Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Norðoya Sparikassi gott úrslit fyrra hálvár Norðoyar Sparikassi er ikki av somu áskoðan sum stóru peningastovnarnir, tá teir siga, at rentustuð- ul eigur at veitast til øll lán, og ikki bara sethúsalán. Uppskotið er bein- leiðis ábyrgdarleyst, heldur Eyðfinn Reyð- berg, stjóri í Norðoya Sparikassa FÍGGJARVIÐURSKIFTI Jón Brian Hvidtfeldt Norðoya Sparikassi leggur seg nú út í kjakið, sum hev- ur verið seinastu tíðina, um hvørt lógin um rentustuðul eigur at broytast, so stuðul verður veittur øllum lánum. Eftir at tað kom fram, at Toll&Skatt er farið at kanna fíggjarviðurskiftini hjá útvið 80 sethúsaeigar- um, tí illgruni er um, at set- húsalánið, sum tey fáa rentustuðul til, er nýtt til annað enn sethúsini, mæltu báðir teir stóru peninga- stovnarnir til at broyta lóg- ina. Teir mettu, at rentu- stuðul eigur at gevast til øll lán, óansæð hvat tey skulu nýtast til. Men hesum er Norðoya Sparikassi hart ímóti. Eyð- finn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, heldur tvørturímóti, at myndug- leikarnir eiga at halda fast við verandi skipan, har rentustuðul bara verður givin til sethúsalán, um- framt lestrarlán. Verður lógin broytt, fer tað at elva til meirnýtslu. Eyðfinn Reyðberg vísir á, at lógin, sum avmarkar rentustuðul- in, júst var ein avleiðing av ovurnýtsluni í áttatiáru- num. Norðoya Sparikassi metir eisini, at verður lógin broytt, so verður rentustuð- ulin, sum í dag er 42 pro- sent, so við og við lækk- aður á øllum lánum, tí skip- anin gerst ov dýr fyri tað al- menna. Eyðfinn Reyðberg metir, at mest sannlíkt hevði verið, at rentustuðul- in hevði fallið til undir 30 prosent, og tað hevði komið illa við hjá vanliga sethúsa- eigaranum. Stjórin í Norðoya Spari- kassa metir, at tað ber til hjá peningastovnunum sjálvum at byrgja upp fyri, at fólk ikki nýta sethúsalán- ini, t.d. til at gjalda bilin. - Tá vit ráðgeva okkara viðskiftafólki, so eiga vit at gera tað út frá teimum lóg- um, sum eru galdandi. Sjálvandi kunnu vit ikki hava eftirlit við hvørjum hundraðkrónuseðli, sum fólk lænir, men tá talan er um størri upphæddir, so ber til at fylgja við, hvat lánið verður nýtt til, sigur Eyð- finn Reyðberg. Hann vísir á, at Norðoya Sparikassi, øll árini síðan lógin um rentustuðul varð broytt í 1991, hevur havt fastar mannagongdir fyri, hvat sethúsa- og lestrarlán kunnu nýtast til, og hevur eisini havt eftirlit við, at mannagongdirnar verða fylgdar. Roknskapurin hjá Norðoya Sparikassa yvir fyrstu seks mán- aðirnar í ár vísir eitt yvirskot uppá 12,2 milliónir krónur áðr- enn skatt. Úrslitið er eina millión betur enn fyrra hálvár í fjør. FÍGGJARVIÐURSKIFTI Jón Brian Hvidtfeldt Hálvársroknskapurin, sum leiðslan í Norðoya Spari- kassa legði fyri Umboðs- ráðið á fundi norðuri í Mikladali hóskvøldið, er besti hálvársroknskapur hjá sparikassanum nakrantíð. 12,2 milliónir vóru í yvir- skoti áðrenn skatt, og egin- peningurin í Norðoya Sparikassa er nú 213 milli- ónir krónur. Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, er væl nøgdur við úrslitið og væntar eisini, at samlaða úrslitið í ár verður betur enn í fjør. Í fjør hevði Norðoya Sparikassi 24 milliónir krónur í yvirskoti áðrenn skatt. Hóast samlaði roknskap- urin hjá Norðoya Spari- kassa javnvigar við eini góðari milliard, so liggur tað ikki fremst í huganum hjá sparikassastjóranum at Norðoya Sparikassi skal vera sjónligur aðrastaðni í landinum, t.d. við at stovna deild í høvuðsstaðnum. - Ein partur av okkara styrki er, at vit eru sjónligir í lokalsamfelagnum í Norðoyggjum. Vit merkja, at fólk stendur saman um Norðoya Sparikassa, og tað er eisini okkara samleiki, identitetur, sum peninga- stovnur, sigur Eyðfinn Reyðberg. Hann leggur afturat, at skuldi Norðoya Sparikassi víðkað um sítt landfrøðiliga øki, so er meira sannlíkt, at tey høvdu stovnað eina deild afturat í Eysturoynni, heldur enn í høvuðs- staðnum. Sethúsalánini mynda umleið helmingin av útlán- unum hjá Norðoya Spari- kassa, og samanlagt eru umleið tveir triðingar av út- lánunum til privat, meðan ein triðingur eru útlán til vinnuna. At sethúsalánini, serliga við 1.veðrætti, fevna um so stóran part av útlánunum er við til at skapa stabilitet, sigur Eyð- finn Reyðberg, men leggur afturat, at tey heldur ikki geva so stóran vinning til peningastovnin. Norðoya Sparikassi fer tó framvegis at leggja dent á at privatu lánini skulu vera størsti parturin av útlánunum, heldur enn vinnulánini, sum tíðum hava størri vága við sær. Norðoya Sparikassi hev- ur ongar ætlanir um at um- skipa seg til partafelag, hó- ast Føroya