fríggjadagur 23. august 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Generalroyndin hjá
Henrik Larsen hepn-
aðist væl. Við nýggj-
um venjara, nýggjari
spælskipan og sanni-
liga eisini nýggjum
veðrið eydnaðist lok-
sins føroyska lands-
liðnum at skora á
Tórsvølli, og 3-1
sigurin á Liktinstein
var fult uppiborin, tó
at bakgrundin kanska
var av teimum bíligu
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Fram til mikudagin hevði
Tórsvøllur
onkursvegna
tókst sum eitt forbannilsi
hjá føroyska landsliðnum. Í
seks landsdystum hevði tað
enn ikki eydnast okkara
monnum at skora á vølli-
num, og ikki so mikið sum
eitt einasta stig hevði lið
okkara fingið.
Longu undan dystinum
vóru tó tekin um, at okkurt
nú skuldi broytast. Tað hev-
ur hvørja ferð lagað seg so-
leiðis, at regnið hevur verið
til staðar, tá Tórsvøllur hev-
ur lagt gras til landsdystir,
men hetta var so ikki støð-
an hesaferð.
Leingi vórðu føroysku
áskoðararnir tó hildnir á
pínubeinkinum. Móti pinku-
lingunum úr Liktinstein
vóru Føroyar aftan fyri við
einum máli í steðginum,
men tá Christian Høgni
Jacobsen fyrst hevði sett
hol á, var eingin ivi. Føroy-
ar vundu alt meira burtur úr
mótstøðuni, og endin gjørd-
ist ein tryggur sigur í fyrsta
landsdystinum hjá Hen-
rikki Larsen.
Smærri broytingar
Sum vera man, so var
spenningurin stórur, nú
nýggi landsliðsvenjarin av
fyrstan tíð skuldi royna seg.
Ikki minst tí hann fyri langt
síðani hevði boðað frá, at
nú skuldi talan verða um
eina 4-4-2 spælskipan, men
eisini tí hann hevði boðað
frá, at nakrar broytingar
fóru at verða framdar á lið-
num.
Tað vóru tó ikki tær heilt
kollveltandi broytingarnar
at síggja á liðnum hesaferð.
Mest nýskapandi var tað tó,
at Hans Fróði Hansen, sum
undir Allani Simonsen var
fastur fúsur, hesa ferð mátti
taka til takkar við plássi á
beinkinum. Í hansara stað
varð ungi Jón Rói Jacobsen
settur í miðverjuna frá dyst-
arbyrjan. Ein broyting sum
var væntandi, nú skift varð
yvir til 4-4-2, tí í nógvar
mátar hevur ungi havnar-
maðurin betri fortreytir í
hesari enn meira royndi
toftamaðurin.
Meira neyðtvungnar vóru
broytingarnar í borðunum,
har Jóhannis Joensen og
Arnbjørn Danielsen fingu
møguleikan frá byrjan, nú
hvørki Pól Thorsteinsson,
Súni Olsen ella Jens Krist-
ian Hansen vóru tøkir hjá
landsliðsvenjaranum. Á mið-
vøllinum fekk Heðin á
Lakjuni møguleikan frá
byrjan, og so viðførdi
nýggja skipanin eisini, at
John Petersen hesa ferð
varð fluttur av miðvøllinum
niðan í álopið.
Nýggja skipanin
Í venjingunum upp til dyst-
in var sjónligt, at Henrik
legði stóran dent á so-
nevnda skabelón-venjing,
har tað fyrst og fremst ráddi
um at venja leikararnar við
flytingarnar í 4-4-2, og all-
an fyrra hálvleik hildu leik-
ararnir eisini sera fast um
hesar. Serstakliga í verju-
partinum hepnaðist hetta
væl. Hvørki miðvøllur ella
verja endaðu púrasta fløt,
soleiðis sum vandi kundi
verið fyri, men dugdu teir í
borðunum alla tíðina sera
væl at skera inn í vøllin, so-
leiðis at bakkað varð upp,
og yvirhøvur var hetta við-
virkandi
til,
at
Jákup
Mikkelsen í málinum var
mest sum arbeiðsleysur.
