26. august og lýkur hósdag-
in 29. august. Allar dagar er
opið frá klokkan 14 – 20.
Harald Dirks í Lítluvík:
Málar eftir minninum
Listamaðurin Harald Dirks
letur mánadagin upp fram-
sýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Hann málar akvarell máln-
ingar av náttúruni í Føroy-
um. Eisini hevur hann
nakrar málningar við úr
Noregi og Danmark
Mynd: Finnur Justinussen
C
M
Y
K
11
10