Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. januar 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A A LO: NOON 1 AS telf. 14720. 11820 box 76, 3800 Tórshavn p/f sosialurin Útgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Árni Joensen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Alternativið sum hvarv JAVNAÐARMAÐURIN Anker Jørgensen hevur aftur skipað stjórn í Danmark. Javnaðarflokkurin hevur skipað eina minnilutastjórn, hóast flokkurin hevði rættiliga stóra aftur- gongd við seinasta fólkatingsval. Hetta kann tykjast mongum legið tá hugsað verður um valúrslitið. BORGARLIGU FLOKKARNIR í Dan- mark eru í stórum meiriluta, men hóast tað var eingin felagsnevnari at finna teirra millum, soleiðis at skipast kundi ein borgarlig stjórn. Av stóðu teirra borgarligu flokka undan valin- um er hetta ikki minni legið. Sam- bært hesar flokkar var javnaðar- stjórnin við at koyra landið á húsa- gang. Javnaðarstjórnin vildi ræna allar pensiónskassar. Hon vildi ræna allar pengar frá pensionistum og tryggingartakarum. JÚST UPPÁ HENDAN spurningin feldu teir borgarligu flokkarnir undanfarnu donsku stjórnina. Teir vildu hava nýval. Tað fingu teir. Teir bóðu um ein borgarligan meiriluta fyri at forða Anker Jørgensen í skålkabrøgdum sínum til frama fyri borgarliga alternativið, og tað fingu teir. MEN EFTIR VALIÐ stóðu teir við meiriluta, við »alternativinum«, men ikki fyrr enn tå fóru teir at ivast i, hvat teir skuldu brúka sítt borgarliga alternativ til. Teir vistu tað ikki. TAÐ BLEIV JUST sum vit søgdu undan valinum. Har var einki alterna- tiv til donsku javnaðarstjórnina og tí- skil heldur javnaðarmaðurin Anker Jørgensen fram við stjórn síni. Landssjúkrahúsið 3800 Tórshavn Sekt verður eftir sjúkrahjálpara í náttar- vakt á skurðdeild 56 tímar aðru hverja viku frå 1. februar til 31. juli 1982. Nærri upplýsingar um starvið fáas: * fyristødukvinnuni. SOSIALURIN Utvarp Føroya og sosialisma A årsins seinasta degi kl 20,30 »Andlit i unum« kom fram sama van utvarpssendingini heimshending skapilsi av sosialistiska sam felagnum og sosialistisku og kommunistisku læruni sum i flestu av hinum 364 døgunum i 1981. Tå utvarps maðurin, ið stóð fyri sending- ini, kom til andlitið á Mitterand, franska javnaðar forsetanum, annað hesin hepisleysi påstandur at hoyra í útvarpstólunum kring Feroya land: > At hann (Mitterand) setti næs- tan beinleiðis sosialistiska kós innanhýsis, tí hann hevur tjóðartikið bankar, trygg- ingarfeløg...« (Siterað eftir minninum og tí kanska onkur feilur, men týdningurin var ikki at taka feil av). Týdningurin av hesum sitati, tvs. metingin hjá út varpsmanninum av einari næstan beinleiðis sosialis- tiskari kós innanhysis«, er so burturvið og tåpulig, at út- varpsmaðurin átti at hildið seg aftur í at gjert slíkar sen- dingar, har spurningurin um sosialismu tekur seg upp inntil hann hevði sett seg eitt lítið sindur inn í, hvat sosia- lisma og kommunisma er, kannað sosialistisku seguna og arbeiðaraseguna síðan íd- naðarkollveltingina, spur- ningin um kollvelting og mót- kollvelting, upprunan til orð- ini sosialismu og kommu- nismu. Serliga vil eg ráða út- varpsmanninum til at seta seg inn í eyðkennini fyri og munin millum statskapita- lismu og sosialismu og mill- um marknadarøkonomi og planøkonomi Eftir útvarpsmansins metan er tjóðarteka av bank um, tryggingarfeløgum »næstan« einasta eyðkenni manninum og var millum fyri eitt samfelag, ið byggir sosialismuna upp. Also sama metingin, sum ein ávísur borgarligur blaðstjóri her heima hundrað ferðir hevur brúkt í síni útspilling av sosialismuni. Ongantíð hevur tó nakar sosialistur, hverki á Marxa degum ella á Leninsa degum ella á okkara dogum hildið, at so er Latið okkum beinanvegin at seta útvarps manninum nakrar spurning- ar — fyrst taka fram nekur eyðkenni fyri eitt tiskt samfelag. Aðrenn skal tó lika nevnast, at sosialistar ikki meta sosialistiska sam- felagið at vera møguligt uttan, at arbeidarastættin fyrst hevur gjørt kollvelting Eitt eyðkenni er tað, at oli ogn hjá kapitalistum — bank ar, tryggingarfeløg, virkir, skip, fiskaseiur, heilselur, stórhandlar — verður beinan- vegin