Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 24. august 2002 25 NSÍ skal greiða sína skyldu Runavíkingar ásanna, at aldrin áður hevur felagið ligi so væl fyri í landskappingini, og skal føroyameistara- heitið gerast veruleiki í ár, so skulu teir vinna á EB/Streymi sunnudagin UPPTAKT Páll Holm Johannesen Sunnudagin fáa runavík- ingar vitjan av sundalags- monnum. Tað er ongin ivi um, at kravið hjá NSÍ er trý stig sunnudagin. Runavík- ingar eru í løtuni á odda í landskappingini, og steypa- vinnararnir tykist í løtuni at vera besta boð á ein FM- vinnara í heyst. EB/Streymur stríðist framvegis fyri niðurflyting, men kunnu við trinum stig- um afturat, nærum tryggja sær framhaldandi sess í 1. deild komandi kappingarár. Ongi ivi er tó um, at sunda- lagsmenn hava ein sera tor- føra uppgávu sunnudagin. Lagi gott í Runavík Úr Runavík verður sagt, at fótbóltslagið er so gott sum ongantíð áður. – Tað verður tosað um fótbólt alla staðni man kemur, og tað er bara stutt- ligt, sigur venjarin hjá NSÍ, Jógvan Martin Olsen. NSÍ hevur aldrin ligið so væl fyri í 1. deild, so langt út í kappingarárið, og tí er onki undarligt í, at lagið er gott í Runavík, nú møgu- leiki er fyri at vinna føroya- meistaraheitið fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Undan dystinum í viku- skiftinum, hevur NSÍ nakr- ar skaðar at dragast við. Pól Thorsteinsson mátti geva avboð til landsdystin ímóti Liktinstein, og hann er framvegis skaddur, og lítið røkist fyri, at gerst klárur til dystin sunnudagin. Helgi L. Petersen mátti lata seg útskifta ímóti Liktinstein, og hann verður sagdur at vera rættiliga ivasamur. Runavíkingar vænta sær ein truplan dyst, og ásanna tó, at um NSÍ skal vera í FM-kappingini, so skal dysturin vinnast ímóti EB/Streymi. Sorin Angel við aftur Størsti profilurin hjá EB/- Streymi, Sorin Anghel, verður við aftur í vikuskift- inum. Hann hevur, vegna skaða, ikki tøkur hjá sunda- lagsmonnum í seinnu hálvu, og tí kemur tað væl við hjá EB/Streymi, at hann er tøkur aftur til endaspurt- in í 1.deild í ár. Hóast smá- skaðar eru í hópinum, so væntar venjarin hjá EB/- Streymi, Trygvi Morten- sen, at allir mans vera við í Runavík. Hjá Trygva Mortensen er dysturin nakað heilt serligt, tí talan verður um fyrstu ferð, at hann verður venjari hjá einum mótstøðuliðið hjá NSI í Runavík. Sjálvur sigur Trygvi, at hann altíð fer at vera NSÍ´ari um ein háls, men nú er hann settur í starv sum venjari hjá EB/Streymi, og tað uppgávuna ætlar hann at røkja til fulnar. Trygvi Mortensen letur ongan iva vera í, at NSÍ er stórfavorittur undan dystin- um, og at EB/Streymur hevur eina rættiliga torføra uppgávu í Runavík. - Megna vit at avmarka tapið, ella kanska fáa javn- leik, so hevði tað verið eitt fínt avrik frá okkara síðu, sig- ur Trygvi Mortensen at enda. - Megna vit at avmarka tapið, ella kanska fáa javn- leik, so hevði tað verið eitt fínt avrik frá okkara síðu, sigur venjarin hjá EB/- Streymi, Trygvi Mortensen . Mynd: Savnsmynd TB-venjarin trýr uppá ein javnleik í Gundadali UPPTAKT Páll Holm Johannesen Eftir sigurin á grannunum í HB fyri fjúrtan døgum síð- ani, er FM-vónin hjá B36 kyknað aftur. Í vikuskiftin- um møta havnarmenn TB, og kravið er einfalt trý stig ímóti botnliðnum TB. Hjá TB byrjar so smátt at tátta í, og liðið ongantíð ov skjótt byrja at leggja fleiri stig undir seg, um tvøra- menn ikki ætla sær út í ein upp- og niðurflytingar eftir kappingina, sum stiga- talvan í løtuni boðar frá. Um tað verður í viku- skiftinum, at tvøramenn fara at gera eitt hál, er ilt at siga, men litíð er at ivast TB hevur ein torføra uppgávu sunnudagin í Gundadali Trý leikbann B36 fingu tveir mans vístar av vølli ímóti HB, og um- framt Arnbjørn Danielsen og Iulian Florescu, so er Jákup á Borg, eisini leik- bannaður til dystin ímóti TB. B36 manglar sostatt tríggjar leikarar frá byrjun- aruppstillingini ímóti HB. Landsliðsleikarin, Jens