Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. august 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 160 - 23. august 2002 Nr. 160 - 23. august 2002 17 Eitt av heimsins mest framkomnu seismikkskipum »Ramform Valiant« ger kanningar í føroyskum øki í løtuni. Boringar hjá Hess hinumegin markið í næstum kunnu koma at seta heilt nýtt ljós á føroyaøkið eisini OLJULEITING Jan Müller Hóast mong munnu halda, at lítið og einki hendir í oljumálinum á føroyskum øki, so er hetta ikki rætt. Nógvar seismiskar kann- ingar verða gjørdar í hesum døgum og fer seismiska virksemið at vaksa sum frá- líður. Millum skipini, sum skjóta seismikk á land- grunninum í løtuni, er eitt av heimsins nýggjastu og mest framkomnu seismikk- skipum, »Ramform Vali- ant« hjá PGS. Skipið byrj- aði at skjóta seismikk fyrst í august og skal halda fram allan september mánað við. Tað ger arbeiði fyri The Faroes Partnership samtak- ið við Amerada Hess sum fyritstøðufelag og AMG bólkin, sum Statoil stendur á odda fyri. Her er fyrst og fremst talan um seismikk, sum feløgini hava bundið seg til at gera fyri loyvini tey fingu. Men talan er eis- ini um at fáa nýggja vitan, sum eitt nú kann stuðla undir royndunum hjá Hess at finna fram til, um fundið, sum varð gjørt í fjør, er rakstrarverdugt. Ramform Valiant skjýtur tí seismikk bæði í føroysk- um og í bretskum øki. Amerada Hess hevur fleiri loyvi í bretskum øki. Beint hinumegin markið í blokk- unum 176/20 og 204/16 og 21 er tað saman við BG, Dong og Atlantic Petrole- um. Tað er í hesum teigum, at West Navion um stutta tíð fer at bora fyri at vita, um fundið, ið varð gjørt føroysku megin markið, eisini røkkur yvir á bretskt øki og hvussu stórt tað kann verða. Harumframt hevur Ame- rada Hess saman við Dong, Texaco og OMV eitt leiti- loyvi longur norðuri, 204/9-10. Tað er her onnur boringin hjá West Navion skal gerast, og um tíðin røkkur til, í hesum árinum. Sosialurin skilur, at olju- fólk eru sera spent uppá henda kanningarbrunnin, tí tað hevur ikki verið borað júst her áður. Prospektið borað verður í eitur Cambo og liggur stutt frá føroyska markinum. Tað áhugaverda fyri okkum føroyingar er, at føroysku megin markið er einki loyvi givið enn. Tí kann ein heppin boring hinumegin markið eisini siga nakað um møguleik- arnar at finna olju okkara megin markið. Ein kann loyva sær at gita, at eitt positivt úrslit hjá Hess í teiginum 204/9- 10 kann hava við sær, at økið hinumegin verður við í næstu føroysku útbjóðing- ini, og at henda kann blíva framskundað júst av teirri orsøk – ella kann eitt møguligt fund í bretskum øki so nær markinum hav a við sær, at føroyskir mynd- ugleikar vilja umhugsa at bjóða eitt avmarkað øki út í eini sokallaðari millumút- bjóðing. Hetta treytar sjálv- andi, at Camboboringin gevur eitt gott úrslit. Tað áhugaverda við hesum brunninum er eisini, at hann liggur beint norðan fyri Suilvenfundið, sum varð gjørt fyri nøkrum árum síðani, og sum støða enn ikki er tikin til, um tað skal byggjast út. Sosialurin skilur, at norska felagið InSeis Terra fer at skjóta rættiliga nógv av seismikki í føroyskum øki í næstum. Tað er ikki greitt, um felagið skjýtur fyri nakað ávíst oljufelag ella tað ger hetta uppá egna rokning. Eisini Western Geco hevur loyvi at skjóta seismikk og eitt australskt felag, sum áður hevur gjørt kanningar úr flogfari, hevur loyvi til at gera serstakar kanningar í føroyskum øki í ár. So talan er um rættiliga umfevnandi seismiskt virk- semi, sum í síðsta enda kann vera við til at hjálpa oljufeløgunum at finna júst rætta staðið at seta fram- tíðar oljuborar í. Nýggja Norröna av bakkastokki í morgin NÝTT SKIP Jan Müller Nýggja Norrøna, sum alt Føroya fólk bíðar í spenn- ingi eftir – og vónandi eis- ini umheimurin – er nú við at gerast veruleiki. Leygar- dagin fer hon av bakka- stokki í týska býnum Lü- beck. Tilstaðar verða fleiri hundrað gestir, føroyskir sum útlendskir. Smyril Line vil við hesum royna at marknaðarføra nýggju