aftan á sosialistisku yvirtikin av sosialistiska arbeiðaraveld- inum (og ikki tjóðartikin av einum borgarligum parla- menti!). Eitt annað eyðkenni er tað, at sosialistiska veldið setur tiltøk í verk og stuðlar smáognarum í at leggja saman Eitt triðja evdkenni er tað ístaðin fyri sosialis- kollveltingina arbeiðara at búskaparliga grundlógin í unfelagnum verður umskift grundlógina undir kapitalis Búskaparligu muni kravið um størst meguligan profitt (og harav strembanina hjá hverjari ein fyritøku eftir at meguligan stakari kradda mest profitt undir seg) avtekur sosialisman, og setur ístaðin búskaparligu grundlógina Framleiðslan skal nekta fólk sins tørv Eitt fjórða eyðkenni er tað, at marknaðarbúskapurin undir kapitalismuni verður útskiftur við ætlanarbúskap. Tann hepisleysa kappingin undir kapitalismuni, har tað er um at gera hjá hverjari einstakari fyritøku at leggja fót fyri sínar konkurrentar, verður avtikin, og alt vinnu- lívið undir sosialistiska sam- felagnum verður ístaðin fyri rikið eftir einari ætlan gjørd av arbeiðandi fjeldini, og stýrt frá einari miðsteð. Av hesum eru tær afturvendandi kreppurnar undir kapitalis- muni eitt ókent fyribrigdi í einum sosialistiskum samfel- ag Eitt fimta eyðkenni er tað, at hitt hálovaða privata ini- tiativið verður avloyst av hinum stóra initiativinum Privata initiativið undir kapi- talismuni er í roynd og veru bara initiativið hjá einum evarska lítlum minniluta, hjá kapitalistisku kraddarunum, sum eru teir einastu, ið hava áhuga í at ekja um fram- leiðsluna. Undir sosialismuni harafturiméti, har arbeiðs- fólk síggja, at ein økt fram- leidsla ikki fer til at gøda kapitalistar, men kemur teimum sjálvum til góðar. har arbeiðandi fólkið sjálvt eigur vinnulívið og sjálvt fær ágóðan av vinnulívinum, har ber til at fáa initiativið í fram- leiðsluni víðkað til at umfata meginpartin av fólkinum Her liggja meguleikar til at skapa ein egiligan vekstur í framleiðsluni, segan fleiri soleiðis sum ferðir hevur prógvað Eitt sætta eyðkenni er iað, at nýtslan í samfelagnum verður nógv rættvísari, javnari býtt. Risainntekur- nar hjá kapitalistunum og allari yvirstættini, t.d. innan tað almenna, verða avtiknar, og gevur hetta beinanvegin rúm fyri einum munandi vekstri í inntekuni hjá van ligum fólki. Undir kapita- lismuni er tað so, at tess minni fólk gera til nyttu i hægri innteku hava tey. Tey, sum hava tað strævnasta og tyngsta arbeiðið, fáa illa endarnar at rekka saman Hetta verður broytt undir sosialismuni. Hann, sum ikki tímir at arbeiða, skal heldur ikki eta Eitt sjeynda eyðkenni er tað, at munurin millum anda- ligt og handaligt arbeiði steðugt verður minkaður Væl kend er hin gamla ósem- jan, sum plagar at vera millum verkfreðingarnar ødrumegin og arbeiðsmennin- ar hinumegin, ella millum arkitektarnar ødrumegin og timburmenninar hinumegin. Tey lærdu hava ov fåar royndir av, /ussu eitt arbeiði best kann setast í sínum arbeiði, tess verk. og geva mangan ar- eiðsfólkunum ordrar, sum púrt onki skil er í. Í sosialis tiska Albania brúka tey ta reglu. at fólk skulu hava arbeitt nekur ár í vanligum arbeiði, áðrenn tey sleppa at sekja inn á lærda háskúlan Afturat tí verður kravt av øllum, sum ikki arbeiða við sínum hondum dagliga, at tey arbeiða í framleiðsluni ein part av árinum. Hinvegin verður eisini lagdur stórur dentur á, at arbeiðsfólk kunnu fáa sær teoretiskan kunnleika. Soleiðis eru nekur eyðkenni fyri sosialistiska samfelagið samanborið við kapitalis- tiska samfelagið. Sjálvsagt eru fleiri eyðkenni, t.d. mun- urin millum bygdir og býir verður minkaður, munurin millum kynini verður útjavn- aður osfr Eftir at segan hevur prógv- að okkum hesi eyðkenni fyri eitt sosialistiskt samfelag, sigur tann »objektivi« stovn- urin Útvarp Feroya, at Mitterand hevur sett næstan beinleiðis sosialistiska kós innanhýsis í Fraklandi, tí hann hevur tjóðartikið bank- ar, tryggingarfelog... Nú má tað vera loyvt at spyrja útvarpsmannin aftan- fyri henda pástandin: 1) Er sosialistisk kollvel- ting farin fram í Fraklandi síðan Parísarakommununa í 1871? 