Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. august 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

KONFIRMATIÓN Jústinus Leivsson Eidesgaard Klokkan trý mikudagin hittust 58 børn í Havnar Kirkju. Tey vóru saman- komin fyri at hyggja eftir kirkjuni og umstøðunum har, og um nú alt var í lagi til konfirmatiónina í okto- ber. Tey hava øll eitt til fel- ags, tey vilja konfirmerast og næstu vikurnar skulu tey ganga til prest og læra um hví tey skulu konfirmerast. Og tey skulu konfirmerast ávikavist 6. oktober og 13. oktober. Børnini eru úr Eysturbý- num úr Havn og fleiri kenn- ast. Prestarni,r sum skulu standa fyri konfirmatiónini, eru Henning Nielsen, hjálp- arprestur og Sonja Klein, prestur í Suðurstreymoyar Eystara prestagjaldi. -Eg eri av tí áskoðan, at vit vaksnu skulu ávirka okkara børn, vit skulu forma tey. Gera vit ikki tað, so eru tað onnur sum forma tey. Ávirkanin er ovurhonds stór í dag. Serliga gjøgnum sjónvarp og internetið. Tí er tað okkara skylda at forma okkara børn soleiðis, at tey kenna gleðiboðskapin í kristindóminum og kenna høvuðsinnihaldið, sum er at fremja kærleika millum fólk, kærleika til næstan, sigur Sonja Klein. - Konfirmatiónin er í stuttum, at Gud sigur ja til børnini. Gud staðfestir, at børnini eru hansara. Vit eru móttakarar mótvegis Gudi, ikki gevararnir. Samstundis er konfirmatiónin høvi, har børnini játta sína trúgv, sig- ur Sonja Klein, prestur. -Vit leggja stóran dent á í undirvísingini at hitta børn- ini har tey eru. Tað hevði ikki nytta at havt somu und- irvísing í dag, sum tá eg var konfirmantur. Tíðin broyt- ist allatíðina og tað gera umstøðurnar hjá børnunum eisini, sigur Sonja Klein. Tað verður sagt, at kon- firmatiónin er í høvuðs- heitinum gávur og veisla og tað andaliga er bara høvi til hesa materiellu hending? -Andaliga gávan í konfir- matiónini eru at Gud í himmlinum er góður við teg, og hann gevur tær sín kærleika sum gávu. Vit geva bara gávur til tey vit eru góð við. Konfirmatión- in í kirkjuni er ein stór gáva givin av Gudi til tey hann elskar. Aftaná halda vit veislu heima, og geva gávur til tey vit elska, okkara børn, sum eru konfirmerað. Tað er ein gleðilig hending, sigur hon. -Mínar royndir, sum prestur eru, at børnini so avgjørt ikki halda tað at ganga til prest er nakað keðiligt, heldur tvørtur í móti. Tey eru sera virkin í konfirmatiónsundirvísing- ini og tey vísa avgjørt ikki, at hetta er bara nakað, sum tey vilja hava yvirstaðið, sigur Sonja Klein. -At konfirmatiónin í høv- uðsheitinum er, at Gud sig- ur ja til okkum, er eisini or- søkin til at brekað børn, sum kanska ikki kunnu tosa, verða konfirmerað. Tað hevur ongan týdning um tey duga at svara spurn- ingum. Tað sum telir er hvat gongur fyri seg mill- um Gud og børnini, tann dagin tey verða konfirmer- að, sigur Sonja Klein. Konfirmatiónin er ein elligamal siður og stavar frá jødadóminum, har dreingir lesa heilagu skriftina og játta sína trúgv, tá teir eru 13 ára gamlir, tann sokall- aða BarMitzwa hátíðin. Katolikkarnir konfirmerað eisini børnini, so konfirma- tiónin í Føroyum er eins gomul og kristindómurin her á landi. Tær fyrstu tríggjar vikur- nar skulu komandi konfir- mantarnir í Havnar Kirkju ganga níggju tímar um vik- una til prest. Tríggjar dagar á tríggjar tímar. Tvær tær seinastu vikurnar skulu tey ganga seks tímar um vik- una. Tværferðir á tríggjar tímar. Konfirmantaundir- vísingin fyrigongur í skúla- tíðini og verður hildin í KFUK og í KFUM. Vit skulu forma okkara børn Konfirmantar í Havnar Kirkju sæddir gjøgnum handtakið á dópsvatnarkannuni. Dópurin verður staðfestur í konfirmatiónini. Mynd: Finnur Justinussen. Sonja Klein tosar her við børn, sum skulu konfirmerast í heyst. Mynd: Finnur Justinussen. 18 Nr. 160 - 23. august 2002 Nr. 160 - 23. august 2002 19 SCANBAD BAÐIRÚMSINNBÚGV 60 cm sett við Athene hurðum 90 cm sett við Athene hurðum ARIA kranar -25% fyrr 5.274,- fyrr 4.175,- fyrr 7.255,- Nú 4.045,- Nú 5.120,- Nú 2.960,- 120 cm sett við Athene hurðum V.V.S. HORNI V.V.S. HORNI Landavegur 2 · Tórshavn Tel. 318023 · Fax 310963 C M Y K 19 18