hósdagur 22. august 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 159 - 22. august 2002
Nr. 159 - 22. august 2002
17
Í GRIND
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Tað eru grindaboð, ein
grind liggur á Norðhavi-
num seks fjórðingar úr Riv-
tanga, og bátur er hjá henni.
Hetta eru boð sum fara
gjøgnum mønu og merg hjá
teimum, sum dáma at vera í
grind og alt steðgar upp
eina løtu. Gævi satt, at hon
leggur beinini, er fyrsti
tankin. Gævi satt, at hon er
stór og gævi sætt at ikki alt
for nógvur bátur er hjá
henni og ikki alt for nógv á
sandi. So verður einki í
part.
Tað eru grindaboð, hon
liggur á Norðhavinum, og
gongur inn móti Funnings-
múla. So verður tað helt í
Funningsfirði, hon verður
hildin til, ella fer hon long-
ur suður. Tað er eystfall nú.
Sóknarongulin er komin
upp í dupultsongina í hjún-
arrúminum. Hann liggur í
eini reinari bláari balju eitt
sindur rustaður, saman við
grindaknívinum, hálvhos-
um, troyggju og øðrum.
Ringa samvitskan gnagar
eina løtu. Hví smurdi eg
hann ikki í feitt seinast. Ein
deiligur ongul, smíðaður av
Klæmint í Billustovu í
Smiðjuni í Oyndarfirð,
meðan eg sum 12 ára gamal
eygleiddi hendan gamla
smið og gekk honum til
handar.
Hvussu langt mann hon
verða komin nú? Eystfallið
gongur skjótt, hon hevur
sikkurt lagt beinini langt
áðrenn eg eri komin í Funn-
ingsfjørð og hvar í f. eru
styvlarnir. Hvi skulu teir
blíva vekk akkurát nú.
Tungan melir í munninum
og evnar orð, sum bæði er
meint
til
himmals
og
helviti. Nú eri eg næstan
ferðabúgvin, havi grýtt alt
inni í bilin og mat til fleiri
dagar. Skal úr túninum í
Ovarugøtu 1 Inni á Gøtu í
Hoyvík og í grind í Funn-
ingsfirði, ein grind, sum
allarhelst hevur langt bein-
ini, áðrenn eg komið norð-
ur. Eg sleppi kanska slett
ikki upp í part og eg sendi
illar tankar norður til bátar-
nar, sum reka hana so
skjótt, at teir nú allarhelst
eru komnir inn um Múlan
og sum valla fylgja grind-
ini, ið við sjógvi á baki
stevnir inn móti sandinum í
Funningsfirði.
Dieselmotorurin á Golfi-
num fer í gongd, og eg
hugsi, um tað ikki er at
freistað Várharra at taka
viðfestisvognin við. Kan-
ska hon sleppur, tær eru
nokk so kringar og Djúpini
eru djúp, skjótt kundi hon
funnið upp á at kavað og so
hirt norðuraftur og ongin sá
hana aftur. Ella kundu hon
funnið upp á at gingið
sundur í smærri bólkar og
einki kom burturúr. Grinda-
hvalurin er snildur. Eg havi
verið við til at siglt alt
Norðhavið upp og niður, og
grind var at síggja so langt
eyga sá, men vit fingu ikki
at smyrja knívin. Tað fekkst
ongantíð rakstur á nakran
bólk. Mundi tað fara at vera
soleiðis í dag eisini, langt
síðan nøkur grind hevði
langt beinini í Funnings-
firði. Og teir stjala so illa
har norðuri, har er einki
skil á nøkrum.
Tað gongur skjótt norð-
ureftir. Landið liggur í
summarlýðku, tað er stoytt
við klettin og her er so
óendaliga vakurt. Reyða-
felstindur er goymdur í
mjørka, men eg veit hvussu
hann sær út og sendi hon-
um eitt smíl, hesin stolti
tindur, sum prýðir so væl
um í syðru helvt av Eystur-
oynni, barndómsins feiti-
lendi, har samleikin hjá
fjáltursstungna og veiðu-
gramma bygdamanninum í
Havn liggur festur.
