Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-11-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

OO) í telf. 14720. 11820 box 76, 3800 Tórshavn p/f sosialurin Útgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Árni Joensen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Virknan andstøðu politik Í gjár kom løgtingid saman til sina næstu vetrartingsetu, eftir at vit hava fingið nýggja samgongu og nýtt landsstýri — hitt sokallaða borgarliga alternativið. Í SEINASTU TINGSETU SUM VAR TANN fyrsta hjá hesi samgonguni, kom einki nýtt fram, sum bar á tað rætta borðið. Tað nýggja, sum hendi tá, bar alt á hitt skeiva borðið eftir okkara metan. UTTANLANDSSIGLINGIN varð av- reidd til aðrar. Niðurskurðir vórðu framdir í almennu útreiðslunum, ið einans og mest raktu landsins útjað- aragkir og drálað varð við at fremja tær sosialu åbøturnar, sum undan- farna landsstýrið hevði avtalað við danskar myndugleikar. SAMGONGAN nýggja setti met í at taka uttanlandslán. Meðan uttanlandslåntøkur vórðu skyrdar við øllum ti ringa, sum hugsast kann, tå undanfarna landsstýrið sat, so eru somu menn nú beinleiðis farnir at reypa sær av uttanlandslåntøkum. Nú fyri stuttum varð tað mett sum eitt sætt bragd at hava tikid 50 mill. kr. upp í nýggjum uttanlandslánum. VIT HAVA onga orsøk til at vænta okkum serliga nógv av vetrartingset- uni, sum byrjaði í gjár, men hevði tað eydnast at rætta nakran av skeivleik- unum, sum gjørdir vóru í seinastu tingsetu, so var hetta eitt stig tann rætta vegin. HER HUGSA vit t.d. um tær sosialu åbøturnar og um tey almennu arbeiðini úti i útjaðargkjunum. Vit vóna, at hesi mistøk, sum vórðu gjørd í vártingsetuni, verða rættað í hesi tingsetuni. JAVNAÐARFLOKKURIN fer fram- vegis at virka í andstødu. Flokkurin fer at reka ein virknan og positivan andstødupolitikk. Vit fara at seta okkara alternativir fram. JAVNAÐARFLOKKURIN fer at koma við sínum egnu uppskotum og flokkurin fer at taka eina sakliga stóðu til tey mál, sum landsstýrið leggur fram. SOSIALURIN Kristiliga sendistødin Ikki hevdi eg ætlad mær at skriva; men tad skal valdast, sum hetta TWR- málið er komið skeivt fyri av fyrstantíð. Av tí at onkur, sum ikki er limur í fólkakirkjuni, fór undir at rósa og viðmæla byggjan av slík- ari kristiligari sendistød í Feroyum, fingu mong beinanvegin ta hugsan, at her var talan um eina »sekteriska« sendistød, um eg so må siga. Hetta er kortini langt burtur frå veruleikanum, hvat id norðurlendskum málið viðvíkur ið hvussu so er. Tí satt er tað, at »Brødurnir« í Feroyum hava eina stutta sending hvert mánakveld úr Monte Carlo; men frá hesi somu steð verða sendar lutherskar sendingar til Norðurlond hvert kveld í viku; best kend av teimum sendingunum hevur verið »Den lutherske time« við noråmanninum Øivind Andersen; men annars er eisini útvarps-bíbliuskúl og mangar aðrar góðar sendingar, sum byggja á tí sama steði, sum kirkja okkara stendur á. Norea Radio, sum mong her á landi kenna frá send- ingunum úr Monte Carlo, hevur kent tað sum sína upgávu, at boða Guds orð fyri fólki bæði í býum og avbýlum á henda hátt. Tí tað er ikki bert í avbýlum, at fólk kenna seg einsa- møll og gloymd av menn- iskjum, men eisini í stór- býum, har eingin kennir hvennannan. Harumframt hava teir kent tað sum sína kristnu skyldu, at bera boðskapin so langt út um lond, sum høvi gevst; tí at bæði hjá vísum og fákunnum og bæði hjá kommunistum og kapita- listum standa vit í skuld, at boða teimum gleðiboðskapin. Hvat hava russar til sakar gjørt, at vit skulu hevna teimum tað aftur við at boða teimum gleði- boðskapin? spyr onkur. Eg fari at spyrja: Hvat hava vit til sakar gjert, at vit skulu eiga tey forrætt- indi fram um mangar aðrar tjóðir, at fáa gleði- boðskapin ríkiliga boðaðan? Eg ivist ikki í, at tað hevr verið landi okkara til signingar, at vit eru slopp- in at vera við í tí gerningi, at bera gleðiboðskapin út til fólkaslegini við teimum kristniboðarum, sum út eru farnir úr landi okkara. Og sama er at siga um radiomissiónina, um okkum skal unnast sum fólk at veita henni stuðul. Spurningin, um her er talan um ein politiskan stovn ella eina »business« fyritoku, haldi eg vera sera lættan at greiða; tað er annaðhvert at senda boð eftir monnunum og spyrja teir, ella senda eina kanningarnevnd avstað at kanna hesi viðurskifti gjøllari. Tå id hetta er gjørt, og våttan er fingin fyri, at TWR er tann stovnur, sum hann sigur seg at vera, eiga vit at lata teimum umredda sendi- loysi eitt ávíst áramál. Hava teir, tá ið hesi ár eru farin, ikki verið hetta álit verdir, nýtist okkum ikki at leingja sáttmálan, men kunnu tá gera soleiðis, sum summir hava skotið upp. — At vit nú, tá