Kristian Hansen, er farin at venja aftur, og væntandi verður hann við í hópinum hjá B36 ímóti TB. Bárður Mortansson meiddi seg í venjing í vikuni, og hann er ivasamur undan dystinum, men væntandi verður hann eisini. Til dystin ímóti HB, var Herbert í Lon Jacobsen í verjuni hjá B36, men Herbert er farin av landinum aftur, men sum skilst, so er ætlanin hjá B36 at keypa hann upp til dystin imóti TB Úr B36 verður annars sagt, um FM-vónin fram- haldani skal vera hildin á lívið, so er kravið trý stig. Teir vóna eisini at fáa fulla úrtøku, og vísa á, at B36 altíð hevur gott tak á TB í Gundadali, og vóna at so- leiðis verður eisini eftir dystin ímóti TB sunnudagin Danny Hayes farin av landinum aftur Annar onglendingurin í TB, Danny Hayes, er longu farin av landinum aftur. Hann var ikki nakar styrkur á TB-liðnum, og tí var ong- in meining at hava hann á Tvøroyri, sigur TB-venj- arin, Lynge Nielsen Lynge Nielsen sigur ann- ars, at tað gongur framá á Tvøroyri, og fylgja leikar- arnir taktikkinum, og geva seg 100% ímóti B36, trýr hann uppá at fáa eitt stig við sær úr Gundadali. Tveir leikarar hjá TB eru ivasamir ímóti B36. Talan er um Allan Michelsen og Bárður Dimon, sum báðir hava skaða at dragast við. Síðst vit vistu, væntaðu tvøramenn Allan Michel- sen kláran, men verri var við Bárði Dimon, sum væntandi ikki verður við. Kravið er sigur hjá B36 B36 hevur trý leikbann til dystin ímóti TB, men kortini er kravið trý stig ímóti botnliðnum av Tvøroyri Mynd: Savnsmynd 25 24 Nr. 161 - 24. august 2002 Skal B68 framhald- andi vera við í FM- kappingini, skulu teir hava fulla úrtøku úr Klaksvík sunnudagin UPPTAKT Páll Holm Johannesen Umframt oddadystin í Gøtu, so verður eisini oddadystur í Klaksvík sunnudagin. Klaksvíkingar fáa vitjan av B68, og verður tað samstundis talan um dyst millum tvey feløg, sum framvegis eru við í stríðnum um FM-heitið. Tað hevur gingið væl hjá KÍ seinastu dystirnar, liðið hevur vunnið báðar sínar dystir í seinnu hálvu, og fyri viku síðan megnaðu klaksvíkingar at leika javnt ímóti ungverska Újpesti á Svangaskarði, so klaksvík- ingar tykast rættiliga at vera komnir fyri seg eftir eina slaka byrjan á kapp- ingarárið Verri stendur til hjá tofta- monnum. Teir eru á sætta plássi, fýra stig eftir grann- arnar úr Runavík. B68 hevur fingið eina keðiliga byrjan á seinnu hálvu, har tað bert eru blivnir til tveir javnleikir ímóti tveimum botnliðum. Skulu B68 framhaldandi vera við í kappingini um FM í ár, so skulu teir helst vinna í Klaksvík, men javnleikur kann eisini í ringasta føri eisini nýtast. Fullmannað KÍ-lið Úr Klaksvík verður sagt, at allir mans eru tøkir til dystin ímóti B68. Hjalgrím Elttør meiddi seg í venjing fyri landsliðið seinasta vikuskiftið, og er einasta ivamál hjá KÍ, men úr Klaksvík vóna tey, at hann gerst klárur. Venjarin hjá KÍ, Kurt Mørkøre, væntar sær ein torføran dyst, og sigur, at hansara menn verða noydd- ir at geva seg fult út, um KÍ skal hava trý stig sunnu- dagin. Hann leggur tó dent á, at tað skal ikki vera nak- að ivamál um, at KÍ fer eftir øllum stigunum ímóti B68. Spurdur um tað verður tosað um FM í Klaksvík longu nú, svarar Kurt, at tað verður tað als ikki,og leggur áherðslu á, at í KÍ verður bert ein dystur tikin á gangin, og so fáa teir at síggja, hvussu langt tað ber, tá landskappingin endar. Kurt Mørkøre metir eis- ini, at steðgurin í lands- kappingini, vegna lands- dystin, kom væl við, tí um- framt heimligu kappingina, so spælir KÍ í løtuni eisini Evropa Cup, og tað kann tykast strævið fyri summar leikarar, og tí kom steðgur- in væl við. Marlon leikbannaður Einasti leikari hjá tofta- monnum, sum ikki verður við í Klaksvík, er Marlon Jorge, sum er leikbannaður. Allir hinir eru tøkir, og av Toftum verður boðað frá, at dysturin í Klaksvík er av alstórum týdningi. Sagt verður at nú má røkka ella støkka hjá B68, og um teir onga úrtøku fáa úr