hósdagur 22. august 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 22. august 2002
15
Ansa børnum úti í Grøv
Foreldrini at 40 børn-
um í Klaksvík hava
fingið bræv um at
teirra barn sleppur í
útibarnagarðin úti í
Grøv, sum letur upp í
septembur. Hetta ger
so eisini, at tað verða
fleiri dagrøktarpláss
BARNAANSING
Solby A. Eliasen
Klaksvík: - Pláss verður
fyri 40 børnum nú, og vit
arbeiða við at fáa í øllum
førum 20 pláss aftur at í ár
– helst til 01. oktobur. Og
um tað gongur so væl, sum
vit ynskja, at tað skal fara
at gera, so verða uppaftur
20 onnur pláss aftur at
seinni í ár. Men tað letur til
at vera so torført at arbeiða
við hesum, at ein torir ikki
at lova nakað sum helst,
sigur Eyðgunn Samuelsen,
formaður í sosialu nevnd í
Klaksvíkar Býráð.
Hon greiðir frá, at tað
verður ferðavinnan, sum
skal syrgja fyri, at tað verða
20 pláss aftur at í ár, við
tað, at tað skal gerast ein
skúrur aftur at úti í Grøv,
sum skal hýsa teimum 20
børnunum. Men tað hevur
verið, og er framvegis, sera
torført at fáa hendur á
handverkarum.
- Tað hevur bert verið
tann eini maðurin, sum
hevur verið til arbeiðis har-
úti, og tað sigur seg sjálvt,
at tað so tekur tíð. Men
hann hevur simpulten ikki
fingið nakran aftur at sær,
sigur Eyðgunn, sum heldur,
at tað er ørkymlandi at ein
allatíðina rennur seg í onkr-
ar trupulleikar, tá tað kemur
til at fáa barnaansingartrup-
ulleikan
í
Klaksvíkar
Kommunu loystan.
Tað, at 40 størri børn
sleppa inn í barnagarð, ger
at tað verða nøkur fleiri
pláss í dagrøktini. Tí tað
eru tey elstu børnini á bíði-
listanum og í dagrøkt, sum
fara í útibarnagarðin. So er
ætlanin, at børnini í aldri-
num 0 til 3 ár skulu vera í
dagrøkt, meðan tey størru
fara í barnagarð ella úti-
barnagarð. Hetta er tað,
sum tað verður arbeitt fram
ímóti.
80 á bíðilista
Eyðgunn Samuelsen sigur,
at tá hon tosaði við sam-
skiparan av bíðilistanum
seinast, hevði hon roknað
leystliga út, at talið á bíði-
listanum, eftir at øll børn-
ini, sum sleppa í ansing nú,
vóru farin av, var komið
niður á umleið 80.
- Og hevði tað so eydnast
okkum at fingið hasi 40
plássini aftur at í ár, so
hevði tað hjálpt sera nógv
upp á støðuna, sigur Eyð-
gunn og leggur afturat, at
tað koma sjálvandi allatíð-
ina fleiri børn á listan.
- Tað eigur eisini at vera
so, men hasi 40 plássini
eyka høvdu kortini gjørt
stóran mun, heldur hon,
men tað er ikki til at vita
um, tað fer at eydnast at fáa
tey plássini afturat.
- Um eg ráddi fyri øllum
sjálv, ja, so vóru tað 80
pláss nú beinanvegin í sep-
tembur.
Starvsfólkini til útibarna-
garðin eru sett, og leiðari er
Jóhanna Vest, sum varð út-
lærd sum pedagogur frá
Føroya Læraraskúla í febr-
uar í ár.
- Tað var eitt sindur við-
vent hesuferð, tí leiðarin
bleiv ikki sett, fyrr enn aft-
an á alt hitt starvsfólkið,
men tað noyddust vit, tí tað
søkti ongin pedagogur, og tí
hildu vit tað vera neyðugt,
at vit settu fólkini sjálvi.
Um
ikki
leiðarastarvið
hevði verðið sett, so høvdu
vit lænt ein pedagog onkra-
staðni til starvið. Tí úti-
barnagarðurin má kunna
lata upp, men tann trupul-
leikin er tíbetur loystur nú,
sigur Eyðgunn, sum við
hesum vísir á, at tað eru so
nógv ymisk ting, sum
stinga seg upp og gera tað
torført at arbeiða skjótari
við tílíkum.
Hon sigur annars at tey
eru sera spent upp á,
hvussu tað fer at virka úti í
Grøv.
- Tað sær sera gott út har-
úti, halda vit. Og tað stend-
ur onki aftan fyri aðrar
stovnar, so tað verður
spennandi.
Týsmorgunin kom
Pison aftur til Klaks-
víkar sum nýggjur
eftir at hava verið til
umfatandi umvæling-
ar í Hirtshals
UMBYGGING
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Tað var ein
stásilig sjón at síggja Pison
koma siglandi inn eftir
vágni í Klaksvík týsmorg-
unin.
Angin av nýggjari máling
kendist langa leið frá skipi-
num, tá ein kom gangandi
oman móti keiini við bed-
ingina í Klaksvík, har hann
legði at týsmorgunin.
- So at siga alt er skift út,
sigur Torleif Sigurðsson.
Herfyri tosaði Sosialurin
við Petur Eliassen, skipari,
sum tá var staddur í Hirts-
hals. Og hann segði, at um
hann ikki visti, at tað var
Pison, so hevði hann ikki
kent hann aftur.
