Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. januar 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FF K > r F Få —————————————€ "SE Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Árni Joensen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Harri og frú 376982643 TAÐ TYKIST ikki longur at vera nóg- mikið at eita Jákup, Janus, Birita o.s.fr. umframt ættarnavn. Nei, nú skalt tú eita eitt nummar. Og hvat skal so hetta nummar brúkast til? Tað fingu vit nógv ymisk svar uppá í løgtinginum undir orðskiftinum um EDV-lóggávu. EITT AV HESUM svarum kom frá løgtingsformanninum, sum helt fyri, at tað var týðandi, at persónar vórðu rætt identifiseraðir, nú ein keldu- skattaskipan skuldi koma fyri. (Identiteturin hevur kanska einki at siga nú???) ORSØKIN TIL hetta orðaskifti á løg- tingi*er, at landsstýrið hevur lagt fram eitt uppskot um EDV-lóggávu. Í hesum uppskoti er nógv áhugavert og ikki sért óhugnaligt. Í staðin fyri at royna at basa hesi hervuligu skráset- ingarsótt sum er rikin inn á okkum uttanífrá, verður økt skráseting stimbra. Uppaftur óhugnaligari er, at tað skal bera til hjá privatum virkjum at selja upplýsingar um privat viður- skifti. SAMBÆRT UPPSKOTIÐ er loyvt at skráseta upplýsingar um ættarslag, átrúnað, húðarlit, um politisk, kynslig og revsiverd viðurskifti, um heilsu- stand, ovurnýtslu av njótingarevnum o.t. um so er, at hetta samsvarar við aðra lóggávu. Ikki eiti á upplýsingum at fingið hendur á hjá ávísum monnum ella stovnum. OG ER NÚ ØLL hendan skráseting neyðug? Tað fara vit at ivast ógvuliga nógv i. Torbjørn Poulsen, landsstýris- maðurin, sum hevur lagt uppskotini fram sigur, at ikki er neyðugt, at vit nýta orku uppá at gera okkara lóg tá aðrir hevdu gjørt sínar lógir frammanundan. Hvør skal siga, tað sum sigst at vera neyðugt í Danmark, Noregi, Svøriki o.s.fr. skal sjálvandi eisini vera neyðugt hjá okkum. Ólíka skilabetri var, um vit gjørdu okkara egnu skipan, ætlað til Før- oyska samfelagið, sum kann nøkta neyðuga tørvin uttan at skapa okkum óneyðugan stóran, skaðiligan og kunstigan EDV-tørv. Eiia ' heldur tå harri og frú 376982643? 2 Gil Á rand A við orkuuppskotinum Í ra brúkarafelagnum. Um vit bert halda okkum til tann partin, ið snýr seg um deg- urðatíman, so rumar hann nógv fleiri spurningar og meguleikar enn vit í fyrstu syftu geva okkum far um. 1) Havnar kommuna letur okkum — javnan frætta i tølum (milliónum), hvussu nógv bilarnir slíta teirra (okkara) vegir. Hvussu nógvar mill. vóru ikki spardar á vegakonto- ini, um vit hevdu tvær »myldritiåir«e um dagin í staðin fyri fýra, sum vit nú hava. Hvussu nógvum ferðsluvanlukkum høvdu vit ikki samstundis slopp- døgurda, og somuleiðis tå mettir havnamenn geisp andi aftur aka frá húsum 2) Hvat hevði tað ikki verið gott um skúlarnir, í samráð við foreldur og onnur avvarandi, høvdu tikið hetta álvarsmál til viðgerðar. Um bernini ikki skuldu heim til degurða, vóru tey í hvussu so er tvær ferðir um dagin, spard fyri at ferðast gjøgnum okkara vanda- mikla bý. Um sloppið varð frå døgurdatimanum, kun- du bernini farið samsvar- andi seinri frá húsum á morgni, uttan at hetta hevði nervað undirvís- ingartímatalið. Hetta imanber 1 i eitt naiv vaknad kaos Vit, sum sjålvi eru ein partur av hesi ferðslu, vera at viðganga, at har valdar ein fløkja av gan- gandi og súklandi børnum og hálvvaknaðum bilføra- rum. Hetta sæst best av hvussu nógvir bilar ið við fúkandi ferð koyra við ótendraðum ljósum, hvussu nógvir ið ikki hava reinskað kavan av rút- unum ella so mikið sum turka deggina burtur, áðrenn lagt verður til brots. At hesi børn mang- an eru í stersta lívsvanda eru vit øll væl samd um — spard barnalív er eisini eitt slag av orkusparing — VI Tad eru djørv foreld lata børn síni út i hett morgunkaos, men I stødan er bydst ikki annar møguleiki. Ti vil eg heita å øll id å ein ella annan hått hava vid hetta at gera um at taka lógvatak saman, hesum máli at gagni. Tað veri seg: Fakfeløg, for- eldrafeløg, skular. og skulamyndugleikar, kom- munalir myndugleikar, Tryggingarsambandið, læknar, løgregla o.a. Tí, givið er at henda lítla broyting við tí stóra virk- ningi í síðsta enda er okkum ellum til fyrimun- ar. X Dagblaðið og eykaloyvini Í Dagblaðnum mikudagin 27. januar 1982 er grein á triðju síðu, nevnd Sosi- alurin og »brennivins- málið<. Greinin er