Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-02-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. februar 1982síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 - Framhald av síðu 9 Orkuráðið hevur tryggja sær. at um kol- orka verður veruleiki í Feroyum, kann kolið verða latið okkum úr Dan- mark (ELSAM) ella frá teirra leverandørum til teirra kostprís * lossing og frakt. Ein táttur í elorkuskipa- nini, sum eisini hevur stór- an týdning fyri tryggleik- an, er el-býtisskipanin. Tá útbyggingarætlanir verða gjerdar fyri elorku- framleiðsluna, eiga tær eisini at verða gjerdar fyri linjuútbyggingina, ti nýggj elverk kunnu føra við sær rættuliga stórar útreiðslur til neyðuga linjuútbygging. Roknast kann við, at 60 kW linjurnar skulu út- byggjast og serstakliga, um stórur partur av el- framleiðsluni verður lagd- ur á einum stað; men tað hevur ikki verið nóg nógv tíð til at málið kundi við- gerast nærri nú. Talan er her um seks ymiskar útbyggingar- ætlanir, sum krevja ávísar ílegur og føra vid sær ymiskar rakstrarútreiðsl- ur. Iløgur Utbyggingarætlan A Sum er ein útbygging við vatnorku (sambært ætlan- ina hjá SEV 1978/79) og kolaorku, kemur at kosta um 1,22 milliardir kr. Utbyggingarætlan B Verður útbygt sum undir A, men við 2-takts diesel ístaðin fyri kolaorku, verða samlaðu ílegurnar um 1,13 milliardir kr. Utbyggingarætlan C Ein útbygging við kola- orku burturav hevði kost- að um 685 mió. kr. Utbyggingarætlan D Utbygging D, sum er tann sama sum B. men har útbygt verður við 4-takts diesel ístaðin fyri við 2- takts diesel, vildi kos*a um 860 mió. kr. Utbyggingarætlan E Hesar frammanfyri nevndu útbyggingar- ætlanir byggja í hevuðs- heitinum á ein ella tveir útbyggingarhættir, meðan tað, sæð frá einum trygd- arsjónarmiði, kann geva áhuga at gera eina fleir- táttaða útbygging. Utbygging E er tí samansett av 3x 12 MW 2-takts diesel, einum 20 MW kolorkuverki um- framt vatnmegiútbygging í Vestmanna (Fossá IV) og Eiði 1 + 2 (samsvarandi REVIDERET REDEGØ- RELSE JULI 1981 frå H & S). Ein tílík útbygging hevði kostað um 855 mió. kr. Útbyggingarætlan F Hendan útbygging er grundað á eina framhald- andi eintáttaða 2-takts dieselútbygging og verða samlaðu iløgurnar í tíðar- skeiðnum um 695 mió. kr Framleidsluut- reidslur Framleidsluutreidslurnar eru i hevuðsheitinum treytaðar av kapitalkost- nað, arbeiðslen og orkurá- evniskostnað. Tær framleiðsluútreiðs- lur, talan er um her, eru bert tær, ið standast av kapitalútreiðslum og rak- strinum á sjálvum verk- inum. T.e. at útreiðslur til bytisskipan og felags- umsiting ikki eru írokn- aðar. Allar útrokningar eru gjørdar í eini inflatións- fríari skipan, og verða allar útreiðslur roknaðar í 1981-krónum. Sum gongdin hevur verið higartil, hevur prís- hækkingin á orkuråevnum tey seinastu árini verið væl hægri enn inflatiónin. Tað kann neyvan roknast við, at hendan gongd brádliga fer at broytast, og verður tí neyðugt at rokna við eini ávísari real- príshækking. Í útrokningunum verður realpríshækkingin sett at verða millum 0% og 2% p.a. fyri olju og 0% og 3,5% p.a. fyri kol. Við einum ávísum fíggj- armynstri, sum her er kall- að fíggjarmynstur Í, eru árligu framleiðsluútreiðsl- urnar í miðal fyri tíðar- skeiðið 1982—2000 settar upp í mynd 5—5 og 5—6. Mynd 5—5 Myndin vísir árligu fram- leiðsluútreiðslurnar i miðal fyri ymiskar út- byggingarmeguleikar, rok- nað í 1981-krónum fyri tíðarskeiðið 1981—2000, treytað av