Tær vandastøður, sum
íkomu, stóðust í mestan
mun av, at føroyska liðið í
summum støðum hevði
framsýning av veikleik-
unum í nýggju spæliskip-
anini. Nevnliga at tú tá
hvørki hevur sweepara í
verjupartinum ella á mið-
vøllinum, og soleiðis ert
nógv verri fyri, um bóltar
verða mistir í uppspæli-
num. Nakrar ferðir var um
eisini um reppið, at heilt
stórir møguleikar spurdust
burturúr,
tá
føroyingar
kiksaðu í uppspælinum,
men tað eydnaðist tó mest
sum hvørja ferð okkara
monnum at byrgja fyri
kortini, tó at tað onkun tíð
stóð nógv á Óla og Jón Róa
í hesum royndunum.
Fram eftir vøllinum var
tað eitt sindur avmarkað,
hvat føroyska liðið skapti
fyrstu trý korterini, og hetta
hevði tvinnar orsøkir. Ein
var, at leikliga ferðin í
nógvar mátar var ov lág.
Føroyingarnir vórðu ongan
tíð kroystir at seta leikferð-
ina upp, soleiðis sum vit
ofta verða móti størri tjóð-
um, og tí hevði Liktinstein
mest sum hvørja ferð
stundir at skipa verjuna av
nýggjum.
Hin var, at leikararnir hjá
okkum í mangar mátar
vóru ov nær bundnir at
nýggju skipanini fyrstu
løtuna. Hóast 4-4-2 í stóran
mun snýr seg um at arbeiða
í sonevndum ketum, so er
tað eisini av alstórum týd-
ningi, at hesar ketur av og á
verða brotnar við djúpum
renningum, men hesar vóru
mest sum ikki at síggja fyr-
stu trý korterini, og tí var
tað eisini ógvuliga trupult
at bróta verjuketurnar hjá
mótstøðuni.
At hetta so kortini eyd-
naðist av og á, komst eina-
mest av, at mótstøðumenn-
inir konsekvent spældu við
trimum í álopinum. Hetta
gav føroyska miðvøllinum
størri breidd, og tískil mun-
di breiði Tórsvøllurin eisini
fyri fyrstu ferð vera ein
fyrimunur hjá føroyska lið-
num. Bæði Heðin og Jákup
vóru sera dugnaligir at
halda breiddina á borð-
unum, og tær fáu ferðirnar
at verulig skift vórðu nýtt,
var mótstøðuverjan oftani
um ein háls í royndunum at
byrgja fyri.
Kaldur vøttur
Tað var tó sum nevnt oman-
fyri, sum um tað kortini
ikki skuldi hepnast okkara
at skora á Tórsvølli. John
Nr. 160 • fíggjadagur • 23. august 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Føroyar-Liktinstein 3-1 (0-1):
Nýggjar tíðir á Tórsvølli
Eftir samfullar 600
málleysar minuttir á
Tórsvølli, bragdaði endiliga
hjá føroyingum, tá Christian
Høgni Jacobsen fekk javna
miðskeiðis í seinna hálvleiki
ímóti Liktinstein
Mynd:Álvur Haraldsen
21
20
Nr. 160 - 23. august 2002
Ein heilsan til mammu mína, Thurid Abrahamsen,
Fuglafirði á 90 ára føðingardegnum
At skriva um barnaminnir
er ikki so heilt lætt, tí flest
øll eru av tí áskoðan, at tey
eiga ella hava átt tey bestu
foreldrini.
Ójavnt sum lívið lagar
seg fyri hjún. Summi fáa
als eingi børn. Onnur fáa
børn, sum tey missa sum
heilt smá, og aftur onnur
fáa børn og missa burturav,
tá tey eru tilkomin.
Mamma og pápi fingu
tað, sum ein kann kalla ein
stóran barnaflokk. Vit vóru
ikki færri enn 15 systkin, 7
systrar og 8 brøður.
