Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. januar 1982síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Síða 13 Klæmint Nicodemussen, skipari, nevndar- og bygdarrådslimur: Meti at vit kunnu fáa nóg mikið av råvøru Klæmint Nicodemussen sigur, at fólk hava hug at seta í skip. Hetta kom til sjóndar á borgarafundi. Nú kannar ein nevnd, hvat bátaslag skal keypast. Virkið skal hava 2500—3000 tons av ráfiski. Í dag fiska sandsbátarnir 15—1800 tons Tann stóri spurningurin millum fólk aðrastaðni hevur verið: „Hvussu skulu sandingar fåa nóg mikið av fiski?“ Men Klæ- mint Nicodemussen, skip- ari, ivast ikki. — Eg meti, at tað er meguligt at fáa nóg mikið av ráveru til flakavirkið, men vit mugu keypa eitt skip — antin ein trolara ella línubát, sigur Klæ- mint. Hann situr í nevnd- ini í flakavirkinum og er annars næstformaður í bygdaráðnum. Klæmint greiðir frá, at seinastu árini hava bát- arnir á Sandi fiskað millum 1500 og 1800 tons. — Vit mangla eini 1000 tons í at fáa nóg mikið av ráveru, tí eini 2500 tons skulu til fyri at fáa virkið at bera seg. Og tað, sum manglar í, skuldi ein meðalstórur trolari ella ein av teimum sterru línubát- unum klára, sigur Klæ- mint. Hvat bátaslag rættast er at keypa, vil Klæmint ikki taka steðu til. Men hann sigur, at tað er ógvu- liga lítið av trolfólki á Sandi. Aftur ímóti eru nógvir línumenn. Hesir fiska m.a. við teimum stóru klaksvíksbátunum. Helst vera brúktur Men ein bátur skal til. Og bygdaráðið setti sum treyt fyri at seta pening í, at ein sterri bátur kom til plássið. Nevndin í Borgini kallaði tí til ein almennan borgarafund um málið millum jól og nýggjár. Nógv fólk mettu upp og Birgir sigur, at ell vóru samd um, at bygdin sjálv skal klára ráveruna. — Nei, vit kunnu ikki byggja nakað uppá, at vit fáa onkra last frá eðrum. Tað kunnu vit rokna við, men vit mugu hava nóg mikið sjálvir, sigur Klæmint. Hann metir, at hugurin at seta í ein bát er stórur. Men um nóg nógvur pen- ingur fæst veldst alt um, hvat skipaslag = valt verður. Klæmint roknar við, at ein ikki nýggjur línubátur fæst fyri einar tríggjar- fýra mill. kr., meðan ein trolari helst kostar tað dupulta. Hann heldur ikki tað vera meguligt at byggja ein nýggjan bát. Men farið verður ikki fram eftir fummum í hesum álvarsmáli. Borg- arafundurin valdi eina nevnd, sum skuldi kanna allar upplýsingar — hvat tað kostar at byggja nýtt, hvat ein gamal fæst fyri, hvussu nógv skal til fyri at hann kann bera seg o.s.fr. Klæmint sigur, at ætlanin er at koma til eina nidurstødu seinast í hesum mánaðinum. Kommunan helst ikki uppí Birgir roknar við, at menn fyrst keypa ein línubát, meðan ein trolari kanska kemur upp á tal seinri. Hann sigur, at tveir trol- araskiparar av Sandi sigla úti og hesir hava kanska hug at koma heim. Men bygdaráðsfor- maðurin roknar ikki við, at tað er hugað at seta beinleiðis í skip. Bygda- ráðið vil heldur, at flaka- virkið setur pening í. So ger kommunan tað óbein- leiðis. — Men persónliga vil eg heldur, at kommunan setur í, enn at vit koma í ta stødu, at flakavirkinum tørvar fisk um eini tvey år. So vil eg heldur binda um heilan fingur, sigur Birgir. Hann leggur afturat: — Sands kommuna veðheldur ikki fyri nekr- um í dag. Men hon hevur stór lán. Eg haldi ikki, at tað er rætt, at kommunur fara út í stór veðhald. Tey kunnu gerast verri enn lán. Á Sandi eru fleiri útróðrarbátar, men eingin størri enn 100 tons. — Og útróðrarbátarnir kunnu ikki vera grundarlag undir flakavirkinum. Tí mugu vit hava ein størri bát, sigur Klæmint Nicodemussen, skipari Grótkastið skal tilsamans vera 330 metrar. Tá tað er liðugt, meta menn, at fiskivinnu- havnin verður kyrr