Nor- rönu, sum eftir ætlan skal fara í sigling í Atlantshavi næsta summar. Tað verður nógv gjørt burtur úr at fáa tíðindini um nýggja flagg- skipið í Norðuratlantshavi út í altjóða fjølmiðlar og hevur Smyril Line sett professionellan fjølmiðla- mann til at stíla fyri og samskipa. Tað er Kári Dur- huus, sum vit kenna bæði frá sjónvarpinum og út- varpinum. Eftir hátíðar- haldið leygardagin verður tíðindafundur, har stjórin í Smyril Line, Óli Hammer fer greiða frá hesum tí kanska størsta einstaka projektinum í føroyskari søgu. Nýggja Norröna fer at kostar meira enn 700 mill. kr. Kjølurin varð strektur á Flender Werft í januar, so skjótt gongur. Eftir ætlan verður nýggja Norröna latin Smyril Line í mars næsta ár. Nógvur seismikkur skotin á Føroyaøkinum Nýggja Norrøna av bakkastokki leygardagin Enn er bert alt stál, men tað gongur skjótt Loyvini, sum vórðu latin í seinastu útbjóðing á bretskum øki. Tvær boringar í hesum loyvum kunnu koma at seta heilt nýtt ljós á føroyaøkið. Í báðum førum er tað Amerada Hess, sum stendur fyri boringunum. Fyrst skal brunnur borast í 204/16 og 21 (hetta er avmarkingarbrunnurin til fundið í føroyskum øki í fjør)n og síðani skal brunnur borast longur norðuri í 204/9 og 10, Cambo nevndur. Henda boring kann fáa stóran týdning fyri eina komandi útbjóðing hjá okkum beint hinumegin markið Ramform Valiant, eitt av heimsins mest framkomnu seismikk- skipum í føroyskum sjógvi fyri Hess og Statoil – Krabbamein er ikki ein permanent drep- arasjúka, men eitt hjáárin av parasittum og eituri í kroppin- um, sigur føðsluráð- gevin, Olga Hentze. Sosialurin hevur skift orð við hana um, hvussu hon heldur, at krabbamein kann fyribyrgjast – og í øðrum lagi, hvussu tú kanst gerast frískur av krabbameini, um tú hevur fingið sjúkuna ALTERNATIV VIðGERÐ Vilmund Jacobsen Nýggj kanningarúrslit hjá sjálvstøðuga vísunda- granskaranum í USA, dr. ph., Huldu Clarke, vísa á, at ein ávís orsøk er til alt krabbamein. Í bók síni, »The cure for all canser«, sum merkir »grøðing av øllum krabbameini«, skriv- ar hon, at ein nágreinilig orsøk er til, at krabbamein mennist í kroppinum. Bók- in viðger eisini, hvussu krabbamein kann fyribyrgj- ast og lekjast. Clarke sigur, at hon í 1990 rakti við sonnu orsøk- ina til krabbamein, sum er ein ávísur parasittur. Tá ið orsøkin var funnin, kundi hon fara undir grøðingina. Fyri at prógva tað, hon var komin fram til, setti hon sær eitt mál, ið var at grøða 100 fólk, sum høvdu ymisk sløg av krabbameini. Eftir hetta, kunngjørdi hon tey úrslit, hon var komin fram til. Clarke náddi sínum máli í desember 1992. Olga Hentze, føðsluráð- gevi, sum er fødd í Rus- landi, men sum nú býr í Føroyum, er komin til Føroya við viðgerðarhátt- inum hjá Huldu Clarke. Hon hevur vent sær til Sosi- alin og vil fegin greiða frá tí, hon veit at siga um or- søkina til krabbamein, og hvat alternativi viðgerðar- hátturin hjá Huldu Clarke byggir á. Vit spurdu hana, hvat hon veit at siga um henda við- gerðarhátt. – Hetta er eitt úrslit av 11 ára longum kanningar- arbeiði hjá læknanum, Clarke, sum ikki einans byggir á laboratoriukann- ingar, men eisini á verulig úrslit. Clarke hevur upp- funnið eina sonevnda krabbadiagnosu, ið verður staðfest við syncrometuri. Hetta er eitt sjúkugreining- artól, sum kann finna sjúkuelvandi lutir og eitur í menniskjum eins og í hand- ilsvørum, eitt nú evnum til hárvask. Hennara viðger byggir á náttúrligan heili- vág, t.d. urtir og annað ískoyti. Viðgerðin verður framd við sonevnda tól- inum, »zapper«, ið er eitt terapentiskt bylgjutól. Men hvat heldur so Hulda Clarke, at krabba- mein í veruleikanum er? – Krabbi er eitt hjáárin av nærveru við eitt ávíst slag av parasittum og upphóp- ingum av eituri. Krabbi er ikki ein permanent drepara- sjúka. Sjúkan kann á løgn- an hátt burturbeinast við røttu viðgerðini við at lætta um byrðuna hjá verjuskip- anini í kroppinum. Hetta gerst við at drepa parasittar á øllum støðum við við- gerðarháttinum hjá