Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-11-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 1981síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Verji hjå åkærdum fiskiskipara: Sida 5 Ov ring tænasta hjå Vaktartænastuni — Kunngerðin, sum skipar- in á Sjúrðarkletti breyt, lýst hålvt ár, áðrenn hon kom í gildi Vaktar- og bjargingartæn- astan kundi saktans gjert meira við at upplýsa fiski- skiparar um, hverji eki eru stongd. Men tað tyk- ist, sum hon ikki hevur ta fatan, at hon eigur at veita slíka tænastu. Hon hevði uttan iva — ókeypis — kunnað brúkt Útvarpið til at mint skipararnar á, at nú eru hasi og hasi økini stongd. Hesar atfinningar móti Vaktar- og bjargingartæn- astuni komu fram í Før- oya Rætti mánadagin, tá hann viðgjerdi sakarmálið móti skiparanum á Sjúr- darkletti. Verjin hjå skiparanum, Halgir W. Poulsen, vísti á, at kunngerðin um ekið, Sjúrðarklettur varð tikin í, er frá 29. apríl í ár. Men hon kom tó ikki í gildi fyrr enn 1. november. Tað vil siga hálvt ár aftaná. Vakt- ar- og bjargingartænastan minti ikki á kunngerðina, hverki í útvarpi ella blød- um, beint áðrenn hon kom í gildi. Leiðarin á Vaktar- og bjargingartænastuni, Jó- han Ziskason, segði eftir rættarfundin, at kunn- gerðirnar eru lógliga lýst- ar. Tað hevur tó verið brúkt at minna á kunn- gerðirnar í Útvarpinum, men tá ein rokning uppá einar 900 kr. kom haðani, varð hildið uppat við tí. Men um rokningin er ein misskiljing, so verður hetta, at minna á kunn- gerðirnar um stongdu „ekini, tikið upp aftur, segði Jóhan Ziskason. Kendi ikki kunn- gerðina Tjaldrið tók Sjúrðarklett klokkan gott eitt sunnu- dagin á einari stongdari leið norðanfyri. Stongt er millum 16 og 22 fjórðingar og Sjúrðarklettur var 20 fj. úr landi, t.v.s. tveir fjórðingar inni á tí stongda ekinum. Skiparin á Sjúrðarkletti varð ákærdur fyri at hava brotið kunngerðina frá 29. apríl og ákærin kravdi, at hann fekk 60.000 kr. í bót og, at hald skuldi leggjast á tann brúkta reiðskapin og veiðuna, 500 pund. Skiparin tók ikki steðu til, um hann var sekur. Hann játtaði at hava trol- að 20 fj. úr landi, men hann visti ikki, at hann var á einum stongdum eki. Hann hevði ikki, sæd kunngerðina frá 29. apríl, segði hann. Kailaði á Tjaldrið Skiparin á Sjúrðarkletti greiddi frá, at teir fóru av Tveroyri leygardagin kl. 15. Teir fóru norður eftir og byrjaðu at royna 22 fj. úr Fugloynni á midnátt leygarkveldið. Teir kastaðu aftur á miðdegi sunnudagin og tógaðu í ein útnyrðing, tá skiparin sá eitt av vakt- arskipunum í kikaranum. Hann hevði hoyrt okkurt um, at meguliga var stongt norðanfyri. Men hann visti, at í vártíðini var stongt út á 20 fj. Fyri at fáa hetta greitt, kallaði hann á vaktarskipið, sum var Tjaldrið. Tá fekk hann at vita, at hann var 2 fj. innanfyri og segði, at hann fór út um beinan- vegin. Hann hálaði kortini ikki trolið, meðan hann sigldi út um. Tá hann hevði hálvan fjórðing eftir út á 22 fj. kom Tjaldrið og gav honum boð um at hála og koma við til Havnar. Eg havi onga umber- ing uttan hana, at eg visti ikki, økid var stongt, segði tann 36 ára gamli skiparin í rættinum. Hann segði, at hann ikki dagliga kannar, hverji eki eru stongd og játtaði, at hann ikki fylgdi so væl við, sum hann átti at gjørt. Sóu hann á rada- ranum Skiparin á Tjaldrinum segði, at teir vóru á veg til Sjúrðarklett, tá trolarin kallaði. — Vit sóu hann á rada- ranum og ætlaðu at kanna hann nærri. Tað sá út, sum hann hevði tógferð. Akærin spurdi nú skip- aran á Tjaldrinum, um hann helt, at