ið teir hava biðið um sendiloyvið, skulu fara at taka okkum um reiggj at byggja eina slíka steð, og síðani selja teimum senditíð, er bein- leiðis at gera »business« burtur úr gleðiboðskap- inum, — tað sama, sum nakrir menn leggja TWR undir at gera. Ikki haldi eg, at vit fara at missa okkum burtur sum tjóð orsakað av eini slíkari sendisteð: heldur fara vit at finna okkum aftur sum tjóð í eini felags steðu, sum fevnir yvir allar flokksgirðingar. Og hvat ið málsligari og men- tunarligari ávirkan viðvík- ur, fari eg at minna okkum á, at fólk okkara hevur, síðani útvarpstólið gjørdist hvens mans ogn, líðilanga dagin lurtað eftir »Noråmanninum«, uttan at tað hevur havt nakra sum helst ávirkan á fer- oyskt mål og føroyska mentan. Nú hevur onkur longu havt hetta á máli, síðani eg skrivaði hesar reglur; men eg haldi tað er so áhugavert — og ber boð um rótferoyska mentan — at eg fari at mæla onkrum av okkara lærdu monnum til at skriva doktorritgerð um hetta evnið. Nei, slíkar útlendskar sendingar verða okkum ikki at bága; men ødrvisi er við tí, sum flutt verður yvir á føroyska tungu. Tá ið eg hevði verið í Íslandi eini tvey trý vár, hevði eg upp á mál við Christian Matras, professara, at vit áttu at havt slíkar sen- dingar í okkara útvarpi, sum íslendingar hevdu í sínum; nevndi eg tá tætt- irnar >Íslendskt mál“ og >Dagligt mál<. Síðani tá er >Orðabókin< komin, sum er bæði góð og áhugaverd sending; men enn vantar sendingin >Dagligt mála, sum ikki er minni tervur á. Eg haldi, at ein og hver, sum fæst við at skriva, he hevði fegnast um eina slíka sending, um hon varð skipað á rættan hátt. Við hesum viðmerk- ingum fari eg at heita á menn úr ellum politiskum flokkum um at viðgera hetta mál við vælvild. Við hávirðing Esmar A. Jacobsen trúboðari Um hviludagshald Sum eg fati, er ikki hver maður vitandi um hvílu- dagshald umborð á skip- um. Áðrenn vit skrivaðu 1920 fekk hver maður »blåubék«, tá mynstrað varð. Í henni stóð nakað av sjólógini í. Har í millum stóð: rat Søndagen skulde helligholdes, og Mandska- bet fritages for alt Arbejde«. Tað varð ofta tikið til »blåubék«, tá fyrstu tíðini eg var til sjós. Har stóð eisini: >...adlyde Skippe- rens Ordrer.... Hetta bleiv sagt, tá tað varð farið undir Langanes ein sunnudag, ella 'onkrar aðrarstaðir á Eysturland- inum at hála vatn og taka ís frá onkrum bónda. Teir hevdu ís at selja foroysku sluppunum. »Blåabék« kom ikki meira umborð, men lógin var galdandi til 23. feb- ruar til 1948, »hvorefter Semandsloven, som om- fattes af Begrebet >Ar- bejdsforhold< er overgáet til det færøske Hjemme- styre«. Sum sagt hevur skip- arin tað stóra orðið at siga umborð. Seinri er so lóg gjørd um hvíldartíðina, frá 28. juni 1963, um at manningin á fiskiskipum hevur, tá vidurskiftini gera tað ikki ómeguligt, rætt til sunnudagshvíld frá kl. 24 leygardag til kl. 24 sunnudag! Skiparin hevur ábyrgd av, at hendan lógarreglan verður hildin! Eftir hesum skuldi verið nóg mikið av lógum at hildið sunnu- og heilis- dagshvíld umborð á fer- oyskum skipum! uppilagstur Tey brekaðu — góð handilsvera Handilsfyritøkan SMS hevur nå 4 åra fødingar- dag og hesin fødingardag- urin verður hildin við lit. Tá onkur hevur fød- ingardag er vanligt við fødingardagsgåvu til við- komandi, men her er evugt. Feðingardags- barnið vil í hesum ferinum sjálvt sleppa at geva, og kann ikki sigast annað enn at hetta er ein vakur tanki. Minni vakur verður tankin heldur ikki, tá gávan skal fara til tey brekaðu. Hetta er facadan men hvussu er veruliga r vorið við ellum hesum »gåvum«. Jú, eg fái 250 krónur fyri mín gamla klædning. Væl at merkja um eg so keypi ein nýggjan. Ein revarahandil. (Ivasamt er kortini hver sterri revarin er, keyparin ella seljarin). Haraftrat fara innsavn- ingar fram, somuleiðis til frama fyri hesi somu brek- aðu. Hetta er jú vorðið modernað tí vit hava í ár vár teirra brekadu«. Tað segði ST. Men, man ST veruliga hava ætlað hetta ár júst soleiðis? Eg ivist. Rokni ikki við, at ST ætlaði at vit nú í hesum árinum skuldu fara at lata olmussu til nakran. Heldur mundi ætlanin vera at vekja ans fyri tí, at vit millum okkum hava nekur fólk, sum av eini ella aðrari orsek ikki eru so fótafim, ella hvat brekið nú kann verða, sum fjeldin flest. — Soleiðis, at vit eisini hava pláss fyri teimum og at hesi fáa so frægar megu- leikar í samfelagnum sum vit onnur. Tað eru nú mong ár síð- ani vit á sosiala økinum gingu burtur frá »nådi- prinsippinum« og til aðra skipan hareftir hesar semdir er ein rættur. Ein sjálvsagdur rættur, heldur enn náði. Skulu vit nú fara hinvegin aftur? Tað hevði kanska loyst seg fyri summi, men verður neyvan teim brek- aðu til gagns. Ívingarsom