leygardagur 16. januar 1982síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Fólkaheilsan í vanda!
Fólk brúka
sin kropp
minni og minni
— Bert fá s0 frægt sum ganga ella súkkla, men koyra í stórum
bili ella bussi. Tað er her ítróttin hevur sín storsta týdning: at
geva fólki moguleikan at brúka sín kropp. Ein annar týdningur
hjá ítróttini er, at fólki býðst høvi at fara til annað, enn tað tey
gera í sínum dagliga arbeiði. Hetta og annað við skrivar Hans
Holm, lærari í »Sjønarmid« í dag. (Sama grein stendur í nýggju
bókini >Neistin 50 år«, sum júst er utkomin).
Ítrótt er gamalt tiltak.
Frá elstu tíðum er hon
kend, og á ellum mentun-
arstigum kemur hon fyri.
Gjegnum allar tíðir og í
ellum kulturum hevur
ítróttin havt tydning.
Tann. ið hevði vunnið
sigur við olympisku leik-
irnar í forna Grikkalandi
varð mettur javnt við
tann, ið hevði skrivað
besta sjønleikin, og hesir
vóru menn sum t.d. Euri-
pides
Í nýggjari tíð er met-
ingin um ítrótt ikki tann
sama sum fyrr — í hvussu
so er ikki allar staðir, og
eitt tað staðið, hon man
standa lægst í metum, er
akkurát í feðilandi okkara.
Hetta skilst av tí, ein
hoyrir verða sagt mann og
mann ímillum, av tí met-
ing, hon fær av myndug-
leikunum í mun til t.d.
parkeringspláss, av tí við-
gerð, hon fær í okkara
pressu, og tí steðu, hon
hevur í skúlanum.
Ofta hoyrir tú fólk
umreða ítrótt sum »fjas«
og »tidarspill«, og um tey,
sum brúka tíð upp á ítrótt,
verður sagt, at »okkurt
skulu tómar hendur hava
at gera< ella >tey máttu
havt okkurt meira skiia-
gott at tikist vid«.
Okkara myndugleikar
avmarka seg í stóran mun
til orð, siga, hvussu tað
gleðir teir, at ungdómurin
hevur nakað at taka sær
til, og hvussu takksamir
teir eru teimum, ið syrgja
fyri ítróttarligum arbeiði.
Tann umreða, ítróttin
fær í okkara pressu, er
ofta tilvildarlig og merkt
av tí persónliga áhuga, tíð-
indamaðurin hevur fyri
einari ella aðrari ítróttar-
grein, og oftast sært ella
hoyrir tú onga aðra við-
gerð enn úrslitið av kapp-
ingum, ella hver hevur
vunnið tað ella tað meist-
araheitið.
Í skúlanum hevur ítróttin
tey seinastu 25 árini fingið
færri og færri tímar, í dag
bert tveir tímar um
vikuna. Aftrat er virðing-
in fyri lærugreinini ikki
heg, hetta vísir seg m.a.
við tí, at hon er ein tann
lærugrvinin, vikarar
oftast verða settir til.
Í okkara grannalondum
eru fólk tey seinastu árini
vorðin meira og meira
greið yvir, at okkurt
skeivt er í hesi stødu — og
tað dylst ikki fyri hóast
alt, at einstakar reddir í
síðstuni hava verið at
hoyrt um tað sama, eisini
her á landi. Broytingin í
vinnulívsbýtinum í nútím-
ans ídnaðarsamfelagnum
hevur fert tað við sær, at
færri og færri fólk hava
kroppsligt arbeiði, og må-
savnanin av íbúgvum
landanna hevur ført til
skapanina av stórum —
við hvert mammut-
stjórum — býarsamfel-
egum, har meguleikin fyri
ítrivum í frítíðini er sera
avmarkaður, um ikki fólk
taka seg saman fyri at
skapa slíkar meguleikar.
Saman við
mekaniseringini hevur alt
hetta havt við sær, at fólk
brúka sín kropp minni og
minni, bert fá so frægt
sum ganga ella súkkla,
men koyra í stórum bili
ella bussi. Danska ítrótt-
arlærarinnan Karen Inge
Halkier vísti við eini kann-
ing millum tey 15—16 ára
gomlu á, at teirra kondital
vanliga var s6 lágt, at tað
bert kundi góðtakast, um
tey hevdu verið 65—70
ára gomul. Hvenn týd-
ning, ið hetta hevur og
ikki minst kann koma at
fáa fyri fólkaheilsuna, vit
flest ell helst í dag.
Tað er júst her, ítróttin
hevur sín stersta týdning:
at geva øllum fólki møgu-
leikan at brúka sín kropp,
so at hann kann virka,
sum hann skal, hóast at
tey í sínum dagliga yrki
annars ikki fáa hevi til
tess.
Ein annar týdningur hjá
ítróttini er tann, at fólki
býðst hevi at fara til
nakað annað enn tað, tey
gera í sínum dagliga
arbeiði. Her má vera uppá
sítt pláss at gera vart vid,
at tað eru nógv onnur ting
enn ítrótt, ið kunnu brúk-
ast til frama fyri hetta
mál, t.d. musikkur, sjón-
leikur og mangt annað
mennandi.
Tíverri er steðan í viss-
an mun tann, at tað er
lukkast at spæla slíkar
áhugabólkar út móti
hverjum eðrum, so at teir
evunda hverjum eðrum í
staðin fyri at samarbeiða,
sum hevði verið mest ná-
túrligt. Hetta førir sidan
tað við sær, at ístaðin fyri
fritidaritrivum, verður
tjakast um, hver bólkurin
fær nógv og hver fær lítið
ella kanska onki.
