Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-02-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. februar 1982síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN orka Síða 7 Føroyska orkuloysnin! Vatnorkuverk - kolakraftverk og dieselverk — ein fleirtåttad utbygging er tann besta trygdin e Vidvikjandi projekttilfarinum frå Højgaard og Schultz A/s til útbygging av vatnorkuni metir Orkuráðið, at hetta er av tilikum slag, id er nytiligt til kunning um mannagongdina i einari møguligari utbygging, men sum grundarlag fyri at seta nakad arbeidi i verk og at veita veðhald fyri lánum er tilfarid ikki nóg fullfiggja. neyðugu iløgurnar til vatnorkuútbyggingina eru óguu- liga stórar í mun til ta orku, ið fæst burturúr, og tá sam- mett verður við eina kolaorkuútbygging, er tíðiligur fyri- munur við einari kolaorkuútbygging, sæð fram til ár 2000, men um roknað verður víðari fram í tíðina, vísir fyri- munurin við vatnorkuútbyggingini seg um ár 2015. Í lotuni fara umleið 8000 tons av olju um árið svarandi til 24 mill. kr. fyri skeyti við spillhitanum á verkinum á Sundi. Orkuráðið metir, at farast má undir royndir við- víkjandi leggjan av fjarhitakervi í Foroyum sum skjótast. Í hesum seinasta orku- ískoytinum í Sosialinum prenta vit ta seinastu frá- greiðingina frá Orkuráðn- um, sum er ein saman- dráttur av útbyggingar- ætlan SEV's Vatnmegiútbygging Stersti parturin av 10 ára útbyggingarætlanini hjá SEV frá 1978/79 snúði seg um eina vatnmegiútbygg- ing á Eiði, í Vágum og í Vestmanna. Seinri er vatnmegiætlanin endur- skoðað, sí »REVIDERET REDEGØRELSE JULI 1981« frå H & S. Ætlada vatnmegi- utbyggingin hjå SEV frå 1978/79 Hevuðslinjurnar i projekt- tilfarinum frå Højgaard & Schultz A/S (H á S), tað at savna vatn saman år åum i tunnlar, sum sidan føra vatnid i høgt liggjandi vøtn, hadani frárenslið verður regulerað til vatn- orkuverk, meta vit vera búskaparligu best gongdu leiðina. Viðvíkjandi projekttil- farinum sum heild, metir Orkuráðið, at hetta er av tílíkum slag, ið er nýtiligt til kunning um manna- gongdina í einari megu- ligari útbygging, men sum grundarlag fyri at seta nakað arbeiði í verk og at veðhalda fyri lánum, er til- farið ikki nóg fullfíggjað. H & S hevur í projekt- tilfarinum mett, at samlaði kostnaðurin verð- ur 319,2 mió. kr., roknað í 1978 —Kkr. Tað kann tó vísast á ymiskt, sum ikki er tikið við í hesi kostnaðarmetan, og roknast kann við, at ådurnevndi kostnadur ístaðin helst verður um 400 mió. kr., roknað í 1978—kr. Men sum nevnt omanfyri, er tilfarið so ófullfíggjað, at ein neyvari kostnaðarætlan ikki er megulig. Við tí gongd, sum er í heiminum í dag, er eyðsæð, at tað ræður um, at vit gerast so óheftir av innfluttum orkuráevni sum gjørligt. Ráðið metir tí, at vatnorkan skal byggjast út í so stóran mun hetta er landsbú- skaparliga rætt og um- hvervisliga ráðiligt Kanningar viðvíkjandi lands-búskaparligum við- urskiftum við ymiskum hættum at útbyggja el- megina vísa, at vatnorkan kann útbyggjast við fyri- muni, tá roknað verður við eini tekniskari livitíð millum 35 og 50 ár og 5—6% í realrentu. Sum steðan er, metir Orkuráðið, at rættast er, um útbyggingarætlaninar fyri tey ymisku ekini verða so fullfíggjaðar, at tær kunnu verða útbodnar í fríari kapping. Eisini metir ráðið, at ekið á Streymoynni (Fossá IV) eigur at verða liðugt- projekterað fyrst. Hetta Framhald á síðu 8 KOL — eitt alternativ RU j Á SAA