2) Er nakað av eyðkenn- unum fyri eitt sosialistiskt - samfelag nevnd omanfyri eyðkenni Fraklands í dag? 3) Metir útvarpsmaðurin (í tidindatænastuni) franska parlamentið og javnaðar- mannin og forsetan Mitterand at vera eitt amboð hjá arbeiðandi fjeldini í Frak- landi, eitt amboð fyri sosialis- tiskum arbeiðaraveldi?, tvs. metir útvarpsmaðurin, at pengavaldið í Fraklandi hevur mist avgerandi valdið, og arbeiðandi fjøldin i Frak- landi og franska stjórnin eru i ferð við at uppbyggja sosia- lismuna í Fraklandi? Ikki hevði eg tímað at sett hesar spurningar fram, ikki eingong at hugsa um teir, um hetta var einastu ferð, at sosialisman, og kommunis- man blivu soleiðis vidgjørd í útvarpinum. Næstan hvenn dag, næstan í hverjari tíðin- dasending, kemur sama van- skapilsi av sosialismuni og kommunismuni fram i Utvarp Føroya. Umframt i fleiri av teimum nogvu uttan- rikispolitisku sendingunum um somu evni »Sovjet er sum kunnugt eitt kommunistiskt samfelag, men... «, »Kommu- nistisku leiðararnir i Kreml...«, »Kommunistiski toppfundurin í Praha...«, »Sosialistaleidarin i Rumenia segði í gjár „Pólska frælsa fakfelagið Solidaritet setti umfatandi krev til kommunistisku stjørnina«. »Vesturlendskir eygleidarar vilja vera vid, at kommunis- tiska innråsin i Afghanis- tan...«, »Franski sosialista- leidarin Mitterand hevur boðað frá fleiri tjóðartek- um...« osfr. osfr. Hvussu ofta hoyra vit ikki líknandi vendingar i útvarpinum, møguliga oftast umsett frå fremmandum Utvarpi og tíðindastovum. Eg eri greið- ur yvir, at ofta koma hesar vendingar fyri sum sitatir av einum ella eðrum politikkara, men langt frá altíð Nú hevur sami útvarps- maður als ikki einsamallur ábyrgdina av hesi villleiðandi talu. Men av tí, at tað er hann, ið oftast skipar fyri uttanríkispolitiskum sendin- gum (haldi eg), má tað vera loyvt at spyrja hann víðari : 1) Gerst tú sum útvarps- maður nakran skilnað millum eitt sosialistiskt samfelag og eitt kommunistiskt sam- felag? Fyri mær (eins og Marx og Lenin) er tað sosia- listiska samfelagið — dikta- tur proletarsins — neyðugt fyri at koma fram til tað stættaleysa og statsleysa kommunistiska samfelagið. 2) Tá útvarpsmaðurin ofta hevur nevnt Sovjet sum eitt kommunistiskt samfelag, hevur hann so gjørt sær sjål- vum — sum útvarpsmaður — metingar ut frå egnum kann- ingum, um Sovjet i dag er eitt stættaleyst og statsleyst samfelag? 3) Um tað verður mett sum neyðugt at brúka vendingar, sum eru nevndar omanfyri, verður tað so mett sum rætt og objektivt ikki eisini at nyta vendingar sum hesar: »Amerikanski kapitalis- tiski og imperialistiski forset- in Ronald Reagan metir at eitt avmarkad kjarnorku- krigg)...«, »Kapitalistiski EEC-toppfundurin í Brús- sel...<, »Tiltøkini hjá bretska kapitalistaleiðaranum Mar- garet Thatcher fera til vak- sandi arbeiðsloysi...<, »Kapi- talistiska landið Danmark er í dag í síni higartil sterstu kreppu...< osfr.? Et meti, at tað er átroð- kandi at fáa svar upp á hesar spurningar fyri at lurtarin kann vera ferur fyri at gera sær eina greiða meting av ob- jektiviteti Utvarpsins nevndu spurningum viðvík- jandi. Meðan Utvarpið vanliga dugir væl at skilja ímillum borgarliga demokratiska samfelagsskipan og fasis- tiskt diktatur (td. kallar Utvarpið ikki fasistiska eina- ræðisharran í Chile, Pinochet, fyri demokrat, hóast tað at Pinochet kallar seg sjálvan fyri demokrat), so dugir útvarpið ógvuliga illa at skilja ímillum statskapitalis- tiska og sosialistiska samfel- agsskipan (td. kallar Utvarp- ið statskapitalistiska samfe- lagið Sovjet fyri eitt kommu- nistiskt samfelag, bert tí at Bresjnev og c/ o kalla seg kommunistar og Sovjet fyri eitt kommunistiskt samfelag. Annað demi er sum nevnt Frakland). Útvarpið dugir væl at skilja, at einstøk kapitalis- tisk lond verda sett aftur i tíðina, við at fasistiskar kreftir taka ræðið, sum m.a. hendi í Týsklandi í 1933 og sum er hent í fleiri londum í Í atínamerika. Utvarpið mátti tá eisini dugað at skilt, at tað kann henda, at kapitalistiskar kreftir og byrokratar í einum sosialistiskum landi, har ar- beiðaraveldið er viknað, taka valdið í samfelagnum, avtaka sosialismuna og seta kapita- lismuna í verk aftur stig fyri stig, og soleiðis seta landið Framhald á síðu 7