Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-05-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mai 1982síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A TA EL Leygardagur 15. maí 1982 Súkklufloti niðan á Sund Tekst og myndir: Hegni Djurhuus Tey flestu valdu longsta teinin. Niðan á Sund og oman aftur á Háls. 18 km. har á leið. Tveir styttri teinar eru eisini. Í fjør — og aftur í år hevdu og hava vit moti- ónsgongu og motiónsrenn- ing hóskveld. Nú er eisini motiónssúkkling. Hon er mánakveld. Fyrstu ferð í góðveðrinum seinasta mánakveld. Tað er eisini ÍSB, sum hevur fingið hetta heilsu- stimbrandi tiltak í lag. Formaðurin í ÍSB, Egga Jensen, sigur, at fyrsta kveldið súkklaði eini 80—100 fólk. Tey flestu niðan á Sund. Tað tók millum ein og hálvan- annan tíma. Meiningin er at enda motiónssúkklingina eitt mánakveld síðst í august ella fyrst í september við einum túri til Kaldbaks. Tey, sum ganga/renna, seta sær eisini eitt høgt mál: eina motiónsferð 20—35 km. Annars verður endað um miðjan septem- ber eins og i fjør við gongu/renning úr Kirkju- be. Egga væntar, at hetta blívur = ein traditión Kirkjubearrenningin. Tey, sum ganga/renna, eru nógv tey somu, sum vóru við í fjer. Men fleiri eru komin afturat. Hóast tiltakið hjá ISB bert er um summarið, er sjálvandi onki til hindurs fyri, at fólk reru seg um veturin eisini. Og tað gera fleiri. Tað er gleðiligt at síggja, at fleiri og fleiri av sínum eintingum fara út at renna, sigur Egga Jensen. Hvat er betri? At súkkla ella renna? Bæði geva motión. Men ein rerir fleiri veddar, tá ein rennur Men, sjálvandi, súkkling- in gevur meguleika at »snyta«. Í undanbrekku So tit, sum hava ein hjólhest standandi í kjall- aranum ella úthúsinum, gravið hann fram nú um, vikuskiftið, setið nakrar tímar av til hann og so niðan á Nabb við honum mánakveldið klokkan sjey Ein tandemsúkkla, ella tvisukkla, var við í flotanum, sum legði frá Itróttarhellini månakvøldid Slíkar súkklur geva brekaðum møguleika at vera vid. Egga sigur, at hann í Íslandi hevur sæð tveir brekaðar á einari tahdemsúkklu. Annar heuði mist beinini. Hann sat frammanfyri og stýrdi. Hin var blindur. Hann sat aftanfyri og traðkaði. Við góðum samarbeiði ber nógu til Tey flestu eru í kondiklæðum og kondiskógvum. Hvat tá? Men tað ber eisini til at súkkla í klæðum, sum komu fram langt áðrenn nakar heuði hoyrt orðið kondi Alt má vera í lagi, áðrenn farið verður av stað Egga og Jón á Steig frá ISB geva góð ráð Har tað gongur fyri seg í dag og í morgin: Velbastaður ! AR Konurnar hava bundið, menninir smíðað, Tróndur málað og Árni formaður hevur pláss um borð á Bliki ella Lómi til uttan- landsferð. | Vinningarnir eru nógvir til basarin, eydnuhjólið og lutaseðl- arnir hjá ungmannafel- agnum Sólarmagni Kirkjubear sókn. Sólarmagn er elsta ung- mannafelag landinum stovnað hinari øldini Húsið hjá Sólarmagni Felagið eigur hús á Velba- stað. Tað er umvælt fyri 350.000 kr. Og tað er fyri at gera tað lættari at gjalda hesa rokning, at Sólarmagn í dag og í morgin skipar fyri túna- dansi og basari. Hetta verður í einum tjaldi, sum er sett upp í skúlagarð- inum á Velbastað. Kl. 15,00 letur upp, báðar dagarnar Har verður hornmusikkur, eitt kór hjá Olavi Hátún syng- ur og meðan fólk hvíla seg millum eydnuhjól, 21-spæl og tombola, kunna tey keypa sær ein heitan munn og okku - afturvið. Um kveldið verður so dansurin. Flóvin Jacob- sen, Simme og Fróði Sandoy eru nevndir sum spælimenn. hd