hósdagur 22. august 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 159 - 22. august 2002
Nr. 159 - 22. august 2002
13
UPPHAVSRÆTTUR
Ingrid Bjarnastein
KODA fer nú rættiliga at
gera innrás í Føroyum.
KODA er eitt felag, sum
vegna tónaskøld, yrkjarar
og tónleikaútgevarar umsit-
ur bæði føroysk, donsk og
altjóða upphavsrættindini
tá tónleikur verður spældur
ella framførdur alment.
Fleiri handlar í Havn
hava í hesum fingið nøkur
pappír frá KODA, sum teir
eru bidnir um at útfylla, tí
tónleikur verður spældur í
handlum ella matstovum
teirra. Nógv kunnu tykjast
ikki sørt skelkað av at fáa
eina »rokning« fyri tónleik
tey longu hava goldið fyri á
fløgu, ella at skula gjalda
fyri útvarpið einaferð aftur-
at. Men hetta hevur felagið
rætt til.
Tónleikur ella ikki
KODA hevur ongantíð ver-
ið nakað serliga aktivt í
Føroyum. Fá eru, sum hava
hoyrt um tað, og uppaftur
færri eru, sum gjalda til
KODA. Útvarpsstøðir gjal-
da tó eitt ávíst gjald til
KODA um árið fyri at
spæla tónleik, og eigur eitt
hvørt stað, sum er opið fyri
almenninginum, eisini at
gjalda pengar til KODA.
Og aftur her kann tað tykj-
ast eitt sindur tvørligt, at
skula gjalda útvarpsgjald,
og so eisini gjalda pening
til KODA fyri at hava út-
varpið frá í handlinum.
Hetta kann tykjast sum eitt
dupult gjald, men Kristian
Blak, nevndarlimur í Kom-
ponistafelagnum í Føroyum
sigur, at tað er tað als ikki.
– Um tú spælir tónleik í
handlinum, matstovuni ella
einum og hvørjum almenn-
um plássi, so eigur tú at
gjalda. Tað kann vera líka-
mikið, hvat tú brúkar fyri at
fáa tónleikin fram, um tað
er eitt sjónvarp, eitt radio,
ein fløguspælari, internet
ella hvat tað nú skal vera.
Antin velur tú at hava tón-
leik ella ikki, sigur Kristian
Blak.
Kristian Blak vísir á, at
hetta er ein skipan, sum
hevur verið í londunum
rundan um okkum í fleiri
ár, og nú er tað upp á tíðina,
at hon eisini kemur til Før-
oya.
– Gjaldið er ikki so høgt,
sigur Kristian Blak. – Og
hetta er ein tænasta, sum tú
velur at hava, júst sum allar
tænastur. Og aðrar tænastur
skalt tú jú gjalda fyri, og tí
eigur tú eisini at gjalda fyri
at spæla ttónleik.
Minsti prísur fyri at
spæla tónleik alment er 420
krónur pr. fjórðingsár og
annars er ein fermetraprísur
eisini settur.
Kristian Blak sigur eisini,
at í Føroyum hava vit bara
havt konsert gjald, og tað
KODA nú er farið í holt við
er at upplýsa handlar og
onnur um, at tey eiga at
gjalda fyri tónleikin.
– Hetta er í fyrsta umfari
upplýsing. Vit skulu ikki
halda, at vit kunnu vera
eins priviligerað í Føroy-
um, sum í útlondunum, og
ikki noyðast at gjalda fyri
tað onnur gjalda fyri. Allir
handlar fáa nú upplýsingar
um hetta, men tað fer at
taka nøkur ár áðrenn hetta
fer at virka sum tað skal í
Føroyum, greiðir Kristian
Blak frá.
Kompinstafelagið í Før-
oyum ynskir eisini at fáa
hesa skipanina at virka sum
hon skal í Føroyum, og
upplýsingarfundur hevur
eisini verið um hetta, har
millum 250 og 270 limir
tóku lut.
Sølufremjandi
Fleiri handlar undrast á um
hetta átakið hjá KODA er
lógligt, og um tað ber til at
fara fram á henda hátt.
Høgni
Zachariassen,
stjóri í 3´aranum í SMS,
vissar um, at hesum er onki
galið við.
– Eg veit eitt nú, at SMS
hevur havt eina skipan við
KODA í fleiri ár, sigur
Høgni Zachariassen.
– Men tá tónleikur verður
nýttur til sølufremjandi til-
tøk, so eigur tú at gjalda
KODA, og soleiðis er tað jú
í handlum.
