Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 161 - 24. august 2002 Nr. 161 - 24. august 2002 17 Hanus Kamban Skaldsøgurnar, sum Martin Joensen legði eftir seg, eru Fiskimenn, frá 1946 og Tað lýsir á landi, frá 1952. Í tí fyrru bókini verður greitt frá sluppini Ørnini, sum drívur fiskiskap undir Ís- landi fyri útgerðarmannin Kristian Kristiansen. Frá- søgnin fer sum heild fram umborð á skipinum, og hon fevnir um tríggjar túrar eitt ávíst ár, ein á vári, ein seint á sumri og ein á heysti. Høvuðspersónur í bókini er tann ungi Símun, og vit fylgja í skaldsøguni hans- ara royndum í kærleika, hansara rás í trúarviður- skiftum og hansara vinnu- ligu ætlanum. Umframt Símun leggur høvundurin fram fyri okkum en hóp av meira og minni týðandi persónum, manningina á Ørnini, skipara, bestamann og kokk, reiðaran, umsjón- armannin, foreldur og slekt hjá Símuni, tær gentur, hann hevur hug á osfr. Í tí seinnu skaldsøguni - Tað lýsir á landi - fylgja vit lutvís hesum somu persón- um, men henda bókin fer sum heild fram uppi á landi. Bygdamaðurin Sím- un giftist við Sáru, sum er av stórplássi, og teirra søga og viðurskiftir eru mið- leingjan í skaldsøguni. Men aftur leggur høvundurin ein hóp av meira og minni týð- andi hjápersónum fram fyri lesaran. Um tíðina er at siga, at Tað lýsir á landi helst kann tíðarfestast til árið 1936, tá ið borgara- kríggj brestur á í Spania. Fiskimenn fer fram nøkur ár frammanundan, í eini tíð, áðrenn sluppirnar hava fingið motorar. Í lugarinum og við vaðbeinið Sum nevnt er frásøgnin um Símun og hansara viður- skiftir høvuðstráðurin í hesum báðum skaldsøgun- um. Men eyðkent fyri hesar bøkur er, at síðupersónarnir sum heild ikki eru kámar strikumyndir, men yvirhøv- ur greitt og sjónliga lýstir persónar. Vit koma í bókunum at kenna skiparan Mortan í Húsi, bestamannin Haldor Jacobsen, tann myrkleitta og illføra fiskimannin Sig- mund, útgerðarmannin Kristiansen, son hansara og konuna, vit læra at kenna trúboðaran, foreldrini hjá Símuni, barrvørðin Jaspur, forkvinnuna í fiskagentu- felagnum. Vit verða førd inn í ymisk umhvørvi, vit eru niðri í tí skitna og óruddiliga lugarinum, vit standa við vaðbeinið túrað av andvekri, vit eru í veitslu hjá fiskagentunum, vit eru á møti, vit eru í brúdleypi, vit eru við í føroyskum dansi, vit fara til altars. Tað er sostatt ikki søgan um ein mann, ella eini hjún, sum verður løgd fram fyri lesaran, men søgan um eitt samfelag, og við tað at hon verður søgd, lutvís ið hvussu er, sum var hon upplivað innanífrá, søgd sansaliga og nærkvæmt, verða hesar báðar bøkurnar sum heild til eina frásøgn, sum samfelagsins mongu og ymisku røddir tala ígjøgnum. Ein nýggj mentan Tann heimurin, sum hesir fleirraddaðu skaldsøgu- tekstir varpa ljós á, er sum heild tað nýggja samfelag- ið, sum tað privata fyritaks- semið, slupptíðin og fiska- tilvirkingin, høvdu skapt. Vit verða førd inn í tað føroyska heimið, sum tað nú er formað, lutvís nýggj betonghús, og somuleiðis inn í eina nýggja mentan og eina nýggja fagurfrøði. Á bróstunum hanga inn- rammað skriftstøð. Har hanga litfagrar, glinsandi oljumyndir, við einglum á ella Jesupápa ella Mariu moy, sum ferðandi danskir sølumenn hava fingið - ella lokkað - fólk at ogna sær. Onkuntíð kann ein farri av hugna sníkja seg inn í frásøgnina, eitt nú tá ið landslagið verður sveipt í mjørka, ella tá menn baka pannukakur niðri í lugari- num. Men romantikkur er eingin í hesum bókum, heldur hinvegin. Konufólk grenja um sjúku. Menn og kvinnur hugsa forbodnar tankar. Sukur og spik Eitt evni fyri seg eru heilsu- viðurskiftini, tuberklar og aðrar sjúkur, sum hava samband við vánalig handalig og peningalig kor, broyttar liviumstøður, men eisini við lítla vitan og skeivar ella avskeplaðar matsiðir. Eg skal taka fram eitt brot úr Fiskimonnum, har doktarin er inni hjá Krist- ini, systur Símun. Høvund- urin letur hann siga: Klippfiskurin, rugbreyð, margarin, sukur, kaffi. - Slíkum trívist bacillan av. Konurnar eru í fiskinum, og so er maturin rugbreyð, margarin og kaffi. Tann for- bannaða importeraða føðin, sum eg sigi, drepur fólk ... Áh, spik, livur, tað eru ráð- ini, universalráðini fyri øll- um sjúkum og móti øllum sjúkum ... deiligar, livandi vitaminir ... skip, alt er fult av bacillum, tit stíga á, anda, eta bacillur, koma so aftur til heimini og draga bacillurnar við tykkum ... Hava margarin, alt innflutt, Samfelagsins røddir Martin saman við børnum Um Martin Joensen: Nakrir tættir í hansara virki sum rithøvundur og