Nú gongur seinni. Hyggi
eftir kilometurvísaranum,
koyri skjótari í dag enn
vanligt og komi at hugsa
um ferðslulógin eisini man
galda, tá grindaboð eru?
Tað kann eg ikki trúgva.
Skal eg gerast ovseinur og
missa alt tað deiliga spikið
og tvøstið, bara tí lógin sig-
ur 50 kilometur her og 80
der. Ilskist inn á myndug-
leikarnar og formyndara-
skapin í hesum landi, eri á
veg í grind og har er best
við minst møguligum regl-
um, vilja nógv halda.
Ferðslan gongur seint í
dag. Tey frammanfyri kun-
nu so aldrin hava hoyrt um
grindina á Norðhavinum,
sum kanska longu hevur
lagt beinini. Tað sær út sum
tey njóta veðrið í Sundalag-
num, tú hevur ikki meira
enn yvirhála ein bil, so er tú
uppi í reyvini á tí næsta og
so er knappliga onki útsýni,
ella nógv ferðsla suður-
gangandi. Lorta land, heim-
føðingar og tápulignar. Eg
upplivi einki dráp í dag, og
tað skal vera løgið, hvis teir
ikki eru lidnir at tekna seg,
tá eg komið norður, um eg
komið norður, tí nú hava
eini eldri hjún í einum
gomlum japanskum bili,
har ongin hurð hevur sama
lit, lagt seg mitt inn á vegin
og tey hava avgjørt, at ferð-
in aftanfyri tey norður
gjøgnum Sundalagið skal
ikki verða meir enn 60 í
dag. Fólk skuldu havt fing-
ið bót fyri at seinkað ferð-
sluni og hasi skuldu be-
stemt ikki havt fingið
koyrikoyrt, bannið eg inn-
antanna, meðan eg hugsi
um gøtumenn, sum eru far-
nir avstað við allari grind-
ini... Forbannað søkið fólka-
slag í Gøtu. Eg blíðkið
aftur, tá eg havi troðkað
meg framum hjúnini í Hós-
vík og spyrji meg sjálvan
hví akkurát gøtumenn skul-
du fáa tað í dag. Teir eru
skilamenn fram um aðrar í
Eysturoynni.
Eina øld seinni komi eg
úr
Norðskálatunnlinum,
rendi meg í seina ferðslu
aftur longur norðuri, tað er
OCD, sum setir proppar í
allastaðni. Skoyti oman í
Funningsfjørð og haldi meg
ikki sígga nakran bát. Nei,
sjálvandi, hon hevur heilt
vist lagt beinini og tað ber
fyri at hon liggur. Eg síggi
einki. Nú kom autoverjan
fyri og eg síggi fyri mær
vegin Millum Fjarða stúv-
stappaðan av bilum. Tað
verður helst ringt at sleppa
framat. Leggi ætlanir um,
hvussu eg kann bara seta
bilin onkunstaðni og so
renna oman. Bara eg blívi
teknaður, so er sloppið. Nú
opnar
dalurin
Millum
Fjarða seg prúður fyri mær
og vegurin er tómur. Stúr-
anin var til onga nyttu. Eg
síggi tveir bilar á Funnings-
fjarðavegnum og annar er
ein hvítur løgreglubilur.
Hatta man vera sýslu-
maðurin, so eri eg ikki ov
seinur allíkavæl. Ein sæl
kensla av veiðufrøði fer
sum ylur gjøgnum kroppin.
Á dett vælsignaða spik,
sendi sýslumanninum ein
heitan tanka, hann skal
nokk fáa skil á hesum.
Skuldi eg ikki havt tikið an-
hangaran við allíkavæl?
Í Funningsfirði er ongin
grind. Fjørðurin liggur
blankur og stillur. Onkur
alibátur sæst úti undir lúku.
So eru teir ikki komnin so
langt allíkavæl. Kanska hon
hevur kavað, kanska hon er
endað aftur á Norðhavi-
num. Onki blóð er at síggja
niðri við sandin. Har standa
nakrir manns Funnings-
megin, kanska teir eisini
bíða. Men komin nærri
síggi eg, at hetta eru síla-
veiðumenn, sum fiska laks.