undir- skrivad O.B. Greinskrivarin ætlar ivaleyst at gera vidmerk- ingar til eina grein, sum stóð i Sosialinum tann 23. januar 1982. Men greinskrivarin hevur ikki lisið Sosialin hendan dagin, í ellum ferum ikki ødrvisi enn ein ávísur maður lesur Bíbliuna. Annars er greinin ikki ólík eðrum, sum kemur haðani. Hvussu lítið hon hevur við eitt aftursvar til Sosialin at gera, kunnu lesararnir best døma um við at lesa Sosialin 23. januar síðu 5 og Dagblaðið 27. januar síðu 3. Hóast hetta málið, sosi- alurin hendan dagin skriv- aði um, hevur verið nógv frammi, bæði á fólka- munni, í útvarpi og blød- um, so avdúkar dagblaðs- stjórin her, at hann púra einki veit um tað, hann skrivar um. T.d. tá hann skal bera í betuflaka fyri fulltrúan í Landsstýrinum citat: „Sjálvandi skriva ábyrgd- arfólk undir almenn skjel eftir bestu sannfering. Tað mundi neyvan verða tey, at fals búði undir, tá tey gjørdu sína skyldu og skrivaðu undir< eitat enda. Ó.B. Hverki Kristoffur Thomassen ella J. P. Ellendersen HØVDU yvirhøvur skrivad undir eykaloyvini! Sum tú jú sjalvur sigur, var talan um felsk loyvi. Maðurin, sum hevði gjørt tey, er kendur fyri at hava listarligar gávur, og hevði sostatt ikki serliga torfert við at gera nakrar undirskrivtir, sum líktust bæði teimum hjá lands- stýrisfulltrúunum og hjá einum av starvsfólkunum á skattadeildini. Hetta var tað, maðurin hevði gjørt, og soleiðis stóð tað eisini í Sosialinum. Tær nýtist ikki at hava ilt av fulltrúunum í Tinga- nesi. Teir eru ikki so býtt- ir, at teir fara at geva einum og sama persóni eykaloyvir til innflutning av 1266 fl. av rúsdrekka, uttan at gruna, at okkurt ikki er sum tað skal. Annars stendur við síðuna av áður nevndu grein í Dagblaðnum ein grein við yvirskrivtini: Grísahald vanligt aftur? Tey, sum lesa Dagblaðið vita, at tað ER vanligt. Skarvur Um EDV-lóggávuna Eftir at hava lisið lógar- uppskotini igjøgnum, kann ein ikki vera annad enn skelkadur. At hugsa sær, at okkara borgarliga landsstýri, tað liberala, tað frílinta, kann koma við einum so einkisigandi lóg- aruppskoti, sum tað ið umfatar EDV-lóggávuna. Nei, tit borgarligu landsstýrismenn. Vísið í verki, at tit veruliga eru liberalir, frælsislyntir, og ikki bara í lummanum á stórkapitalistunum. Ella lýða tit av tí, danir kalla »kontrol liderligehd<? Nakað, sum tit vanliga geva sosialistunum skuld- ina fyri. Tí gera tit tað, so eru lógaruppskotini frá 15/12—81 og 20/01—82 nakað at tilfreðsstilla seg vid. Nei, vit vilja ikki hava eina danska EDV-loggåvu vid smærri broytingum. Vit vilja hava eina lóg, sum ikki loyvir útflutningi av upplýsingum. Sum for- bjóðar skráir, ið vera førdar til at ávara onnur móti handilssambandi og tílíkum hjá teimum skrá- settu. (Hetta er beinleiðis loyvt í $ 3 stk. 3) sum forbjóðar ellum 'sensi- tivum upplýsingum at vera skrásettir. Sum forbjóðar allari samankoyring av upplýs- ingum, eisini tá tað er til hagfrødisligt og vísunda- ligt endamál. (Personligt frælsi framum alt). Til síðst, i Føroyum eru vit bert 40.000 fólk. Tá tað ikki er absolut neyðugt, (tað er prógvað av borgar- stjóranum) so lati okkum vera frí fyri CPR-nr. Í há- landi er einki persón- nummar. Olherji Hammer »Tingmoralur« Månadagin 25. januar høvdu nøkur í stjórn Før- oya Arbeidarafelags leitad sær inn á áhoyraraplássið í tinghúsinum, fyri at hoyra hvussu (serliga) málið um binding av av- skrivaðum peningi varð vidgjørt. Hetta mål varð lagt á ung av sjálvstýrisflokk- inum áðrenn nýval var, og fekk besta viðmæli frá Feroya Arbeiðarafelag, og løgdu vit málið inn av nýggjum fyrst í sept. 1981. Sigast kann, alt fyri eitt, at skulu okkara kosnu tingmenn metast eftir kynstri teirra til at fløkja eitt mál, so tað neyvan greiðist aftur, so hava vit í hvussu er fingið fleiri av teim rettu. Ein teirra Agnar Niel- sen, sum ikki vísti seg at vita betur enn aðrir, hvat hann hevði til viðgerðar, legði beinleiðis eftir stjórn Føroya Arbeiðarafelags og ynskti at vita, hverju tey vóru, ið har sótu. Annars var, eftir okkara metan, onki samband millum demi, ið hann kom við, og tað vidgjørda tingmálið. Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at vit eru álop- in á áhoyraraplássinum av sambandsmonnum í sit- andi samgongu. Tað hendi eisini tá tolllógin var fyri í sept. 1981, og sigur hetta nakað um moralin. Stjórn Feroya Arbeið- Framhald á síðu 17 É