Meg minnist mammu og
pápa sum, at guðsóttin varð
hornasteinurin í lívinum
hjá teimum, og eftir tí blivu
vit uppald. Hvat vit hava
tikið til okkum, tað er ein
onnur síða av sakini. Við-
víkjandi tí dagliga arbeiði-
num, so kann eg av góðum
grundum ikki úttala meg
um, hvussu tað var hjá
teimum eldru systkjunum,
tí sjálvur eri eg nr. 11 í røð-
ini. Vit yngru blivu sett til
at luttaka í tí dagliga arb-
eiðinum frá heilt umgum
av, tað veri seg at vera við
at hoyggja, at passa kúnna
og seyðin, at reinsa hjá
hønunum, og dunnunum, at
vera við til at seta niður
eplir og at taka upp aftur og
onnur smá gerandislig arb-
eiðir, sum skuldu gerast.
Burtursæð frá torvi og
hoyggi, so vóru uppgávur-
nar hjá systrunum mest
innandura.
Meg minnist meg bert
eitt árið at hava verið við í
torvi. Tað árið róðu vit tann
eina dagin við 4-manna-
farinum hjá pápa norður á
Góðadal. Vit vóru: abbi
okkara, Óli á Bakkanum,
mamma, Astrid, Anna, Tór-
fríður og eg. Báturin bleiv
bundin á Góðadals gjógv.
Tá dagurin so var liðin,
róðu vit heimaftur.
Tá eg var smádrongur, tá
var hvørki vaskimaskina,
sentrifuga, uppvaskimask-
ina ella turkitrumla vanligt
í tí føroyska húsarhaldinum
og heldur ikki hjá okkum.
Tær
løtur,
sum
bæði
mamma og systrar okkara
hava brúkt, bæði til at vaska
klæðir, vaska upp og at
vaska inni, tær eru ikki so
fáar. Hevði mamma ikki
dugað so væl at fingið burt-
urúr døtrunum/ systrunum
og at sett okkum til arbeið-
is, so hevði byrðan hjá
henni verið munandi størri.
Eg ivist onga løtu í, at tað
er komið teimum til góða
seinni, og at tær høvdu ein
góðan førning við sær, tá
tær sjálvar fóru at halda
hús.
Pápi arbeiddi ofta burt-
uri, og tí lá ofta nógv á
mammu, men hon dugdi
sera væl at hava okkum við
til tað, ið gerast skuldi.
Hóast nógv var at hugsa
um, so var umsorganin hjá
mammu so ómetaliga stór
fyri bæði pápa og sínum
børnum.
Meg minnist, tá Abraham
bróður fór av stað við
TINGANESI á sumri 1958.
Tá hann var farin, legði
mamma til merkis, at hann
hevði onki akslatræ við. Eg
bleiv tí sendur at vita, um
eg fekk fatur á bilinum fyri
at geva honum hetta góða
akslatræ. Meg minnist, at
hann fór við bilinum hjá
Jógvan Øregaard,- Jógvan á
Lakjuni. Tá eg kom heim á
krossin, har Sparikassin er
nú, fór bilurin forbí hjá Is-
mar. Eg sá á Abraham,
men hann sá ikki meg, og
eg mátti til húsar aftur við
akslatrænum. At tað skuldi
vera síðstu ferð, at eg sá
Abraham, tað grunaði eg
ikki.
Meg minnist eisini sum
tað var í dag, tá eg skuldi
fara eitt ørindi oman til
Haraldsen at keypa. Í út-
hurðini møtti eg Torkil
Beder presti, sum spurdi
eftir mammu. Eg segði,
hvar hon var, og bað hann
bíða, so fór eg míni ørindi.
Tá eg kom aftur, tá var grát-
ur og eymkan mikil, tí
prestur var komin við
deyðsboðum av Abrahami
bróður, sum var sjólátin við
útróðrarbátinum
HAV-
SØKA, sum róði út frá
skonnartini TINGANES.
