Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. januar 1982síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

VN SOSIALURIN - orka Síða 7 Fyrsta vágamyllan melur í hesum døgum: Bæði einstaklingar og myndugleikar í Før- oyum skulu undir spennandi royndarprojekt Tað verður nú arbeitt við eini ætlan at seta upp íalt 10 vindmyllur — av sama slag sum tann, ið nú er sett upp í Vágum — fyri at royndarkoyra hesar fer- oyskt bygdu myllur, áðrenn verulig hópfram- leiðsla kann byrja. Hóast gongd er komin á vind- mylnuframleiðslu har heima, so er vert at loysa allar = trupulleikar og kunna vísa fram eina 1. floks veru, áðrenn útheim- urin fer at venda eyguni móti Feroyum og keypa vindmyllur higani. Nógvir spurningar skulu svarast! * Hvussu er Feroyar egnaðar til vindmyllur * Hvussu er vindurin á teimum ymsu plássunum * Hvat tolir elnetið hjá SEV * Hvussu nógvar vindmyllur kunnu setast til netið * Hvussu roynast myllurnar í ódnarveðri * Hvat kunnu royndirnar læra okkum * Hvussu kunnu vit gera vindmyllurnar enn betri * Hver skal eiga vindmyllurnar * Hver skal keypa streymin * Hvat skal streymurin kosta + Hvørji orkuendamál skulu myllurnar brúkast til | Hetta eru so nakrir av teimum spurningum, sum liggja fyri framman at verða svaraðir — nú vind- mylnuframleiðsla í Fer- oyum tykist at vera komin fyri at vera. Fyrsta vindmyllan, sum P/f Riisager Elvindmyllur hevur latið byggja á verk- staðnum hjá J. K. Joensen í Miðvági og sum skal set- ast upp í Heysti seinni, er liðug og sett upp omanfyri Sandavág. Hon verður 10 vindmyllur skulu nú Christian Riis- ager, teknar fer- oysku vindmyll- urnar Bjarni Joensen, Tórmóður Dahl, ein ísraelskur vindmylnukeypari og Birgir Enni sett til í hesum døgum. Tað er helst ikki av til- vild, at vindmylnufram- leiðsla verður tengd saman við Feroyar. Vit eiga jú ov mikið av vindi. Tverturímóti mundi tað vera av tilvild, at Birgir Enni, sum leingi hevur arbeitt við vindmyllum, metti heimskenda danska vindmylnubyggjarnum, Christian Riisager. Hesin jútski vindmylnubyggjar- in er síðani komin til Fer- oya at búseta seg. Og í letuni situr hann heima í húsum sínum í Sandavági og leggur framhaldandi grundarlagið undir fram- tíðar vindmylnufram- leiðslu i Føroyum. Á verk- staðnum í Miðvági hava maskinsmiðirnir lagt senllurnar frá sær eina tíð og eru farnir at arbeiða uppá myllur ístaðin. Ein sonn kollvelting, og úrslit- ini byrja so smátt at vísa seg. Orka og ídnaður Tað eru tvinni endamál við at gera vindmyllur í Feroyum. Vit fáa fyri tað fyrsta vitan, um slíkar myllur kunnu loysa part- ar av okkara orkutervi, og harnæst byggja vit upp eina vinnu, sum kann skaffa landinum fremm- andan valuta frá teimum vindmyllum, vit selja til aðrar. Men alt hetta er sjál- Framhald á síðu 14 Orkuráðið skal orða uppskot til orkupolitik * Vit mugu gera royndir við fjarhita sum skjótast * 8000 tons av olju fyri 24 mill. kr. til spillis árliga * Trygdin í Megingkinum er longu í minna lagi * Neyðugt er at útbyggja elorkuna sum skjótast * Vatnorkuverk tey tryggastu og ráðevnið er ókeypis * Dieselverk kunnu hava stóran týdning fyri fjarhita * Vindorkuverk gera seg ikki galdandi innan el fyrstu árini * Neyðugt við meira sundurgreinaðum kanningum Í hesum sera GOMLU húsunum, sum Feroya Forngripafelag eigur, hevur Orkuráðið byrgt seg inni fyri at leggja NYGGJAR ætlanir fyri orkuframtid Føroya. Húsini vórðu nakað herfyri flutt av Dalavegnum út til J. C. Svabosgetu, nærhendis Lands sjúkrahúsið Lesið um Orkuráðið á s.8.9, 10 og 11