Og sigast má, at hann tók
ikki munnin ov fullan. Tí
skipið er sum hamskift.
Millum annað hevur Pis-
on fingið nýggja brúgv, har
øll útgerð er skift út, og eru
viðurskiftini umborð so-
leiðis broytt nú, at mann-
ingin kemur bert at halda til
har afturi í skipinum.
Nú verður skipið so rigg-
að til at fara sín fyrsta túr
eftir umvælingina, og Tor-
leif sigur, at tað verður far-
ið so skjótt, alt er klárt.
Tað eru 14 mans við
Pison.
Mong hava fílst á, at
skúrarnir skulu verða nýttir
til útibarnagarð, men tað er
ongin orsøk til tað. Tað sær
avbera gott út inni, og
stendur onki aftan fyri aðrar
stovnar
Nýtt gamalt skip kom til Klaksvíkar
Pison er sera nógv broyttur
eftir umvælingina
Soleiðis sá Pison út, áðrenn
hann fór til umvælingar í
Hirtshals
15
14
Nr. 159 - 22. august 2002
Risastóra oljuskipið
West Navion siglur
nú við fullari ferð
móti leiðini millum
Føroyar og Hetland.
Ætlanin er at seta
borin í um
mánaðarskiftið
OLJULEITING
Jan Müller
Mánadagin gjørdi tað av
føroyingum nógv eftir-
spurda og umrødda bori-
skipið West Navion sítt ar-
beiði út fyri Nova Scotia í
Kanada liðugt og setti kós
móti
Atlantsmótinum.
Sambært
oljublaðnum
Uppsteam er skipið nú heilt
liðugt við sína boring fyri
Marathon. Boringin, sum
hevur verið nógv seinkað
av ymsum orsøkum, vísir
seg at kunna goyma eitt
gassfund. Tað er tó enn ov
tíðliga at siga nakað um,
antin tað er lønandi ella
ikki skilst á blaðnum. Hetta
eru tó góð tíðindi fyri tey,
ið har vara av.
Ben Arabo, stjóri í Ame-
rada Hess, fegnast um, at
tað loksins er eydnast at fáa
skipið, sum teir nú hava
bíðað eftir í nakrar mánað-
ir. Hann sigur skipið fer at
vera á leiðini vestan fyri
Hetland, skamt frá føroyska
markinum seinast í hesum
mánaðinum tvs. 28. ella 29.
august, soleiðis at boringin
kann byrja mánaðarskiftið
august/september. Hetta er
væl seinni enn ætlað. Upp-
runaliga varð roknað við, at
boringin skuldi vera í juni
ella juli. Tað er greitt, at
henda seinkan er ikki ser-
liga heppin fyri Hess og
The Faroes Partnership, tí
tess longur tað gongur út á
heystið, tess torførari verð-
ur at arbeiða í hesum økin-
um við nógvum vindi og
høgari aldu fyri ikki at siga
við ódnarveðri.
Ætlandi skal boringin
taka einar 70 dagar. Hesa-
ferð verður tað so eisini
farið undir at testa brunnin,
tvs. at verður rakt við kol-
vetni, so verður ein lítil
royndarframleiðsla
móti
endanum av boringini. Tað
verður so eftir øllum at
døma í seinnu helvt av
oktober ella fyrst í novem-
ber. Ben Arabo vónar sjálv-
andi, at teir finna olju og at
líkindi verða til at testa. Í
ringasta føri kann áhald-
andi ódnarveður í vetur
forða fyri eini royndar-
framleiðslu, nú boringin er
so nógv seinkað. Ben
Arabo vónar kortini, at
hetta fer at koyra eftir ætl-
an.
Brunnurin, sum er eitt
slag av avmarkingar- og
eftirmetingarbrunni, tvs.
ein appraisalboring, skal
kunna geva fleiri upplýs-
ingar um fundið, sum varð
gjørt á føroyska landgrunn-
inum í fjør. Eitt fund, sum
serfrøðingarnir hjá Hess
meta liggur báðumegin
markið. Stóru spurningarn-
ir eru, um goymslan er nóg
stór til at verða lønandi, um
onnur jarðfrøðilig viður-
skifti eru í lagi og hvar
størri parturin av feltinum
liggur – á føroyskum ella
bretskum øki. Sosialurin
hevur frá keldum fingið
upplýst, at tað er ikki óvist,
at størri parturin av fundin-
um kann liggja á bretskari
síðu. Men hetta hava vit
ikki fingið váttað.
Nú brunnurin verður bor-
aður í bretskum øki verða
veitingarnar eisini úr Aber-
deen
skilst.
Brunnurin
hoyrir eisini undir skriv-
stovuna hjá Hess í Aber-
deen og fer skrivstovan í
Havn tískil ikki at hava
nakað beinleiðis við bor-
ingina at gera, tó at tað
verður fylgt væl við, nú tal-
an møguliga er um eitt og
sama felt, tað, sum funnið
varð í Føroyum í fjør.
Boriskipið West Navion, sum næstu mánaðirnar skal finna
fram til, um fyrsta oljufundið við Føroyar er rakstrarverdugt
og farast kann undir framleiðslu einaferð
West Navion kós móti Atlantsmótinum
C
M
Y
K
14