blaðmaður. Annar partur umborð, og stoyta livur, alt tað góða á sjógv ... kropp- urin hungrar eftir hesum fróu, syngjandi vitaminum ... tað er stríðið millum ljós og myrkur, og ljósið tapir, myrkrið vinnur. Ætt, jørð og gudstrúgv Sum longu nevnt umboða hesar skaldsøgur eina fleir- raddaða mynd av einum samfelag. Nú kundi tað kanska lønt seg at steðga á, gingið nøkur fet burturfrá, gloymt tey einstøku andlit- ini eitt bil og kannað eftir, hvørjar maktir - í týdningi- num yvirskipaðar grund- reglur - vit síggja í hesum bókum. Í sínum endurminningum tekur Heðin Brú saman um og førir fram, at í heiminum hjá teimum farnu ættarlið- unum ráddu tríggjar høv- uðsmaktir: ættin, jørðin og gudstrúgvin. Vit síggja hes- ar maktir í skaldsøgunum hjá Martini Joensen, men tað er, sum síggja vit tær lutvís aftanífrá, sum eru tær í umbúna at fara út, ella sum standa tær ikki longur ómótsagdar. Pengar og njóting Nýggir máttir hava gloppað hurðina og ætla sær inn. Kapitalurin bjóðar jørðini av, ein heil veiftra av lívs- áskoðanum, frá játtanar- trúgv til ateismu og darwin- ismu, bjóðar tí gomlu, føstu gudstrúnni av, og einstakl- ingurin, við sínum ynskjum og tørvum, síni trá eftir at sæta sær sjálvum, sínum kravi um leskiliga njóting, bjóðar ættini av. Lesarin kann nú festa einstøk andlit at hesum nýggju maktum. Kristian Kristiansen umboðar sjálv- sagt kapitalin, og Sára, Símunar heita, lívslangt- andi kona, er dømi um ein- staklingsins uppreistur móti tí tignarligu, krav- miklu og stirvnu ættini. Men tann mest áhuga- verdi persónurin í báðum skaldsøgunum, Gunnar í Brekkuni, umboðar í sínum persóni øll tey trý mótfeu- dalu andsvarini, nevniliga handilsskap, ateismu eins væl og darwinismu og í triðja lagi eina lívssjón, har persónlig njóting gongur fram um ættarbond og ættarkrøv. Og sum heild kunnu vit siga, at bæði Fiskimenn og Tað lýsir á landi verða drignar episkt fram av mótsagnum og tví- dráttum, ikki bara millum farandi og komandi maktir, men eisini millum tær nýggju maktirnar innan- hýsis. Leninisma og liberalisma Áðrenn farið verður víðari við viðgerðini av ritverki- num hjá Martini Joensen, fari eg at hyggja at hansara politisku, samfelagsligu og bókmentaligu áskoðan. Eg haldi meg her til tilfar, sum er til skjals í Føroya Sosial- Demokrati í rithøvundsins blaðstjóratíð. Hetta eru greinar við ongum navni undir, og mót- vegis lesaranum noyðist eg at taka eitt ávíst fyrivarni, soleiðis at skilja, at tað ber ikki til at prógva fullvist, at Martin Joensen hevur skrivað hesar greinir. Men tann hóvligi stílurin, tann eyðkendi málburðurin og tann ruddiliga hugsanin tala fyri hesi meting, sum mín viðgerð byggir á. Í greinini »Sosialisman og upplýsing«, 25. okt. 1947, tekur Martin Joensen soleiðis til: Hin sosialdemokratiska hugsanin og rørslan hevur til endamáls at frígera menniskjað, so tað í hesum heimi ikki skal kenna seg bundið av harðræði og valdi. Hon liggur tí sum ein hugsan mitt ímillum ein statstanka har hin einstaki og tað, ið býr í honum, hvørvur, og so eina hugsan, ið hevur tað í kvittanum at geva einstaklinginum eitt monopol, sum steingir øll hini úti og leggur ræði og makt á einstakra manna hendur. Í roynd og veru er ein- ræðisviljin goymdur í báð- um hesum rørslum. Hin fríi tankin verður fjøtraður, materialisman verður sett í hásæti, og mannahugsanin verður løgd í band. Tær sosialdemokratisku rørslur- nar berjast hart stríð, og tað er kanska spurningurin, um tær vinna ella tapa, ið fer at avgera hvørja leið, ið heim- urin fer at ganga: frælsis- leið ella bundin á hondum og fótum. Javnaðarhugsjónin Sum vit síggja, hevði Mar- tin Joensen eina greiða, medvitna og væl gjøgnum- hugsaða politiska og sam- felagsliga áskoðan. Hans- ara fyrimynd var tað norð- urlendska javnaðarmodell- ið, sum ivaleyst er ein høv- uðsgrund til, at Norðurlond í dag eru - bæði mentunar- liga og samfelagsliga - framkomnasti blettur í heiminum. Hann vísir frá sær bæði leninismuna og ta óskerdu liberalismuna og greipar báðar rørslur saman sum verandi fíggindar hjá tí einstaka. Knívseggin Nú stingur ein áhugaverdur spurningur seg upp: Hvat samband er ímillum høv- undsins politisku sjónarmið og hansara ritverk og skaldsligu lýsingar? At ímynda sær persónar og mana teir til lívs úr hugans káma dýpi er bæði ein kunstur og eitt handverk, við reglum og lógum, sum skulu haldast, og sum hvørki virða politikk ella átrúna. Hvat Martin Joensen hugsaði um hesar spurning- Marius Johannesen, Martin Joensen og Sámal Johansen C M Y K 17 16