leygardagur 15. mai 1982síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
Í einum fongsli, har sálir, id skulu til
Sheol — Jerðina rópa tey tað har — bíða
eftir at verða týndar, sveimaði kvenn-
sálin Jechidah. Sálirnar gloyma sítt upp-
hav. Purah, gloymskunnar eingil. hann,
sum slekkir Guds ljós og fjalir andlit
Hansara, hevur valdið alla staðni, har
Gud ikki er. Uttan at geva gætur, at hon
var ættað undan Hásæti Dýrdar, hevði
Jechidah syndað. Hennara evund hevði
volt nógvar trupulleikar í tí heimi, har
hon búði. Hon hevði lagt allar kvenneing-
ir undir at friggja við unnusta sínum
Jachidi, hevði ikki bara spottað Gud,
men eisini avnoktað hann. Sálirnar, segði
yn, vóru ikki skaptar, men vóru kykn
aðar upp úr ongum: tær høvdu hvørki
kall ella endamál. Hóast myndug
leikarnir vóru ógvuliga tolnir og laga
gir, varð Jechidah til endans dømd til
deyða. Dómarin åsetti løtuna, tå hon
kirkjugarðin, ið
skuldi fara niður í t
kallaðist Jerðin
Verjin hjá Jechiduh skeyt málið inn
Himmalsins Hægstarætt og send
eina skrivliga ben til Metatron
Andlitsins Drott. Men Jechidah var so
full av synd og so óflættilig, at einki vald
kundi bjarga henni. Hjálparmenninir
tóku hana, skræddu hana frá Jachidi,
kliptu veingirnar av henni, kliptu hárið á
henni og lótu hana í eina langa hvíta lík-
verju. Hon slapp ikki longur at lýða á
hválvanna tónleik, at lúka angarnar úr
Paradísi og at grunda yvir Toruhnnar
loyndarmál, sum eru sálini matur og
drekka. Hon slapp ikki longur at baða í
brunnunum við balsamolju. Í fangaholin
um var myrkrið úr tí niðara heiminum
longu um hana. Men hennara stersta
kvel var hennara longsul eftir Jachidi.
Hon rakk honum ikki longur við tonk-
unum. Heldur ikki fekk hon sent honum
boð, tí allir tænararnir vóru tiknir frá
henni. Eftir hjá Jechiduh var bara óttin
fyri deyðanum
At doyggja var ikki sjáldsamt, har
Jechidah búði, men deyðin sekti bara
óvandaligar, útlúgvaðar sálir. Akkurát
hvat ið hendi tey deyðu, visti Jechidah
ikki. Hon ivadist ikki í, at tá ið ein sål fór
niður til Jarðar, var tað fyri at verða
týnd, hóast tey gudsóttandi hildu fast
im, at ein livsneisti var eftir. Ein deyð
fór alt fyri eitt at rotna og var skjótt
huld av einum slýggjutum evni, ið æt
sáð. Síðani varð hon av einum gravara
potað í móður lív, har hon gjerdist til eitt
slag av soppi og síðani var nevnd eitt
barn. Seinni byrjaðu pínslurnar í
Gehenna: føding, vekstur, strev. Tí sam-
bært siðalærubókunum var deyðin ikki
tað seinasta stigið. Tá hon var reinsað,
vendi sálin aftur til sítt upphav. Men
hvat prógv var fyri slíkari hugsan? Tað
Jechidah visti, var eingin nakrantíð
vendur aftur av Jerðini. Tann upplýsta
sål
Leygardagur 15. mai 1982
Jechidah helt, at sålin liggur og rotnar
eina stutta tid og so funar burtur i eitt
myrkur, haðani ikki vendist aftur.
Nú var letan komin, tá Jechidah mátti
doyggja, mátti sekka niður til Jarðar
Skjótt fór Deyðans Eingil at koma til
sjóndar við eldsverði sínum og við tús
und eygum sínum
Í fyrstuni hevði Jechidah grátið uttan
steðg, men so vóru tárini hildin uppat.
