Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 161 - 24. august 2002 Nr. 161 - 24. august 2002 13 Fleiri spælipláss eru í Klaksvík, men tað er ein sannroynd, at tey ikki hava verið í góðum standi longi. Men hetta er nú við at verða broytt TRIVNAðUR Solby A. Eliasen Klaksvík: Eitt, sum er gjørt við tvey av spæliplássunum í býn- um, er at leggja graslíki á. Soleiðis at tað liggur betri fyri at spæla fótbólt har. Graslíkið er frá fótbólts- vøllinum í Klaksvík, sum bleiv útskift í fjør. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at kommunan tók avgerð um at goyma graslíki til spæli- plássini, tí tað varð mett, at kunna gera stóran mun. - Eftirspurningurin eftir graslíkinum hevur verið avbera stórur, og vit hava selt alt, tað sum vit ikki sjálvi skuldu nýta. Fimm spælipláss eru í Klaksvík og hava tvey av teimum nú fingið graslíki. Tað er spæliplássið á Jør- undsgøtu og tað í Mylnutúni. Hesi bæði spælipláss verða nógv nýtt um dagar- nar. Ikki bert av børnum, sum spæla har um kvøldar- nar, men eisini av dag- røktarum og barnagørðum. Í gjár vóru børnini frá dagstovninum Mylnuhúsin- um á spæliplássinum í Mylnutúninum. Tá søgdu onkrar av pedagogunum, at graslíkið var so nógv betur. Tí børnunum dámdu so nógv betur at spæla har, nú tey kundu lata seg detta, uttan at vera nakað serliga bangin um, at tey fóru at fáa so ilt. Til dagligt eru eisini altíð nógv børn niðri á fótbólts- vøllinum og spæla, men nú graslíki er komið á vøllin í spæliplássinum eisini, so kann tað vera, at tey fara at spæla líka nógv har sum á vøllinum. Nýtt spælipláss Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri sigur, at kommunan fer at gera eitt nýtt spælipláss undir Klakki í Klaksvík nú. - Har eru so ómetaliga nógv børn nú, og tað er so vandamikið, at tey noyðast at spæla á vegnum, har nógv ferðsla er hvønn dag. So er tað nógv betur at gera teimum eitt spælipláss har úti á leiðini, og soleiðis fáa tey av vegnum. Har er onki spælipláss í nánd, so tað er hart tiltrongt. Hetta at gera spælipláss til børnini ella at seta tey gomlu í stand, hevur nógv at siga. Tí tað ger trivnaðin hjá børnunum í býnum betur. - Og børnini eru jú fram- tíðin, so tað er umráðandi at tey trívast og hava onkra- staðni at halda til og savn- ast. Kanska serliga tey ljósu summardagarnar og kvøld- ini, men eisini eitt vetrar- kvøld, tá veðrið loyvir tí. Eitt spælipláss er eisini úti í Víkunum, men har eru ikki so nógv børn longur, so tað verður ikki gjørt nak- að við tað í hesum umfar- inum. Haraftur at, er ikki so nógv at bjóða á tí spæli- plássinum, tí sum er ber bert til at spæla bólt og annað har. Meðan eitt nú spælipláss- ini í Mylnutúninum og á Jørundsgøtu hava reiggjur, sandkassa og skreiðubana. Steinbjørn sigur, at tað er býargartnarin Hans Hjalti Skaale, sum hevur sett spælihúsið við skreiðubana og øðrum upp á spælipláss- inum á Jørundsgøtu. Og tað er eisini komið rættiligt lív í tað aftur eftir, at tað kanska ikki hava verið so mong børn har. Nú spæla børn har hvønn dag og hvørt kvøld. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at hann heldur tað vera sera áhuga- vert at síggja at tað eisini eru foreldur, sum taka seg saman og gera eitt hvørt fyri børnini. Sum dømi nevnir hann foreldur úr Rituvík, sum komu til Klaksvíkar at keypa ein part av graslíkin- um, tí tey høvdu ætlanir um at gera eitt spælipláss í bygdini. - Í dag hava tey eitt sera snotuligt spælipláss til børnini í Rituvík, sigur Steinbjørn. Tað er sera umráðandi at hava spæliplássini fyri at halda børnunum vekk av vegunum, sum tíverri alt ov ofta verða nýttir til spæli- pláss sum er. Men Stein- bjørn heldur, at tað ber væl