Laksaveiðumenn haldi eg
ikki teir verða kallaðir.
Munnu teir krøkja, jassar-
nir? Tjóvur trýr at einhvør
stjelir.
Eg drønni eftir vegnum
út móti Funninigi. Er hon
komin inn um Múlan, so
skal eg síggja hana. Men
heldur ongin bátur er at
síggja her, bara onkur ali-
bátur, annars livir fjørðurin,
fuglur er at síggja, stilli og
lýðka, og fjøllini standa so
errin og prúð Men ongin
grind. Gott at anhangarin
stendur í Havn. Skomm
hevði verið at komið aftur
við honum tómun.
Ringi til brøður mínar
umborð á Fiskivarða. Teir
vóru næsti báturin hjá
grindini. Ilskist inn á teir
áðrenn hornið verður tikið.
Hava lokkað meg allan veg-
in úr Havn og so ongin
grind. Teir taka hornið og
siga, at teir liggja á Polli-
num í Klaksvík og hon
verður hildin til um eina
líta løtu.
– Pollinum? So skjótt og
hvussu ber tað til, spyrji eg.
Jú grindin var gingin eyst-
ureftir tey høvdu fingið
bent henn inn í Kallsoyar-
fjørð, og so tók hon sjógv á
bak og endaði á Pollinum.
Tað vóru bara teir allarfæg-
stu bátarnir, sum fylgdu
henni.
Klaksvík, so er tað fyrst
Lorvík og Dúgvan. Klaks-
vík, eitt fremmant land,
skulu vit ganga har og mala
alla nátt. Eg vendi bilinum
og tankarnir mala. 50 hval,
man tað loysa seg? Klaks-
vík eina heila nátt. Komið
at hugsa um veiðugleðina í
Feðgum á Ferð og kósin
verður sett móti Lorvík.
Komin úr tunnlinum síggi
eg í reyvina á Dúgvuni,
sum fer tann næstseinasta
túrin í kvøld. Ein løta at
bíða í Lorvík, kanska ikki
tað ringasta at sissa seg
aftur aftaná allan spenning-
in.
Tað er nátt og seðlarnir
skulu koma úr klokkan
seks. Eg liggi á dúrkinum í
stýrihúsinum á 50 tonsara-
num Fiskivarða og royni at
sova. Her er hart at liggja,
men ikki beinleiðis kalt. Eg
havi posan við grindaknívi-
num og oljuklæðunum sum
kodda undir høvdinum og
nýtið tann grøna arbeiðs-
jakkan,
jólagávan
frá
Sosialinum, Helly Hansen
jakkin, sum dýnu. Her er so
stilt. og hugnaligt. Á landi
hava teir ført seinasta hval-
in yvirum. Nú máta teir
upp, friðaligir álvarsmenn
við skili í. Onki fólk er at
hoyra, onkuntíð hoyri eg
málið í onkrum uppmátara.
Eg liggi mettur av fleska-
steik, sum manningin át, tá
eg kom umborð nakað fyri
midnátt. Teir sova eisini nú.
Og teir sova, hetta er teirra
heim og her trívast teir. Hjá
mær er alt nýtt, nýggir lukt-
ir og eg vendi mær alla tíð-
ina. Sovni ikki, farið aftur á
bátadekkið at kasta mær á
vatninum. Stilli og býurin
liggur so hugnaligur og
svevur. Onkur stjørna sæst í
suðri og Kunoyggin hevjar
seg veldug norðanfyri. Teir
kunnu vera ernir av Klaks-
víkini, her er ógvuliga vak-
urt og hví hetta er eitt reið-
ur fyri lokalpatriotar skilji
eg fyrst nú. Eg havi eina-
ferð fyrr ligið nátt umborð
á skipi í Klaksvík. Hendan
náttin kemur fram fyri meg.