Teir vóru 3 mans við báti-
num, tveir sjólótust, og
tann triðji varð bjargaður í
evstu løtu. Báturin, teir
vóru við, var koppaður av
einum boðabroti. Tað segð-
ist, at menninir á bátinum,
sum kom fram á tann
hálvda bátin, sóu Abraham
bróður, áðrenn teir komu til
bátin, men tá teir náddu
fram, var hann farin.
Vit vóru øll uppvand við,
at tað er Guð, sum valdar
ævum øllum, og mamma
troystaði okkum við, at
Abraham var farin til Jesus-
pápa, og tað var hansara
vilji, at tað skuldi vera so.
Hóast óskiljandi, so góð-
tóku vit, í hvussu er eg, at
tað var Guðs vilji, at Abra-
ham bróður var deyður.
Hon sannførdi okkum eis-
ini um, at eingin spurvur
fellur til jarðar uttan Guðs
vilja. Mamma hevði mang-
an á orði, at Abraham var
spardur fyri nógv við at
vera sloppin úr hesi verð so
»óspiltur«, sum hann var.
Hóast Abraham doyði 25.
august 1958, so er tað enn
fyri mær, sum um tað var í
gjár. Abraham var 15 ára
gamalur tá. Eg ivist ikki í,
at tað er líka ringt fyri bæði
foreldur og børn at missa
børn ella systkin, um tey
eru nógv í tali, ella um tey
eru fá.
Einaferð fyri mongum
árum síðani var missións-
vika í Fuglafirði. Tá var tað
soleiðis, at av tí at missi-
ónshúsið var so lítið, so
endaði møtirøðin við møti í
kirkjuni sunnukvøld. Tað
árið, sum mær rennur í
huga, tá var tað Edmund
Abrahamsen í Garði á
Strondum, sum kom at eita
Edmund í Garði, sum tal-
aði. Hvussu talan var,
minnist meg ikki, men
minnist væl tekstin, hann
talaði yvir. Tað var Dávids
sálma 37 ørindi 25, ið sig-
ur: »Eg ungur havi verið,
eri gamal vorðin, men onga
tíð eg sá ein rættvísan upp-
givnan, ella børn hansara
bidda breyð«. Hóast eg ikki
vildi gera pápa til eitt halgi-
menni, so var tað fyri mær,
sum var tað pápa, hann tal-
aði um.
Seinni fekk pápi fra
tveimum av børnunum í
jólagávu eina glasplátu við
sama skriftstaði á.
Síðstu ferð mamma og
pápi vóru saman inni hjá
okkum (mær og konu
míni), fall prátið inn á við-
urskiftini viðvíkjandi hús-
arhaldinum. Pápi fortaldi
tá, at tað hevði ofta verið
smátt til at taka, men bert
eina ferð vóru tey farin í
song, har onki var at keypa
fyri, einki breyð og heldur
einki
tilfar
til
breyð.
Grindatunnan var tóm, og
eingin fiskur var, hvørki
feskur, saltur ella turrur. Tá
tey fóru í song tóku tey sum
so ofta eitt mannakorn. Á
mannakorninum,
hann
hevði tikið, stóð skriftstað-
ið:
»Eg ungur havi verið, eri
gamal vorðin, men onga tíð
eg sá ein rættvísan uppgiv-
nan, ella børn hansara
bidda breyð«.
Pápi var kavari. Um nátt-
ina ringdi telefonin. Tað var
ein, ið ringdi fyri skiparan á
einum enskum trolara, sum
hevði fingið um skrúvuna
og var komin á Klaksvík.
Tann, ið ringdi, spurdi,
um pápi kundi koma at fáa
weirin av skrúvuni. Tað
játtaði hann sjálvsagt, tí
grundin til, at onki var at
keypa fyri, var júst tann, at
hann hevði einki arbeiði.
Tá pápi kom umborð á
trolaran, segði skiparin við
hann, at um hann kundi fáa
weirin av, uttan at koma
upp ímillum, so skuldi
hann fáa 1600 kr. fyri arb-
eiðið, og tað vóru nógvir
pengar tá.