og bæði tær størstu ferjurnar og størstu farmaskipini kunnu leggja at atløgubryggjuni, sum í løtuni verður gjørd framvið grótkastinum Bygdaráðsformaðurin: Nýggja havnin tryggjar allan flutning úr og í oynna — Tá flakavirkið er farið í gongd, havnin er kyrr, hava vit skapt eina ringrás, sum skal nøgda tørvin á arbeiðsplássum. Vinnumøguleikarnir eru bøttir og vit hava tryggja grundarlagið undir kommununi, sigur Birgir Mohr Men fortreytin fyri bæði flakavirki, skiparakstri og flutningi er góð havna- viðurskifti. Nýggj havn við bátahyli varð tikin í brúk í 1975, men hon var ikki nóg kyrr og harafturat var ynski- ligt við sterri, útsprong- dum eki til eitt virki. Tí avgjørdi bygdaráðið at ut- byggja havnina. Birgir Mohr greiðir frá, at arbeitt verður fram móti trimum endamálum: 1: kyrrari fiskivinnuhavn, 2: betri og sterri arbeiðs- eki, og 3: størri og trygg- ari farma- og ferðafólka- bryggju. Projekt varð gjert og á várið í 1980 byrjaði Pihl á Sen arbeiðið. Ætlanin sigur, at tað verður liðugt við árslok í ár. Arbeiðið er í trimum: Eitt ekið 10.000 kvm. til steddar skal spreingjast og planerast. Tað stóra grótið verður brúkt til verjugarð, meðan avlops- grótið verður fylt í aftur. Eitt grótkast, sum skal vera 330 metrar langt, skal gerast. Hetta skal røkka 30 m. út um molan og inn í fjøruna. Góð helvt er gjørd. — Hetta skal taka stersta partin av brimin- um, og skuldi gjert, at súurin verður minni og kyrran betri, sigur Birgir. Harafturat kemur so at- legumolin, sum skal leingjast 70 m. úteftir — eystureftir. Samlaða iongdin á molanum verður tá 150 m. Hann skal hava ferjulegu. Dýpið verður 6—7 m. Hetta arbeiðið er í gerð. Størstu ferjurnar kunnu leggja at — Tá havnin er liðug, hava vit tryggja okkum, at allur flutningur kann fáast úr og í oynna, sigur Birgir. Sjálvt Smyril og Teistin og tey sterstu farma- skipini kunnu leggja at. — Við eðrum orðum hava vit tryggjað utflui- ningsmeguleikarnar hjá flakavirkinum. Har- afturat hava vit tryggjað allan tungan flutning. Í dag er tað soleiðis, at tað, sum Ritan ikki kann taka, má bíða, til okkurt sterri skip kemur. — Somuleiðis rokna vit við, at heilselubilarnir kunnu koma til handlarnar, at mjólkin, sum í dag verður flutt við dunkum, kann flytast við kelitangabili og at kraft- fóðurskip kunnu koma til bendurnar. — Men tað krevst, at flutningur er fleiri ferðir UM VIKUNA! — Vit rokna við, at suðuroyingar fara at unna okkum, at Teistin kemur inn einar tvær reisur um vikuna og ger ein bein- leiðis túr um vikuna millum Havnina og Sand. Flutningsmeguleikin verð- ur betri og samband fæst aftur í Suðuroynna. Í dag er einki og tað er keðiligt. Harafturat verður megu- leikin at ferðast í Sand- oynna við bili góður, sigur Birgir. 16—18 mill. kr. Útbyggingin av havnini fer at kosta millum 16 og 18 mill. kr. Fyrra útbygg- ingin kostaði 10—11. Birgir upplýsir, at út- byggingin er í fyrstu syftu fíggjað við byggiláni úr Sjóvinnubankanum, sum kommunan hevur havt gott samstarv við og sum hevur verið við at skapt meguleikarnar. Síðan verður havnin fíggjað á vanligan hátt. Parturin hjá kommununi er fingin úr Tryggingarsamband- inum. Øll, sum ynskja, kunnu fáa arbeiði — Tá flakavirkið er farið at koyra, er ein ringrás skapt, sum skal negda tervin á arbeiðsplássum. Tað er so aftur grundar- lagið undir kommununi, sum hevur toygt seg so langt hon orkar. — Vit meta, heldur Bir- gir fram, at tá virkið er komið í gongd og kyrra komin í Havnina, so sterri bátar kunnu goymast, er vinnumøguleikin bøttur so munandi, at øll, sum ynskja, kunnu fáa arbeiði. Og harvið er skattainn- tekan hjá kommununi tryggjað, so kommunan er fer fyri at klára skyld- urnar.