Eisini visti Høgni Zacha-
riassen at fortelja um ringi-
tónar til fartelefonir. Nógv-
ir útlendskir tónleikarar og
skrivarar hava fingið nógv-
ar pengar burturúr hesum
vælsignaðu ringitónunum.
Og so løgið sum tað ljóð-
ar, so er tað heldur ikki
loyvi hjá einum handli,
hotelli ella líknandi at
spæla »Eine, kleine Nacht-
musik« hjá Mozart meðan
tann í hinum endanum bíð-
ar eftir rætta viðkomandi.
Eisini í hesum førinum eiga
pengar at verða goldnir til
KODA.
Tó skulu tær ymsu fyri-
tøkurnar nú heldur ikki
halda, at KODA rættiliga
fer at loypa á.
– Hetta er fyrst og fremst
vinarlig upplýsing. Vit vilja
vísa á, at vit eiga at gjalda
fyri tónleik, júst sum alla
aðrastaðni. Nú fara vit hóv-
liga og spakuliga til verka,
men eg vænti ikki, at tað
verður fyrr enn um nøkur ár
áðrenn KODA fer at virka
sum tað skal í Føroyum,
sigur Kristian Blak at enda.
KODA ger innrás í Føroyum
KODA fer nú rættiliga at gera innrás í Føroyum og í Havn hava fleiri handlar í miðbýnum longu fingið skjøl at fylla út, um teir spæla tónleik í handlinum ella ikki
Modellmynd: Finnur Justinussen
Nornagestur og Columbus landa á Sandi
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Millum tey smáu fiskavirk-
ini í Suðuroy, telist Delta
Seafood á Tvøroyri, sum nú
hevur sjey ár á baki. Eins
og onnur virkir í oynni,
hava tey ikki havt summar-
steðg á Delta.
Magnus Jespersen, stjóri,
sigur, at arbeiði á virkinum
hevur verið rættiliga støð-
ugt, men hendan vikan
hevur verið heldur sløk.
- Tey 40 fólkini, sum arb-
eiða á virkinum, eru annars
til arbeiðis at kalla hvønn
dag, og fáir dagar eru við
ongum arbeiði.
Øll til arbeiðis í senn
Á Delta Seafood verður
dentur lagdur á at virka
saltfisk, men tá ið markn-
aðurin er nýtiligur, sendir
virkið eisini fesk fløk av
landinum.
Stjórin vísir á, at á Delta
Seafood eru tað tey somu
fólkini, sum skera, salta og
pakka saltfiskin.
- Sostatt eru øll arbeiðs-
fólkini til arbeiðis í senn,
sigur hann.
Delta Seafood og Fiska-
virking á Tvøroyri sam-
starva um keyp av ráfiski.
- Hetta er eitt samstarv,
sum tænir báðum pørtum
til gagns, sigur Magnus
Jespersen.
- Ráfiskanøgdirnar í
ár eru á leið tær somu
sum í fjør, men úrslit-
ið er ikki líka gott,
sigur Magnus Jesper-
sen, stjóri á Sandoy
Seafood.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í dag landa partrolararnir,
Nornagestur og Columbus,
tilsamans 200.000 pund á
Sandi.
Magnus Jespersen, stjóri,
sigur, at meginparturin av
veiðini hjá trolarunum er
upsi.
- Seinasta túr høvdu skip-
ini hampuliga góðan upsa,
leggur hann aftrat.
Í vikuni hevur Sandoy
Seafood
eisini
keypt
40.000 pund av upsa frá
P/F Beta, og sum skilst, var
hetta rættiliga góður upsi.
Magnus sigur, at teir
keypa ikki meira fisk hesa
vikuna, tí hesi 240.000
pundini er nóg mikið hjá
báðum virkjunum í oynni í
eina viku.
Næstsíðsta mánadag fóru
tey aftur til arbeiðis á báð-
um virkjunum í Sandoynni
eftir summarsteðgin.
- Á Sandi hevur verið
heldur minni at gjørt enn í
Skopun hesar fyrstu dagar-
nar eftir steðgin, sigur
stjórin.
Meðan tey arbeiða salt-
fisk á Sandi, verður flaka-
skorið og fryst í Skopun.
Somu ráfiskanøgd
Magnus Jespersen sigur
annars, at Sandoy Seafood
hevur tikið ímóti á leið
somu ráfiskanøgd í ár sum
hesa tíðina seinasta ár.
Hann hevði tó ikki neyvu
tølini við hondina, tá ið vit
frættu.