realprísgongd á koli og olju. Kapitalútreiðslurnar i hesi mynd eru treytaðar av einum fíggjarmynstri, sum ikki er íroknað nak- ran løgtingsstudul. Um roknað verður við eini realpríshækking fyri olju og kol, ið er 0% p.a., vísir myndin, at útbygg- ingarætlan A kemur at kosta SEV mest í tíðar- skeiðnum, við 181 mió. kr. í miðal pr. ár, meðan ætlan B og D koma at kosta 175 mió. kr. ávikavist 173 mió. kr. pr. ár. Bíligast hevði ætlan C verið, sum er ein eintáttað kolaorkuútbygg- ing, við 150 mió. kr./ár í miðal. Utbygging E, sum er ein fleirtáttað útbygging, hevði kostað um 158 mió. kr./ár, og ein eintáttað 2- takts dieselútbygging, ætlan F, hevði kostað um 172 mió. kr./ár í miðal. Hesar útreiðslur økjast í mun til realpríshækking- ina fyri orkuráevni, og við eini realpríshækking fyri olju = 2% p.a. og fyri kol = 3,5% p.a. vísir myndin (5—5), at ætlan A enn er dýrast við 200 mió. kr. í miðal pr. ár, meðan bílig- asta útbyggingarætlan tá eisini er ætlan C við 171 mió. kr. pr. ár. Mett verður, at prís- gongdin fyri orkuráevni verður sterri enn prís- gongdin annars (infla- tiónin) og ætlandi kann ein realpríshækking uppá 2% p.a. fyri olju og 3,5% p.a. fyri kol nýtast, sum útgangssteði fyri teimum víðari útrokningunum. Arligu framleiðsluút- reiðslurnar verða eisini ávirkaðar av iløgustuduli, og um t.d. legtingsstuðul verður latin til tær út- byggingar, har vatnorka inngongur, verður úrslitið sum vist í mynd 5—6. Mynd 5—6 Myndin vísir, at tað er eitt beinleiðis samanhang mill- um framleiðsluútreiðslur og legtingsstuðul, og at framleiðsluútreiðslurnar minka við um 40 mió. kr./år um legtingsstuðulin verður 30 mió. kr./ár í tíð- arskeiðnum frá 1981 — 2000. T.e. at samlaðu árligu fram- leiðsluútreiðslurnar minka við um 33% meira enn meguligur legtingsstuðul. Mynd 5—7 Fyri at lýsa hvussu ein meguligur legtingsstuðul kann ávirka samlaðu ár- ligu framleiðsluútreiðslur- nar, er eitt demi sett upp í mynd 5—7. Við útgangssteði í tí bí- ligastu útbyggingarætlan- ini, har vatn inngongur, E, (sum er 2-takts diesel, partur av vatni og kol), sum uttan legtingsstuðul kostar SEV 178 mió. kr. í miðal pr. ár, verður sam- mett við t.d. útbyggingar- ætlan D (t.e. 4-takts diesel og full vatnorkuútbygg- ing samsvarandi utbygg- ingarætlanini hjå SEV frå 1978/79), sum uttan løg- tingsstuðul kostar 192 mió. kr. í miðal pr. ár. Fyri at árligu miðalútreiðslur- nar, ið standast av eini út- bygging sum D, ikki skulu verða hægri enn fyri E, verður neyðugt at veita iløgustudul, um 11 mió. kr. pr. ár í tíðarskeiðnum frá ár 1981—2000. Hesin stuðul er at rokna í 1981- kr. Hinvegin, um sami iløgtustudul verður latin ti utbyggingarætlan E, minka árligu útreiðslurnar hjá SEV úr 178 mió. kr. til 163 mió. kr. Um t.d. ætlan D, út frá ødrum samfelagsligum vidurskiftum enn teimum í hesi frágreiðing við- gjørdu búskaparligu við- urskiftum, verður »priori- terad« framum ætlan E, skal havast í huga, at hesi onnur samfelagsviður- skifti skulu »møtroknast« við um 15 mió. kr. árliga ella við tilsamans um 200 mió. kr. í tíðarskeiðnum 1981 —2000, roknað í 1981-krónum. SOSIALURIN Kunngerð frádrátt fyri ferðing millum bústað og arbeiðsstað, dupult húsarhald v.m. Við heimild i 8 9 í løgtingslég nr. 50 frå 2. juli 1963 um landsskatt og kommunuskatt við seinri broytingum hevur Líkningarráð Feroya fyri- sett hesar upphæddir at galda fyri skattaárið 1982/83. $1. 