skiparin á Sjúrðarkletti var klárur yvir, at Tjaldrið var á veg til teirra, tá hann kallaði Eg haldi, at hann hevði eitt lítið anilsi um, at vit vóru á veg. Sjúrðarklettur hevði tvey trol um bord, eitt gamalt og eitt nýtt. Met- ingarmaðurin, sum var um borð sunnudagin, hevði ikki givið sær far um, hvat av trolunum var úti, tá Sjúrðarklettur varð tikin. Fyri at fáa hetta staðfest, kravdi ákærin, at rætturin fór um borð. Hesum eftirlíkaði dómarin og metingarmað- urin kom nú til tað úrslit, at tað gamla trolið var brúkt. Tískil bleiv tað hetta trolið, sum ákærin kravdi, at hald skuldi leggjast á Kravdi yvir 100.000 kr. Undir dómsviðgerðini segði ákærin, at ókunn- leiki til lógir og kunn- gerðir kann ikki brúkast sum umbering fyri at hava brotið tær. Hann vísti á at útlends- kir skiparar eru demdir, hóast teir hava sagt, at teir ikki kendu kunngerð- irnar. Ein feroyskur skip- ari hevur betri meguleikar at fylgja við tí, sum hendir á hesum eki. Ti er ongin orsek til, at teir skula sleppa lættari enn teir út- lendsku. Hann brúkti eisini ein dóm, sum ein skotskur skipari fekk í Føroya Rætti, sum grund- arlag fyri kravi sinum um 60.000 kr. i bot Akærin kravdi eisini hald lagt á reiðskapin, trol, lemmar og weirar, 4 sum er mettur til 43.000 kr. og veiduna, sum er mett til 1.087 kr Verjin kravdi eina lina Hann helt, at bótin skuldi liggja nærri teimum 30.000 kr. og. at revsins Sjurdarklettur vid bryggju å Tvøroyri bert skuldi leggjast hald å ein part av reiðskapinum, til dømis trolposan. Annars gjerdi hann nógv burtur úr teirra, eftir hansara áskoðan, vána- ligu upplýsingartæn- astuni hjá Vaktar- og bjargingartænastuni Eg eri sannferdur um, at kendi hesin skip- arin kunngerðina frá 29 apríl, so var hann ikki her í dag, segði verjin Dómarin brúkti 10 minuttir at avgera dómin 50.000 kr. í bót og, at hald skal leggjast á reiðskap og veiðu Hann viðmerkti, at hann hevði sett bótina til 50.000, tí Sjúrðarklettur hevði fiskað so lítið, tá hann varð tikin Skiparin bleiv demdur at gjalda málskostnaðin Bæði ákærin og ákærði bóðu um tíð at umhugsa seg, um teir skulu góðtaka dómin ella skjóta hann inn fyri Landsrættin eisini sakar- Skeið í tilevning Komandi vikuskiftið skipar felagið Tilevn- ing fyri einum skeiði í Tveroyrar skúla. Skeiðið verður fyri øll, sum undirvísa í lærugreinini. Evnið á skeiðnum stoffprent og prýði. verður jóla- Luttekugjaldið fyri skeiðið er 100 kr. fyri limir og 150 kr. fyri tey, sum ikki eru limir. Seinri í hesum I aðinum, ti ætlanin at líknandi skeið í seinril Lítið klokari… Framhald av síðu Í ingar, um onkur í samgon- guni atkveður ímóti. — Onkur er ivaleyst beinleiðis ímóti. Og summir eru sera positivir, segði Pauli Ellefsen. Nógvir spurningar Fundarfólk settu lands- stýrismonnunum nógvar konkretar spurningar um TWR. Men teir blivu svaraðir fæstu Torbjørn Poulsen, landsstyris maður, viðurkendi, at teir vistu lítið um TWR og tí ) opið fyri biðið er loyvi at samráðast tingið. Einasta við TWR. Hinvegin noktaði hann, at hann hevði krógvað málið. Marknaðarnevndin, utvarpsnevndin, Kristi- ligt lurtara- og siggjar- felag og blød og utvarp hava fingid upplysingar. Landsstýrismaðurin seg- ði, at hann sær TWR- málið fyrst og fremst sum ein tekniskan spurning, nevniliga at fáa Utvarp Føroya at rekka longur. Hóast illa lýstur, var nógv fólk á fundinum í Læraraskúlahellini mána- dema eru nógv ímóti. at Føroyar loyvið á millumbylgju Skúvanes í ís mum Sandbåturin Skuvanes úr Havn flytur nu sand Sudur-Grøn landi, hag + hann er