Eg fór ein ísfiskatúr í
januar mánað 1980 við
Pison. Tá eg kom umborð
vóru allir í landi og ballað-
ust. Eg varð vaktur mitt um
náttina og ballið endaði við
illveðri hundasjúku og sjó-
verki í fleiri dagar á Suður-
oyarbankanum. Ein minni-
ligur og góður túrur, og eg
takki fyri ,at teir menn vóru
til, soleiðis at eg eisini
slapp at halda av teimum.
Tað er snoddtevi í luftini.
Onki merkiligt í tí, snyk-
roykur má vera tá 48 vakrir
blankir hval liggja skornir á
háls. Í Oyndarfirði varð
fyrr tosað um, at teir kundu
tevja at grind var undir
landi, teir kundu tevja
snykroykin og tá var snodd-
tevi í luftini og tá var ikki
leingi til grindaboð ljóð-
aðu.
So er klokkan seks,
klaksvíkingar eru á fótum
og gott lag er. Skjótt lesir
sýslumaðurin seðlarnar upp
og farið verður at skera upp
beinanvegin. Tað altíð eitt
sindur av spenningi tá farið
verður at skera upp. Tú
kemur saman við frem-
mandum monnum, og prát-
ið gongur eitt sindur spaku-
liga. Vit umborð á Fiski-
varða eru saman við teim-
um á Kristinu og Vátakletti,
(úttalast Vaadikløttøu á
klaksvíkskum) og vit práta
ikki um annað enn grind.
Um stórar grindir, um rak-
grindur um tyfusgrindina í
Klaksvík fyri mongum ár-
um síðan, og eg sendi
sjúkrahúsinum ein vamlis-
ligan tanka, tá hetta evni
kemur upp. So verður tosað
um agn, hvalagarnar er gott
hýsuagn og tú kann nýta
tað í nógvar dagar, so seigt
er tað, men ringt at avegna.
Her er nógv fólk komið
saman og skjótt verður at-
borið. Løgmaður er eisini á
fótum. Hann hevur áhuga í
grind og øðrum sum hevur
við mat at gera, og hann
gongur frytligur og tosar
við sínar veljarar. Hann
dugir at føra seg fram mill-
um fólk og um eina løtu
skal hann á ríkisfund. Hann
er eisini klaksvíkingur.
Hóst so nógvir vóru til-
meldaðir bátunum, at teir
ikki høvdu borið alt fólkið
um tað veruliga var um-
borð, so er tað í fínasta lagi.
Vóru tað bara bátaeigarar
sum fingu grind og vóru
tað bara teir sum vóru kvik-
ast at tekna seg á sandinum,
so var grindin ikki fyri øll,
sum hava hug at fara í
grind, og so var hesin aldar-
gamli sosiali siður ikki so
sjarmerandi longur. Grind
skal vera eitt sindur av øll-
um og pláss skal vera fyri
øllum, bæði tí gramma, tí
ovgramma, ið ongantíð fær
ov nógv og tí meira besked-
na. At øll fáa at kóka, sum
eru í grind, tað er tað sum
telir.
Og meðan hetta verður
skrivað liggur fyrsta kókið í
pottinum. Í kvøld skal alt
gloymast um heilsu og
linju, í kvøld skal etast, til
vit fara upp at ristast, í
kvøld verður veisla við
Várharrrasa grind og snyki
og øllm tí sum tí tilhoyrir
og so skal sovast aftaná ein
ordiligan slang aftaná.
Á dett vælsignaða spik.
Á dett vælsignaða spik
Garnarnir eru gott hýsuagn, men verða ikki so nógv nýttir í dag, tí nógvir brúka egningarmaskinu og ringt er at fáa garnarnar av aftur húkunum
Myndir: Jústinus Leivsson Eidesgaard
Teir skera upp. og teir lítlu eru við beinanvegin
Myndir: Jústinus Leivsson Eidesgaard
Sýslumaðurin býtir seðlarnar út
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
Tríggir hval løgdu beinini í Fuglafirði. Teir endaður sum pinnamatur, næstan. Her skera teir
upp
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
C
M
Y
K
17
16