1. stk. Tær í 5 9 petti 8 a nevndu útreiðslur til ferding við bili millum bústað og arbeiðsstað verða loyvdar frádrignar við 0,70 kr. fyri hvgnn koyrdan km. 2. stk. Útreiðslur eftir 1. stk. verða tó bert loyvdar frádrignar fyri eina ferð aftur og fram dagliga. 3. stk. Kann almenn ferðsla verða nýtt í staðin jvf. 8 9, petti 8 b, verður frádráttur tá bert loyvdur åjavnt við ferðakostnaðin við almenna rutu- sambandinum, við ferðaseðlaprísinum á hægsta avsláttarstigi sum grundarlag, t.d. eftir prísinum á mánaðarkorti. Um ferðaseðlaprísurin við almennum rutusambandi vegna tørvandi avsláttur er hægri enn frá- drátturin eftir 1. stk. verður fyrisetningurin í 1. stk. galdandi. 4. stk. Kann almenn ferðsla bert nýtast ein part av ferðaleiðini, verður frádrátturin roknaður eftir ferðakostnaðinum, har almenna rutusam- bandið kann nýtast. Reglurnar í 1. stk. verða so nýttar fyri hin partin av ferðaleiðini. 4. stk. Kann almenn ferðsla bert nýtast ein part av ferðaleiðini, verður frádrátturin roknaður eftir ferðakostnaðinum, har almenna rutusam- bandið kann nýtast. Reglurnar í 1. stk. verða so nýttar fyri hin partin av ferðaleiðini. 5. stk. Tær í 8 9 petti c nevndu útreiðslur fyri innanoyggja ferðing millum bústað og arbeiðsstað sjóvegis verða loyvdar frådrignar åjavnt við út- reiðslurnar, tó ongantíð meira enn svarandi til ferðakostnaðin við al- mennum rutusambandi við ferðaseðlaprísinum á hægsta avsláttarstigi sum grundarlag, t.d. eftir prísinum á mánaðarkorti. 6. stk. Kann ferðing sjóvegis bert nýtast ein part av ferðaleiðini, kunnu reglurnar í 1. stk. verða nýttar fyri hin partin av ferðaleiðini. 7. stk. Tær í 1.—6. stk. nevndu útreiðslur kunnu tó bert frádragast í tann mun samlaða upphæddin fer upp um 1.500 kr. árliga. $2. Tær í 5 9, petti d, nevndu útreiðslur fyri ferðing millum bústað og arbeiðsstað uttanlands verða loyvdar frádrignar, tá ið útreiðslurnar kunnu skjalprógvast, tó bert í tann mun samlaðu útreiðslurnar fara upp um tær í 8 1, 7. stk. nevndu 1.500, — kr. 53. 1. stk. Tær í 5 9, petti 8 e, nevndu útreiðslur fyri giftan persón, sum flytir í aðra kommunu fyri at arbeiða har, verða loyvdar frádrignar við hesum upphæddum: A) Fyri leigu av høli verður loyvdur frádráttur við 600, — kr. um mánaðan. B) Fyri eykaútreiðslur til kost verður loyvdur frádráttur við 17,— kr. fyri hvønn arbeiðsdag. 2. stk. Útreiðslur eftir 1. stk. verða tó bert loyvdar frádrignar í tann mun samlaðu útreiðslurnar í A) og B) samanløgdum fara upp um tær í 8 1, 7. stk. nevndu 1.500,— kr. 3. stk. Frádráttur eftir 1. stk. verður bert loyvdur giftum persóni, sum flytir í aðra kommunu fyri at arbeiða har, og sum hevur húskið eftir í heimakommununi, og bert um ikki er gjørligt at koma aftur og fram millum arbeiðsstað og bústað dagliga. Somuleiðis er frádrátturin treyt- aður av, at skilliga verður uppgivið navn og bústaður á honum, ið leiga verður frá, og skal leigutíðin somuleiðis tilskilast. 54. 1. stk. Tann í 8 9, petti 8 f, nevndi frádráttur fyri persón, sum við loyvi frå landsstýrinum hevur útvegað sær avlamisakfar eftir reglunum í løg- tingslóg um innflutningsgjald, er 6.000,— kr., tó í mesta lagi åjavnt við lønarinntøkuna. Frádrátturin er treytaður av egnu ferðing millum bústað og arbeiðsstað. 2. stk. Teir í 88 1, 2 og 3 nevndu frádráttir eru eisini galdandi fyri persón, ið hevur avlamisakfar, tó framvegis í mesta lagi åjavnt við lønarinn- tøkuna. Henda kunngerð fær gildi frå og vid skattaårinum 1982/83. Tórshavn, 18. februar 1982 Líkningarráð Foroya