Um hon vakti ella svav, Jachid fór ikki úr
huganum á henni. Hvar var hann? Hvat
gjørdi hann? Hverjum var hann saman
við? Jechidah visti væl, at hann kundi
ikki syrgja um hana í allar ævir. Kring
hann vóru vakrar kvinnur, heilag djór
einglar, kruebar, serafar, avralimar, eli
Pr
*
“
på
hk * "
s ET
OS Ey TR +.
re =
við telandi valdi. Hvussu leingi var ein
sum Jachid mentur at stýra síni girnd?
Hann. eins og hon, var vantrúgvin. Tað
var hann, sum hevði lært hana, at andar
vóru ikki skaptir, men vóru eitt úrslit av
lívsins menning. Jachid trúði ikki upp á
tann fría viljan, heldur ikki uppá, at gott
og ilt í evstu syftu vóru til. Hvat fór at
tálma honum? Ivaleyst lá hann longu í
fanginum á onkrum guddómi og segði
tær somu segurnar, sum hann longu
hevði sagt fyri Jechiduh.
Men hvat kundi hon gera? Í hesi
myrkastovuni helt alt samband við
glæstriborgirnar uppat. Allar hurðar
vóru afturlatnar: hverki grið ella vakur
leiki sluppu inn higar. Tann einasti
vegurin úr hesum fongsli gekk niður til
Jarðar og til alt tað ræduliga, ið kallaðist
hold. blóð. mergur, nervar og andi. Teir
gudsóttandi einglarnir lovaðu uppreisn
Teir lærdu. ai sálin dvaldist ikki á Jorðini
um ævir, men at hon vendi aftur til tað
Hægra Hválvið, tá hon hevði liðið sín
straff. Men Jechidah, ið var nýmótans
helt alt hetta vera pátrúgv. Hvussu
kundi ein sál bjarga sær undan likamsins
roti? Tað var vísindaliga ógjerligt. Upp
reisnin var ein dreymur, ein tápuligur
uggi hjá stuttkomnum og bangnum
sálum
Eina náttina tá Jechidah lá í einum
króki og hugsaði um Jachid og tær njót-
ingar, hon hevði fingið frá honum, hans-
ara kossar, hansara kín, loyndarmálini,
hann hevði lýtt henni í oyrað, tær mongu
steður og teir mongu leikir, hann hevði
lært hana, kom Dumah, Deyðans túsund-
oygdi Eingil, inn við einum eldsverði í
hondini, á at líta júst sum tær Heilagu
Bekurnar lýsa hann.
Tín tími er komin, lítla systir, segði
hann
Tað ber ikki til at skjóta málið inn
fyri ein annan rætt?
Tey, sum eru í hesum endanum, fara
altíð til Jarðar.
Tað fór Jechiduh kalt niður eftir bak-
inum. — Íðan, eg eri til reiðar.
Jechidah, iðran hjálpir enn. Sig frá
tínum syndum.
Hvussu kann tað hjálpa? Tað
einasta, eg iðri meg um, er, at eg ikki
syndaði meira, segði Jechidah treiskliga.
Bæði tagdu. At enda segði Dumah: —
Jechidah, eg veit, at tú ert ill við meg
Men er tað mín skyld, systir? Ynskti eg
at gerast ein Deyðans Eingil? Eisini eg
eri ein syndari, útlagin úr einum hægri
ríki, mín straffur at vera ein sálanna
beðil. Jechidah, eg havi ikki ynskt tín
deyða, men fell ikki í fátt. Deyðin er ikki
so ræðuligur, sum tú heldur. Tað er rætt,
at tann fyrsta tíðin er ikki lett. Men ert
tú fyrst gróðursett í móður lívi, eru teir
níggju mánaðirnir, ið koma, ikki harðir.
Tú fert at gloyma alt, sum tú hevur lært
Stuttsøga eftir Isaac Bachevis Singer
Hanus Andreassen tyddi år amerikonskum
Valdemar Dalsgaard teknadi