Pápi fekk sær til vega tey
amboð, sum vóru við hond-
ina. Neyvan hava tað verið
nútíðar amboð. Tað gingu
heilir 11 tímar, áðrenn
weirurin var av skrúvuni. Í
allar teir 11 tímarnar setti
pápi einaferð høvdið upp-
undan fyri at drekka eitt
krúss av tevatni, sum skip-
arin bjóaði honum. Soleiðis
var neyðin fingin frá dur-
unum í tí førinum. Eg havi
mangan, ávirkaður av somu
hending, í mínum dagliga
arbeiði hugsa tankan, at
einki er so ringt, at tað ikki
er gott fyri okkurt.
Mamma hevur gingið í
misiónshúsið alt tað, meg
minnist. Í tí sambandinum
hevur hon eisini verið í Sjó-
manskvinnuringinum.
Fyri nøkrum árum síðani
var tað soleiðis í bygd okk-
ara, sum man koma fyri so
manga aðrastaðni, at nakrir
ungdómar vóru komnir til
ilnar. Í tí sambandinum
segðist eisini, at knívurin
hevði verið á lofti. Tann
eini, ið hevði verið við í
vásinum endaði á Lands-
sjúkrahúsinum, meðan ein
annar varð settur innan rim-
arnar í politigarðinum.
Tá fóru nógvar tungur til
verka. Ikki var alt av tí
góða. Summar søgdu, at
hann hevði gott av at verða
settur handan rimarnar.
Hann skuldi bara uppført
seg sum eitt fólk. Onnur
søgdu, hvat skal tað verða,
og so fingu bæði mamman
og pápin, abbin og omman
síni ummæli. Ikki vóru tey
so tespulig.
Tá var tað at mamma í
túninum við gráturødd kom
til mín og fortaldi, at hon
árið frammanundan hevði
sent jólapakka til hin
ókenda sjómannin. Í pakka-
num
var
andaktsbókin
»Kraft av nýggjum«, og
tann pakkan hevði hesin
sami drongur fingið.
Hon fortaldi mær eisini,
at hesin sami drongur ein
dagin var komin til hennara
og hevði fortalt henni, at
hann hevði fingið pakkan,
og takkaði fyri bæði hosur-
nar og andaktsbókina. Tað,
sum gleddi hana mest, var,
at hann hevði fortalt fyri
henni, at hann síðan tá
hevði lisið í andaktsbókini
hvønn dag. Hon fortaldi
mær eisini, at hon síðan
omanfyri nevndu hending
hvørt kvøld hevði biðið fyri
hesum unga dreingi.
Eg ivist ikki í, at tað eis-
ini eru aðrar kvinnur, ið
biðja fyri ungdóminum,
sum eftir okkara tykki ikki
skikkar sær so, sum vit
halda, at ungdómurin eigur
at gera, men hetta var so
um
eitt
tilfeldi,
sum
mamma mín hevur fortalt
mær.
At enda vil eg takka fyri
alt tað, ið eg havi fingið frá
mínum foreldrum. At eg
átti at havt brúkt tað betur,
tað kann so ikki leggjast
teimum til last, men um eg
og systkin míni ikki høvdu
havt fingið tann andaliga
førning, sum vit hava, ja so
var støðan bara enn verri.
Eg vil eisini takka Guði
fyri, at vit fingu loyvi at
hava mammu hjá okkum so
nógv ár. Tað er ikki øllum
lagað, heldur ikki í okkara
familju. Pápi doyði bert 69
ára gamal, men gott er at
kenna fløvan av hondini, ið
slepti.
Góða mamma, hjartaliga
tillukku á níti ára degnum
við ynski um Guðs ríku
signing framyvir
Ellintur
– og ein lýsing av nøkrum minnum, sum meg minnist frá mínum foreldrum frá ungdóms- og
mandómsárum
C
M
Y
K
20