til, um spæliplássini verða gjørd í stand og hava nakað at bjóða børnunum. - Tí um spæliplássið er snotuligt, so trívast børnini har, sigur borgarstjórin í Klaksvík at enda. Klaksvíkar Kommuna bøtir um trivnaðin hjá børnunum Spæliplássini í Klaksvík eru nú gjørd í stand, og verður eitt nýtt eisini gjørt undir Klakki. Hetta fyri at vegirnir ikki skula verða nýttir sum spælipláss framyvir Støðan er beinleiðis hættislig í kvinnuliga 1. deildar hópinum hjá Stjørnuni. - Av teimum sekstan sum vóru við til at vinna føroyameist- araheitið fyri trimum árum síðani, eru bert tríggjar eftir HONDBÓLTUR Solby A. Eliasen Klaksvík: Orðini eigur Geir Wardum, formaður í Stjørnuni.. - Tað er ræðuligt at missa so nógvar leikarar upp á trý ár. Tað verður sera torført at byggja uppaftur, so vit hava ikki góðar vónir um at síggja fyrsta kvinnulið hjá Stjørnuni í kappingini komandi kappingarár, sum er, sigur hann. Og hvar eru so leikarar- nir farnar? Geir greiðir frá, at fleiri eru farnar uttan- landa í lestrarørindum, meðan aðrar eru fluttar til Havnar. Tað vóru onkrir út- lendskir leikarar á liðinum í fjør, men av teimum er bert gjørd avtala við málmann- in. Simona Dziugyte er farin til Neistan at spæla. - Men hana hava vit ikki gjørt nakra avtalu við held- ur, sigur Geir Wardum. Adrijana Milodanovic er farin heim aftur til Jugo- slavia. Stjørnan gjørdi ikki nakra avtalu við hana um komandi kappingarár. - Adrijana fekk ein skaða við kappingarbyrjan í fyrra árið og spældi tí millum lítið og onki tað árið. Hon spældi so við í fjør, men hon bleiv ongantíð tann sami leikarin aftur, sum hon var, tá hon kom til Stjørnuna. Hann sigur eisini, at ein møguleiki er at keypa fleiri útlendskar leikarar, men tað kostar nógvar pengar. Og so er minni peningur til taks til tær yngru deildirnar, og tað er jú tey ungu, sum felagið skal yvirliva upp á. Geir Wardum sigur, at tey hava fingið ein jugoslavisk- an leikara til Klaksvíkar at venja kvinnuliðið hjá Stjørnuni. Hendan kvinnan hevur verið á jugoslaviska landsliðinum, og hon skal verða leikandi venjari. Aftur at henni er ein onnur eisini úr jugoslavia. Tær hava spælt á sama liði í sjey ár í jugoslavisku fyrstu deild. - So talan er um rættiligar góðar leikarar, sum eru 31 og 32 ára gamlar. Men tað er onki endamál við at fáa tær hendavegin, tá ongin mann- ing er at venja. Tær hava verið professionellar í langa tíð, og at fáa tær til Klaks- víkar at venja okkara lið, og tað so bert møta einar fimm ella seks kvinnur upp til venjing. Tað er at halda tær fyri tann turra spott. So eg veit ikki, hvat er at gera, sigur ein sera vónbrotin Geir Wardum úr Stjørnuni. Unglingar ongan áhuga Nevndin hevur eisini verið í samband við tey yngru liðini hjá Stjørnuni. - Vit tosaðu við tær, sum júst eru fluttar upp í ung- lingar, um at møguliga koma at venja við fyrstu deild, men tær gjørdu bein- anvegin greitt, at tær høvdu ongan áhuga í at vera seri- øsar. Tær ætlaðu sær bert at hugna sær í triðju deild. So um hatta er hugburðurin hjá teimum ungu, ja, so hava vit ongan møguleika at byggja nakað upp, fyrr enn tær, sum í dag leika við gentum 16 ár, hava aldur til at leika við fyrstu deild, heldur Geir. Mánakvøldið verður limafundur í KÍ høllini, har støðan verður løgd fram sum hon er. - Og so skal avgerðin tak- ast – um fyrsta deild kvinn- ur verða við í kappingar- árinum ella ikki. Um vit skulu halda fram, so kemur tað at kosta í ár, sigur Geir og sipar her til kostnaðin av at skula keypa einar tríggjar leikarar afturat. - Men also vit kunnu ikki koyra klappar fyri eyguni. Vit mugu síggja veruleikan í eyguni: At tað sær absolut út sum, at tað ikki verður nakað fyrstu