Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-02-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. februar 1982síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Utbyggingarætlan A Hevuðsdentur er lagdur á utbygging vid vatnorku eftir ætlanini frå 1978/79 hjå SEV og vid kolaorku til tað, sum irestar. Av ti at tørvurin å effekt er brå- neyðugur, er, umframt tann 3,6 MW 4-takts die- selmotorurin, sum verður uppsettur i Klaksvík, roknað við at seta ein 5,7 MW 4-takts dieselmotor upp å Sundi. Utbyggingarætlan B Sum A, men soleidis at kolorkuverkini istadin verða 2-takts dieselverk, og at ein 12 MW 2-takts dieselgenerator verður settur upp á Sandi ístaðin fyri ein 5,7 MW 4-takts diesel. Útbyggingarætlan C Hendan ætlan byggir á, at ell framtíðar útbygging, fram til ár 2000, verður framd við kolaorku. Her, sum undir A, verður tó neyðugt at seta ein 5,7 MW 4-takts dieselgenera- tor á Sundi, fyri at nekta tervin, ið verður, áðrenn tað fyrsta kolorkuverkið kann verða liðugt bygt. Útbyggingarætlan D Sum A, men soleiðis at kolorkuverkini ístaðin verða 4-takts dieselverk. Útbyggingarætlan E Hendan útbyggingar- ætlanin er grundað á tær fyrireikingar, SEV nú hevur gjert í samband við 2-takts dieselverk, soleiðis at tveir 12 MW 2-takts dieselmotorar fyrst verða settir á Sundi. Tá so tervur er á meira effekt í 1988, verður ein partur av vatnmegipro- jektinum settur inn, sum her er roknað at verða Fossá IV (sambært REVI- DERET REDEGØREL- SE JULI 1981 frá H & 8). Longu i ár 1989 verður tørvur å meira effekt og ut frå tí sjónarmiði, at jú meira spjaðing fæst í orkuráðevnini, jú tryggari orkuveiting kann roknast við, verður tá eitt 20 MW kolakraftverk sett inn. Effekttervurin er tå nektaður fram til ár 1993 og verður síðan roknað við, at vatnmegin (Eiði 1) er liðug. Effekttervurin skal tó longu ekjast aftur í 1994, og verður tá roknað við einum 12 MW 2-takts dieselverki aftrat. At enda í 1999 verður roknað við, at næsti part- urin av vatnmegiútbygg- ingini á Eiði (Eiði 2) er liðugur. Útbyggingarætlan F Síðsta dømi um eina út- byggingarætlan í tíðar- skeiðnum 1981 —2000, byggir á eina eintáttaða útbygging við D2-takts motorum. Meting um útbygg- ingarætlanir Meting um útbyggingar- ætlanir av hesum slag, eiga, eftir ráðsins meting, at verða gjørdar bæði út frá einum landsbúskapar- ligum sjónarmiði og út frá einum likviditetssjónar- miði. Landsbúskaparligar metingar Tær landsbúskaparligu sammetingarnar eru gjørdar fyri útbyggingar- ætlaninar A, B, C og D, og er roknað við realrentuni 7% p.a. Realpríshækking- in á orkuráevnum er rokn- að at verða 2% og 3,5% p.a. fyri kol. Hvat sýnist sum besti útbyggingar- háttur Treytað av tí realprís- vekstri ið roknað er við, t.e. 2% p.a. fyri olju og 2% ella 3,5% p.a. fyri kol, sýn- ast kolorkuverk at hava búskaparligan = fyrimun fram um 2-takts diesel- verk, men tó ikki meira enn at útreiðslurnar til kolorkuverk verða um tær somu, sum til 2-takts verk, tá kolapríshækking- in verður roknað at verða 3,5% p.a. og oljupríshækk- ingin 2% p.a. lløgurnar til tílík verk eru um tað dupulta av iløgunum til 4-takts dieselverk, men hóast hendan munin verða rakstrarútreiðslurnar í sambandi við eina 4-takts- dieselútbygging so nógv hægri, at samlaða búskap- arliga úrslitið í ár 1996 verður til fyrimun fyri kolaorkuútbygging, tá kola- og oljupríshækking- in er roknað at verða 2% p.a. og í ár 2000 fyri 2- takts-dieselorkuútbygg- ing. Neyðugu ílegurnar til vatnorkuútbyggingina eru ógvuliga stórar í mun til ta orku ið fæst burturúr, og tá sammett verður við eina kolaorkuutbygging, er tíðiligur fyrimunur við eini kolaorkuútbygging, sæð fram til ár 2000, men um roknað verður víðari fram í tíðina, vísir fyri- munurin við vatnorkuút- byggingini seg um ár 2015. Tær búskaparligu for- treytirnar, í samband við tær ymisku útbygging- arætlaninar, byggja á, at bert el-orka verður framleidd í teimum ymisku slegunum av el- verkum. Tað er so, at meguleiki Síða 9 er at nýta spillhitan frá teimum termisku verk- unum til eitthvert enda- mál. Spillhitin frá dieselverk- um t.d., kann beinleiðis verða nýttur til process- ella upphitingarendamál, uttan at framleiðslan av elorkuni við dieselmot- orunum verður ávirkað av hesum. Harafturímóti hevur spillhitin