Clarke og við at reinsa umhvørvið fyri eitur. Hugsar Clarke meðni um ein ávísan parasit? – Ja, hon hugsar um flíggj (á enskum fluk) í gørnunum á fólki. Fyri at fáa krabbamein, mást tú hava henda parasittin. Vit fáa hann í okkum við at eta rátt, turt ella illa kókað kjøt – ella við at drekka ókók- aða mjólk. Vit kunnu eisini fáa parasittin við ikki at vaska okkum um hendurnar eftir at hava verið á wc og við at kyssa kelidjór. Flíggj kann eisini berast við kropsvætu frá einum smitt- aðum persóni til ein ikki- smittaðan. Ein orsøk kann vera kossar og kynslig sam- vera. Frísk fólk, sum búgva saman við fólki, ið bera henda parasittin, kunnu eis- ini verða smittað. Olga sigur, at parasitturin livir vanliga í gørnunum, har hann ikki ger skaða, men kemur hann t.d. í livr- ina, kann hann elva til krabba. – Parasitturin kemur bert í fólk, sum hava isopropyl- alkohol í kroppinum. Tí er tað isopropylakoholið, sum er veruliga orsøkin til, at parasitturin kemur í livrina. Fyri at fáa krabba, mást tú hava bæði isopropylalkohol og flíggj. Hvaðani fáa vit so isopropylalkoholið? – Evnið er bakteriudrep- andi og verður vanliga nýtt í kosmetikki. Til tess at um- gangast at fáa evnið í seg, er neyðugt at halda uppat at brúka kosmetik, sum hevur isopropyl í sær. Hárspray, munnvask, kropskrem og rakikrem hava ofta hetta evnið í sær. Men isopropyl finst eisini í viðgjørdari føði, t.d. kornflakes eins og í vatni í fløskum, fruktsevju í pakkum, hvítum sukri, kaffi og drykkjuvørum við kolsýru. Nógv fólk nýta kosmetik við isopropylalko- holi. Merkir tað so, at tey fyrr ella seinni fáa krabba- mein? – Nei, tí tað eru aðrir faktorar, sum eisini mugu vera til steðar fyri at skapa røttu gróðrarevnini fyri krabba. Ein annar týdning- armikil faktorur er aflato- xin B. Olga sigur, at í einum sunnum persóni verður mótevni móti isopropyl- alkoholi gjørt í livrini, men í einum persóni við krabba, steðgar aflatoxin B livrini at gera mótevni. Tú fært aflatoxin B við eitt nú at eta moðnar fruktir, nøtur, moð- ið breyð og við at drekka øl. Hvussu skjótt kunnu úrslit síggjast av viðgerðini hjá Clarke? – Við at drepa allar para- sittar, meðan teir enn eru ormverur og við at beina burtur isopropylalkohol og annað eitur í sínum dagliga livihátti, kunnu úrslit síggj- ast merkiliga skjótt – enntá uppá minni enn eina viku! Olga sigur, at tað er eisini umráðandi fyri fólk ikki at koma sær í samband við eitrandi metallir, eitt nú kopar, aluminium, nikkil og kyksilvur. - Tað eru túsundir av eitr- andi metallum í okkara um- hvørvi. Tey kunnu mátast við einum syncrometri. Tað, sum er mest umráð- andi, tá ið tú hevur funnið tey eitrandi evnini í kropp- inum, er at finna orsøkina til hesi evni í tínum um- hvørvi. Men hvar skulu vit so byrja, um tað nú eru nógv eitrandi evni rundan um okkum? – Vit skulu byrja við tí, sum er okkum næst. Tað, sum tú etur og drekkur dag og nátt. Leingi hevur verið kent, at kyksilvur ger seg inn á okkara verjuskipan, og her hugsi eg ikki minst um tannfyllingarnar við kyksilvuri, sum er ein or- søkin til, at vit kunnu fáa krabbamein. Tí er umráð- andi, at kyksilvur í tonnun- um verður beint burtur. Hvør er so niðurstøðan hjá Huldu Clarke? – Jú, fyri at grøða krabbamein, er neyðugt, 1) at drepa parasittar á øllum tess støði við parasit-við- gerð og »zappen«, 2) reinsa tínar tenn fyri eitur (kyk- silvur) og 3) reinsa títt heim og tínar matvanar frá øllum ónáttúrligum kemikalium og eitrandi lutum. Olga Hentze sigur, at við- gerðarhátturin hjá Huldu Clarke hevur bjargað mongum mannalívum. – Lat hann eisini bjarga tínum lívi, sigur hon at enda. Vit kunnu leggja aftrat, at heimasíðan hjá Dr. Clarke er: www.drclark.net Viðgerðarhátturin móti krabbameini, sum sigst hava bjargað mongum mannalívum Olga Hentze, sum er av russiskum uppruna, býr nú á Toftum. Hon er komin til Føroya við viðgerðarháttinum hjá amerikanska læknanum, dr. ph. Huldu Clarke Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 17 16