Sparikassi hevur gjørt tað. Norðoya Spari- kassi sær í løtuni ongar fyrimunir við at umskipa seg, og metir at kunna røkja síni áhugamál við verandi bygnaði. Eyðfinn Reyðberg metir støðuna hjá Norðoya Sparikassa at vera nakað øðrvísi enn hjá Føroya Sparikassa, sum í dag verður rikin sum partafelag. Ábyrgdarleyst at geva rentustuðul til øll lán Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa Mynd: Finnur Justinussen Nr. 161 - 24. august 2002 15 15 14 Nr. 161 - 24. august 2002 Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2, er ikki ein av teimum heitu tals- monnunum fyri at fáa KODA skipanina at rigga í Føroyum. Hann heldur, at KODA luktar langan veg av egnum áhuga av monnunum, sum taka sær av KODA her í Føroyum. – Besta loysnin er at gera eitt føroyskt felag, har føroysk tónaskøld og tónleikarar kunnu fáa pening frá, sigur Petur Jacobsen UPPHAVSRÆTTINDI Ingrid Bjarnastein Nógvir heitir talsmenn eru fyri KODA í Føroyum, og tí slepst ikki undan, at onkur er, sum meinar beint tað øvugta. Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2, er ein av teimum, sum heldur, at KODA skipanin er alt annað enn í lagi. – Talan er um eina rúgvu av peningi, sum fer av land- inum, men bara ein brøk- partur kemur aftur til Før- oya. KODA luktar langan veg av egnum áhuga, sigur Petur Jacobsen. – Kristian Blak er ein av heitu talsmonnunum fyri KODA, tí 10% av teimum pengunum, sum fara av landinum koma aftur. Og tað fær felagið Føroysk Tónaskøld at umsita. Men tá eg havi spurt, hvat allir hesir pengarnir verða brúktir til, vilja teir ikki svara mær. Tað stinkar langan veg av egnum áhuga. Petur Jacobsen sigur seg ikki hava nakað ímóti, at føroysk tónaskøld og tón- leikarar fáa pengar. – Pengar kunnu tey gott fáa. Tað unni eg teimum so væl. Men tað sum mær ikki dámar er, at pengarnir, sum vit skulu gjalda fara av landinum, og síðani verða sendir til Kim Larsen ella Shubidua. Tí soleiðis er tað. Meginparturin av pengun- um, sum verða sendir av landinum, enda hjá onkrum útlendskum kunstnarum. Egið felag Sjálvur heldur Petur Jacob- sen, at tað besta hevði ver- ið, at stovna eitt føroyskt felag. Hann heldur ikki, at tað skuldi verið nakar trup- ulleiki at bygt upp eitt net- verk og fingið tær avtalur í lag, sum skulu fáast í lag. – Við teldutøknini í dag er tað ikki nakar trupul- leiki, sigur Petur Jacobsen. – Vit kundu til dømis gjørt ein grunn, har út- varpsstøðir, dansistøð og hvat tað nú einaferð skal vera, gjalda til, og hesin grunnur kundi so, til dømis, havt eina avtalu við KODA. Henda avtala kann vera, at eitt ávíst prosenttal av pengunum fara til føroyska tónleikamarknaðin og eitt prosenttal fer til KODA, sum KODA so skal umsita til tann útlendska markn- aðin. Á henda hátt, metir Petur Jacobsen, at pengarnir enda í røttum hondum, og pen- ingurin veruliga kemur til sín rætt. Nevniliga í lumm- anum hjá tónaskaldinum, har hann eigur at vera. Útvarpsstjórin metir, at á henda hátt verða pengar eisini spardir, ístaðin fyri at ein stórur partur av peningi fer til umsiting, sum vit als ikki vita nakað um. Eisini vísir útvarpsstjórin á, at Ísland brúkar ikki KODA, men hevur sítt egna felag. – Tað optimala hevði tí verið at havt eitt føroyskt felag, har vit vita, hvussu er við umsiting og útbýting av pengunum, so allir pengar- nir ikki drukna í umsiting onkra aðrastaðni, sigur Pet- ur Jacobsen, stjóri á Rás 2 til enda. Petur Jacobsen, Rás 2: KODA luktar av rámum egináhuga Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2, heldur, at KODA skipanin luktar av egnum áhuga her í Føroy- um. Hann heldur ikki, at føroyskir tónleikarar fáa nóg mikið burturúr, tí pengarnir fara burtur í umsiting, vit ikki vita nakað um Savnsmynd Olivia Petersen úr Skop- un kann veruliga siga, at hon hevur eina stóra fam- ilju. Hon eigur fimm børn, 24 ommubørn, 41 langommubørn og 14. mars 2002 kundi hon fyri fyrstu ferð kalla seg oldurommu. Elsta lang- ommudóttirin fekk tá sonin Mattias í Nesinum. Á myndini situr oldur- omman undir Mattiasi, mamman Mirjam Jacob- sen við síðunar av. Omm- an, Olivia Kristiansdóttir stendur høgrumegin, og langomman, Sólva Niel- sen vinstrumegin. Fimm ættarlið C M Y K 14 Skálatrøð • Postboks 20 • 110 Tórshavn • Tel. 31 10 20 Vit hava træverju frá Hygæa Hygæa Acryldæk er dekkandi træverja til alt træverk Hygæa Supra dekkandi oljubasera træverja Hygæa Træoljja verjir ímóti rot og svamp Stigar til øll endamál WIBE - Skjótistigar 5m-6m-7m-8,5m og 10m WIBE - Universalstigar kann bæði brúkast sum trappustigi og skjótistigi 3,7m WIBE - Trappustigar frá 3-7 trin, kann leverast upp í 12 trin