deildar lið hjá kvinnum úr Stjørnuni kom- andi kappingarár. Og tað er sera harmiligt, men við at verða veruleiki, sum er, staðfestir formaðurin í Stjørnuni. - Men sjálvandi, er onkur hondbóltsleikari, sum situr aðrastaðni í landinum og bíðar eftir at fáa møguleik- an til at spæla fyrstu deild- arhondbólt, so kann við- komandi altíð seta seg í samband við okkum. Og so møguliga spæla her norð- uri, sigur Geir Wardum og vísir samstundis á, at tað ikki longur er so tvørligt at ferðast um Leirvíksfjørð, sum tað var. Tí nú siglir Dúgvan úr Klaksvík nógv seinni á kvøldi. Stjørnan ikki við komandi kappingaár Tað sær svart út í kvinnuliga hópinum hjá fyrstudeildar liðinum hjá Stjørnuni. Liðið hevur mist stórt sæð allar leikararnar, sum blivu meistarar fyri trimum árum síðani UTTAN ÚR HEIMI Myndugleikarnir í Kina hava nú flutt 600.000 fólk burtur frá Dongting- vatninum. VATNFLÓÐ Árni Joensen Kinesisku myndugleikarnir siga, at 16 fólk eru drukn- að, og tað nógva vatnið hevur longu oyðilagt 27.000 hús. 415.000 hekt- arar av dyrkaðari jørð standa undir í vatni. Meiri enn ein millión arbeiðsmenn, hermenn og sjálvboðin royna av øllum alvi at gera byrgingar, sum kunnu forða fyri, at Dongting-vatnið fer upp um bakkan. Í gjár var vatnið so stórt, at vatns- støðan var 2,7 metrar oman fyri vandamarkið. Kinesisku myndugleikar- nir siga, at fer vatnið upp um bakan, kann tað gerast ein sonn vanlukka fyri bý- irnar Changsha og Wuhan. Meiri enn 13 milliónir fólk búgva í teimum báðum bý- unum. Men fólk bera longu ótta fyri tí ringasta, og tí hava myndugleikarnir í teimum báðum býunum givið boð um at rudda gøt- urnar, so bjargingarlið kunnu sleppa ótarnað fram, gerst tað neyðugt. Fleiri lond og felags- skapir hava andstygd fyri avgerðini hjá einum nigeriskum dómstóli at døma eina kvinnu at verða steinað til deyða, tí hon hevur fingið eitt barn, sjálvt um hon ikki er gift. DEYÐAREVSING Árni Joensen: Einstaklingar, felagsskapir av ymiskum slagi og al- mennir myndugleikar hava seinastu dagarnar mótmælt avgerðini hjá nigeriska dómstólinum at døma ta 30 ára gomlu Aminu Lawal at verða steinað til deyða, tí hon hevur fingið eitt barn. Lógarbrotið er, at kvinnan er ikki gift. Amina Lawal verður tó ikki tikin av døgum beinan- vegin, tí hon gevur dóttur síni bróst, men tá barninum ikki nýtist móðurmjólkina longur, skal mamman steinast til deyða. Tað hevur rætturin avgjørt. Fleiri lond, teirra millum Danmark, Svøríki, Bret- land, Frakland, Italia og Spania, hava mótmælt hjá nigerisku myndugleikun- um, og norski forsætisráð- harrin, Kjell Magne Bondevik, hevur sagt, at hann fer at mótmæla, tá hann í næstu viku skal hitta nigeriska forsetan á ST- toppfundinum í Johannes- burg. ES hevur eisini mótmælt, og ein talsmaður hjá amer- ikanska uttanríkisráðnum hevur sagt, at avgerðin hjá nigeriska dómstólinum at døma eina einliga mammu til deyða, tí hon sum ógift hevur fingið eitt barn, er skelkandi. Amnesty skelkað Amnesty International hev- ur sum rímiligt er eisini mótmælt dóminum. - Amnesty International er ímóti allari deyðarevs- ing, men tað er serliga skelkandi, at dómstólurin í hesum føri hevur gjørt av, at tann dømda skal steinast til deyða, tí verri deyða- revsing finst ikki, sigur ein talsmaður hjá Amnesty International. Viðurskiftini í Nigeria eru sera trupul. Landið hev- ur álvarssamar búskapar- trupulleikar at dragast við, men politisku trupulleik- arnir eru eisini stórir. Hetta seinna kemst serliga av, at tólv landspartar har norðuri í landinum hava tikið seg saman, og eygleiðarar tulka hetta sum eina roynd at koyra landið í tvíningar. Í hesum landspørtunum búgva yvirhøvur muslimar, og her hava