Klaks- vík, so eru teir ikki við í oddastríðnum longur. Toftamenn vænta eina sera torføran dyst í Klaks- vík, tí saman við NSÍ og B36, er KÍ tað liðið, sum tykist vera best fyri í løtuni. Toftamenn trúgva tó uppá tað, og siga, at spælir B68 upp til sítt besta, so er av- gjørt møguleiki fyri at fáa øll trý stigini úr Klaksvík. Nýggja venjaraparið í HB hevur torføra uppgávu í Gøtu, í einum dysti har nógv stendur upp á spæl hjá báðum pørtum UPPTAKT Páll Holm Johannesen Tá GÍ og HB bresta saman í Gøtu leygardagin, verður talan um dyst, har hvørgin partur hevur ráð at seta stig til. Landskappingin í ár er tann javnasta í eitt mans- minni, og nú farið verður undir sístu seks dystirnar, eru heili seks lið um boðið at gerast føroymeistarið 2002. Tað hava verið stórar rembingar í HB, síðan sein- asta landskappingardyst ímóti B36. Kári Nielsen og Jóannes Jakobsen hava tikið yvir róðrið eftir Ion Geolgau, sum fyri góðari viku síðan varð koyrdur, vegna vantandi úrslit. Um hvussu nýggja venj- araparið fer at standa seg, fáa vit fyrstu smakkroynd á sunnudagin, tá nýggju venjararnir skulu royna at venda keðiligu gongdini í HB. Havnarmenn hava tapt tríggjar teir seinastu dyst- irnar. HB er kortini bert eitt stig eftir oddaliði úr NSÍ, og tí er alt framvegis at spæla um hjá havnar- felagnum. Seinastu fjúrtan dagarnir hava ikki verið líka hend- ingaríkir í Gøtu, sum í Havn, men GÍ hevur leikt Evropa Cup dyst ímóti Hajduk Split, og niðri í hitanum í Kroatia, gjørdist tað til eitt heiðurligt 3-0 tap. Gøtumenn er tvey stig eftir NSÍ, og um frástøðan ikki skal gerast størri til oddaliðið, so er neyðugt við trimum stigum í Gøtu sunnudagin ímóti HB. GÍ hevur byrjað seinnnu hálvu eitt sindur misjavnt, tí fyrst taptu skurðarnir fyri NSÍ í Gøtu, og síðan vunnu teir á Skála. Henning og Áslakkur ikki við Úr Gøtu verður undan dyst- inum sagt, at allir mans eru tøkir. Tó verða Henning Jarnskor og Áslakkur Petersen ikki við restina av kappingarárinum, tí báðir eru farnir til Danmarkar. Sámal Joensen var ikki við í landsdystinum ímóti Liktinstein, men kortini vænta gøtumenn, at hann gerst klárur til dystin ímóti HB. Annars verður at sagt at væl stendur til, og at gøtu- menn vænta eina sera spennandi dyst, og at GÍ fer avgjørt eftir øllum trimum stigunum. – Skulu vit vinna FM í, so er kravið trý stig, tí væntandi vinnur NSÍ ímóti EB/Streymi, og um vit seta stig til sunnudagin, so verð- ur enn torførari at vera við í FM-kappingini, sigur Magni Jarnskor. Magni greiðir at enda frá, at dystirnir ímillum GÍ og HB altíð eru spennandi, og tað ivast hann ikki i, at so- leiðis verður eisini sunnu- dagin. Allir tøkir hjá HB Í HB siga tey, at liðið hevur hvørki leikbann ella skaðar at dragast við undan dystin- um í Gøtu. Frá seinasta landskappingardysti ímóti B36, er liðskiparin, Rúni Nolsøe við aftur, og tað styrkir avgjørt um mið- vøllin hjá havnarmonnum. Annar av nýggju venjar- urnum, Jóánnes Jakobsen, vónar eisini, at sínir menn hava lagt rumblið í felagn- um seinastu vikuna aftur um seg, og liðið fer at fáa eitt gott úrslit í Gøtu. Jó- annes væntar sær eisini ein spennandi torføran dyst, har felagsnevnarin er at nógv stendur upp á spæl, og at hvørgin partur hevur ráð at tapa. Tá Jóannes varð spurdur um hann kundi hugsa sær ein kanska lættari dyst, sum sín dyst í nýggja venjara- starvinum, svarar hann, at hann onki hevur ímóti at møta GÍ í Gøtu, tí tað er ein stór avbjóðing, og at tað als ikki skuldi verið nakar trupulleikar at fingið leik- ararnar motiveraðar til dystin. Nú má røkka ella støkka hjá B68 Hvørgin partur ráð at tapa Toftamenn eru hart kroystir, og skulu helst vinna dystin í Klaksvík, um FM-vónin ikki skal svinna burtur í onki. Mynd: Savnsmynd Lagt er upp til rættiliga spennadi dyst í Gøtu sunnudagin, har nýggja venjaraparið hjá HB, skal royna at venda keðiligu gongdini seinastu vikurnar Mynd: Savnsmynd C M Y K 24