- Árið í fjør var eitt gott
ár hjá flestu virkjum kring
landið, men árið í ár hevur
roynst misjavnt. Onkur let-
ur hampiliga væl at; aðrir
siga, at úrslitið í ár er slak-
ari enn í fjør. Hjá Sandoy
Seafood hevur árið higartil
ikki roynst líka væl sum
seinasta ár, sigur stjórin á
Sandoy Seafood.
- Vit arbeiða at kalla hvønn
dag bæði á Sandi og í
Skopun, men tað er ikki
altíð, at øll eru til arbeiðis í
senn, sigur Magnus
Jespersen, stjóri á Sandoy
Seafood
Saltfiskur og
fesk fløk á Delta
- Vit nýta tey somu fólkini at
skera, salta og pakka; tí eru
vanliga øll tey 40 fólkini til
arbeiðis í senn á Delta
Seafood, sigur Magnus
Jespersen, stjóri
- Tað skuldi ikki verið
neyðugt við keyptari
kvotu, tá ið sáttmálin
sigur, at vit eiga kvotu
eftir. Reiðarin, Anfinn
Olsen, vildi helst, at
Akraberg ikki fer
undir útlendskt flagg,
tí tá kann roknast við,
at ein partur av ver-
andi manning noyðist
í land
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í Sosialinum í gjár høvdu
við samrøðu við reiðaran á
Akrabergi, Anfinn Olsen,
sum harmaðist um, at skip-
ið noyddist at gevast í Irm-
ingarhavinum, tí stríð er
millum Føroyar og Grøn-
land um kongafiskakvot-
una.
- Sambært avtaluni, eiga
vit 500 tons eftir í Irming-
arhavinum, segði reiðarin
avgjørdur.
Fýra møguleikar
Anfinn sigur, at nú trupul-
leikar um kvotuna hava
stungið seg upp, hevur
Akraberg fýra møguleikar.
Tann fyrsti av øllum er,
segði reiðarin, at vón er í
hangandi snøri. Við hesum
sipaði hann til, at landsstýr-
ið ikki hevur slept málinum
um tey 500 tonsini aftrat,
sum vit halda okkum hava
rætt til at fiska í Irmingar-
havinum.
- Vit hava annars fýra
møguleikarnar við Akra-
bergi. Ein er, at skipið verð-
ur liggjandi, annar at keypa
kvotu frá grønlendingum,
sum sáttmálin gevur møgu-
leikar til, triði er at fara
undir annað flagg, og tann
fjórði er at fara á onkra
heilt aðra veiði.
Anfinn sigur, at skal
reiðaríið keypa kvotu, kost-
ar tað pengar, og tað skuldi
ikki verið neyðugt, tá ið
sáttmálin sigur, at kvota er
eftir.
Hvørja aðra veiði, Akra-
berg kundi farið á, sigur
Anfinn, at tað dugir hann
ikki at siga í løtuni.
- Vit vilja helst hava skip-
ið undir føroyskum flaggi,
bæði tí tað kostar at fara
undir annað flagg og tí, at
skipið hevur jú sína mann-
ing. Undir øðrum flaggi,
noyðist ein partur av ver-
andi manning helst at vera í
landi, sigur reiðarin.
Ljósafelli er í løtuni á
kongafiskaveiði í Irmingar-
havinum, og sum skilst,
fiska teir av keyptari kvotu.
Akraberg var ikki í vinnu
í tíðini frá 10. desember
síðsta ár til út í mars mán-
aða í ár. Í hesum tíðarskeiði
varð verksmiðjan nútím-
ansgjørd í Íslandi og Føroy-
um.
- Síðan skipið fór til
fiskiskap
aftur,
hevur
gongdin verið á góðari leið,
sigur reiðarin, Anfinn Ol-
sen.
Fyribils liggur Akraberg í
Reykjavík og bíðar eftir,
hvat úrslit spyrst burtur úr
toganini millum føroyskar
og grønlendskar myndug-
leikar um kongafiskakvot-
una.
Í Fiskimálastýrnum, sig-
ur Jens Helgi Toftum, at
hann dugir ongar viðmerk-
ingar at gera til málið í løt-
uni.
Jørgen Niclasen, Kaj P.
Mortensen
og
Eyðfinn
Finsson eru í hesum døgum
í Grønlandi.
Akraberg hevur fýra møguleikar
Fyribils liggur Akraberg í Reykjavík og bíðar eftir, hvat spyrst burtur úr toganini um tey 500
tonsini, sum Føroyar skuldu átt eftir í Irmingarhavinum
C
M
Y
K
13
12