myndugleikar- nir gjørt av at seta tær sera strongu muslimsku sharia- lógirnar í gildi. Tær heimila m. a. deyðarevsing fyri eitt nú ótrúskap, og tað er hes- um lógum, Amina Lawal er dømd eftir. Lógirnar heimila eisini verjunum hjá teirri dømdu kvinnuni at skjóta úrskurð- in inn fyri hægri rætt. Tað verður uttan iva gjørt, og Amnesty International hev- ur heitt á lond kring heimin um at mótmæla úrskurð- inum um deyðarevsing, áðrenn málið kemur fyri hægri rætt. Sambært mannarættindafelagsskap- inum eru altjóða mótmæli tað einasta, sum kann bjarga Aminu Lawal undan at verða steinað til deyða. Umheimurin mótmælir deyðadómi ímóti nigeriskari kvinnu 600.000 flutt burtur Nógv hús í býnum Changsha standa longu undir í vatni. Meiri enn seks milliónir fólk búgva í býnum. Danir í flotastríði Putin fingið gest Rannsakaðu hjá ommuni Vilja ikki tosa um frið Ósemja hevur tikið seg upp millum Danmark og Russland. Leiðslan í russiska herflotanum vil vera við, at eitt danskt herskip kom dekan ov nær einum russiskum herskipi í Eystrasalti mikudagin. Russiska skipið var við í einari venjing, og sambært russiska admiralinum kom danska skipið alt ov nær russiska skipinum. Admiralurin sigur, at russiska skipið skjeyt fleiri rakettir hesa løtuna sum lið í venjingini, men at danska skipið kortini kom so nær, at tann eina rakettin streyk fram við brúnni á danska skipin- um. Admiralurin sigur, at danski skiparin setti lívið hjá manning síni í vanda. Í donsku flotaleiðsluni siga teir seg ikki skilja russisku ábreiðsluna. Sagt verður, at danska skipið Søløven var á leiðini, har russiska venj- ingin var, men at skipið ongantíð var so nær russ- isku skipunum, sum russiski admiralurin vil vera við. Ongar reglur eru, sum siga, hvussu nær fremm- and skip kunnu koma einum herskipi undir venjing. Sum í øðrum førum er góður sjómans- skapur reglan. Tað er sjáldan, at norður- koreanski leiðarin, Kim Jong-Il, fer av landinum at ferðast, men nú er hann so uttanlands, hóast ferðin ikki er long. Hesaferð er Kim Jong- Il farin til russiska kyrra- havsbýin Vladivostok, har hann hevur hitt russ- iska forsetan, Vladimir Putin. Sambært russisk- um embætismonnum ætlar norðurkoreanski leiðarin at tosa við Putin um tær búskaparligu ný- skipaninar, sum hann ætlar at seta í verk. Í seinastuni hevur ym- iskt bent á, at Norður- korea hevur hug at gloppa dyrnar fyri um- heiminum, og í Vladivo- stok skuldi Kim Jong-Il eisini tosað við Putin um at binda tað norðurkore- anska jarnbreytarkervið saman við teirri víða- kendu transsibirisku jarnbreytini. Verður tað gjørt, verður jarnbreytar- samband úr Norðurkorea til Vesturevropa. Løgreglan í Bretlandi leitar framvegis eftir próvtilfari í málinum ímóti Ian Huntley, sum er skuldsettur fyri at hava beint fyri tveimum tíggju ára gomlum gentum í býnum Soham. Í gjár váttaði løgregl- an, at hon hevði verið heima hjá ommu Ian Huntley og rannsakað hús hennara. Framman- undan hevði løgreglan rannsakað húsini, sum pápi tann skuldsetta býr í. Sjálvur er Ian Huntley á einum sinnissjúkrahúsi, har løgreglumenn standa á varðhaldi alt sam- døgrið. Tann vinstrasinnaði upp- reistrarfelagsskapurin í Kolombia, FARC, hevur sýtt fyri at taka av einum tilboði frá ST um sam- ráðingar, sum skuldu hava til endamáls at fáa enda á borgarakrígnum í Kolombia. Tað var nývaldi for- setin, Alvaro Uribe, sum bað ST royna seg sum semingsmann í stríðnum, men tað vil FARC ikki hoyra talan um. Leiðslan í FARC sigur, at hevði hon tikið av til- boðnum, hevði tað gjørt borgarakríggið til eitt kríggj millum uppreistr- arfelagsskapin og ST. Tað er stjórnin, vit berj- ast ímóti, sigur felags- skapurin. C M Y K 13 12