frá einum kol- orkuverki, sum er roknað at framleiða elorku burturav, so lágt hitastig, at hesin bert kann verða nýttur til fiskaaling ella vakstrarhús. Um spill- hitin skal verða nýttur til annað endamál, sum t.d. bústaðarupphiting (fjar- hita) ella processendamál (i ídnaðinum), verður neyðugt at gera kolorku- verkið til endamiálið. Hesin spillhitin, við hægri hitastigi enn vanligt, kostar nakað av eyka kola- orku at framleiða, um- framt at elorkuframleiðsl- an verður skerd nakað. Fyri at fáa eina mynd av, hvat slag av termisk- um verki eigur at verða útbygt við, verður neyð- ugt at kanna nærri, hvussu spillhitin frá eini 2- takts dieselútbygging kann verða nýttur til eitt ávíst endamál við tervi á høgum hitastigi (100—200* C), og hvussu ein tílík hitaframleiðsla, við einum kolorkuverki, ávirkar rakstrarbuskapin hjá hesum. Orsakað av ov stuttari tíð til hetta arbeiði, kunnu vit ikki gera eina kanning hesum viðvíkjandi nú, men eigur hesin spurning- ur at verða viðgjerdur sum skjótast. Hvar framtíðar termisk elverk skulu verða bygd, er treytað av, hvat slag av verki talan er um, og hverjir meguleikar eru at nýta spillhitan á einum ávísum stað til process- ella upphitingarendamál. Verður ein útbygging á Sundi tikin sum demi, vísa okkara fyribils kann- ingar, at hitaorkan frá ver- andi dieselverkum har kann verða flutt sum fjar- hiti til Havnar við búskap- arligum fyrimuni; men eru enn so nógvir ókendir faktorar í leggingini av einum fjarhitakervi í Feroyum, at royndir fyrst mugu gerast hesum við- víkjandi, áðrenn nakað kann sigast við vissu. Hin vegin er verandi tapið í letuni so stórt (svarandi til eini 8.000 tons av olju um árið ella í løtuni o.u. 24 mió. kr. pr. ár), at Orkuráðið metir, at farast má undir nevndu royndir onkustaðni í Fer- oyum sum skjótast. Vit kunnu sostatt sum útgangssteði siga, at spill- hitin frá einum grundlast- verki á Sundi kann latast sum fjarhiti í Havnini. Spurningurin er so at kanna, hvussu stórar negdir av hita Havnin tervar yvir árið, og hvat ein tílík hitaorkufram- leiðsla kostar í einum kol- orkuverki í mun til í einum 2-takts dieselorkuverki. Av tí, sum nevnt er frammanundan, sýnist tað at verða ein búskaparligur fyrimunur at útbyggja við kolorkuverkum heldur enn við 2-takts dieselverk- um, men um tervur er á hitaorku við høgum hita- stigi nærindis elverkinum, verður tað helst ein bú- skaparligur fyrimunur at byggja út við 2-takts diesel, meðan tað, um tervur er á hitaorku við lágum hitastigi nærindis, framvegis verður ein fyri- munur við kolorkuverk- um. Umframt spurningin viðvíkjandi teimum bú- skaparligu fyrimununum í sambandi við útbygging av elorkuni, er ein annar fyri samfelagið sera tíð- andi spurningur, nevniliga trygg orkuveiting. Sum okkara elorkuskipan er í dag, eru vit ógvuliga bundin at oljuni. Flestu lond í vesturheiminum hava síðan oljukreppuna í 1973 lagt stóran dent á at spjaða nýtsluna av orku- ráevnum, so meguligar framtíðar oljukreppur ella stórar príshækkingar á oljumarknaðinum ikki skulu elva til alt ov stóran búskaparligan vanda í samfelagnum. Í Føroyum er vatnorkan ein hin tryggasta orku- veitingin, sum hugsast kann. Tí kann tað hava stóran týdning fyri sam- felagið, at vatnorkan verður útbygd. Fyrilit skal tó vera við neyðugu ílegunum í sam- bandi við eina vatnorkuút- bygging, tí eisini verður neyðugt at gera ílegur í termiska elorkuút- bygging um elorkuterv- urin skal verða nektaður. Umframt at meta um íleg- urnar í sambandi við eina vatnorkuútbygging, verð- ur eisini neyðugt at meta um tey umhvervisligu árinini, hesar útbyggingar kunnu fera við sær. Tá talan er um termiska útbygging, verður í dag vanliga roknað við, at kol er eitt tryggari orkuråevni enn olja. Samlaðu útreiðslurnar, ið standast av at byggja út við kolaorku, verða sum áður nevnt um tær somu, sum við 2-takts diesel- verkum. Fyri samfelagið sum heild, eiga kolorku- verk tí at verða ein partur í útbyggingarætlanini. Í hesum sambandi skulu vit ikki gloyma okkara egna kol, sum umframt at kunna verða ein partur av orkuráevninum í dagliga rakstrinum, eisini er ein lutfalsliga stór goymsla, sum kann koma okkum til góðar i møguligum flut- nigs- ella veitingarkrepp- um, men sjålvandi ikki vid verandi grevstrarhåtti. Framhald å sidu 10