Eru veitandi myndug-
leikarnir á staðnum so av
tí slagnum, at teir halda,
at veitingarnar til hetta
arbeiðið skuldu verið so
smáar sum gjerligt, ber
tað teimum væl til at gera
tær tilvildarligar og
smáar. Og tað kann henda
tað, at tær verða minni
eftir tervi, men kanska
meira eftir prestige — nak-
að, vit ikki eru heilt uttan
kunnleika til her hjá
okkum.
Hondbóltur er næst-
stersta ítróttargrein í Fer-
oyum — í vetur luttaka
151 lið í landskappingini,
av teimum 114 í ungdóms-
deildunum. Tey seinastu
10 árini hevur ítróttar-
greinin verið í ovurmiklari
menning. Sum demi kann
nevnast, at í 1969 — tað
var áðrenn ítróttarhellin
uppi á Hálsi varð tikin í
brúk — hevði Neistin 6 lið
við í landskappingini.
Henda veturin hevur fel-
agið 30, av teimum 25 í
ungdómsdeildini. Hetta
vísir tvey ting:
1. at tervurin fyri ung-
dómsarbeiði í býnum er
stórur og
2. at ítróttarfelegini
hava eitt stórt og
krevjandi arbeiði hvílandi
á sær.
Nú er hondbóltur ítrótt-
argrein. sum fyrst og
fremst verður íðkað innan-
dura. Til hetta endamál
Hans Holm, lærari skrivar
»Sjonarmid« i dag
Sjon-
ar-
mið
hava vit í Havnini eina
hell, sum 5 feløg mugu
býta sínámillum. Við tí
stóra luttakaratali til
venjingar kanst tú koma
út fyri tí, at tú hevur
millum 30 og 40 smá
ítróttarfólk undir hond ein
heilan — tíma um
vikuna. So samstundis
sum tú kann gleða teg
yvir greðina innan
ítróttargreinina, mást tú
gera vart við, at plássterv-
urin er ikki nøktadur enn.
Runt um landið koma
fleiri og fleiri hallir, og
áhugin fyri og luttekan í
hondbólti er vaksandi,
hetta sæst so skilliga á tí,
at talið á luttakandi liðum
í landskappingini ekist ár
um ár — og tað munandi.
Alt hetta kemur at skapa
størri javnvåg feløgini
ímillum við uppaftur
størri menning til fylgju.
Hetta stillar stór krev til
leiðslurnar bæði í felog-
unum og í Hondbóltssam-
bandinum, tí skal alt
virka, sum tað eigur, er
neyðugt við kenum og
útbúnum fólki til leiðara-,
venjara- og dómara-
arbeidi.
Við tað at hondbóltur er
reiðiliga ung ítróttargrein
í Feroyum, og tann kraft-
iga menningin ikki er
komin fyrr enn tey sein-
astu árini, eru tað ofta ung
fólk, sum standa á odda
fyri felagsarbeiðinum, ein
byrða, sum ofta kann
kennast teimum tung, tí
fá eru til at vegleiða tey,
men sum tey aloftast
klára væl. Hetta sæst á
menningini í ítróttargrein-
ini, ein menning, sum hesi
fólk, og bert tey, við
sínum sjálvbodna arbeiði
eiga heiðurin fyri, tí hjálp-
in uttanífrá hevur verið
lítil ella ongin.
SOSIALURIN
Otolin sum aluk-
madurin.
eftir Avgo Lynge
Otolin eru vit eins og alukmaðurin
eftirat síggja tað, sum skal rísa upp.
Eystri lýsnar klárt sum vatn,
hjarta bankar, og hendurnar taka eftir
summarljósinum.
So ungdómur, verið til reiðar,
verið við
Á fjallaroðunum daga sólargeislar,
dagurin sum verður til, biður teg koma til arbeiðis.
Styrk teg
Enn sova nokur, vek tey,
tey eru við at sova yvir seg.
Og eggja teimum mótleysu og teimum ivasomu,
gev teimum eina von
Lat okkum savna okkum saman.
Steinbjørn B. Jacobsen, týddi
(Avgo Lynge fór við Hans Hedtoft)
Í søgnini um alukmannin verður sagt frá, at son-
urin fær yvirtala faðirin til at flyta úr heimbygd-
ini, sum lá við Hvarvið. Tá teir hava verið heiman
ífrá í mong ár, kemur longsil á pápan. Sonurin
eftirlíkar sær, og báðir fara heim aftur.
Sólarrenningin á tí fyrsta degnum ávirkar aluk-
mannin so sterkt, at hann dettur deyður til jarðar
framman fyri tjalddurunum.
Kúgaður
eftir Jens Geisler
kúgaður
hendur ílumma
hyggur hann at
meðan teir byggja
»einki arbeiði til mína
ov dovin
fallin til drykk
dimmhærdur
hjólbeintur
armóðin lýsir av klædunum
ódugnaskapur hongur uppi yvir høvdinum
arbeiðsleysur
lægstlontur í mínum landi
har fremmandir svimja í pengum
svartir rovfuglar á vitjan
myrkalagdur sjónarringur
einkisigandi spýtt
í morgin er tað aftur ein skuld
Steinbjern B. Jacobsen, týddi
(Jens Geisler var millum teir mongu ungu, sum
gjørdu vart vid seg fyrst í sjeytiárunum. Teir
virkaðu fyri heimastýrinum, og nú fyri at fáa
Grenland út ur EEC.
Tú kann hjálpa teimum eitt sindur, við at senda
nekur oyru til Giro 305)
f
É
oe pE
————— || rr
F
%